Herfyri fekk eg avbjóðingina frá Birgir Kruse á Facebook, at nevna ein film um dagin, tíggju dagar á rað. Hvør einstakur av teim tíggju skuldi vera ein filmur, sum hevur havt týdning, tá eg sá hann, og harvið ávirkað metingarevni og smakkin fyri filmi. Fyri hvønn filmin skuldi eg spyrja ein nýggjan filmsvin á netinum um tað sama.
Í grundini torført at velja bert tíggju filmar út, men samstundis eisini ein spennandi roynd. Royndi at fara rímiliga langt aftur í tíð, hóast úrvalið sum frá leið eisini fevndi um slíkt, ið eg sá fyrstu ferð sum vaksin (so er tað tað, nær verður ein vaksin?) Hetta vóru teir tíggju, sum sluppu uppí part.
Fyrst valdi filmur er Nausicaä of the Valley of the Wind (Hayao Miyazaki/Studio Ghibli, 1984). Systkinabarnið Bruno hevði hendan á VHS
afturi í 80-unum, og vit munnu hava slitið bandið tunt. Sá filmin aftur á
Netflix herfyri, og tað var ótrúligt hvussu alt við honum enn stóð
ljóslivandi, hóast eg hevði gloymt hann. Spurdi vinurin var Bruno Mikael Eysturstein.
Annar valdi filmur er E.T. the Extra Terrestrial (Steven Spielberg, 1982). Av stórum filmum úr barndóminum stendur hesin kanska sterkastur.
Rørandi, bergtakandi og avgerandi. Ein fundamental filmuppliving. Spurdi vinurin var Sunneva Háberg Eysturtein.
Triði valdi filmur er Pulp Fiction (Quentin Tarantino, 1994). Fór fjúrtan ára gamal í biograf og var gripin frá fyrsta sekundi.
Nevsligin. Blástur um koll. Pulp Fiction setti líkasum hol á filmisku
tannárini. Spurdi vinurin var Jens L. Thomsen.
Fjórði valdi filmur er Hard Boiled (John Woo, 1992). Hesin sprongdi allar konventiónir, tá eg miðskeiðis í nítiárunum fekk
ans fyri kultfilmi. Hong Kong action av tí treytaleysa slagnum; eitt
serstakt bland av filmlistaligum skaldskapi, akrobatiskum harðskapi og
djúpum filmsøguligum medviti. Woo náddi ongantíð somu hæddum í
Hollywood, men í Hong Kong var hann ein kongur. Spurdi vinurin var Leivur Langgaard.
Fimti valdi filmur er Blade Runner (Ridley Scott, 1982). “Ófullkomin fullkomileiki” rennur mær til hugs, tá eg skal lýsa henda
filmin. Hann finst í fleiri ymsum útgávum, og tað økir bara um
hugbindingina (The Final Cut frá 2007 er kortini definitiva útgávan -
alt annað er tvætl). Ein filmur sum gevur filmfakliga hugtakinum
"Mise-en-scène” meining. Og ein av mínum yndis filmum innan eina av
mínum yndissjangrum. Spurdi vinurin var Torfinnur Jákupsson.
Sætti valdi filmur er 2001: A Space Odyssey (Stanley Kubrick, 1968). Í minsta lagi ein hjá Kubrick má við, og hví ikki velja hin mest
stórbæra av øllum. Ótrúligur filmur, sum hevur hugtikið síðani eg sá
hann fyrstu ferð sum tannáringur. Eitt vegamót í sci-fi á filmi, og
kanska líka nógv ein hugmynd sum ein filmur. Tónleikurin er ein søga
fyri seg. Spurdi vinurin var Turið Nolsøe.
Sjeyndi valdi filmur er The Big Lebowski (Joel og Ethan Coen, 1998). Havi sæð henda filmin óteljandi ferðir síðani fyrstu ferð í Havnar Bio
1998. Vit høvdu árligt Lebowski hald í Keypmannahavn í eitt áramál, og
eitt slíkt átti at komið í lag í heimligum høpi. Tann perfekti “hangout”
filmurin, og alt annað líka ein yndisfilmur. Spurdi vinurin var Maud Magnussen.
Áttandi valdi filmur er Brazil (Terry Gilliam, 1985). Hesin dapri,
dystopiski og absurdi sci-fi filmurin manifesteraði seg umvegis parabol í
sein-90-unum. Kafka, Welles, Metropolis (Lang), 1984 (Orwell), Modern Times (Chaplin) og Monthy Python hittast her í svartskygdari og
sannførandi samanseting. Spurdi vinurin var Sunnvá H. Olsen.
Níggjundi valdi filmur er Lost in Translation (Sophia Coppola, 2003). Ein vakur, huglagsríkur og stuttligur filmur, sum rúnarbant kenslusamar
indie-sálir miðskeiðis í 00-unum. Eitt sterkt og gjøgnumført huglag er
yvir øllum, inkl. framúr væl samansetta electronica/dreampop/shoegaze
soundtrackinum. "For relaxing times...make it Suntory time." Spurdi vinurin var Solveig H. Olsen <3
Tíggjundi og seinast valdi filmur er Det sjunde inseglet/The Seventh
Seal (Ingmar Bergman, 1957). Lív og deyði, trúgv og ivi, ljós og myrkur, dagur og nátt. Stórir
spurningar viðgjørdir í estetiskum s/h. Ikoniskur, eksistentiellur,
apokalyptiskur, definitivur. Takk fyri hesuferð. Spurdi vinurin var Meinhard Jensen.
Comments
Post a Comment