F.v.: Jakob Bro (gittar), Thomas Morgan (bass), Lee Konitz (saksofon), Bill Frissell (gittar). |
Tó var ikki nógv telefonbók yvir repertoire'inum, tvørturímóti. Talan gjørdist um eina stak vakra og hugbindandi løtu. Ein frálíkur háttur at brúka eitt annars regnvátt sunnukvøld í mai! Á skránni vóru løg frá plátu tríverkinum Time, ið telir tær tríggjar útgávurnar Balladeering (2009), Time (2011) og December Song (2013). Tríverkið hevur verið í uppskoti til Norðurlendsku Tónlistavirðislønina.
Sum heild var talan um balladukendan, droymandi og meditativan tónleik. Við rót í jazzi gamaní, men eisini í "ballads". Á donskum máli er ein "ballademager" ein ótangi ella ófriðarkroppur, men tað gevur lítla meining tónleikaliga tala. Tá tónleikaballadur eru ordiliga góðar, eru tær jú vakrar og friðsælar. Soleiðis var eisini í kvøld, og tí vóru teir fýra tónleikararnir balladumakarar í bestu merking. Huglagið var eisini lætt og skemtiligt millum løgini, og tað tóktist sum at teir høvdu eina glaðlynta samveru sína millum.
Lee Konitz tók onkuntíð orðið millum løgini. Annars var tað Jakob Bro, ið tosaði. |
Bill Frissell speysaði enntá út tað einu løtuna við distortion og delay, og skapti í prosessini nøkur hugtakandi loops, ið sluppu at koyra afturvið tónleikinum. Hugtakandi at líða á! Tónleikurin vakti í støðum assosiatiónir til dreymakenda universið, ið gittarleikarin og prodjúsarin Daniel Lanois hevur staðið fyri í ymsum samanhangum (U2, Bob Dylan, Neil Young, Emmylou Harris, Neville Brothers, umframt solo útgávurnar í egnum navni).
Undir konsertini fór eg at hugsa um ein biltúr til Runavíkar í tí harrans ári 2000. Á túrinum fór eg innar í Kiosk Vár, og á fløguhyllini fann eg soundtrackið til Million Dollar Hotel. Filmurin var einki serligt, men soundtrackið hugtók. Tað skuldi vísa seg at samantvinna tríggjar gittarleikarar, ið mær dámar væl: The Edge úr U2, áðurnevnda Daniel Lanois og Bill Frissell. Eg havi ikki lurtað líka nógv eftir Frissell sum teimum báðum fyrru, men hann stendur einki aftanfyri og tað var ein frægd at hoyra hann í sprelllívandi lívi í kvøld. Saman við Bro manaði hann fram ein hugtakandi lagvevna.
Konitz við eini skemtiligari viðmerking. |
Saksofonleikarin Lee Konitz er ein søga fyri seg. 87 ára gamal framførdi hann við lívlangum royndum í viðførinum. Onkuntíð legði hann saksofonina frá sær, og sang og murraði bara stillisliga og inniliga. Tað var rørandi at hoyra henda aldrandi mannin syngja orðleysar tónar. Onkuntíð verður tosað um "søgurnar veingjasuð", og tað haldi eg er ein hóskandi lýsing av løtuni. Konitz hevur eina langa lívsleið innan jazz tónleikin. Sum dømi úr rúgvuni kann nevnast, at hann var fastur fúsur á Miles Davis savnsplátuni Birth of The Cool frá 1957, ið tekur samanum upptøkur frá 1949 og 1950.
Søguliga sveiggið fekk eina eyka dimensión við eykalagnum; eitt nýskrivað lag, ið bar meira dám av jazz standardi enn restin av konsertini. Hetta breyt eitt sindur frá, men tað var í lagi, tí tað vísti hvagani teir vóru komnir. Tónleikaliga eins væl og landafrøðiliga. Alt í alt ein vøkur løta og ein góð konsert. Jakob Bro og vinir hava her við skrivað seg í minnið. Takk fyri!
Some photos from their concert the night before in Aarhus:
ReplyDeletehttp://www.rangefinder.dk/broinaarhus