Afturat upplivingum í Reykjavík settu vit ein dag av til útferð uttanfyri býin. Valdu vælumtókta "Golden Circle" túrin, ið leggur leiðina framvið bæði Þingvellir, Geysir og Gullfossi, ið eru trý tey kendastu støðini á suðurlandinum. Í okkara føri var ein vitjan á Gamla Laugin/"Secret Lagoon" knýtt uppí sum rosina í pylsuendanum. Túrurin vardi eini sjey tímar, og veðrið var av tí fagrasta.
Vit koyrdu í bussi við ferðalagi, ið taldi eini 25 fólk, og ferðaleiðarin var ein
fryntligur, tilkomin maður, ið hegnisliga greiddi frá bæði íslendskari og norðurlendskari
søgu, jarðfrøði, fornnorrønari mentan, íslendskum bókmentum (koyrdu framvið húsunum hjá Halldór Laxness), umframt tað
leysa. Tá hann frætti, at vit vóru føroyingar, gjørdist hann jaliga
bilsin og flættaði Føroyar uppí frásøgnina nakrar
ferðir. Við í bussinum var ein blandaður hópur av ferðafólki úr øllum
heiminum. Fyrst steðgaðu vit við stórsligna Þingvellir, har Altingið savnaðist í fyrndini.
Panorama útsýni frá Þingvellir.
Jarðfrøðiliga er Þingvellir eitt serstakt øki, har tvinnar tektonskar plátur - tann amerikanska og tann eurasiatiaska - spakuliga losna frá hvørjari aðrari við nøkrum fáum cm um árið. Hetta merkir, at Þingvellir spakuliga smokkar undan, og Þingvallavatn hevur so líðandi fylt dalin upp. Framvið dalinum síggjast høgir klettar, har tað er smokkað undan. Hetta er eitt av fáum støðum á jørðini, har slíkt er at síggja omanfyri sjóvarmálan.
Eftir forkunnuga jarðfrøðiliga vitjan á Þingvellir gekk leiðin víðari til Geysir. Í roynd og veru er talan um eitt jarðhitaøki, ið inniheldur teir báðar geysarnar Geysir og Strokkur. Geysir hevur ligið í dvala í nógv ár, meðan Strokkur framvegis við jøvnum millumbilum goysir vatn upp til 20 metrar upp í luftina. Fólk standa spent rundanum og bíða, og brádliga goysir. Meini so við. Not too shabby. So leingi tað goysir vatn úr jørðini, munnu fólk fara at valfarta til staðið. Niðanfyri havi eg sett inn tvinnar Instagram videoupptøkur, ið skjalfesta upplivingina á hvør sín hátt.
A video posted by Knút Háberg Eysturstein (@knut_he) on
Triðja stopp á túrinum hevði eisini við vatn at gera, tí talan var, mín sann, um Gullfoss. Var ovfarin av hvussu stórbært og vakurt hetta staðið var, har tað liggur mitt úti í ongastaðni. Myndirnar munnu tala fyri seg:
Gullfossur við innbygdum ælaboga. #vfsá
Gullfossur er í tveimum: ovari fossurin er eini 10 metrar, niðari fossurin er eini 20 metrar. Her síggja vit niðara og størra fossin.
A video posted by Solveig Hanusardóttir Olsen (@hanusardottir) on
Akvatiska temaið henda dagin var rundað av á fjórða og seinasta stoppinum Gamla Laugin við eitt sindur fjákuta enska heitinum "Secret Lagoon" (ikki so "secret" longur). Ein gomul varmakelda nærhendis bygdini Flúðir. Í mun til nógv vitjaða og eftirhondini nokkso meginstreyms Bláa Laugin/Blue Lagoon var Gamla Laugin nógv einfaldari og kulari. Ein fýrakantaður hylur, ið er 1 metur djúpur í miðjuni. Einki meir fjas. Tú kanst keypa tær leskandi løg at svala tær við í hylinum, og tað er ikki tað býttasta, tí vatnið táttar í 40 gradir, tá tað er heitast. Hetta var perfekta avrundingin; at sleppa at liggja og bloyta upp eitt sindur undir opnum og skýfríum himmalhválvi, og so í bakandi sól afturat.
Fegin og nøgd aftaná ein túr í Gamla Laugin.
Afturkomin til Reykjavíkar fóru vit av bussinum við KEX Hostel og takkaðu ferðaleiðaranum fyri ein stak áhugaverdan túr. Spákaðu stuttu leiðina yvir til Mikkeller & Friends, ið hava innrættað eina frálíka barr í ovastu hædd í einum gomlum húsum á Hverfisgata. Í miðhæddini er ein hugnalig matstova, ið m.a. serverar fantastiska góðar súrdeiggj pitsur. At botnurin er gjørdur úr súrdeiggi merkir m.a., at tú ikki hevur hasa "múrstein í búkinum" kensluna aftaná. Lættari, lekrari og bara betri. Fyllan, ið var omaná botninum, var snøgt sagt eminent. Eftir frálíku máltíðina leitaðu vit okkum uppá loft, har kranarnir hjá Mikkeller bíðaðu. Lat okkum bara siga, at ein frammanundan góður dagur helt áfram at vera góður. Tá tað leið út á seinu tímarnar, sloppu vit okkum til hús.
Mikkeller & Friends Reykjavík. Avgjørt eina vitjan vert!
Morgunin eftir var tað eitt sindur vátari í veðrinum í eini annars sólríkari og lýggjari viku. Hetta passaði tó fínt, tí vit høvdu valt okkum henda dagin til innandura virksemi. Meira ítøkiliga at vitja listasøvn. Fyrst gekk leiðin í Hafnarhús, ið hýsir íslendskari samtíðarlist. Eins og Kjarvalsstaðir, ið eg umrøddi í fyrra parti, hoyrir Hafnarhús undir Listasafn Reykjavíkur.
Frammanfyri inngongdina til Hafnarhús, ið er partur av Listasafn Reykjavíkur.
Savnið var sera áhugavert, og vit sóu onkra góða framsýning. M.a. spennandi framsýningina KINGDOM - Flora, Fauna, Fable, ið granskar sambandið millum samtíðarlist og náttúru, og retrospektivu framsýningina The Making of Erró 1955-1964. Erró man vera kendasta núlivandi íslendska listafólkið. Hann hevur fingist við bæði surrealismu, avantgarde, readymades, pop art og postmodernismu síðani byrjanina fyrst í 50'unum.
Ein standmynd hjá Erró. Samanseting av mannequin og robotti. Ikki frítt at ein fekk C3PO hugbindingar burturúr. Verkið er tó frá 1950'unum.
Bókasavnið í Hafnarhús hevði nógv áhugavert liggjandi.
M.a. eina bók um Gerhard Ricther. Her eyðkenda Kerze røðin hagani Sonic Youth heintaðu mynd til húsan á Daydream Nation (1988).
Aftaná Hafnarhús leitaðu vit okkum út á kai økið, har onkrar góðar caféir eru. Fingu okkum miðmála, og gingu síðani víðari út eftir kaiini. Eg hevði nevniliga ørindi har úti, tí eg visti at Lalaland Synth Repair & Mods heldur til í einum hølum úti á kaiini. Hetta er ein fýrur, ið umvælir og modifiserar vintage synthesizarar. Sera kul. Vit gingu eitt sindur aftur og fram men sóu onki skelti ella nakað. Ein kona spurdi hvat vit leitaðu eftir, men hon visti einki um staðið.
Eg fann eitt telefonnummar fram á Facebook, ringdi upp og jú, tað var skjótt at eigarin beindi okkum á røttu kós. Spurdi um hann tók ímóti vitjandi, og tað var einki problem. Hann var fryntligur, bjóðaði okkum kaffi og greiddi gleðiliga frá ymsu synthesizarunum, umvælingunum og modifikatiónum, ið hann hevði gongd í. Nógv sera áhugavert at síggja og frætta. Her kemur ein allarhelst aftur onkuntíð! Vit takkaðu fyri okkum og gingu innaftur í miðbýin.
Mr. Lalaland greiðir frá sínum nýggjastu modifikatiónum!
Komin innaftur í býin løgdu vit leiðina framvið Listasafn Íslands, ið hýsir eldri íslendskari málningalist umframt útlendskari list. Um kvøldið fóru vit á konsert á nýliga opnaðu Hvalaframsýningini, ið eisini liggur úti á kaiøkinum. Dorthea, ið veitti okkum innivist á Gestaheiminum, hevði tvinni atgongumerki í avlopi til konsertina við Sóley, Högna (m.a. kendur frá Gus Gus), Sin Fang og DJ Margeir. DJ Margeir hevur áður diskað undir heitinum Jack Schidt. Eins og Maggi Lego, ið var umrøddur í 1. parti, er hann ein gamal vinur, ið var í Føroyum nakrar ferðir í sambandi við Undirbeat tiltøk. Eisini hava vit hoyrt hann diska í Keypmannahavn millum ár og dag.
Tað var stuttligt at hitta Margeir aftur, og hann greiddi frá, at hann var ein av fyriskiparunum av konsertini. Endamálið var at varpa ljós á handilsliga hvalaveiðu, ið alsamt fleiri íslendarar eru ímóti. Argumentið gongur út uppá, at einans 3% av íslendska fólkinum etur hval, samstundis sum hvalur verður veiddur og borðreiddur fyri ferðafólkum fyri pening. Hetta halda nógv vera hykl. Hvalaframsýningin sýnir modellir av hvalum í veruligari stødd, "live size", so segði hann. Solveig tók myndina niðanfyri av mær inni í gapinum á einum hvali. Tað var hugtakandi at hoyra droymandi íslendskar tónar í teirri blálittu høllini millum stóru hvalaskapini.
Dagin eftir stundaði til vikuskifti, og í okkara føri til ráðstevnuna Frændafundur 9. Vit fóru á kaffistaðið Te & Kaffi nærhendis gestaheiminum og settust at gera síðstu fyrireikingarnar. Á Facebook legði eg merki til, at ein annar íslendskur vinur, blaðmaðurin og tónleikafrøðingurin Arnar Eggert Thoroddsen, hevði deilt tíðindini um Frændafundin. Skrivaði til hansara, at vit bæði luttóku. Tað gekk bert lítil løta, so var hann longu komin í Te & Kaffi. Hann hevði verið ein túr framvið útvarpinum og tosað um "The Reykjavík Music Walk", ið hann skipar fyri. Hetta er sambært Arnari sjálvum "infotainment", har ferðafólk fáa ein tónleikaliga kunnandi gongutúr gjøgnum gøturnar í Reykjavík. Snilt hugskot!
The Reykjavik Music Walk plakat í 12 Tónar.
Arnar arbeiðir í løtuni við eini Ph.d. ritgerð innan tónleikafrøði. Hann hevur lisið í Edinburgh og navnframi sosiotónleikafrøðingurin Simon Frith er vegleiðari á ritgerðini. Arnar starvast eisini á Háskóla Íslands. Vit fingu eitt sera gott prát, og tað er altíð ein frægd at hitta henda eldhugaða tónleikanørdin og Føroyavinin. Saman spákaðu vit yvir til universitetsøkið, og hann tók okkum við á eina rundferð, har hann greiddi frá bygningum, deildum og sínum egna virksemi. Vit skemtaðu við, at vit sostatt fingu eitt "Reykjavík Academic Walk" við á vegnum!
A photo posted by Reykjavik Music Walk (@reykjavikmusicwalk) on
Kl. 17 varð ráðstevnan sett. Restina av vikuskiftinum brúktu vit uppá at fara til áhugaverdar fyrilestrar, práta við granskarar og lesandi úr Íslandi og Føroyum og at fara út at eta saman við øðrum ráðstevnuluttakarum. Samstundis løgdu vit síðstu hond á okkara egnu fyrilestrar, ið báðir vóru sunnudag. Solveig hevði fyrilesturin "Listarligar náttúrukreftir fyrr og nú", meðan mín bar heitið "Tónar av manna munni". Ætlanin er, at ráðstevnan skal úrslita í ráðstevnuritinum Frændafundur 9, har meira væntandi verður at frætta.
Høvuðsbygningurin á Háskóla Íslands - University of Iceland.
Solveig helt spennandi fyrilesturin "Listarligar náttúrukreftir fyrr og nú".
Leygardag fingu vit m.a. eina rundferð í Grasagarði, botaniska garðinum í Laugardali. Ídni botanikarin greiddi m.a. frá hesum vakra "willow", pílatræi, ið hevur staðið her í mong áratíggju. Løtan beindi tankarnar á tvinnar sangir: 'Underneath the Weeping Willow' hjá Grandaddy og "Willow thundering!" úr 'Pillow' hjá King's X.
Tað er ikki ov nógv sagt, at tíðin fleyg avstað. Brátt var aftur mánadagur, og leiðin gekk heim til Føroyar. Úr flogfarinum sóu vit stórfingna Vatnajökull, ið mestur var farin í holt við sítt egna náttúrunar listaverk í einum samspæli av smeltandi ísi og rennandi øsku. Jú, Ísland er mín sann eitt serstakt stað á jørð, bæði jarðfrøðiliga eins væl og mentanarliga.
Soleiðis komu okkara Íslandsdagar í august at enda. Takk fyri hesaferð!
Comments
Post a Comment