Bestu málmplátur 2010-2019


Tá ið eg fór undir listan við "bestu plátum 2010-2019" vuksu málmpláturnar skjótt í tali. Endin var, at eg deildi listan í tvey: ein við bestu altjóða plátum (okkurt skal barnið eita), og ein við bestu málmplátum.

Fyri tíggju árum síðani sá eg ikki ordiliga fyri mær, at eg fór at gera samanumtøku yvir málmútgávur á evsta degi í 2019. Og tó. Tíggjuáraskeiðið byrjaði við, at eg í 2010 skrivaði BA ritgerð í tónleikavísindi um "black metal, liminalitet og religión". Hetta var partur av skeiði um tungmálm á Københavns Universitet. Í sambandi við uppgávuna kavaði eg djúpt niður í evnið. Tá hevði eg í nøkur ár havt eina hugbinding av serliga black metal, og síðani barndómsárini hevur málmur sum heild hugtikið við síni áherðslu á døpru og myrku síðuna av tilveruni.

Hugbindingin helt sær, og sum frá líður vístu 2010-ini seg sum eitt fruktbart tíggjuáraskeið innan málm. Veit ikki um nøkur einstøk frágreiðing er um hví so er, men yvirhøvur tykist tað sum, at málmur hevur góðar dagar. 2010-ini vóru í øllum førum tíðarskeiðið, har gamla fysiska handilsmodellið syndraðist, og nýggja talgilda mótið tók yvir. Fyri nógvan tónleik hevur hetta verið eitt torført skifti, men kanska trívist málmur væl sum undirgrundsfyribrigdi.

Í 2012 var Wacken Metal Battle byrjað í Føroyum, og Hamferð gjørdu ikki mætari enn at vinna finaluna á Wacken Open Air í Týsklandi. Í 2016 vóru vit so nakrir, ið stovnaðu bólk saman í samband við WMB tað árið, vit vóru sendir víðari til Týsklands, og tað var ein stuttlig uppliving. Í 2018 kom so fyrsta plátan. Her var ríkt høvi at granska tey viðurskifti, ið ein áður hevði lurtað eftir og lisið og skrivað um. Vit fóru all-in. Á FMA 2019 fekk plátan heiður fyri ársins húsa.

2019 má forrestin sigast at vera eitt gott málmár, tí heili fýra útgávur frá í ár eru komnar við á hendan listan, ið telur tjúgu tilsamans. Her farið eg, uttan meira hóvasták, at taka samanum bestu altjóða málmpláturnar, ið eg legði oyru til undanfarnu tíggju árini.

Aluk Todolo: Occult Rock (2012)
Helst hin mest eksperimenterandi plátan á hesum listanum. Tað skal eisini til. Aluk Todolo eru ein fronsk trio, ið tekur navn eftir einum elligomlum indonesiskum fjallaátrúnaði (!) Tónleikurin er instrumentalur eksperimental-málmur av tí svarta slagnum. Onnur útgávan Occult Rock frá 2012 er einki minni enn ein dupultfløga við átta skeringum, ið tilsamans tátta í hálvanannan tíma. Ein drúgv og treytaleys, men eisini minimalistisk og dragandi útgáva. Tað eksperimentala liggur í sameiningini av svartmálmi við annan tónleik, eitt nú repetitivan krautrock, og hetta roynist óalmindiliga væl saman.
 
Behemoth: The Satanist (2014)
Hvussu lýsir ein Behemoth í orðum? Behemoth eru veruliga óndir uppá ein sjáldsaman máta. Tað eru fáir nútíðar bólkar, ið eru tað so sannførandi sum teir. Limirnir eru úr Póllandi og munnu teljast millum heimsins minst katólsku póllendingar. Vit vóru nøkur, ið hoyrdu teir live í Arena teltinum á Roskilde Festival í 2012. Tað var ræðuliga ónt og ræðuliga gott. Eina løtu undir konsertini sótu vit uttanfyri og sóu innar í bølamyrka teltið við tess infernalska ljóði. Tað var eitt sindur sum at hyggja inn í helheims forgarð. Í mars 2014 stóð Amager Bio fyri skotum, og Behemoth framførdu aftur eina bergtakandi intensa konsert. Púra svakt gott. Tá var The Satanist spildurnýggj. Plátan ber brá av meistaraverki og ljóðar av magnum opus (uttan at eg annars kenni plátuskrá bólksins serliga væl). Í øllum førum ein definitiv málmútgáva úr 2010-unum.

Blood Incantation: Hidden History of The Human Race (2019)
Nýggjasta útgávan á hesum listanum, og talan er um eitt reint plettskot, so tí skal hon við. Blood Incantation spæla nakað so egið sum psykedeliskan deyðsmálm við progg tendensum. Skilt soleiðis, at kjarnin í hesum er hardcore deyðsmálmur, men samstundis er hetta ein ótrúliga vælljóðandi og hugvekjandi pláta við sterkari atmosferu. Eri slett ikki liðugur við hesa útgávuna, og tað boðar jú frá góðum.

Candlemass: The Door To Doom (2019)
Í vár lat navnframi svenski dómadagsmálm-bólkurin Candlemass nýggja plátu úr hondum. Hetta er fyrsta Candlemass útgávan við originala sangaranum Johan Längqvist í 33 ár, og legendan Tony Iommi úr Black Sabbath leikar gestasolo á einum lagi. Tá Candlemass eru uppá sítt besta, sum á hesi plátuni, eru teir skúladømi uppá dómadagsmálm í verðinsklassa - hetta seigliga, seina og dapra slagið av málmi, ið setti ferðina niður, tá aðrar undirsjangrur settu ferðina upp. Ósmæðið teatralskt og riff tungt uppá tann feita mátan.

Deafheaven: Sunbather (2013)
Eg sá Deafheaven hita upp fyri Russian Circles í KB18 í Keypmannahavn í apríl 2012, men satt at siga var tað ikki fyrrenn onnur útgávan Sunbather (2013) kom út, at eg veruliga fekk ans fyri bólkinum. Ein ómetaliga væl úr hondum greidd sameining av black metal, shoegaze, post rokki, post metal og prog íblástri. Eingin ivi um, at plátan hevur verið við til at seta black metal aftur á tónlistaliga landakortið. Lagasmíð, framførsla, framleiðsla: alt er knasandi væl úr hondum greitt, og útgávan hyggur frameftir. Húsin er í sjálvum sær eitt brot við svartlitta estetikkin og endurspeglar óortodoksa hugburðin, ið ger seg galdandi. Ein fantastisk og uppfinnsom útgáva.

Extol: Extol (2013)
Fimta fulllongdarplátan frá Extol var útgivin í 2013 eftir átta ára útgávusteðg. Meistaraverkið hjá bólkinum er framvegis Undeceived (2000), ið eg loyvdi mær at hava við sum óortodokst ískoyti á hesum listanum. Extol var kortini eitt kærkomið comeback, og sigast má, at útgávan dyrkar veruliga tað progressivu fláina, ið altíð hevur runnið gjøgnum tónleikin hjá bólkinum. Her eru element við, ið peika aftur á slóð til Rush, Yes (80-ara tíðarskeiðið) og King's X. Dyrka t.d. kórini. Sera feitt at hoyra í hesum høpi. Extol er enskt og merkir "lovsyngja" ella "hevja til skýggja". Extol eru outsidarar á norska málmpallinum við uppruna í kristnum umhvørvi. Sum praktiserandi ekstremmálmstónleikarar eru teir eisini outsidarar í konservativum kristnum umhvørvi. Teir eru snøgt sagt totalir outsidarar.

Gaahls WYRD: Gastir - Ghosts Invited (2019)
Navnframi norski black metal sangarin Gaahl, áður kendur úr m.a. Gorgoroth, leggur navn til Gaahls WYRD, ið debuteraðu á plátu í vár. Gaahl vísir seg frá síni eklektisku síðu á hesi huglagsríku útgávuni. Raddarliga roynir hann seg við ymsum brigdum, ið øll klæða honum væl. Tónleikaliga verður komið nokkso víða um, hóast upphavið í norskum black ikki fornoktar seg heilt. Mær dámar væl, tá ið málmplátur ikki eru pro-toolaðar í hel, og tónleikurin av tí sama fær rúm at anda. Soleiðis er støðan her. Tummil upp.

Iron Maiden: The Book of Souls (2015)
Fyri at sitera mín egna Facebook status: "Mangt er fløkjasligt í hesi verð. Ein nýggj Iron Maiden pláta, tað veit man hvat er". Sum áður nevnt er tað nógvur málmur nú á døgum, ið er alt ov merktur av ævinligu strembanini eftir ljódligari perfektión, og tí ljóðar alt so yvirdrivið telduviðgjørt, redigerað og polerað. Tá er tað frískligt at hoyra málmsplátur, ið bera brá av, at menn hava spælt inn uttan at gerast ov ídnir við redigeringsknøttunum. Soleiðis er støðan á hesi plátuni. Ein episk útgáva, hin longsta hjá bólkinum, á 1 tíma og 32 minuttir. Hetta er sanniliga ein ljóðverð, ið eg tími at uppihalda meg í. At frætta nýtt frá Iron Maiden er sum at frætta frá einum góðum gomlum vini.

Meshuggah: The Violent Sleep of Reason (2016)
Sjálvandi skulu Meshuggah við her. Teir spældu eina meistarliga feita konsert í regninum á G! Festival 2011, ið stendur eftir sum ein av bestu konsertunum á festivalinum. Eingin annar bólkur ljóðar sum Meshuggah, hóast teir hava heiðurin av at hava uppfunnið eina heila subsjangru innan málm ("djent"). Høvuðsverkið er enn sum áður ObZen, ið akkurát ikki sleppur uppí part (kom út í 2009), men teir hava eisini gjørt góðar plátur í 2010-unum. Valið til hendan listan fellir á The Violent Sleep of Reason frá 2016. Plátan varð sum skilst innspæld meir ella minni live í studio, og hon megnar eisini at umboða ta orku, sum bólkurin hevur live.

Mgla: Exercises in Futility (2015)
Pólskt black metal av tí treytaleysa slagnum (sum um har finst nakað annað). Misantropiskt, nihilistiskt, pessimistiskt og onkursvegna djúpt forloysandi. Mgla er ein duo úr Póllandi. Live eru teir fýra á palli, og hetta er triðja útgávan hjá bólkinum. Eg sá og hoyrdi Mgla live á Loppen í Keypmannahavn fyri nøkrum árum síðani, og eg kundi staðfesta, at teir sparka eisini infernalskan dintil live. Seks løg eru á hesi plátuni, og tey eita 'Exercise in Futility 1', 'Exercise in Futility 2', 'Exercise in Futility 3' o.s.fr. Sostatt eru seks venjingar í fáfongd tilsamans á hesi plátuni, og tær eiga allar sítt pláss. Fyrsta reglan í fyrsta sangi er "the great truth is there isn't one", og so er huglagið líkasum lagt fyri restina av plátuni. Sum sagt: av tí treytaleysa slagnum. Alt annað líka ein hamrandi feit og sannførandi útgáva.

Misþyrming: Söngvar Elds og Óreiðu (2015)
Black metal spratt upprunaliga úr Noregi, ið liggur í ein eystan úr Føroyum. Seinastu árini hevur okkurt tó verið á vási í ein útnyrðing úr Føroyum, tí úr Íslandi ljóma hugtakandi svartmálmstónar. Misþyrming spæla black metal av tí treytaleyst instinktiva, massiva, myrka og kensluliga slagnum. Sungið verður á íslendskum, og tað ger tað ikki verri. Ein ávísur hiti litar onkursvegna eisini ljóðmyndina, og eitt ávíst melodiskt og harmoniskt tev er somuleiðis at hóma. Hóast hetta sjálvandi er bæði myrkt og ónt uppá tann góða mátan. Söngvar elds og óreiðu (vildi umsett heitið til okkurt a la "Eldsins og ruðuleikans sangir") er eitt satt beist av eini plátu, ið setur ein høgan standard (onnur plátan Algleymi (2019) er eisini verd at tjekka út).

Shining: Blackjazz (2010)
Noreg hevur eyðmerkt seg sum málmland í serflokki síðani tíðliga í 1990-unum (tá í tíðini var tað tó ofta í dekan ov neiligum høpi). Tí gevur tað meining, at hin mest markanta avantgarde metal plátan til henda listan eisini kemur haðani. Shining megnaðu við Blackjazz at avrikað eina sannførandi hybrid millum málm og fríjass, og tað er alla æru vert. Ein pláta, ið framvegis er spennandi at leggja oyru til.

Sleep: The Sciences (2018)
The Sciences, fyrsta Sleep plátan í næstan tjúgu ár, kom, sá og sigraði. Eitt ordans comeback av eini plátu, ja helst ársins comeback 2018. Seigt og tungt og groovy sum ber ólukkan. Framúrskarandi gittarleikur frá Matt Pike, frálíkir/skemtiligir tekstir, vokalur og bassur frá Al Cisneros og orkumikil trummuleikur frá Jason Roeder, ið allatíðina trýstir tónleikin frameftir, hóast stevið er tungt og seigt sum fyrsta dagin. Heilt ólukksáliga kølin útgáva frá einum sum frá líður legendariskum bólki.

Spectral Voice: Eroded Corridors of Unbeing (2017)
Ekstremt kølin deyðsmálmur úr USA. Spøkilsiskent og spektralt við "køvdum" ljóði, har alt ljóðar sum vóru upptøkurnar gjørdar langt niðri í onkrum óunniligum gravhválvi. Spektrala røddin ljómar beinleiðis úr tómrúminum. Formleyst og fantastiskt. Sum skilst eru 3/4 av limunum í hesum bólkinum teir somu sum í Blood Incantation omanfyri. Tað er rættiliga imponerandi men eisini skilligt, tí í báðum førum er talan um deyðsmálm, sum bæði er mikið ortodoksur og framskygdur onkursvegna. Og bólkarnir hava púra hvør sín samleika. Flott.

Svartidauði: Flesh Cathedral (2012)
Seinastu árini hevur Ísland, sum áður nevnt, eyðmerkt seg sum verandi latingarført innan dygdargott black metal. Eitt av eldru nøvnunum á íslendska pallinum er Svartidauði. Teir vóru stovnaðir í 2002, men tað gingu 10 ár, áðrenn debutplátan Flesh Cathedral varð útgivin á Terratur Possessions. Ein heilt ólukksáliga kontant og treytaleys pláta, ið fyrijáttaði eitt slag av gulløld innan íslendskt black metal (sí omanfyri). Fýra løg, ið øll eru millum tíggju og nítjan minuttir til longdar. Framúr!
(Onnur plátan hjá bólkinum, Revelations of the Red Sword, útkom 3. desember 2018).

Solbrud: Jærtegn (2014)
Úr donsku undirgrundini rísir kvartettin Solbrud, ið leikar atmosferiskt black metal, sum vit kendu tað í 2010-unum. Jærtegn er teirra (higartil) besta pláta, og hon herjar náðileyst avstað frá byrjan til enda. Kortini er nógvur vakurleiki at hóma í øllum ruðuleikanum. Málsliga dyrka limirnir tað fornnorrøna, og tað hóskar seg stak væl til tónleikin. "Solbrud" merkir bæði "sólarglotti" og "sólbrúður", tvs. eitt offur til sólina. "Jærtegn" merkir "Jartekin, kraftagerð". Tónleikafrøðingurin Tore Tvarnø Lind hevur forrestin skrivað áhugaverda akademiska montasjugrein um Solbrud og "stormlyd" eyðkennið í teirra tónleiki.

Sunn O))): Life Metal (2019)
Hvat er ein málmlisti uttan drone metal? Sunn O))), fremstu eksponentar fyri drone metal, komu aftur í aftur í ár við heili tveimum útgávum, ið báðar vóru innspældar hjá navnframa Steve Albini í Electrical Audio í Chicago, USA. Life Metal kom út í apríl og inniheldur fýra nýggjar skeringar eftir Sunn O))). Hin seinna, Pyroclasts, kom út í oktober og inniheldur fýra improviseraðar dronar. Báðar góðar, men Life Metal eigur munin. Heitið á plátuni er eitt spæl uppá "death metal" og ein tilsiping til, at limirnir hava havt nógv góð og ljós ting, eru vorðnir pápar o.a., í sínum lívum. Hetta skal tónleikurin eisini endurspegla, og tað er eisini í lagi. Tá Sunn O))) eru uppá sítt besta, vera teir ikki tiknir.

Tool: Fear Inoculum (2019)
Fyrsta Tool plátan í heili 13 ár kom loksins út 30. august 2019. Ting mær dámar best við Tool: "psychedelic metal" gittarstílurin hjá Adam Jones, dronandi og stundum repetitivu elementini í tónleikinum og tað ambienta huglagið. Fear Inoculum hevur alt hetta í yvirflóð. Sangirnir eru langir, og plátan er tann longsta í diskografiini. Eitt slag av symfoniskari kenslu er yvir verkætlanini, við nógvum andarúmi millum tær ymisku passasjurnar. Slættingin av siðbundna rock hiearkinum er eisini áhugaverd: vokalarnir hjá Maynard James Keenan eru ikki fremst fyri sum vanligt er, men eru heldur á sama støði sum onnur element í tónleikinum. Fear Inoculum er neyvan staðið at byrja hjá Tool rookies, men sum fjeppari er tað torført ikki at dáma plátuna. Ænima (1996) er tó enn sum áður mín yndis Tool pláta.

Wolves In The Throne Room: Celestial Lineage (2011)
Av nýggjari black metal nøvnum er tað eingin, ið meistrar kensluna av stasis (kyrrstøða, stillstøða) sum Wolves In The Throne Room. Hasa gandakendu kensluna av at standa mitt í orkanini, har alt er púra stilt, hóast illveðrið leikar kring ein. Celestial Lineage er besta plátan, ið WITTR lótu úr hondum í 2010-unum. Á hesi útgávuni dyrka teir eitt fjøltáttað úttrykk við kvinnuligum gestavokali og ambientum ljóðlandsløgum. Ein vetrarkend útgáva, ið hóskar seg væl til hesa ársins tíð.

Yob: Clearing The Path To Ascend (2014)
Valið stendur millum Our Raw Heart (2018) og Clearing The Path To Ascend (2014). Báðar ekstremt góðar. Trioin Yob eru eitt beist av einum bólki. Teir spæla kosmiskan dómadagsmálm við brigdum úr stoner, sludge og post málmi. Báðar pláturnar vuksu burturúr kreppu: hin fyrra úr hjúnaðarskilnaði og hin seinna úr sjúkralegu. Yob er er máttmikið, langtandi og treytaleyst, og Clearing The Path To Ascend brillierar við sínum transendent psykedeliska dámi. Ein andalig uppliving.

---

Saknaði tú føroyskar plátur á listanum? Fell ei í fátt, tí ein "bestu føroysku 2010-2019" listi er ávegis... tá og um stundir eru til tess. Annars eru "Bestu altjóða plátur 2010-2019" at finna her.

Comments