Føroyskur rockur í Íslandi (grein frá 2002)

Clickhaze á palli í Grand Rokk, Reykjavík, 2002.
Jón Tyril skrivaði nú ein dagin á Facebook at hann hevði hitt Kristinn Sæmundsson e.k.s. Kiddi í Reykjavík á ársins Airwaves festivali. Kiddi. Tað var hann, ið kom til Føroya at lurta eftir Clickhaze, Krit, Gestir o.ø. á sumri í 2002. Hann hevði m.a. ein lyklaleiklut tá Bjørk, Sigur Rós, Mugison o.o. tóku sínu fyrstu fet innan tónleikin. Ein eldsál í orðsins rætta týdningi. Á heysti í 2002 ornaði Kiddi fyri at Clickhaze, Krit, Hanus G., Kári Sverrisson og Eivør Pálsdóttir komu til Reykjavíkar at spæla á Fairwaves 2002, ið koyrdi parallelt við Airwaves, men einans við føroyskum nøvnum á plakatini. Jens Guð hjálpti eisini til, men sum hann sjálvur skrivar: "Kiddi var potturinn og pannan í "Fairwaves"". 
Eg var øgiliga hugtikin av Íslandi og íslendskum tónleiki um hetta mundið. Tá eg so frætti at Clickhaze skuldu til Reykjavíkar í 10 dagar, ráddi um at bera so í bandi, at tað fór at vera brúk fyri mær á túrinum. Endin var at eg kom við sum ein samanseting av blaðfólki, roadie og kórsangara (Ólavur Jákupsson sang fyri í einum lagi, har eg sang kór), og so var onkur hissini solo framførsla eisini. Hvussu umfatandi mítt roadie virksemið á túrinum var, tað er - so segði hann - sokkið í tíðarinnar dýpi. Sum blaðfólk fekk eg so í øllum førum skrivað tvinnar greinir frá túrinum. Tann fyrra stóð í Dimmalætting týsdag t. 5 nov. 2002. Í dag er týsdagur 5. nov. 2013, so tað er eitt sindur stuttligt. Gerið so væl! (tøkk til Edmund í Garði fyri myndir).

Skrivað hevur: Knút H. Eysturstein
Týsdagur 5. november 2002, kl. 10.42, 216/125 - Skái

Ummæli/frásøgn: Clickhaze, Krit og alt harímillum!

Síðstu vikurnar hevur ein føroysk tónleikabylgja floymt inn yvir Ísland. Á hvørjum horni og hvørjari geil í Reykjavík hava plakatir verið at sæð, ið lýsa við "Fairwaves"-konsertum við føroyskum bólkum. Føroyskur tónleikur er nógv at hoyra í útvarpinum, og sum heild eru fólk sera áhugað í føroyskum tónleikarum og føroyskum tónleiki.
Fyrst var tað fólkatónleikurin við Hanusi G. Johansen, Kára Sverrissyni og Eivør Pálsdóttir. Síðan var rockur á skránni, og í eina viku buldraðu tónarnir hjá Clickhaze og Krit í konsertstøðum og klubbum allastaðni í Reykjavík.

Stórur rockur á Grand Rokk!
Leygarkvøldið 20. oktober høvdu hesir báðir áðurnevndu bólkar eitt brak av eini konsert í tiltikna rockklubbanum Grand Rokk. Grand Rokk er eitt lítið, intimt og hugnaligt stað, ið er upplagt til intensar rockkonsertir við tøttum samskifti millum tónleikara og áhoyrara. Ikki tí, útgerðin á staðnum var ikki fantastisk, og ljóðmenninir vóru sjáldan tilstaðar(!), men kortini var atmosferan sera góð, tá konsertin endiliga byrjaði.
Íslendsku Úlpa, ið vitjaðu í Føroyum fyrr í mánaðinum, løgdu fyri við vælupplagdum og ikki minst væl spældum sýru-guitarrocki í serklassa. Sostatt var støðið lagt undir eina fríska, framfýsna og ferðmikla konsert, har tónleikurin var í miðdeplinum alla tíðina.
Úlpa á palli í Grand Rokk, 2002.
Íslendska tónleikaguruin Jens Guð trein pallin og boðaði síðani á íslendskum, at nú skuldi Clickhaze úr Føroyum spæla. Hann siteraði tað ið t.d. donsk bløð hava sagt um bólkin, eitt nú; "...Clickhaze er besti bólkurin í Skandinavia í løtuni!" og "Björk go home!" o.s.fr. Nú var spennandi at vita, hvussu tað fór at ganga hjá teimum, og um íslendsku áhoyrararnir fóru at taka hesi bragdligu orð í álvara ella ikki.
Eivør dugdi væl at vera eyðmjúk, tá hon trein á pallin. Hon fór yvir til mikrofonina, hugdi út yvir áhoyrarnar og segði við mildari rødd; "I don’t think... Björk should not go home!". Hetta dámdi íslendingum at hoyra. Teir dugdu at síggja, at hóast alt hóvastákið í fjølmiðlunum, so var veruleikin ein annar. Her var talan um ein bólk av jarðbundnum og skilagóðum fólki, ið elskar tónleik, heldur enn "popularitet".
Fyrsta lagið var 'Clean Air' við teirri eyðkendu Kingo-introini, har Eivør syngur 'Lover nu Herren' við urguleiki afturvið. Tað var eyðsæð, at áhoyrararnir vóru merktir beinavegin av framførsluni. Tað tyktist sum um hetta føroyska rockkenda var teimum bæði fremmant og kent um somu tíð. Síðani komu allir hinir sangirnir, ið vit kenna her í Føroyum; 'Wall of Silence', 'Until we have faces', 'Frozen Lullaby', 'Indigo Brow' og so framvegis. Ein má eisini nevna rapp-rockarin 'Stop Breathing', ið var púra pulserandi hetta kvøldið.
Úr bókini Tónleikur 2002. Mynd: Bogi á Lakjuni dýkir á á Grand Rokki, 2002.
Fyri okkum var tað kanska kent, men fyri hesi fjøld, ið ikki hevði hoyrt tónleikin áður, vóru tað nýggir og spennandi tónar. Clickhaze hevði eitt brak av eini konsert hetta fyrsta kvøldið og tryggjaði sær fleiri fjepparar aftrat í hesum nýggja og forkunnuga landi.
Krit endaði kvøldið og kláraði seg eisini stak væl. Teir rokkaðu nógv; ja, enntá so nógv, at summir av áhoyrarunum rýmdu, tí at tað gjørdist ov nógv av tí góða. Tónleikurin hjá Krit er jú harður og larmandi og øll eru jú ikki von við slíkt. Men tey, ið vóru von við slíkan tónleik, vórðu verandi, og hesi vóru sera fegin um framførsluna. Persónliga helt eg, at 'Some people just weren’t born to fit in' og 'Everywhere' skaraðu framúr á hesi konsertini.
Samanumtikið var hetta ein sera góð byrjan á ferðini!
Krit á palli á Grand Rokk, 2002.
Peppan í fjølmiðlunum
Í oktober útgávuni av besta íslendska tónleikablaðnum »Sánd« var ein samrøða við Eivør, eins og eitt ummælið av EP’ini hjá Clickhaze. Tey fingu fýra stjørnur, lið um lið við slík stórnøvn sum Coldplay og Sonic Youth. Blaðið hevur nógv rósandi orð at bera bólkinum og bæði í samrøðu og ummælið verður mangt og hvat sagt um bólkin og møguleikarnar, ið hann hevur úti í heimi.
Fríggjadagin 25. oktober var Clickhaze gestur í almennu útvarpsrásini Rás 2, har framførd vórðu hesi fýra løgini: 'Wall of Silence', 'Stop Breathing', 'Trom' og 'Indigo Brow'. 'Trom' er eitt spildurnýtt lag, ið var frumframført leygardagin 20. á Grand Rokk. Eitt spennandi og øðrvísi lag við post-rock-tendensum, ið bera boð um nýggjar tónlistarligar streymar frá Clickhaze. Í hesum lagnum vóru tveir gestasangarar úr nýggja eysturoyarbólkinum Gestir við.
Clickhaze framføra 'Trom' við tveimum Gestum. Hendur í lumma og hendur í loft!
'Indigo Brow' hevur eisini staðið seg sera væl í íslendsku fjølmiðlunum. Lagið er javnan at hoyra í útvarpinum og upptøkan frá Prix finaluni 2001 er eisini at síggja sum videolag í íslendskum sjónvarpi.
Krit var so heppið at sleppa í studio í Íslandi. Upptøkurnar vóru sunnudag og mánadag. Og ikki var liðugt fyrr enn beint áðrenn heimferðina til Føroyar. Tað var um reppið, at teir í Krit náddu flogfarið. Mikkjal, sangarin, varð koyrdur beinleiðis úr studionum á flogvøllin hálvan tíma áðrenn fráferðina. Tá hevði hann verið samfullar 20 tímar í upptøkuhølinum, so tað var ein hásur og troyttur maður, ið møtti upp á flogvøllinum.
Fimm løg vóru fest á band, og teir vóru væl nøgdir við fyrsta úrslitið. Nú verður spennandi at hoyra endaliga, ljóðblandaða úrslitið, og síðani vita, hvat hendir við hesum. Vónandi spyrst ein útgáva burturúr, tí tað er sera umráðandi fyri bólkin at fáa eina útgávu frá hondum, ið fólk kunnu ogna sær. Vit gleða okkum og vóna tað besta!
Krit á Gauki á Stong, 2002.

Gaukurin, Grand Rokk og 22

Krit hevði eina sera góða framførslu í Gauki á Stong týsdag, har spælt var saman við Kimono og Úlpa. Ljóðið var fantastiska gott og ljóðmaðurin var so avgjørt ein snillingur av rang. Hetta var gleðiligt at síggja og hoyra, tí tónleikurin hjá Krit hevur so avgjørt uppiborið góðar umstøður.
Um ljóðið er vánaligt, kann tað hjá summum gerast ov larmut og strævið og fáa hesi tí ikki møguleika fyri at seta seg inn í tónleikin. Um ljóðið hinvegin er gott og klárt, er nógv størri møguleiki fyri, at fleiri áhoyrarar geva bólkinum og tónleikinum ans.
Hetta hendi í "Gaukinum", sum staðið eisini kallast. Tey, ið ikki høvdu hoyrt bólkin áður, fingu her ein góðan møguleika fyri júst tí, og vit, ið kenna bólkin, høvdu møguleika at hoyra tónleikin undir nærum fullkomnum umstøðum. Sera gott Krit! Takk fyri!
Íslendsku rockararnir í Úlpa endaðu konsertina við einum braki. Teir vóru stutt sagt rockur fyri allar pengarnar, og hetta dámdi føroyingunum væl, tí teir hoppaðu og peppaðu í takt við tónleikin. Hinvegin sótu íslendsku áhoyrararnir pinnastillir og lurtaðu. Hetta var løgið at síggja; garvillir føroyingar øðrumegin og púra kvirrir íslendingar hinumegin pallin. Hetta tóktist at vera eitt fyribrigdi á konsertum í Íslandi. Sjálvt um tónleikurin er ógvuliga harður og rokutur, so sita fólk pinnastill og lurta. Slíkt hendir viðhvørt eisini í Føroyum, men her plaga fólk um ikki annað at røra seg eitt sindur, tá tónleikurin er alra harðast og villast.
Úlpa á Gauki á Stong, 2002.
Løgið!
Seinni í vikuni vóru fleiri konsertir afturat. Clickhaze spældi aftur á Grand Rokk mikudag saman við punkbólkinum Panman, ið veruliga dugdi at punka. Ein góð framførsla, men tað tóktist mær óneyðugt, at teir skuldu koppa mikrofonstativum og langa guitarar á trummuskálir (trummuskálir, ið trummuleikarin hjá Clickhaze eigur, enntá!) móti endanum av konsertini. Bara tí ein er punkari, nýtist ein ikki at vera kraftidiot samstundis. Hygg bara at 200! (Nei, 200 eru ikki kraftidiotar! Teir eru bara kul!)
Krit spældi eisini hósdag á klubbanum/matstovuni 22 saman við Stjørnukisi. Stjørnukisi spælir eitt sindur tungan og ferðmiklan rock, og riggaðu teir tí væl saman við Krit. Krit hevði enn eina konsert fríggjadag saman við fleiri øðrum bólkum, og vóru teir sera væl umtóktir. Hetta var eitt tiltak, ið nevnist »Unglist« og har vóru fleiri harðir rockbólkar við. Krit riggaði væl í hesum umhvørvi og varð klappaður uppaftur. Krit fekk sera góð ummæli og annað rós.
Nógv var hingið út í barrini Sirkus, ið fleiri okkara forelskaðu okkum í. Clickhaze, Tuxedo Rebels og undirritaði spældu har.
Ein góður endi
Síðsta konsertin var leygardagin 26. oktober. Hesuferð vóru tað aftur Úlpa, Krit og Clickhaze, eins og á fyrstu konsertini á Grand Rokk. Henda konsertin var hildin í einari gamlari kykmyndahøll, ið nevnist Austurbæjarbió. Eitt sera hugnaligt og vakurt høli, við kykmyndahølisstólum og øllum øðrum, ið hoyrir til eitt slíkt.
Konsertin var sera góð, sjálvt um ljóðtrupulleikar stungu seg upp viðhvørt, t.d. í framførsluni hjá Krit. Tað serliga við hesi konsertini var jú at hetta var ein kykmyndahøll, og hetta var eisini nýtt til fulnar. Ein íslendskur listamaður sýndi gamlar filmir og filmsstubbar á stórskíggjanum aftan fyri tónleikararnar undir allari konsertini, og riggaði hetta sera væl.
Í endanum av framførsluni hjá Úlpa vóru myndir av fimleikarum, ið hoppaðu og bóltaðu rút, alt meðan bólkurin rockaði intenst í endalagnum 'Darling'. Meðan Krit spældi, var gamli russiski svart/hvíti klassikarin Ivan Hin Ræðuligi sýndur. Ein av hasum filmunum, har allir leikararnir síggja sjokkeraðir út alla tíðina, av tí at søgan er so forferdiliga dramatisk! Stílurin var ortodoksur og myrkur, og riggaði hetta sera væl til tónleikin og framførsluna hjá Krit. Eitt sindur "óhugnaligt" ella soleiðis.
Úr bókini Tónleikur 2002.
Meðan Clickhaze spældi, vórðu filmsstubbar úr Týsklandi í farnu øld at síggja. Hetta riggaði væl, men var samstundis eisini skizofrent og løgið. Clickhaze byrjaði við 'Clean Air'. Eitt vakurt lag um reina luft og vakra náttúru. Men á skíggjanum var søgan ein onnur. Her sóu vit myndir úr Berlin eftir seinna veraldarbardaga. Sprongdar húsatoftir. Heimleys fólk. Gamlar konur, ið bóru múrsteinar. Neyð og elendigheit. Hetta stóð í sterkari andsøgn til vakra sangin um vøkru fittu Føroyar.
Í 'Daylight' var andsøgnin uppaftur týðiligari. 'Daylight' er positivari og ljósari enn 'Clean Air', men her vóru myndirnar enn meira ørar. Her vóru myndir úr Týsklandi áðrenn seinna veraldarbardaga at síggja. Nazistar, høgra armar í loft, swastika, hermenn, vápn og bókabál. Og framman fyri skíggjan stóð Eivør við eydnusælum smíli og sang: "... this world is perfect just like you, beatiful and true, holding on to grace, and the beauty of her face"!
Um hetta var tilætlað frammanundan, hevði eg hildið tað at verið á markinum. Fúl ironi og sarkasma. Men hetta var ikki ætlað frammanundan. Listarmaðurin visti ikki, hvat bólkurin fór at spæla og bólkurin visti ikki hvat listamaðurin fór at sýna. Fyri meg persónliga fingu sangirnir enn meira týdning og innihald. Ein hevur í grundini sera nógv at vera glaður fyri. Vit hava nógv at vera glað og takksom fyri í Føroyum. Stutt sagt, so var hetta við at sýna film aftur við tónleikinum eitt genialt hugskot. Nakað, ið vit kanska áttu at roynt her í Føroyum.
Annars er tað spell at Austarbæjarbió eftir ætlan skal rívast niður um ikki alt ov langa tíð, tí húsið sigst at vera ov gamalt. Spell, tí hølið er so sera hugnaligt og deiligt, og kundi verið nýtt til fleiri slíkar góðar konsertir.
Men akk, myndugleikarnir har minna um teir her heima. Leggja lítið í list og tónleik. Tíverri.

Ein góð ferð
Samanumtikið var hetta ein góð ferð í allar mátar. Íslendsku áhoyrararnir vóru væl nøgdir, føroysku tónleikararnir vóru væl nøgdir, og íslendsku og føroysku fyrireikararnir vóru væl nøgdir.
Hiðani ein stór tøkk til Kidda, Hljómalind, Adda Rokk, Grand Rokk, Jens Guð, Úlpa, Siggu og hini á Sirkus, Sjómansheimið Ørkina og íslendska fólkið. Øll sýndu okkum veruligan og hjartanemandi blíðskap á túrinum. Jauw!

Seinnu greinina frá túrinum kanst tú lesa her.
Íblástir menn avmyndaðir uttanfyri Sirkus Reykjavík kvøldið fyri heimferð! Mynd: Morgunblaðið

Comments