Beach House: Bloom (2012)
Fjórða plátan hjá dream popp duo'ini Beach House úr Baltimore á amerikonsku eysturstrondini var tráspæld í okkara íbúð á Amager. Bloom var í grundini eitt framhald av tí, ið Beach House høvdu arbeitt við á undanfarnu útgávunum, men tað var bara okkurt við útgávuni, ið hóskaði óvanliga væl saman. Tjúkk strika varð sett undir tað heila á framúr góðu konsertini, sum bólkurin hevði í Vega, Keypmannahavn í november 2012. Bloom er útgivin, eins og allar hinar, á góða gamla Sub Pop, og tað er júst sum tað eigur at vera. Stórfingið amerikanskt dream popp indie sorgblídni av allarbesta slag.
Beyoncé: Lemonade (2016)
Lemonade er helst hámarkið higartil í plátuskránni hjá Beyoncé, hóast BEYONCÉ (2013) eisini er eitt virðiligt boð til hendan listan. Heldur enn at gera sum hini og alliera seg við mest
uppløgdu hittmakarar, fer Beyoncé aftur til sítt upphav. Hennara
popptónleikur tekur støði í afrikanskt-amerikonskum tónleiki
sum r'n'b, hipp hopp, trap, bounce, soul, funk v.m. Eisini visuelt er ein greið áherðsla á afrikanskt-amerikanska
upphavið. Millum bestu útgávur úr 2010-unum, ið eisini skrivar seg inn í ein
stak áhugaverdan politiskan samanhang. Á sumri 2016 var eg í ÚF og tosaði um Beyoncé, og eg skrivaði meira um Beyoncé her.
Björk: Vulnicura (2015)
Ómetaliga vøkur, hjartanemandi og persónlig útgáva frá Björk. Peikar á ein hátt aftur til Homogenic (1997) men er kortini meira avlong í tí. Vulnicura er ein sonevnd breakup pláta, tvs. hon skjalfestir hjúnarskilnaðin millum Björk og listamannin Matthew Barney. Hetta er ikki fyrstu ferð skilnaður elvir til góða tónlist, og Björk hevur sjálvsagt sítt heilt egna take uppá tað. Tað var stórfingið, at síggja Björk live við strúkaraorkestri í Hörpu á Iceland Airwaves, tá ið vit vóru har við Konni Kass í 2017. Fundamentið undir teirri konsertini var Vulnicura, ið stendur mát sum ein av bestu plátunum hetta tíggjuáraskeiðið.
Boards of Canada: Tomorrow’s Harvest (2013)

2013 var eitt gott comeback ár. Hetta gjørdi seg eisini
galdandi fyri skotsku elektronisku duo'ina Boards of Canada, ið vendi aftur eftir átta ára útgávutøgn. Gleðiligt at staðfesta, at Tomorrow's Harvest stendur mát við eldru útgávurnar hjá bólkinum, har serliga Music Has The Right To Children (1998) og Geogaddi (2002) skara framúr sum varðar innan IDM/electronica. Boards of Canada
hava ikki mist tevið fyri sterkum elektroniskum ljóðmyndum. Ein farri av
vintage horror synth filmstónleiki a la John Carpenter hómast í
krókunum, og hetta er ikki ein útgáva, ið sleppur sínum taki í tær við
bræið. Tú vendir aftur til hana, hóast steðgir av og á.
Bob Dylan: Tempest (2012)
Studiopláta nr 35 frá meistarans hond. Tann einasta við originalum Bob tilfari, ið er komin út seinastu tíggju árini. Er hon tann síðsta? Tað spekuleraðu tey uppá, tá ið plátan kom út, tí heitið var skilt sum ein tilsiping til seinasta leikin hjá Shakespeare, The Tempest. Spurdur um hetta svaraði Bob, at "Tempest" og "The Tempest" ikki er sama heiti. Stuttligt. Eftir hesa útgávuna hevur Bob hugsavnað seg um at tulka "Great American Songbook" klassikarar á plátu. Tað er eisini fínt. Men Tempest er altso ein fantastiska góð pláta. Ein gomul og mýtisk verð er yvir hvørjum orði og hvørjum tóna. Vónandi er hon ikki tann síðsta, men tað er ok, um so er.
Bon Iver: Bon Iver (2011)
Helst hitt definitiva indie navnið í 2010-unum, og av teimum fýra útgávunum higartil er Bon Iver framvegis hin besta. Ein pláta í serflokki, hvørki meir ella minni. Eitt risalop frá teirri væl meira spartansku "vetrarsmáttu" plátuni For Emma, Forever Ago. Til samanberingar er hendan útgávan meira ríkt orkestrerað, men kortini er hon innilig og intim uppá tann rætta mátan. Tær sum eru komnar aftaná eru eisini góðar, men Bon Iver náddi hæddunum á sjáldsaman hátt. Ein minnilig konsert í Forum, Keypmannahavn í november 2012 koyrdi tað heila heim.
Burial: Tunes 2011-2019
Framúr savnspláta, ið kom út so seint sum fyrr í hesum mánaðinum. Tikið verður samanum EP útgávur og stakløg frá seinasta tíggjuáraskeiðnum. Her verður ferðast aftureftir í tíð, og løgini eru eisini løgd í eina skilagóða raðfylgju. Útgávan vísir formatið hjá hinum fantastiska hugtakandi Burial, ið telist millum bestu elektronisku artistar í 21. øld. Tónlistin hjá honum heldur á við at folda seg út. Høvuðsverkini eru framvegis tær báðar einastu fulllongdarpláturnar higartil - Burial (2006) og Untrue (2007) - men henda savnsútgávan er kærkomin kortini.
Bwana: Capsule’s Pride (2016)
Millum bestu elektronisku útgávur frá 2010-unum. Kanadiski framleiðarin Nathan Micay útgav hina frálíku Capsule's Pride í 2016 undir listanavninum Bwana. Løgini á útgávuni eru m.a. grundaði á samplingar úr japanska anime klassikaranum Akira frá 1988. Tú kennir straks á tær, at talan er um eina sterka sameining av upprunaligum keldutilfari og einum nýggjum listaligum høpi. Visiónin drívur verkið. Fittligir bitar av bæði dialogi og tónleiki úr Akira ganga aftur, men Bwana hevur hegnisliga formað tilfarið av nýggjum. Eg havi skrivað meira um útgávuna her. Hon finst ikki á Spotify, men kann niðurløðast ókeypis.
The Caretaker: An Empty Bliss Beyond This World (2011)
Bretski elektroniski tónleikarin The Caretaker (James Leyland Kirby) hevur tikið navn og konsept úr The Shining (Kubrick, 1980) og verður m.a. settur í samband við "hauntology". Yvirskipaða konseptið snýr seg nógv um minni, nostalgi og melankoli, og An Empty Bliss Beyond This World er ein meistarlig útgáva í hesum høpi. Søgan handan plátuna var, at hann fann ein bunka av obskurum 78arum á einum túri í New York. Heimafturkomin fór hann undir at yvirspæla og viðgera upptøkurnar. Í grundini er talan um "found object" list, har 78arnir sjálvir eru partar av úttrykkinum. Ógloymandi ljóðlist.
D’Angelo & The Vanguard: Black Messiah (2014)
Black Messiah gjørdist comebackið hjá D'Angelo aftaná heili 15 ára útgávusteðg. Black Messiah skrivar seg greidliga inn í afrikanskt-amerikanska civil rights tilsipandi tónleikasiðvenju. Skorin eftir líknandi leisti sum What's Goin' On? hjá Marvin Gaye, There's A Riot Goin' On hjá Sly & The Family Stone, On The Corner hjá Miles Davis og Sign o' the Times hjá Prince. Afturat hesum hevur plátan eisini eitt sjálvstøðugt nútímans neo-soul úttrykk. Vit vóru á imponerandi góðari konsert hjá D'Angelo and the Vanguard í París í februar 2015.
Daft Punk: Random Access Memories (2013)
Daft Punk løgdu í 00-unum lunnar undir tað, sum í 10-unum gjørdist kent sum EDM, men sjálvir eru teir farnir heilt aðra leið seinasta tíggjuáraskeiðið. Við Random Access Memories avrikaðu Daft Punk eina av bestu popp útgávunum í mong ár, har teir í mun til undanfarnu útgávurnar leita sær aftur í tíðina - til disco bylgjuna og hi-fi studio poppin frá 70-unum og 80-unum. Alt bjóðað fram í einum ómetaliga vælljóðandi og dagførdum hami. Liðið av tónleikarum og samstarvarum á plátuni er eisini eitt who's who av garvaðum studio rottum, ið hava sett síni fingramerki á manga klassiska poppútgávu millum ár og dag. Ein klassikari.
David Bowie: Blackstar (2016)

Síðsta Bowie plátan, Blackstar ella ★, útkom bert fáar dagar áðrenn hann andaðist. Plátan hugtók
longu frá fyrsta sekundi, og hugbindingin bara vaks næstu vikurnar og
mánaðirnar. Tónleikur, tekstur, ljóðmyndir, súmbolir
og ikki minst fantastiski plátuhúsin, ið framhaldandi avdúkar
loynidómar. Ein New York jass kvartett undir leiðslu av
saksofonleikaranum Donny McCaslin spælir undir, og góði gamli Tony
Visconti situr handan knøttarnar. Ein hegnislig útgáva við tilsipingum
til avantgarde, free jazz og elektronika, tó at hetta í grundini er
snúðigur rokkur við popp tevi. Bowie var ein meistari, og ein kundi
neyvan ímyndað sær eitt betri farvæl. Skrivaði minningarorð um Bowie her og tók samanum her.
Frank Ocean: Blonde (2016)
Summi alternativ r'n'b nøvn liggja á markinum millum tað alternativa og meginstreymin, og amerikanski sangarin og tónaskaldið Frank Ocean er ein teirra. Eftir at hava bergtikið við miksteypinum Nostalgia ULTRA (2011) og debutplátuni Channel Orange (2012), og eftir at hava teasað við nýggjari plátu í langsamiliga tíð, var Blonde loksins útgivin í august mánaði í 2016. Ein framúrskarandi góð pláta við denti á tað abstrakta og leitandi. Fleiri løg hava t.d. ongar trummur ella beats. Hetta er opin og ekspressionistiskur tónleikur. Kortini eru løgini melodiøs og (hug)fangandi. Tummil upp.
Kendrick Lamar: DAMN. (2017)
Leonard Cohen: You Want It Darker (2016)
Sjáldsama vakur svanasangur frá sjáldsama góðum sangskrivara. Fjúrtanda plátan hjá Leonard Cohen kom út bert fáar vikur áðrenn hann andaðist. Í stuttum er plátan eyðkend av minimalistiskum álvarsemi, og Cohen dugir at bera tað. Her merkist, at elli hevur sett inn, at sansirnir svíkja og/ella vikna. Leonard er klárur at fara. Hetta er ein uppgerð ella eitt farvæl. Ein vakur og minimalistiskur svanasangur, vakurt framleiddur av soninum Adam Cohen. Eg var í "Góðan Morgun Føroyar" og tosaði um útgávuna sama morgun, sum hon var útgivin, og so var eg eisini við í Cohen heiðurssendingini So Long, Leonard, ið var send eftir at hann andaðist 21. september (samrøðan kann hoyrast á 34:00).
Low: Double Negative (2018)
Leingi vóru Low umboð fyri eitt slag av slowcore americana við atmosferiskum gittara, vøkrum tvísangi og seinum rútmum. Á hesi útgávuni hava tey fullkomiliga endurkveikt sítt ljóð umvegis elektroniskar studio snildir. Við fyrsta lurt ljóðar tað sum um tey gjørdu eina lidna Low plátu, og tveittu síðani master bandið í eitt sýrubað, har tað slapp at liggja eina góða løtu. Ella kanska sum, at tey settu eld á master bandið. Eg veit ikki. Hetta er í hvussu so er ein rættilig dekonstruktión av Low ljóðinum, sum vit áður kendu tað. Og kortini gongur ikki leingi fyrrenn eyðkendi samleikin kortini skínur í gjøgnum, og tú staðfestir róliga, at hetta er sanniliga Low, bert í hamskiftari útgávu. Fantastiska hugtakandi útgáva.
My Bloody Valentine: MBV (2013)
Nick Cave and the Bad Seeds: Push The Sky Away (2013)
Ilt er taka dagar ímillum hvør besta Nick Cave and the Bad Seeds plátan var í 2010-unum. Tríggjar studioplátur gjørdist tað til, allar óvanliga góðar. Haldi kortini at Push The Sky Away eigur eitt serligt pláss, tí hendan plátan hevur átt óvanliga nógvar tímar undir nálini. PTSA umboðar eisini eitt skifti frá teimum meira rokkutu og rokaligu 00-unum í Cave regi, til tey meira lyrisku, luftkendu og sorgblíðu 10-ini. Og ja, minniligar konsertir á Roskilde í '09 og '18 og í Falconersalen, Keypmannahavn í '13 seta eisini tjúkka striku undir. Cave er sjálvandi frontfigurur í øllum hesum, men the Bad Seeds mugu eisini dragast fram sum eitt sjáldsama gott backing band. Tað er heilt ótrúligt hvat teir duga at mála av varierandi ljóðlandsløgum. Takk fyri stórbæra list, Cave og co.
Oneohtrix Point Never: Replica (2011)
Eitt hugtakandi elektroniskt navn úr 2010-unum er Oneohtrix Point Never, eisini kendur sum Daniel Lopatin. Ongin OPN pláta er líka, og virðing fyri tí. Kortini má sigast, at ljóðið og tilgongdin á Replica er í serflokki. Her er talan um "found sound" tónlist, ið byggir á samplingar úr gomlum sjónvarpslýsingum frá 1980-unum og 1990-unum. Summi løg eru rættiliga ambient elektronisk við synth flatum, meðan onnur eru meira minimalistiskt repetitiv og loopandi. Alt hevur ein støvutan og káman analogan dám, ið riggar ótrúliga væl. Sjáldsama gjøgnumførd útgáva.
PJ Harvey: Let England Shake (2011)
PJ Harvey lat sína áttandu studioútgávu úr hondum í 2011. Havi leingi verið fjeppari av hesum framúr tónleikara og tónaskaldi. Tvinnar ferðir untist mær at hoyra PJ Harvey live í 2016, tá níggjunda plátan The Hope Six Demolition Project var nýggj. Í Keypmannahavn fyrst í oktober og aftur á Airwaves í Reykjavík fyrst í november. Polly Jean í essinum, 10 fólk á palli, gjøgnumførd ljóðmynd og solid sangskriving, har tilfarið frá tveimum teimum nýggjastu útgávunum fylti mest. Tað, sum slóð meg á báðum konsertunum var, hvussu langt tú kemur við góðum tifari. Við dygdargóðum løgum ber nógv til, og sigast má, at Let England Shake stendur millum tær allarsterkastu í hennara plátuskrá. Imponerandi útgáva, ið bara er vaksin síðani hon kom út.
Radiohead: A Moon Shaped Pool (2016)
Radiohead
havi eg leingi verið stórfjeppari av, og lítið er broytt. Sum eg
skrivaði í mínum ummæli av plátuni:
"Tað má undirstrikast enn einaferð, at sangirnir eru heilt ólukksáliga
væl lagdir til rættis á hesi plátuni. Har henda allatíðina spennandi
ting í ljóðmyndini, og samstundis er tónleikurin róligur og ikki
yvirspældur. Fantastiskt. [...] Hetta er ikki ein pláta, ið kemur
loypandi út úr hátalarunum. Hon er ov friðarlig og rólig til tað. Best
er at geva sær tíð at lurta og njóta. Hon er tað verd. Radiohead hava
gjørt tað aftur. Ein framúrskarandi góð pláta. Góðir sangir, góðir
tekstir, góðar útsetingar, góðar ljóðmyndir, gott ljóðbland o.s.fr. Av
teimum níggju útgávunum plaserar hendan seg ovarlaga. Í ovaru helvt, so
segði hann."
Scott Walker: Bish Bosch (2012)
Scott Walker andaðist í mars í ár. Í 60-unum gjørdist hann víðagitin sum poppidol við bólkinum The Walker Brothers, men hann var skjótur at fara sín egna veg. Síðstu mongu áratíggjuni hevur hann verið virdur sum gátuføri, eksentriski og hulni avantgarde sangarin Scott Walker. Tað var ikki ofta, at Scott Walker gav plátu út – í meðal kom ein út hvørt tíggjunda ár - men í tónleikaheiminum var tað ein stórhending, hvørja ferð Walker lat frætta frá sær. Í 2010-unum lat hann eina studioplátu frá sær - ja, umframt eitt Sunn O))) samstarv og tvey soundtracks -, og tað gjørdist hin treytaleysa og mikið hugtakandi Bish Bosch frá 2012. Triði partur í tríverki, ið eisini telur Tilt (1995) og The Drift (2006). Ein løgin og krevjandi avantgarde pláta, og sum frá líður eitt rættiligt meistaraverk. Takk fyri tónleikin, Harra Walker.
Serena Maneesh: No. 2: Abyss in B Minor (2010)
Serena Maneesh úr Noregi teljast millum bestu rokkbólkar í 21. øld. So er tað sagt. Sjálvnevnda debutplátan frá 2006 er tann besta av sínum slag í norðurlondum í 21. øld. So er tað eisini sagt. Í 2010 kom loksins No. 2: Abyss in B Minor, og hon er eisini í serflokki. Oddvitin í bólkinum hevur allar dagar verið Emil Nikolaisen, og hann er ein sjáldsama drivin persónsmenska. Henda plátan var innspæld í eini holu (!) uttanfyri Oslo, hon umboðar ljóðsmíð í serflokki, og hon upplivist sum ein meldur av ljóði, ið tú verður sogin inn í. Heilt fantastiska gott. Retro inn í framtíðina so tað forslær.

Slowdive: Slowdive (2017)
Í 2017 var hetta ársins comeback á plátu. Undan hesi útgávuni vóru tað 22 ár síðani, at shoegaze hetjurnar í Slowdive seinast góvu út (Pygmalion í 1995). Í 2013 komu slóðararnir í My Bloody Valentine aftur í aftur við teirri frálíku mbv, og í 2017 áttu Slowdive tørn við nýggjari plátuútgávu. 2010-ini vóru v.ø.o. góðar tíðir at fjeppast uppi í shoegaze bylgjuni, ið upprunaliga sveipti Stórabretland fyri 25-30 árum síðani. Sjálvnevnda Slowdive er ein effektiv og vælljóðandi dagføring av ljóðinum hjá Slowdive og tekur seg tilsamans út sum ein mikið vøkur, huglagsrík og lekkurt sveimandi pláta. Fantastiska deilig pláta.
Solange: A Seat At The Table (2016)
Best sum ein helt, at Beyoncé átti 2016 fult og heilt við Lemonade, kom lítlasysturin Solange Knowles á vøllin við teirri sterku A Seat At The Table. Har Beyoncé hevur eina meira treytaleysa meginstreymstilgongd til tónleikin og ídnaðin, leggur Solange ístaðin á ummælaravinarliga hipstarabógvin (tó at báðar útgávurnar hava fingið sera jalig ummæli). Áður hevur Solange sannført við frálíku EP'ini True, ið var framleidd saman við Devonte Hynes (Blood Orange), og á hesi útgávuni samstarvar hon við r'n'b framleiðaran og tónleikaran Raphael Saadiq. Úrslitið er ein luftkend, minimalistisk soul/r'n'b pláta við politiskum broddi. Tekstliga og tematiskt eru viðurskifti hjá afrikonskum-amerikanarum til viðgerðar, og hetta gongur aftur í teimum mongu "interludes" á plátuni, har familja og kenningar hjá Solange siga frá lívsroyndum. Fyrst og fremst er tað tó væl frágingni tónleikurin, ið stendur sterkur (When I Get Home frá 2019 er eisini góð).
Sufjan Stevens: Carrie & Lowell
(2015)
Ein hin mest lívsjáttandi plátan í 2010-unum, og hon var fødd úr sorg og deyða.
Ótrúligt. Sufjan Stevens er ein knassi, og tá hann setur øll segl til, er ikki
at standa fyri. Eldru pláturnar hava onkuntíð verið nokkso
konseptuellar, og alt gott um tað. Hendan er tó djúpt persónlig og rakar
teg so lúkst í "the feels", so segði hann. Væl avmáld javnvág millum
akkustiskt fingraspæl og sigandi synthesizerleik. Gekk nógvar túrar várið 2015 við hesi útgávuni í oyrabúffunum. Her er ikki nakar veikur liður í
ketuni.Tame Impala: Currents (2015)
Avstralsku Tame Impala settu sín avgjørda dám á psykedeliskan tónleik í 2010-unum. Havi dyrkað hesa verkætlanina síðani debutplátuna og sæð teir live tvinnar ferðir (Roskilde 2010, Lítla Vega 2012). Tvs. at "teir" er = Kevin Parker. Tað vita vit. Á Currents frá 2015 var hann í meira elektroniskum 80'ara hýri. Tó verður 60'ara psykedeliska upphavið kanaliserað gjøgnum dagførdu ljóðmyndina, og tað eydnast sjáldsama væl. Nú ljóðar at nýggj Tame Impala pláta verður á gáttini tíðliga næsta ár, men tað er ein onnur og komandi søga. Tær bestu løturnar á Currents vóru snøgt sagt millum tær bestu í 2010-unum.
TM404: TM404 (2013)
Handan TM404 stendur svenski elektroniski tónleikarin Andreas
Tilliander. Síðani aldarskiftið hevur Tilliander sett sítt slóðandi
frámerki á elektroniska tónleikapallin. Techno, dub og ambient renna
hegnisliga saman í hansara gjøgnumførda tónlistaliga alheimi, og
Tilliander er kendur undir ymsum heitum sum TM404, Mokira, Innerst Inne,
Svaag, Lowfour og Tilliander/Andreas Tilliander. Í 2017 framførdu TM404 og ORKA á felagskonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað var eitt stórbært kvøld. TM404 var eftir mínum eyðmjúka tykki besta elektroniska útgáva í 2013. Konseptið
er genialt, og tónleikurin, ið verður skaptur burturúr samansettum ringrásum av klassiskum 80-ára Roland maskinum, er fantastiska dragandi og hypnotiskur.
The War On Drugs: A Deeper Understanding (2017)
Millum frægu rokkbólkarnar í 2010-unum. Ilt er at taka dagar ímillum hvør besta útgávan hjá teimum er. Lost In The Dream (2014) var framúr, men A Deeper Understanding eigur kanska munin. Tilsipingarkarmurin er heartland rokkur a la Bruce Springsteen og Bob Dylan miðskeiðis 80-unum við fitt av ambientum ljóðlandsløgum afturat. Undir øllum býr ein drívandi, flótandi motorik pulsur. Um Springsteen jammaði við Kraftwerk, so hevði tað kanska ljóðað soleiðis? Hvør veit. (Springsteen er jú íðin Suicide fjeppari, so tað er kanska ikki so langt av leið). Springsteen er hitt stóra amerikanska 80-ára skaldið á plátu, men fílurin í rúminum er, at røddin hjá Adam Granduciel minnir heilt nógv um hitt stóra kanadiska 80-ara skaldið á plátu, nevniliga Bryan Adams! Tað er faktiskt rættiliga kul, og eisini viðkomandi fyri áðurnevnda 80-ara tíðarskeið sum tilsipingarkarm. Gittarsolo'ir eiga sítt sjálvsagda pláss og synthesizaraklangir sleppa at seta sín dám á tað heila. Sum at koyra eftir landavegnum í einum pastelllittum sólsetri við rútinum niðri. Frálíkt.
---
Saknaði tú málmútgávur á listanum? Fell ei í fátt, tí her er yvirlitið yvir Bestu málmplátur 2010-2019.

Comments
Post a Comment