Herfyri vóru hipp hopp jól á Jólagreat við Kurtis Blow. Kurtis Blow var partur av "old school" innan hipp hopp, tvs. fyrsta bylgjan av hipp hopp nøvnum, ið settu sítt frámerki á meginstreymin. Vit tola eina rundu afturat av hipp hopp jólum, og dagsins lúka er tí sett av til eitt navn úr "new school" bylgjuni frá miðskeiðis í 80árunum, nevniliga Run-D.M.C.
Upprunaligu ætlaðu Run-D.M.C. ikki at gera nakran jólasang, nettupp tí at teir ikki vildu síggja út sum "copycats", ið eftirlíknaðu Kurtis Blow. Men teirra jólastaklag 'Christmas in Hollis' (1987) var m.a. at hoyra í filminum Die Hard (1988), og við tíðini er sangurin eins og filmurin vorðin ein óortodoksur jólaklassikari. 'Christmas in Hollis' inniheldur samples úr 'Back Door Santa' hjá Clarence Carter (1968), 'Frosty The Snowman' hjá Gene Autry (1950), 'Joy To The World' og 'Jingle Bells'.
Comments
Post a Comment