Respekt fyri tí gamla – um metal í Føroyum

SIC, vinnarar av Wacken Metal Battle 2013. Foto: Eija Eija Mäkivuoti.
(Greinin stóð á prenti í Punktum.fo, mánaðarliga mentanarblaðnum hjá gomlu Dimmalætting, fríggjadagin 19. apríl 2013).

Vikuskiftið 15.-16. mars var føroyskt umfar av Wacken Metal Battle (WMB) hildið fyri aðru ferð í Sjónleikarhúsinum í Havn. Fyrstu ferð føroyingar skipaðu fyri tiltakinum var í fjør, tá doom metal bólkurin Hamferð streyk avstað við sigrinum í bæði føroyska og altjóða umfarinum, ið var hildið á heimsins størsta metal festivali, Wacken Open Air, í Týsklandi.

Eftir hesa mikið væleydnaðu fyrstu luttøku, er ikki sørt av spenningi eftir at vita, hvussu føroyingar munnu fara at klára seg á Wacken í summar. Átta bólkar luttóku í ársins føroyska umfari, og endin var, at rutineraðu SIC vunnu. Eftir mínari meting stóð valið av vinnaranum millum SIC, Earth Divide og Synarchy, meðan nýggju bólkarnir Reduced To Ash og Asyllex eisini stóðu seg væl. Tíverri hoyrdi eg ikki fyrstu tveir bólkarnar, ið spældu fríggjadag, av tí at eg lendi í Vágunum sama kvøld.
Herfyri hitti eg Teit Egholm Fossaberg, ið saman við Fróða Tórálvssyni Stenberg skipar fyri WMB í Føroyum, til eitt prát um tiltakið, um metal í Føroyum, og um metal sum fyribrigdi. Hann greiddi frá, at í fjør var tiltakið hildið uppá eitt kvøld, og tá var útselt við 300 vitjandi. Í ár valdu teir at víðka tað til tvey kvøld, og tilsamans vóru áleið 500 vitjandi hesi bæði kvøldini. Hetta er at meta sum eitt gott úrslit, og fólk hava eisini latið væl at tiltakinum.

Teitur Fossáberg hongur plakatir upp. Foto: Eija Mäkivuoti.
Wacken Metal Battle og føroyski metalpallurin
Teitur greiðir frá, at hann frætti fyrstu ferð um WMB kappingina frá John Ivar Venned, gittarleikara í Synarchy, sum í 2008 spurdi Wacken fyriskipararnar í Týsklandi, um Synarchy kundu luttaka, og fekk at vita at teir kundu einans vera við umvegis íslendsku kappingina. Í 2011 kannaði Theodor Kapnas, gittarleikari í Hamferð, møguleikan at halda WMB í Føroyum. Tá høvdu Týr spælt tvær ferðir á Wacken, og Teitur metir, at hetta kann hava gjørt sítt til, at Wacken fyriskiparar fingu eyguni upp fyri Føroyum sum metal marknaði. Av tí at Theodor sjálvur ætlaði at luttaka við Hamferð, og reglugerðin fyri kappingina tilskilar, at framførandi tónleikarar ikki kunnu vera við í fyriskipanini og vice versa, fall fyriskipandi leikluturin á Fróða og Teit. Báðir eru metalfjepparar um ein háls og brenna fyri hesum tónleikinum. Teitur ásannar, at hetta hevur verið teirra styrki, hóast fyriskipanin sjálvandi eisini hevur havt nógv hart arbeið við sær.
“Tað byrjaði við tveimum fýrum, ið ikki ordiliga høvdu nakað at gera, men brendu fyri metal tónleiki, og endaði við at Hamferð faktiskt vann heimsmeistaraheitið í metal!” sigur hann við einum skálkabrosi.

Um metal umhvørvið í Føroyum sigur Teitur, at hann var eitt sindur bangin áðrenn ársins WMB tiltak, tí hann helt seg hóma eitt rættiliga stórt lop millum núverandi ættarliðið við SIC, Earth Divide og Synarchy, og teir nýggjaru bólkarnar. Tó sannførdu framførslurnar hjá Reduced To Ash og Asyllex hann um, at enn eru knotur í føroyskum metal unglingum, og at framtíðin hevur spennandi ting í væntu.
Metingin hjá Teiti er, at vit í Føroyum hava umleið líka nógvar metalfjepparar í mun til fólkatalið, sum í øðrum londum. Tó hava vit fleiri aktivar metalbólkar pr. innbúgva av tí at vit hava relativt nógvar framførandi tónleikarar. Tað liggur sum heild til føroyingar at fáast nógv við tónleik. Hann endurgevur týskaran Jan Clausen, ein av dómarunum í fjør, fyri at siga, at um hann fór til onkran bý í Týsklandi við 48.000 innbúgvum, fann hann allarhelst ongan bólk, ið nyttaði nakað sum helst. Í Føroyum vóru tað tó fleiri bólkar, ið sagtans høvdu kunna framført á Wacken, og tískil var tað rættiliga bergtakandi at kvaliteturin kundi verða so høgur.

Tað er neyvan nakar annar ungdómsmentanarligur tónleikur, ið hevur slíkar fastatøkur á parti av okkara skapandi ungfólki sum metal tónleikurin. Eg prátaði við Kristian Blak í einum steðgi til WMB, og hann minti meg m.a. á, at tað komu ikki færri enn fimm føroyskar metal útgávur út á Tutl í 2011. Umframt hetta valdu íslendsku Skálmöld eisini at geva út á Tutl tað árið, nettupp tí at teir høvdu hoyrt, at tað var eitt markant metal umhvørvi í Føroyum.
Earth Divide live á WMB. Foto: Eija Mäkivuoti.
Metal í søguligari og sosiologiskari sjóneyku
Søguliga ber til at skilja ímillum eitt eldri og yngri tíðarskeið innan metal. Hesi eru ávikavist heavy metal og extreme metal. Heavy metal tók seg upp í 70’unum og 80’unum við bólkum sum Black Sabbath, Iron Maiden, Judas Priest o.ø., meðan extreme metal byrjaði sum eitt undirgrundsfyribrigdi fyrst í 80’unum, og gjørdist við tíðini felagsnevnari fyri undirsjangrurnar thrash metal, death metal og black metal. Thrash metal fekk eitt relativt gjøgnumbrot miðskeiðis í 80’unum við bólkum sum Slayer, Metallica, Megadeth og Anthrax, og seinni gjørdust Metallica kanska størsta metalnavnið yvirhøvur. Í mun til heavy metal, hevur extreme metal tó í nógv størri mun verið eyðkent av at vera eitt undirgrundsfyribrigdi.

Í bókini Extreme Metal: Music and Culture on the Edge lýsir enski sosiologurin og sjálvváttaði metalfjepparin Keith Kahn-Harris ekstrema metal umhvørvið sum eitt “globalt netverk av lokalum pallum”: lokalt er talan um submentanarlig umhvørvi, ið vekja avmarkaðan mainstream ans, men tó eru knýtt saman globalt umvegis alnetið, fjepparabløð, konsertir og festivalar (s.s. Wacken Open Air).
Eitt lyklahugtak, ið Kahn-Harris nýtir at lýsa extreme metal, er “transgression”. Orðabókin umsetur tað til “lógarbrot; brot, synd”. Eg farið her at nýta “lógarbrot”. Lógarbrotið inniber m.a., at tú sum luttakari á metal pallinum ert tilvitaður um, at har finnast mørk, ið eru ásett av samfelagnum, og at hesi eru til fyri at bróta. Ekstremu eyðkennini koma til sjóndar, tá farið verður útum givin mentanarlig, listarlig, sosial og/ella estetisk mørk. Luttakarar á ekstrema metal pallinum eru sostatt við í einum samspæli millum tað lógarbrótandi (the transgressive) og tað gerandisliga (the mundane). Metalfjepparar framføra á og ganga til metal konsertir, og lata seg eisini í hareftir, men hava samstundis gerandislig størv og onnur sambond í samfelagnum.

Kahn-Harris deilir tankan um lógarbrot upp í ávikavist ljódligt lógarbrot (sonic transgression), diskursivt lógarbrot (discursive transgression), og kropsligt lógarbrot (bodily transgression). Visuelt og tekstliga ger ekstremt metal sær mangan dælt av ógvusligum myndum og myndamáli s.s. deyða, oyðilegging, blóði, og kropsligari meinslan og skamfíling. Ljódliga verður dentur lagdur á hvast og rátt gittarljóð, barkaljóðandi og ógvusligan growl sang, og títtan og ágangandi trummuleik.

Tá eg spyrji Teit hví honum dámar so væl metal, er svarið eisini, at fyri hann og mong onnur er tað ein máti at fáa aggressiónirnar út. Hann sigur, at hann verður líkasum “tikin við” av metal tónleikinum. Tað førir við sær, at hann ikki endar í bardøgum, tí hann hevur ikki aggressiónirnar við sær, tá hann er í býnum o.s.fr. Tær koma allar út gjøgnum tónleikin, bæði við at spæla og við at lurta. “Tað er tað sum er metal fyri meg, og tað sæst eisini til metal konsertir: fólk gera mosh pits og wall of death frammanfyri pallinum, og tað sær ógvusligt út, men tað er simpulthen bara fyri at sleppa av við aggressiónir, og tað handlar absolutt ikki um at gera fólki skaða ella at koma til skaða.” Teitur tekur undir við tankanum um metal umhvørvið sum eina lokala submentan: “Tað er akkurát sum ein sovorin klika. Óansæð hvar tú fert í Føroyum, so kennist man, og ger man ikki tað, so kemur man skjótt til tað, og øll trívast. Øll eru væl.”
Extreme Metal: Music and Culture on the Edge (Kahn-Harris, 2007).
Svarti liturin og “metal búnin”
Hvat viðvíkur klædnastíli, plátuhúsum og generella metal estetikkinum, er svarti liturin kanska hitt mest grundleggjandi elementið. Í upplýsandi og undirhaldandi heimildarfilminum Metal: A Headbanger’s Journey (Dunn, 2005), ger amerikanski sosiologurin Deena Weinstein vart við, at svarti liturin hevur ein áhugaverdan týdning í vesturlendskari mentan. Søguliga sæð hevur svart umboðað tað vandamikla og tað ónda, men tað umboðar eisini frælsi og frælslyndi; tað, ið liggur hinumegin dagsljósið, har tað ikki longur verður hildið eyga við tær.

Spurdur um, hvat liggur í hesum við at ganga í svørtum klæðum og hava hin rætta “metal búnan” við deydningahøvdum, blóði o.s.fr., svarar Teitur, at tað botnar í, at man dámar væl bólkin, ið man hevur t-shirt av, og gjarna vil stuðla honum: “Sum barn helt man, at teir sum spældu sum man sá upp til, at teir sóu fokking kulir út, og so er tað kanska innprentað í ein, hvussu teir kulu síggja út.”
Viðvíkjandi hesum at fara tilvitað um mark og hava eitt brutalt ljóð í tónleikinum, vísir Teitur aftur á hetta at sleppa av við aggressiónirnar, og “fáa alt tað ónda úr sær”, men leggur afturat: “Tað er sanniliga eisini fyri at provokera tey, ið ikki ordiliga hava skil fyri metal tónleiki. Eitt prik til tey fanatisku innan alt møguligt, ið ikki ordiliga fanga at her er bara ein háttur at úttrykkja seg, so hví ikki spæla hund við tey? Cannibal Corpse (red.: amerikanskur death metal bólkur) er t.d. ein bólkur, ið er totalt over the top, og teir síggja tað sum list. Men eg haldi eisini teir gera tað fyri at provokera og kanna mørkini.”

Tá eg spyrji um tað eisini er sjálv fasinatiónin av tí ekstrema, ið ger seg galdandi, viðgongur Teitur at tað er tað nokk, og at tað helst eru mong, ið dáma tá metal er ordiliga ekstremt: “Tingini gerast ofta meir og meir ekstrem. Tú kanst blíva við at flyta mørkini. Marilyn Manson og Slipknot vóru t.d. tað villasta og svakasta fyri nøkrum árum síðani, men nú eru teir bara har – tað er blivið mainstream innanfyri metal. Men so eru tað eisini sataniskir bólkar, ið bara fara alt ov langt. Tilbiðja Satan o.s.fr., og hava geitahøvd og blóð á pallinum. Tá hoppi eg av, tá gerst tað ov nógv fyri meg. Tá fer tað forbí provokatión, tá trúgva teir reint faktiskt uppá tað, og tey fólkini eru ikki heilt í ordan. Generelt eru metalheads tó øgiliga líkatil og altíð við uppá at tosa. Vit eru ikki so ógvuslig sum vit kanska síggja út til at vera.”
Metal: A Headbanger's Journey (Dunn, 2005).
Konservativt aggressivt?
Tá tú hevur fingist eitt sindur við metal tónleik, og roynt at sett teg inn í ymsu undirsjangrurnar, varnast tú rættiliga skjótt, at umframt áherðsluna á tað brutala og aggressiva, so er metal eisini eyðkent av einum rættiliga ortodoksum hugburði. Metal siðvenjan og viðlíkahaldið av henni hevur serstakliga nógv at siga. Eitt aktuelt dømi kom til sjóndar á nettupp ársins Wacken Metal Battle, tá blaðungu Suðuroyar dreingirnir í Asyllex skuldu spæla, og speakarin gjørdi vart við, at hetjurnar hjá teimum í bólkinum vóru Ozzy Osbourne, Bruce Dickinson og Rob Halford. Gamaní, hesir tríggir eru sangarar í ávíkavist Black Sabbath, Iron Maiden og Judas Priest, ið eru millum mætastu heavy metal bólkar yvirhøvur, so tað er sjálvandi skilligt at man sær upp til teir. Tað fornoktar seg tó heldur ikki, at hesir bólkar løgdu lunnar fyri 30-40 árum síðani (!) At tannáringarnir í Asyllex stíga á pall í 2013, og peika á teir sum sínar hetjur, er í roynd og veru rættiliga hugtakandi. Gamaní hevur Suðuroyggin mangan borið orð fyri at verða eitt sindur av einum 80’ara-tíðarlumma, men eg haldi eisini, at tað sigur nakað um generella hugburðin innan metal.

Til hetta viðmerkir Teitur, at tað eisini er gjøgnumgangandi fyri metal bólkar, ið koma fram og hava ávísa viðgongd, at teir allir vísa aftur á eldru bólkarnar, ið byrjaðu metal; at teir hava eina “respekt fyri tí gamla”, sum hann málber seg.
Er tað so yvirhøvur loyvt at finna uppá nýggjar mátar at gera metal uppá, tá tað siðbundna hevur so nógv at siga? Teitur meinar at tað absolutt er loyvt, men viðgongur eisini, at tað kanska er torførari at finna fólk sum góðtaka tað. Tað finnast bólkar, ið seta ymisk sjangrueyðkenni saman, men hóast teir finna sín egna stíl við hesi tilgongdini, so hava teir kanska eisini torførari við at finna fótafestið, tí fólk dáma ofta eina sjangru og ikki eina aðra. “Man er ofta øgiliga snævurskygdur tá tað kemur til metal. Ella nógv eru. Tey vita væl hvat teimum dámar, men um tey vita, at teimum ikki dámar eina sjangru, so dáma tey hana barasta ikki, og tað eru mong, ið kanska ongantíð geva tí ein kjans.”

Tá eg spyrji um hetta ikki er nokkso konservativt, svarar hann at tað er tað, og leggur afturat at øgiliga nógv hava henda hugburðin. T.d. eru mong, ið dáma norskt black metal, men avnokta black metal úr øðrum londum, tí tað er ikki “true black metal”. Tað skal koma úr Noregi, og skal eisini verða frá rætta tíðarskeiðnum: “Fært tú tónleikin á fløgu, so er tað kanska ov “sellout”, tí tað skal vera eitt gamalt slitið band, ið ljóðar av fananum til, tí so er tað ordiliga gott! Í mínari verð hoyri eg ikki ordiliga tónleik í tí, men tað gera tey, og tey halda, at tað er tað besta nakrantíð, og tað er eisini fínt. Men eg haldi, at tað eru fá, ið eru opinsinnaði tá tað kemur til metal. Eg eri sjálvur ikki so snævurskygdur um tað er hendan ella handan sjangran. Mær dámar eina rúgvu av metal, og verði t.d. argaður fyri at dáma summi ting, men tað er vinarlig happing!” sigur Teitur og smílist.
Asyllex live á WMB 2013. Foto: Eija Mäkivuoti.
Subkulturelt tvísemi
Metal er sostatt eyðkent av einum ávísum tvísemi millum lógarbrótandi aggressivititetin og ortodoksu siðvenjuna. Eitt annað tvísemi er tað millum outsider hugburðin og vaksandi talið av metalfjepparum. Í áðurnevnda heimildarfilminum Metal: A Headbanger’s Journey lýsir tónleikarin Rob Zombie metal sum verandi “outsider music”: tónleikur fyri “the weird kids”. Ikki tí tey vilja vera løgin, men tí at tey enda við at verða løgin, tí tey ikki kenna seg aftur í áhugamálum, ið eru vanlig í lokalsamfelagnum. Um okkara leiðir kundu hesi verið at spæla fótbólt ella at rógva kapp. Zombie leggur afturat: “It’s all the weird kids in one place”.

Tað er eitt sindur tað, ið hendir á Wacken festivalinum hvørt ár, tá 80.000 metalfjepparar hittast í einum veldigum metal gildi. So er spurningurin um tey eru farin frá at vera outsidarar til at vera insidarar, men soleiðis er við flestu submentanum: sumt er eitt sindur paradoksalt, og tað nýtist ikki altíð at vera samsvar millum hvussu tú skilur teg og tíni, og hvussu tað í roynd og veru virkar.
Metal er í dag eitt globalt fyribrigdi, við milliónum av metalfjepparum í ikki bara vesturheiminum, men eisini kring allan heim. Lond í miðeystri og arabiska heiminum hava eisini forkunnugar undirgrundspallar innan metal, ið vit framvegis ikki vita tað heilt stóra um. Í hvussu so er ikki so leingi sum vit ikki gáa um øll hesi fólkini, ið eisini eru sjónlig í Føroyum. Eg veit satt at siga ikki, um nøkur onnur tónleikasjangra hevur havt líka nógv momentum í Føroyum seinastu árini. Kanska kontri og dansband, men tað er nú ein heilt onnur søga.

Hvør framtíðin er hjá hesi tónleikasjangru, ið tvíheldur um tað gamla, meðan áherðslan framhaldandi liggur á at bróta mørk, er torført at siga. Teitur E. Fossaberg hevur í hvussu so er góðar vónir fyri metal umhvørvinum í Føroyum, og tað er ein spennandi rættur tey hava í grýtuni við Wacken Metal Battle. Og stóribeiggi í Týsklandi fer so ongan veg við bræði.

Á Wacken Metal Battle 2013 framførdu:
The Happening
Tidal Crush
Synarchy
Reduced To Ash
SIC
Earth Divide
Konqueror
Asyllex

Fá meiri at vita um Wacken Open Air á http://www.wacken.com/

Comments