The Besnard Lakes live á Stengade 17. mai 2013. Egin mynd tikin við telefon. |
8. apríl 2010 hoyrdu vit rokkbólkin The Besnard Lakes úr Montreal, Kanada á Debaser í Malmö. Tað var ein ordiliga góð konsert. Sviar hava jú eina framúrskarandi tónleikamentan á øllum frontum, og duga tey at innflyta góðsku, tá tað krevst.
Eg gekk tó í nøkur ár og undraðist yvir, at tey ikki spældu í Danmark eisini. Hetta er jú ein frálíkur bólkur. Men so hendi tað knappliga; The Besnard Lakes vóru kunngjørd at spæla á Stengade í Keypmannahavn 17. mai í 2013. Vit keyptu atgongumerki og vóru spent. Eitt lokalt og nýstovnað orkestur, sum æt Blaue Blume skuldi hita upp.
The Besnard Lakes rokka í gjøgnum. Stengade 17. mai 2013. Egin mynd tikin við telefon. |
Ongin ivi var tó um, at Besnard Lakes var høvuðsattraktiónin, og vit gleddu okkum. Men har hendi tað løgna, at ein rúgva av fólki fór avstað, tá The Besnard Lakes byrjaðu at spæla. Sjálvt Tim Christensen fór avstað. Hann var bara komin fyri at lurta eftir Blaue Blume. Eitt danskt orkestur, sum øgiliga fegin vil vera indie, men hvat nyttar tað at vera indie, um man ikki dugir at virðismeta tey, sum veruliga eru tað? Besnard Lakes eru hamrandi fokking indie og hava livað og andað fyri tí alt sítt lív.
Tað var ófatiliga skuffandi. Her var eitt orkestur á pallinum, sum veruliga hevði nakað uppá seg, men tað løgdu danir líka í. Hetta passaði ikki inn í provinsiella sjálvnøgdsemið. Fyri at siga sum er, so var hetta fyri mítt viðkomandi síðsti naglin í tað tónleikaligu kistuna, sum einaferð æt Tim Christensen.
The Besnard Lakes gera klárt á Stengade, 17. mai 2013. Egin mynd, løgd út á Instagram tá í tíðini. |
Apropos AVE, so var tað Petur Pólson, sum á sinni introduseraði The Besnard Lakes fyri mær og Boga á Lakjuni. Tað var útgávan The Besnard Lakes Are The Dark Horse (2007), ið vakti ans á sinni. Henni lurtaðu vit heilt fitt eftir um tað mundið, tá síðsta hond var løgd á pláturnar The Desert Holds A Flower (Tutl, 2009) hjá undirritaða og Tokyó (Tutl, 2009) hjá Peturi. Tað vóru dagar.
Nú hava The Besnard Lakes givið nýggja plátu út. The Besnard Lakes Are The Last Of The Great Thunderstorm Warnings eitur hon. Ein episk útgáva, sum roynist væl afturvið kaffi ein leygardag síðst í januar. Gott vikuskifti framhaldandi!
Hesin parturin av Plátuprát snúði seg annars um The Besnard Lakes plátuna In Excess, Imperceptible UFO frá 2013. Fyrstu ferð eg bloggaði um bólkin var í 2010. Aðru ferð var í 2016.
Comments
Post a Comment