"Nálareygað"

Ræðuligt sum eg haldi "Nálareygað" í Kvørnini er eitt meiningsleyst konsept. Hví skulu nøkur fólk sita og tyggja og tanla tilvildarlig stakløg uppá handa mátan? Okkurt av løgunum í sendingini hesa vikuna er tað allar fyrsta, sum eg havi hoyrt til viðkomandi bólk. Eg havi nóg illa havt stundir at sodna tað, sum eg júst havi hoyrt, tá eg beint aftaná skal hoyra uppá onkrar hálvtugdar hugleiðingar um stíl, framleiðslu, miks o.a. Frá fólkum, sum eyðsýniliga ikki fáast við hesi fakøki til dagligt, og sum gera tað við støði í EINUM lagi. Tað er perspektivloysi av allar fúlasta slag.

Serliga spell verður tað, tá KVF samstundis ger so forsvinnandi lítið burturúr at kunna Føroya fólk um nýggjan føroyskan tónleik. Tann einasta regluliga viðgerðin sum finst, er faktiskt í Kvørnini. Tað er púra absurd. Ein sending sum Kvørnin burdi komið síðst í "føðiketuni". Etablerið for ólukkan fyrst nakrar líkinda viðkomandi tónleikasendingar í sjónvarpi og útvarpi. Takið stig til poddvarp og "crossover" tilfar millum ymsu miðlarpallarnar. Skapið ein reellan tónleikaligan plattform, har føroyskur tónleikur og føroyski lurtarin kunnu hittast. Gev lurtarum ein kjans at seta seg inn í tónleikin. Lyft tónleikin upp, far inn í og afturum tónleikin og fortel tær góðu søgurnar. Gev okkum øllum møguleikan at liva okkum inn í tónleikin sjálvi. Fyrst tá er tað relevant at koma við ummælissendingum.
 
Sum nú er, er Kvørnin tann einasta regluliga viðgerðin av nýggjum føroyskum tónleiki, har alt skal dømast antin norður og niður ella sleppa inn í illa defineraða og idiotiska "nálareygað" hitan. Hetta er ein vanvirðing av føroyskum tónleiki, og hon hevur staðið á nú í næstan fimm ár (fyrsta "Nálareygað" var í luftini í sept. 2015). Enn er hugskotið líka vánaligt og ódefinerað. Tað vísir eina ófatiliga líkasælu og uppaftur størri ómegd.

Comments