Mínar mest spældu iTunes plátur

Síðani januar í ár havi eg havt Spotify Premium hald, og er tað nakað eg havi lagt til merkis, so er tað hvussu hetta hevur broytt mínar talgildu lurtivanar. Størsta broytingin er tann, at áður brúkti eg bert iTunes, meðan iTunes og Spotify í dag deilast um mína lurtitíð. Tvinnar plattformar heldur enn ein. Spotify vinnur í skrivandi stund fyri hentleika: tað er lætt og ómakaleyst at stroyma og eisini at heinta plátur og playlistar niður á snildfon, teldil o.a., uttan at skula kobla hesi til telduna (eitt alt ov roksut element við iTunes).

Hesi árini við iTunes havi eg av og á kaga inn á "Top 25 Most Played" playlistan, til tess at kanna eftir hvørjir sangir og plátur hava fingið flestu spælingarnar. Hesin topp 25 playlistin er tó stagneraður í seinastuni, tvs. aftaná eg fekk mær Spotify. Tað sær út til at talgilda monopolið hjá iTunes í míni virtuellu lurting er ein farin tíð. Av tí sama hugsaði eg at siga nøkur orð um tær pláturnar, ið hóast alt fingu sangir umboðaðar á mínum iTunes "Topp 25 Mest Spældu".

Núverandi iTunes savnið var etablerað á veturi í 2009, so listin fevnir um seinastu 5-6 árini. Útgávurnar eru umrøddar eftir hvussu ovarlaga mest spældi sangurin liggur á listanum:

My Bloody Valentine: MBV (2013)
Eri ikki kløkkur av at henda liggur ovast. Mest spælda lagið í mínum iTunes er byrjunarlagið "She Found Now". Havi dyrkað undurfagra shoegaze larmin hjá My Bloody Valentine í eini 15 ár, og tá comeback plátan MBV brádliga gjørdist tøk á heimasíðuni hjá bólkinum í februar 2013, var eg skjótur at keypa hana talgilt niður á iTunes. Havi trálurtað hana næstan líka síðani, og hon er framvegis fantastiska góð. MBV hevur 6 sangir umboðaðar á Topp 25 listanum.

U2: Songs of Innocence (2014)
Tað var eitt øgiligt uppstandilsi, tá henda plátan brádliga sníkti seg ókeypis inn á iTunes download listarnar hjá øllum iTunes brúkarum í heiminum. U2 og Apple samstarvaðu um henda, fyri mong, átroðkandi útgávuháttin, og tíverri stjól útgávuhátturin uppmerksemið frá tónleikinum á plátuni. Well, mær dámar hana væl, hóast hon eins og tríggjar tær seinastu U2 pláturnar ljóðar eitt sindur MOR (middle of the road) í støðum. Havi annars ummælt Songs of Innocence her. U2 eru á konsertferð í samband við útgávuna, og konsertirnar fáa ræðuliga góð ummæli. Man burdi farið. Útgávan hevur bert 1 sang umboðaðan á listanum, men havandi í huga at tað er minni enn eitt ár síðani hon kom út, er tað sigandi at hesin sangurin longu hevur sníkt seg upp á 2. pláss.

Daft Punk: Random Access Memories (2013)
Heldur ikki kløkkur her. 2013 var eitt gott comeback ár. Random Access Memories var millum tær heilt góðu, ja kanska tann besta yvirhøvur tað árið. Í mun til MBV hevði hendan útgávan eina drúgva og væl orkestreraða PR tilgongd uppundir útgávuna. Brot úr "Get Lucky" dagaðu undan, síðani kom allur sangurin, og so var øll plátan tøk og avdúkaði seg um eitt bergtakandi verk. Ein av bestu popp útgávunum í mong ár, har Daft Punk í mun til undanfarnu útgávurnar leita sær aftur í tíðina. Til disco bylgjuna og hi-fi studio poppin frá 70'unum og 80'unum, og bjóða alt fram í einum ómetaliga vælljóðandi og dagførdum hami. Liðið av tónleikarum og samstarvarum á plátuni er eisini eitt who's who av garvaðum studio rottum, ið hava sett síni fingramerki á manga klassiska poppútgávu millum ár og dag. Random Access Memories hevur 4 sangir umboðaðar á listanum.

Bon Iver: Bon Iver (2011)
Eg var hugtikin frá fyrstu stund eg hoyrdi hesa útgávuna, og tað vóru mong onnur eisini. Fyrstu ferð eg lurtaði eftir henni var hon faktiskt likin áðrenn útgávutíð, og meðan eg lurtaði kókaði eg mær the í einum lekandi ketli. Hetta elvdi til eina lítla hugleiðing um lekar á Facebook. Lekar hava týdning. Sum Leonard Cohen syngur: "...there is a crack in everything, that's how the light gets in".  Aftaná spartansku og hugfangandi debutina For Emma, Forever Ago frá 2009 var øllum greitt, at Justin Vernon hevði evnini, men at tað skuldi realiserast so stórbært og gjøgnumført sum her, tað kom eitt sindur óvart á. Bon Iver er ein solid og vøkur pláta frá byrjan til enda, og tí undrar tað meg ikki at hon hevur 5 sangir umboðaðar á listanum.


Suicide: Suicide (1977)
Hendan er eitt sindur ein odd one out á listanum, men tó eisini ein, ið eg havi dyrkað nógv. Synth punk duo'in Suicide eru ein søga fyri seg, og tað er sjálvnevnda debutin frá 1977 eisini. Alan Vega syngur, teskar, stynjar og rópar sum eitt slag av spøkilsis-Elvis (Elvis frá helviti), og Martin Rev veitir hypnotiskar og marrukendar synth og rútmuboks dronar. Tað er minimalistiskt og punkut, men gamalt blues, rock'n'roll og 50'ara balladur lúra eisini millum rillurnar. Í 2010 vóru vit á konsert hjá Suicide á Statens Museum for Kunst í Keypmannahavn. Teir framførdu alla debutplátuna í raðfylgju á konsertini. Hóast røddin hjá Vega hevði førkað seg frá spøkilsis-Elvis til okkurt slag av harkandi og rópandi post-Tom Waits græli, og synth ljóðini hjá Rev vóru nærum industrial í skittleika, so var tað rætt og slætt ein ógloymandi konsert. Suicide hevur 1 sang umboðaðan á listanum.

Radiohead: The King of Limbs (2011)
Eisini ein bólkur, ið eg havi dyrkað nógv millum ár og dag, ja í skjótt 20 ár tilsamans. Tað er altíð ein stórhending, tá Radiohead geva nýggja plátu út, og seinast hetta hendi var í februar 2011, tá áttanda Radiohead plátan var útgivin. Hon kom rættiliga brádliga út, og minti sostatt í útgávuhátti eitt sindur um tað undanfarnu, In Rainbows frá 2007. Hesuferð var prísurin tó ásettur frammanundan. The King of Limbs er eitt slag av tematisering av tí stuttlivaða, tí transparenta og tí stokkuta. Hetta endurspeglaðist í special edition av plátuni, ið var prenta á avíspapír. Plátan hevur fleiri góðar sangir, og er sum so ein góð Radiohead útgáva, men hon telist ikki millum tær allarbestu hjá bólkinum. Sum mín vinur Per Ingvaldur plagar at taka til: live útgávan The King of Limbs: Live from the Basement er minst líka góð sum studioútgávan. The King of Limbs hevur 4 sangir umboðaðar á listanum (man er vælsagtans fjeppari).

Boards of Canada: Tomorrow's Harvest (2013)
Sum áður nevnt var 2013 eitt gott comeback ár. Hetta gjørdi seg eisini galdandi fyri skotsku elektronisku duo'ina Boards of Canada, ið komu aftur í aftur aftaná átta ára útgávutøgn. Gleðiligt er at staðfesta, at Tomorrow's Harvest stendur mát við eldru útgávurnar hjá bólkinum, har serliga Music Has The Right To Children (1998) og Geogaddi (2002) skara framúr sum varðar innan IDM/electronica. Boards of Canada hava ikki mist tevið fyri sterkum elektroniskum ljóðmyndum. Ein farri av vintage horror synth soundtrackum a la John Carpenter hómast í krókunum, og hetta er ikki ein útgáva, ið sleppur sínum taki í tær við bræið. Tú vendir aftur til hana hóast steðgir av og á. Útgávan hevur 2 sangir umboðaðar á listanum.

Wendy Carlos: A Clockwork Orange - Wendy Carlos's Complete Original Score (1971)
Vit verða verandi í elektroniska soundtrack heiminum. Wendy Carlos við tónleiki frá klassiska Kubrick sci-fi filminum A Clockwork Orange. Eisini eitt sindur av einum outsidara á listanum. Stuttligt. Fyrr í ár fann eg eina LP við offisiella soundtrackinum á einum loppumarknaði í París, men akkurát hendan upptøkan stavar frá einum bootleg, ið eg havi funnið á netinum einaferð. Wendy Carlos's Complete Original Score. Soundtrackið er fyri ein stóran part elektroniskar Moog tulkingar av klassiskum verkum hjá Beethoven o.ø.. Hóskar sera væl til dekadent futuristiska og dystopiska huglagið í filminum, og roynist eisini væl sum lurtitilfar burturav. Wendy Carlos er ein søga fyri seg. Hon æt upprunaliga Walter Carlos og var maður. Einaferð í tíðini broytti hon kyn. Útgávan hevur 1 lag umboðað á listanum.

Judy & Óli: Vónir (1983)
Um man skal almannakunngera sínar "Top 25 most played", so er tað í lagi at ein føroysk útgáva sleppur uppí part. Og skal ein føroysk útgáva sleppa uppí part, ja so er tað í lagi um tað er hendan. Hvat skal man siga. Judy & Óli við Vónir. Ein av mínum yndis yvirhøvur, úti sum heima. Eg var í útvarpinum og prátaði við Eir Nolsøe um Vónir í fjør. Samrøðan liggur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, og tað ber til at lurta eftir henni. Eisini er ein Facebook bólkur dedikeraður til útgávuna. Vónir hevur 1 sang umboðaðan á listanum.
A photo posted by Knút Háberg Eysturstein (@knut_he) on

---
Hatta var so tað. Útgávurnar á mínum iTunes "topp 25 mest spældu". Onkur nøvn tala við síni fráveru, t.d. Bob Dylan. Har er mín umbering, at hann hevur givið so nógv út, og eg lurti breitt eftir samlaða verkinum. Tað er sjáldan, at ein einstøk útgáva fær psyko nógvar spælingar. Helst ger hetta seg galdandi fyri onkur onnur nøvn eisini.

Annars elvir listin ikki til stórvegis bilsni, men tað er helst í lagi við tí. Tað skuldi gjarna ikki komið óvart á, at lurtivanarnir hjá einum samsvara nøkunlunda við tað ein heldur seg dáma. Royni gamaní at billa mær inn, at eg havi breiðan smak og lurti breitt, og tað geri eg kanska eisini í ávísan mun. Alíkavæl eru tað teir solidu kenningarnir og favorittarnir, ið fáa mest spælingar. Hvat sigur tað ikki nógv um lívið.

P.S. Ein stuttlig detalja er at eg eisini havi allar tær omanfyristandandi pláturnar í fysiskari útgávu. Tær átta útlendsku á LP (onkur á fløgu eisini), og tað føroysku niðast á fløgu og bandi (!) Hetta kundi bent á at yndisútgávurnar hjá einum hava lyndi til at, so segði hann, manifestera seg í bæði talgildum og materiellum líki.

Comments