Plátur 1977

Um árskiftið postaði eg ein blogg við Ársins Plátum 2017. Útvarpssamrøða um plátuárið 2017 spurdist enntá burturúr. Fyri perspektivs skyld og fyri stuttleikar havi eg hugt aftureftir við tíggju ára millumbilum fyri at samanbera hvussu árini roynast.

Fari tí at varpa ljós á úrvaldar plátur frá árunum 20071997, 1987, 1977, 1967 og 1957. Saman við 2017 verður tað til sjey ferðirnar sjey. Og sjey áratíggju. Kalla tað gjarna eitt numerologiskt herindi, ja kalla tað hvat tú vilt: fleiri av hesum árunum hava serstaka støðu í tónleikasøguni.

1977 er eitt episkt tónleikaár. Eitt ár við rembingum innan m.a. punk, reggae og elektroniskt. Hetta endurspeglast í teirri eitt sindur øðrvísi landafrøðiligu samansetingini, har anglofoniski dominansurin eina løtu verður avloystur av týskum genialitetum. Ashra, Cluster & Eno, Giorgio Moroder (norðuritaliumaður, ið starvaðist í München um hetta mundið), Klaus Schulze, Kraftwerk, Michael Rother og Tangerine Dream lata øll klassa plátur úr hondum innan krautrock, kosmische, Berlin school og euro disco. Og Vangelis úr Grikkalandi speysar maksimalt út við kultplátuni Spiral.

Apropos Týskland, so brillierar David Bowie við tvinnum plátum úr síni navnframu Berlin trilogi. Iggy Pop letur somuleiðis tvær plátur úr hondum, og hetta eru stutt sagt tær bestu pláturnar í hansara solo diskografi. Ramones lata mín sann eisini tvær plátur úr hondum, og teir eru í punk hóslagi við debuterandi The Clash og The Sex Pistols. Fyri ikki at tala um "punk not punk" bólkarnar: Suicide (líka nógv synth sum punk), Talking Heads (líka nógv new wave sum punk) og Television (líka nógv ekvilibrisma sum punk).

Jamaika klokkar eisini inn á talvuna við tveimum av allarbestu reggae/dub útgávunum yvirhøvur, frá ávíkavist Bob Marley & the Wailers og The Congos. Í heimligum høpi skara Kristian Blak og Nicodemussarsangbólkurin framúr (um enn í hvør sínum samanhangi). Steely Dan prógva at "jazz rokkur" faktiskt kann vera ekstremt góður, og Weather Report prógva at tað í øllum førum finst ein góð fusion pláta (ein er, so segði hann, 100% meira enn eingin).

Tað konventionelt rokksøgukenda úr árinum er mín sann eisini framúrskarandi: Fleetwood Mac og Pink Floyd borga fyri góðsku. Dylan hevði fúlan niðurtúr hetta árið og gav tí einki út (sama skil í 1987). Hann sang tó kór saman við Allen Ginsberg á 'Don't go home with your hard-on' hjá Leonard Cohen. Av teirri hugtakandi, um enn í støðum rættiliga ivasomu, Death of A Ladies' Man. Framleidd av ongum øðrum enn Phil Spector. Apropos hard-on, latum okkum so ikki gloyma hard rock skapanarsøgu allegoriina hjá AC/DC: Let There Be Rock! (Um Marley plátan anno '77 eitur Exodus, kann AC/DC plátan fyri tað eita Genesis).

Eitt láturliga gott tónleikaár. Over and out...

AC/DC: Let There Be Rock
Ashra: New Age of Earth
Bob Marley and the Wailers: Exodus
The Clash: The Clash
Cluster & Eno: Cluster & Eno
The Congos: Heart of The Congos
David Bowie: Low
David Bowie: "Heroes"
Fleetwood Mac: Rumours
Giorgio Moroder: From Here To Eternity
Iggy Pop: The Idiot
Iggy Pop: Lust for Life
Klaus Schulze: Mirage
Kraftwerk: Trans-Europe Express
Kristian Blak: Nu ska vi u å sejle
Leonard Cohen: Death of A Ladies' Man
Michael Rother: Flammende Herzen
Nicodemussangbólkurin: Hann legði í munn mín nýggjan song
Pink Floyd: Animals
Ramones: Leave Home
Ramones: Rocket To Russia
Sex Pistols: Never Mind The Bollocks, Here's The Sex Pistols
Suicide: Suicide
Steely Dan: Aja
Talking Heads: Talking Heads 77
Tangerine Dream: Sorcerer
Television: Marquee Moon
Vangelis: Spiral
Weather Report: Heavy Weather

Comments