Stakmynd úr Back To The Future: Part II (1989). |
Tað er áhugavert, at júst Back To The Future: Part II fær so nógv uppmerksemi. Tað finst jú ein ørgrynna av sci-fi filmum, ið geva boð uppá framtíðar samfelagið. Stundum er útsýnið utopiskt, men oftari enn so er tað staðiliga dystopiskt. Viðhvørt ber søgugongdin brá av báðum útsýnum.
Fór at hugsað eitt sindur um hetta við utopi og dystopi í sambandi við Back To The Future og nógvu umrøðuna. Hetta er jú langt frá einasti filmur hvørs ímyndaða framtíð er vorðin fortíð (hin besta futurisman er retrofuturisman). Sí eitt nú 2001: A Space Odyssey, ið gongur fyri seg í 2001 og Blade Runner, hvørs víðfatandi dystopi gongur fyri seg í Los Angeles í 2019. Tað er um bert fýra (!) ár.
Ein meira yvirskipaður spurningur kundi verið nær hesin hugsunarhátturin er íkomin, har framtíðin og boð uppá framtíðina fáa serstakan týdning. Søgufrøðingurin Ian Mortimer kom í fjør við sínum boðum uppá tíggju tær størstu broytingarnar seinastu 1000 árini. Nýggjasta broytingin á listanum er "20. Century: The Invention of The Future".
Tað liggur til høgrabeinið at síggja orðingina sum eina øvugta tilsiping til søgufrøðingin Eric D. Hobsbawm og hansara hugtak um "The Invention of Tradition". Í stuttum gongur tað út uppá at nationalisma er eitt modernað hugtak (frá síðst í 1800 talinum), og tá nationalistar gera krav uppá forna upprunan hjá ymiskum nútímans siðvenjum, ja, so er talan um eina uppfinning (Hobsbawm var, ikki tykkum at siga, marxistur).
Tað áhugaverda er at bæði Hobsbawm og Mortimer hava sama tíðarskeið sum byrjanarstøði. Um uppfinningina av framtíðini í 20. øld skrivar Mortimer at:
"There can be no doubt that technology hugely changed the ways in which we lived and died in the 20th century. However, it also masks changes that are arguably even more profound. In 1900 few people seriously considered the future. William Morris and a few socialists wrote utopian visions of the world they wanted to see, but there was little serious consideration of where we were going as a society. Today we predict almost everything: what the weather will be, what housing we will need, what our pensions will be worth, where we will dispose of our rubbish for the next 30 years and so on. The UN predicts world population levels up to the year 2300. Global warming reports are hot news. Novels about the future are 10 a penny. Newspapers and online newsfeeds are increasingly full of stories of what will happen, not what has happened. With limited resources on a limited planet, this is not a shift that is likely ever to change. In a thousand years or so, if society continues that long, the 20th century may well be viewed as the threshold when the modern world began – when humanity started to consider the future as well as the present and the past."
Sambært hesi útleggingini er "uppfinningin av framtíðini" hin týdningarmesta broytingin í 20. øld. Evnini at hugsa um framtíðina og geva boð uppá hana eru ein fortreyt fyri modernaða heiminum. Ikki óhugsandi, tó at tað er ikki hissini uppáhald at "very few people seriously considered the future" í 1900.
Í øllum førum kann staðfestast, at ferð kemur á science fiction sjangruna um sama mundið, tvs. í kjalarvørinum av uppfinningini av elektrisiteti síðst í 1800 talinum, og at sci-fi í tess breiðu poppmentanarligu merking er eitt fyribrigdi við upphavi í 20. øld.
Hvørji eru so boðini uppá framtíðina í Back To The Future: Part II og eru tey annaðhvørt utopisk ella dystopisk? Í grein í Salon.com frá mars í ár verður víst á hvussu filmurin er tøkniliga utopiskur, men dystopiskur í síni lýsing av sosialu og samfelagsligu skipanini:
The future depicted in “Back to the Future: Part II” may be utopian from a technological standpoint, but it is distinctly dystopian when it comes to the social order. Doc Brown makes an offhand reference to how Marty McFly’s son is arrested, tried, and convicted in the same day (because lawyers have been banned, har har), while Biff’s grandson is able to publicly bully Marty Jr. with apparent impunity. Fortunately, as economists Daron Acemoglu and James Robinson have pointed out, countries with democratic institutions tend to thrive technologically when compared to their despotic counterparts. Since it can be assumed that a nation which rushes suspected criminals into prison is far from democratic, the world of “Back to the Future: Part II” can be safely lumped in with the unrealistic high-tech dystopias seen in films like “Blade Runner,” “Fahrenheit 451” or “Logan’s Run.”
Framtíðar samfelagið í Back To The Future: Part II kann sostatt bólkast sum ein (órealistisk) hátøknilig dystopi. SPOILARI: Tó er tað eitt sentralt poeng í filminum, at hin veruliga dystopiin nettupp ikki er í framtíðini men í teirri broyttu nútíðini. Henda íkemur eftir at gamli Biff (frá 2015) ferðast aftur til fortíðina at geva tí unga Biff (frá 1955) ein almanakka við 50 ára ítróttarúrslitum.
Avleiðingin er at nútíðar Biff (frá 1985) verður ríkmaður og de facto valdsharri í lokalsamfelagnum. Orsaka av hesum broytist býurin til eina samfelagsliga marru við forfalli, harðskapi og upploysn. Back To The Future røðin er annars kanska mest plott og persónsdrivin og møgulig boð uppá framtíðar samfelagið koma sostatt í aðru røð.
Tað er tó vert at minnast til, at tað finnast sera nógvir dystopiskir sci-fi filmar í populermentanini um dagarnar. Journalisturin Joe Queenan viðgerð evnið í greinini "From Insurgent to Blade Runner: Why is the future on film always so grim?" í The Guardian frá mars í ár. Bert hesi seinastu 2-3 árini hava vit sæð filmar sum The Hunger Games røðina, Mad Max: Fury Road, Rise of The Planet of The Apes, Dawn of the Planet of the Apes, District 9, Divergent, The Maze Runner, Robocop, The Purge: Anarchy, Snowpiercer, The Rover, Automata, The Giver, Elysium, Chappie, The Purge, Oblivion, Looper, Cloud Atlas, Dredd og Total Recall.
Góðskan er gamaní sera ymisk, men allir filmarnir hava eitt til felags: teir geva boð uppá framtíðina og tað sær svart út.
Fyri ikki at tala um teir dystopisku sci-fi klassikarar og kultfilmar, ið hava sett varandi fingramerki á filmssøguna, eitt nú:
Metropolis (Lang, 1927)
La Jetée (Marker, 1962)
The Trial (Welles, 1962)
Fahrenheit 451 (Truffaut, 1966)
THX1138 (Lucas, 1971)
A Clockwork Orange (Kubrick, 1971)
Soylent Green (Fleischer, 1973)
Mad Max: Road Warrior (Miller, 1981)
Escape From New York (Carpenter, 1981)
Blade Runner (Scott, 1982)
1984 (Radford, 1984)
Brazil (Gilliam, 1985)
They Live (Carpenter, 1988)
Akira (Otomo, 1988)
Twelve Monkeys (Gilliam, 1995)
Gattaca (Niccol, 1997)
Dark City (Proyas, 1998)
The Matrix (Wachowskis, 1999)
Metropolis (Rintaro, 2001)
Minority Report (Spielberg, 2002)
Children of Men (Cuaron, 2006)
Í onkrum føri er dystopiin enntá so gjøgnumførd, at eingin glotti er fyri framman. Dystopiin er sostatt ein støðugur og afturvendandi táttur, tá framtíðin er til viðgerðar í populermentanini.
Her skal annars ikki sigast so nógv afturat um framtíðina og ávikavist utopisk og dystopisk boð uppá hana. Ikki annað enn hetta: í áðurnevndu grein ger Queenan vart við eitt hugstoytandi mynstur innan dystopiskt sci-fi, nevniliga at tað er nærum altíð ein hvít framtíð, ið er til viðgerðar. Skilt á tann hátt, at tað eru hvítir leikstjórar og hvítir leikarar, ið framføra hvítar framtíðarsjónir um líðing teirra hvítu í hvítum dystopium:
Her skal annars ikki sigast so nógv afturat um framtíðina og ávikavist utopisk og dystopisk boð uppá hana. Ikki annað enn hetta: í áðurnevndu grein ger Queenan vart við eitt hugstoytandi mynstur innan dystopiskt sci-fi, nevniliga at tað er nærum altíð ein hvít framtíð, ið er til viðgerðar. Skilt á tann hátt, at tað eru hvítir leikstjórar og hvítir leikarar, ið framføra hvítar framtíðarsjónir um líðing teirra hvítu í hvítum dystopium:
"The closest Hollywood ever comes to a dystopian film where minorities are the ones with the biggest problems is District 9. District 9 was made by a white person. Black film-makers probably don’t see the point of making films about future societies where injustice is rampant and children go hungry and the poor are persecuted. Minorities are already living in that world. So are poor people in general. Why worry about what’s going to happen in the year 2525? Things look bad enough in Nigeria and Bolivia and Detroit right now."
Av! Tað er v.ø.o. gleðiligt, at vit eru farin at hugsa so nógv um framtíðina hesi seinastu 100+ árini, men framvegis sær tað út til at vera ein eksklusivt hvítur luksustrupulleiki. Í øllum førum tá tað kemur til dystopiskar framtíðarsjónir. Løgið at hugsa sær, at science fiction - har alt ber til - enn tann dag í dag er merkt av skipaðari útihýsing av etniskum o.ø. minnilutum. Onkursvegna megna vit at kopiera veruleikans galdandi hierarkiir inn í fiktivu framtíðarheimarnar.
So er spurningurin hvat er at gera við tað? Framtíðin liggur sum kunnugt víðopin. Inntil hon brádliga ein dag verður fortíð.
Comments
Post a Comment