Dagsins tónlistaliga jólakalendaralúka er við Booker T & The MG's!
Booker T & The MG's er kulasti soul backing bólkur í verðini. Orgul og klaverleikarin Booker T. Jones legði navn til. Afturat sær hevði hann Steve Cropper á gittar, Donald "Duck" Dunn á gittar og Al Jackson Jr. á trummur. Ein kvartett í serflokki. Eitt skifti vóru teir húsorkestur á navnframa soulplátufelagnum Stax Records, og teir innspældu eisini plátur í egnum navni. Teirra sound gjørdist grundarsteinur í "southern soul" og "Memphis soul".
Í 1966 kom Booker T & The MG's jólaplátan In The Christmas Spirit á Stax Records. Eg havi tokka til hesa útgávuna, tí hon ljóðar 110% av Booker T & The MGs - rátt og spartanskt suðurstatssoul uttan dikkedar - og 100% sum ein jólapláta. Hissini jingle bells eru komnar uppí, men annars hugna menn sær við at jamma groovy jólaløg. Við teirri eyðkendu Booker T & The MG's instrumenteringini. Herligt!
Annars ein nokkso jólalig anekdota: í samband við henda partin av Jólagreat fór eg í plátuhyllina eftir míni In The Christmas Spirit LP, og brádliga stóð debutplátan Green Onions (1962, í endurútgávu frá 1966) við síðunar av. Tað burdi als ikki verið nakað forgjørt í hesum, tí eg keypti hana jú í Hamburg í 2013. Men í 2014 fluttu vit heim til Føroya, og tá eg í februar 2016 byrjaði at pakka plátusavnið út og seta tað upp undir nýggjari lon, var Green Onions horvin.
Eg leitaði og leitaði og var farin at halda at LP'in var burturmist for good. Tvs. inntil í gjár, tá hon brádliga stóð har við síðunar av In The Christmas Spirit. Kanska er hon bara smokkað burturímillum. Ella kanska hevur ein jólavættur verið uppá spæl? Eg havi einki ímóti teirri seinnu frágreiðingini. LP'ina av In The Christmas Spirit fann eg annars í eini plátubúð í París í 2015. Hon hevur fylgt okkum trúliga síðani!

Comments
Post a Comment