Ársins Plátur '16


Hetta er ein subjektivur og selektivur listi yvir ársins plátur. Tær, ið eg haldi vera best, tær, ið eg havi lurtað mest eftir, og tær, ið hava hugtikið.
Í mun til listan í fjør hevur tað verið eitt tógvið stríð at seta ársins lista saman. Í ár er talið av plátum økt frá 20 til 25. Tað bar snøgt sagt ikki til hjá mær at avmarka tað til bert 20. "Ein trupul listi til eitt trupult ár", kann ein freistast at siga. Jú, 2016 hevur verið eitt løgið og rokaligt ár uppá nógvar mátar, men eg trúgvi kortini ikki uppá hatta við góðum og ringum árum. Vit hava bara tey árini vit hava, og vit eru her avmarkaða tíð. Eg eri takksamur fyri øll ár, góð sum minni góð, og eg eri takksamur fyri tónleikin, ið festir seg. Spotify playlisti er viðheftur niðast (einstakar útgávur á listanum eru tó ikki umboðaðar á Spotify). Í alfabetiskari røð:

Anohni: Hopelessness
Um nakað eitur "krevjandi poppur" er hendan útgávan eitt gott boð. Evnisliga og tekstliga tung, tónleikaliga løtt og leitandi. Anohni - áður kend sum Antony Hegarty úr Antony & The Johnsons - er ein samleika- og kynsflótandi artistur, ið hevur hugtikið í nógv ár. Í mun til undanfarnu útgávurnar leggur Hopelessness á elektroniska bógvin. Hon er framleidd av Hudson Mohawke og Oneohtrix Point Never, ið báðir standa fyri sterkum elektroniskum úttrykkum. Í roynd og veru skeivt at siga "í mun til undanfarnu útgávurnar", tí útgávan verður lýst sum debut solo útgávan hjá ANOHNI. Ikki lítið djarvt. Elektroniskur poppur løddur við politiskari og eksistentiellari vreiði.

The Besnard Lakes: A Coliseum Complex Museum
Kanadisku The Besnard Lakes havi eg havt tokka til síðani 2007, tá tey lótu hina frálíku The Besnard Lakes Are The Dark Horse úr hondum. Havi síðani fylgt bólkinum trúliga, og sæð tey tvær ferðir live. A Coliseum Complex Museum er fimta útgávan hjá bólkinum, og eins og allar hinar er hon sjálvframleidd í egnum studio. The Besnard Lakes er tað, ið onkur vildi kalla "plátusavns rokkur", tvs. tú hoyrir at limirnir í bólkinum kenna sína rokksøgu og tað skortar ikki uppá tilsipingar. Grundleggjandi uppskriftin hjá bólkinum er Beach Boys melodiir við psychedelia og shoegaze dámi. Í mun til undanfarnu útgávurnar brýtur A Coliseum Complex Museum ikki endiliga upp úr nýggjum, men hetta er ótrúliga væl framleitt og fínpussað. Roynist serliga væl í oyrabúffum!

Beyoncé: Lemonade
Fyri aðru ferð á rað letur Beyoncé eina sera sannførandi plátu úr hondum, og aftur hesu ferð við einum "visual album" sum fylgisveini. Heldur enn at gera sum hini og alliera seg við mest uppløgdu hittmakarar, fer Beyoncé aftur til sítt upphav. Hennara popptónleikur tekur nevniliga støði í afrikanskt-amerikonskum tónleiki sum r'n'b, hipp hopp, trap, bounce, soul, funk v.m. Hetta ger seg serliga galdandi á trimum teimum seinastu útgávunum, har ein vaksandi tónlistalig, tekstlig og visuel áherðsla á afrikanskt-amerikanska upphavið sæst. Lemonade er tann strammasta og lættast gloypiliga av teimum trimum, og tónleikaliga er hon tann fjølbroyttasta. Umframt áðurnevndu stílar fevnir hon eisini um t.d. rokk ('Don't Hurt Yourself feat. Jack White') og kontri ('Daddy Lessons'). Alt framt við góðum tamarhaldi. Ein av ársins bestu útgávum, ið eisini skrivar seg inn í ein stak áhugaverdan politiskan samanhang. Tað einasta ringa við útgávuni er, at hon framvegis ikki finst á Spotify. Í summar var eg í ÚF og tosaði um Beyoncé, og eg havi skrivað meira um tónleikin her.

Black Mountain: IV
Black Mountain er retro rockur so tað baskar, og tey eiga onkursvegna eitt serligt pláss í mínum hjarta, fyri ikki at siga plátusavni. Ósmædnar tilsipingar til 70'ini, Sabbath, Zeppelin, Pink Floyd og Deep Purple við hópin av psykedeliskum stoner dryssi omaná. IV er fjórða útgávan hjá bólkinum, og hon er ein samanseting av ymiskum, sum tey hava fingist við fyrr. Onnur útgávan In The Future var rættiliga avlong og episk, meðan debutin og kanska serliga triðja útgávan Wilderness Heart vóru styttri og meira radiovinarligar. IV tekur samanum báðar tilgongdir, og tað er ikki tað býttasta. Eg skrivaði meira um tey her.

Bon Iver: 22, A Million
Aftaná at hava tikið tónleikaheimin á bóli tvær ferðir áður er Justin Vernon hesu ferð farin tann eksperimenterandi og elektroniska vegin. Tað tykist ikki sum, at henda útgávan hevur rakt zeitgeistin á sama hátt, men tað ger minni, tí hon er góð. Samplingar, cut-ups, loops, beats, massar av vocodara. Sumt av tí hava vit hoyrt fyrr, men ikki so langt úti á eggini sum her. Tað er okkurt instinktivt og feitt yvir hesum tónleikinum, og ljódliga tilgongdin er framúr. Sum at hoyra onkran høgga eina standmynd úr ljóði. Ein útgáva, ið veksur fyri hvørja lurting (ein klisjé, men ein umráðandi ein).

Bwana: Capsule's Pride
Eg var stak hugtikin av hesi útgávuni, ið kom út í vár. Bwana er ein kanadiskur Berlin búgvandi elektroniskur framleiðari, og Capsule's Pride er ein útgáva við techno, house og ambient tónleiki grunda á samplingar av dialogi og tónleiki úr tiltikna japanska anime klassikaranum Akira frá 1988. Tú kennir straks á tær, at talan er um eina sterka sameining av upprunaligum keldutilfari og einum nýggjum listaligum høpi. Visiónin hjá Bwana drívur verkið. Fittligir bitar av bæði dialogi og tónleiki úr Akira ganga aftur, men Bwana hevur hegnisliga formað tilfarið í nýggjum dansigólvsstílaðum høpi. Útgávan hóskar seg somuleiðis til friðarliga lurting í eitt nú oyrabúffum. Eg havi skrivað meira um útgávuna her. Hon finst ikki á Spotify, men kann niðurløðast ókeypis.

Camera: Phantom of Liberty
Árið var av álvara farið at halla áðrenn eg uppdagaði hesa plátuna, men hetta er ikki nøkur hissini pláta fyri tað. Camera er ein týsk krautrock trio, og á Phantom of Liberty (uppkallað eftir einum Luis Buñuel filmi) veita teir eina íblásta rundu av dygdargóðum krautrokki. Tónleikurin er á tremur við tilsipingum til NEU!, Cluster o.a., eins og nýggjari nøvn sum íslendsku Apparat Organ Quartet, finsku K-X-P og ensku Kling Klang. Trummuleikarin Michael Drummer (!) ákallar treytaleysa motorik groovið hjá Klaus Dinger, sála, og løgini eru so passaliga kryddaði við retro synthum. Eisini má tað sigast at vera gleðiligt at hoyra spillfeskan krautrock spældan av týskarum úr Týsklandi! Onkuntíð fær ein nevniliga ta fatan, at krautrock var eitt 70'ara fyribrigdi burturav, og tá er tað gleðiligt at hoyra eitt aktuelt týskt krautrock navn sum Camera, ið enntá heldur til í høvuðsstaðnum Berlin. Frálíkt!

David Bowie: ★
Ein skelkur fór gjøgnum tónleikaheimin, tá tað frættist, at tónlistamaðurin og ikonið David Bowie var farin foldum frá. Tíðindini frættust mánamorgun 11. januar, og fríggjadagin 8. januar útgav hann sína sjeyogtredivundu útgávu, Blackstar ella ★. Plátan hugtók longu frá fyrsta sekundi, og hugbindingin bara vaks næstu vikurnar og mánaðirnar. Hugbindingin mótvegis tónleiki, teksti, ljóðmyndum, súmbolum og ikki minst tí fantastiska plátuhúsanum, ið framhaldandi avdúkar loynidómar. Ein New York'ara jass kvartett undir leiðslu av saksofonleikaranum Donny McCaslin spælir undir, og góði gamli Tony Visconti situr handan knøttarnar. Ein hegnislig útgáva við tilsipingum til avantgarde, fríjass og elektronika, tó at hetta í grundini er snúðigur rokkur við popp tevi. Bowie var ein meistari, og ein kundi neyvan ímynda sær eitt betri farvæl. Í januar luttók eg í heiðurssendingini Til Himmals við Bowie (samrøðan kann hoyrast frá 28:30). Skrivaði minningarorð um Bowie her og tók samanum her.

Frank Ocean: Blonde
Fyri 10+ árum síðani var r'n'b eitt meginstreymsfyribrigdi. Tað er tað sum so enn, men nú á døgum hevur r'n'b eisini fingið sítt alternativa mótsvar til meginstreymin, eins og rokkurin fekk tað á sinni. Summi alternativ r'n'b nøvn liggja á markinum millum tað alternativa og meginstreymin, og Frank Ocean er ein teirra. Eftir at hava bergtikið við miksteypinum Nostalgia ULTRA (2011) og debutplátuni Channel Orange (2012), og eftir at hava teasað við nýggjari plátu í langsamiliga tíð, var Blonde loksins útgivin í august mánaði. Ein framúrskarandi góð pláta við denti á tað abstrakta og leitandi. Fleiri løg hava t.d. ongar trummur ella beats. Hetta er opin og ekspressionistiskur tónleikur. Kortini eru løgini melodiøs og (hug)fangandi. Tummil upp.

Jóhann Jóhannsson: Orphée
Tað er longu 15 ár síðani eg varnaðist íslendska Jóhann Jóhannsson. Fyrstu ferð var tá hann leikti við tiltiknu Apparat Organ Quartet - eg gloymi ongantíð tá vit í Gestir spældu konsert saman við teimum í Norðurlandahúsinum á Listastevnuni 2003 - og seinni sum tónaskald í egnum navni. Fall pladask fyri útgávuni IBM 1401 - A User's Manual (2006), har bæði konsept og tónleikur raktu hjartastreingir. Seinnu árini hevur yrkisleiðin sum filmstónaskald fingið luft undir veingirnar við tónleiki til filmar sum PrisonersThe Theory of Everything, Sicario og Arrival, og næsta stóra uppgávan er einki minni enn Blade Runner 2049! Tað serstaka við Orphée er, at tað er fyrsta útgávan í longri tíð, sum ikki er eitt soundtrack. Gamaní er hon filmisk sum ber ólukkan, men tað er bert Jóhannsson sjálvur, ið setir treytirnar. Orfeus mýtan og ymsar endurforteljingar av henni eru tematiskt grundtilfar. Klangliga ferðast vit rættiliga víða, men afturvendandi temu binda alt saman í eina heild. Eyðkent og Jóhannssonskt.

Kyle Dixon & Michael Stein: Stranger Things vol. 1 & 2
Tað eru fleiri orsøkir til, at eg eri fegin um Stranger Things, og ein teirra er so avgjørt frálíki tónleikurin, ið sipar til nógv av tí besta úr 80'unum. Røðin gjørdist eitt hitt størsta poppmentanarliga fyribrigdið í 2016, og so er tað gott eisini. Tónleikaliga er fyri tað mesta talan um styttri motiv og temu, ið hava við persónar og hendingar úr røðini at gera. Eisini eru onkur longri løg uppi í. Sipað verður lystiliga til 70'ara og 80'ara synthesizer tónleik a la Tangerine Dream, John Carpenter, Vangelis, Giorgio Moroder v.fl. Tað eru teir báðir Kyle Dixon og Michael Stein úr amerikanska synthwave bólkinum S U R V I V E, ið hava framleitt tónleikin við eini røð av tiltiknum 80'ara synthesizarum. Meir um evnið her.

Leonard Cohen: You Want It Darker
Fjúrtanda plátan hjá Leonard Cohen kom út bert fáar vikur áðrenn hann andaðist. Plátan er eitt slag av framhaldi av Old Ideas (2012) og Popular Problems (2014), men hon hevur kortini sítt egna sound og tema. Í stuttum er hon eyðkend av álvarsemi, men Cohen dugir at bera tað. Her merkist, at elli hevur sett inn, at sansirnir svíkja og/ella vikna. Leonard er klárur at fara. Hetta er ein uppgerð ella eitt farvæl. Ein vakur og minimalistiskur svanasangur, vakurt framleiddur av soninum Adam Cohen. Eg var í "Góðan Morgun Føroyar" og tosaði um útgávuna sama morgun, sum hon var útgivin, og so var eg eisini við í Cohen heiðurssendingini So Long, Leonard, ið var send eftir at hann andaðist 21. september (samrøðan kann hoyrast á 34:00).

Mark Pritchard: Under The Sun
Mark Pritchard er gamal í garði innan enskan elektroniskan tónleik. Tað er tó ikki fyrrenn fyri kortum at hann er farin at útgeva tónleik í egnum navni. Millum nøvnini, ið hann áður hevur verið settur í sambandi við teljast Global Communication, Jedi Knights, Reload og Harmonic 313. Í løtuni hevur hann sáttmála við virda plátufelagið Warp Records, ið hava útgivið Under The Sun. Eg var beinavegin hugtikin av hesi plátuni, tá eg byrjaði at lurta eftir henni í vár. Sterk hugløg og flótandi ljóðmyndir. Stilistiskt koma vit eitt sindur víða um, frá ambient yvir í okkurt slag av elektroniskum folk, og so eru eisini onkrar techno kendar løtur. Fleiri gestasangarar royna seg á útgávuni, eitt nú Bibio, Thom Yorke og Linda Perhacs. Ein gjøgnumarbeidd og atmosferisk pláta við elektroniskum klangbotni. Komið verður víða um, men raðfylgjan er væl frágingin og alt hongur saman sum tað skal. Lekkurt.

Morgan Delt: Phase Zero
Kaliforniska sýruhøvdið Morgan Delt gav sína aðru plátu út í ár. Á sjálvnevndu debutini frá 2014 flippar hann meira út, men á uppfylgjaranum Phase Zero stendur sangskrivingin sterkari. Hetta er hansara fyrsta útgáva á plátufelagnum Sub Pop, og tað sigur eitt sindur um settu kósina. Delt hevur skrivað og innspælt tónleik síðani barnsbein, og hann hevur m.a. útgivið eina røð av kassettubondum. Tað er tó ikki fyrrenn seinnu árini, at hann er farin at geva alment út. Hann hevur m.a. framført við Flaming Lips, og huglagið er ikki heilt ólíkt teimum og eitt nú Tame Impala. Delt hevur tó sítt egna twist uppá psykedeliskan popp anno 2016. Tað vóru tíðarskeið í ár, har eg lurtaði rættiliga intenst eftir hesari plátuni, og tí skal hon við her.

Okkultokrati: Raspberry Dawn
Um Svøríki er norðurlendska popp tjóðin, er Noreg norðurlendska rokk tjóðin. Eingin annar um okkara leiðir skarar so regluliga framúr við óvanliga góðum esoteriskum rokk plátum, har okkurt heilt serstakt er á vási. Serena Maneesh, 120 Days, Electric Eye v.fl. - nøvn, ið hava latið seriøst góðar plátur úr hondum seinastu 10 árini. Fyri ikki at tala um sterka og dapra arvin frá black metal 90'unum og tí, sum síðani er komið hagani. Í Noregi meina tey business, og Okkultokrati (fantastiskt navn!) leggja seg afturat listanum við Raspberry Dawn. Ein glóðheit grýta, ið spruttar av post punk, black metal, industrial og rúmdarrokki. Um Joy Division jammaðu við Darkthrone. Okkurt tann vegin. Útgivið á Southern Lord Recordings, og tað átti at sagt eitt sindur. Dyrkingarvert.

Orka: Vað
Tað kennist sum eitt rættiligt skamtalop hvørja ferð Orka kemur við nýggjari plátu, og Vað er einki undantak. Plátan er skriva og framleidd í London og New York av Jens L. Thomsen og Alap Momin, m.a. kendur sum Oktopus úr Dälek. London duoin LV hevur gjørt additional production. Við stýrisvølin stendur Jens, og hetta er fyrsta techno plátan frá einum føroyskum artisti. Hon er instrumental, minimalistisk og prosess orienterað. Tvs. tú hoyrir prosessina ella tað prosessuella í tilgongdini. Tú hoyrir tey fáu ljóðførini, ljóðini og ljóðsporini, ið eru við í hvørjum lagi. Tað er sum um at fleiri løg vera skrellaði burturav í mun til undanfarnu útgávuna Leipzig, ið var merkt av tí soniskt mettaða og ríka. Men har Leipzig var melankolsk og sein í tempo, er Vað meira upbeat og, tori eg at siga tað, dansivinarlig. Her verður skorið inn á bein og brotið upp úr nýggjum. Í føroyskum høpi liggur hon væl uttanfyri tað vanliga, og hetta síggi eg sum eina styrki, tí okkum tørvar at víðka karmarnar. Ein djørv, treytaleys og djúpt hugfangandi pláta.

Nick Cave & The Bad Seeds: Skeleton Tree
Nick Cave er eitt av hesum listafólkunum, ið bara knossa víðari líkamikið hvat, og tað tey lata úr hondum er næstan ræðandi í vavi. "You've got to just keep on pushing, keep on pushing, push the sky away" sang hann á seinastu útgávuni frá 2013. At skumpa himmalloftið burtur til tess at vita hvat er hinumegin. Ikki hissini mynd. Kortini kemur ein ikki uttanum tragisku umstøðurnar, ið nú gera seg galdandi. Sonurin Arthur Cave datt oman og doyði, bert 15 ára gamal. Cave hevði skrivað flestu tekstirnar áðrenn vanlukkuna, og kortini dryppar øll útgávan av sorg og missi. Røddin rystir av hesum sama. Ein intens og hugtung pláta. Hetta kann tónleikur eisini.

PJ Harvey: The Hope Six Demolition Project
Tvinnar ferðir untist mær at hoyra PJ Harvey live í ár. Í Keypmannahavn fyrst í oktober og aftur á Airwaves í Reykjavík fyrst í november. Polly Jean í essinum, 10 fólk á palli, gjøgnumførd ljóðmynd og solid sangskriving, har tilfarið frá tveimum teimum nýggjastu útgávunum fylti mest. Tað, sum slóð meg á báðum konsertunum er, hvussu langt tú kemur við góðum tifari. Við dygdargóðum løgum ber nógv til. Hetta er ein ráari og óðari pláta enn hin somuleiðis sterka Let England Shake frá 2011. Ta ferðina hugdi hon inneftir, nú hyggur hon úteftir. PJ skrivaði sangirnar til plátuna umframt yrkingasavnið The Hollow of The Hand í tíðarskeiðinum frá 2011-2014 meðan hon ferðaðist til Kosovo, Afganistan og Washington D.C. saman við fotografinum og filmsskaparanum Seamus Murphy. Meiningarnar eru ymiskar um politiska innihaldið og -boðskapin á plátuni, men tað kemst ikki uttanum, at tann tónleikaligi parturin stendur sterkur. Live eins væl og á plátu.

Radiohead: A Moon Shaped Pool
Uttan iva tann útgávan, ið eg havi lurtað mest eftir í ár. Radiohead havi eg leingi verið stórfjeppari av, og lítið er broytt. Sum eg skrivaði í mínum ummæli av plátuni: "Tað má undirstrikast enn einaferð, at sangirnir eru heilt ólukksáliga væl lagdir til rættis á hesi plátuni. Har henda allatíðina spennandi ting í ljóðmyndini, og samstundis er tónleikurin róligur og ikki yvirspældur. Fantastiskt. [...] Hetta er ikki ein pláta, ið kemur loypandi út úr hátalarunum. Hon er ov friðarlig og rólig til tað. Best er at geva sær tíð at lurta og njóta. Hon er tað verd. Radiohead hava gjørt tað aftur. Ein framúrskarandi góð pláta. Góðir sangir, góðir tekstir, góðar útsetingar, góðar ljóðmyndir, gott ljóðbland o.s.fr. Av teimum níggju útgávunum plaserar hendan seg ovarlaga. Í ovaru helvt, so segði hann."

Sakaris: Music Is Never Gonna Make Me Rich
Sakaris er ein eginsom stødd í føroyskum tónleiki. Har nógvur annar tónleikur her á landi so ella so hevur eitt "føroyskt" ella "norðurlendskt" ljóð, ljóðar Sakaris av onkrum heilt øðrum. Japan kanska? Telduspælstilsipingarnar í væl framleidda elektroniska popp universinum eru har so í øllum førum í ríkiligum máti. Sum framleiðari hevur hann tikið seg nógv fram síðani debutina I Have Beautiful Eyes. Tað góða við tónleikinum er, at hetta er poppur við eksistentiellari dýpd. Tann mest peppaði sangurin kann innihalda ein djúpan sorgblíðan tanka. Hjá Sakarisi ganga sorg og gleði hond í hond, og djúphugsni hoyrir eisini heima á dansigólvinum. "Music is never gonna make me rich, it's only gonna save my soul". Hatta var ein av teimum góðu í ár, og ein grundkensla eg kann kenna meg aftur í (disklaimari: Eg spæli við live bólkinum hjá Sakaris, men havi ikki havt nakað við plátuna at gera).

Solange: A Seat At The Table
Best sum ein helt, at Beyoncé átti 2016 fult og heilt við Lemonade, kom lítlasysturin Solange Knowles á vøllin við teirri sterku A Seat At The Table. Har Beyoncé hevur eina meira treytaleysa meginstreymstilgongd til tónleikin og ídnaðin, leggur Solange ístaðin á ummælaravinarliga hipstarabógvin (tó at báðar útgávurnar hava fingið sera jalig ummæli). Áður hevur Solange sannført við frálíku EP'ini True, ið var framleidd saman við Devonte Hynes (Blood Orange), og á nýggju útgávuni samstarvar hon við r'n'b framleiðaran og tónleikaran Raphael Saadiq. Úrslitið er ein luftkend, minimalistisk soul/r'n'b pláta við politiskum broddi. Tekstliga og tematiskt eru viðurskifti hjá afrikonskum-amerikanarum til viðgerðar, og hetta gongur aftur í teimum mongu "interludes" á plátuni, har familja og kenningar hjá Solange siga frá lívsroyndum. Fyrst og fremst er tað tó væl frágingni tónleikurin, ið stendur sterkur.

Steve Hauschildt: Strands
Í 2016 hava analogir synthesizarar av álvara fingið rásarúm í meginstreyminum (sí Stranger Things omanfyri), og ein av ársins bestu synthesizer plátum er Strands hjá Steve Hauschildt. Hetta er frálíka væl framleiddur ambient, drone og arpeggio synthesizer tónleikur. Útgivin á legendariska drone plátufelagnum Kranky, og Hauschildt er ikki nakar ársungi innan sjangruna. Áðrenn hann fór solo spældi hann við í slóðani amerikanska 00'ara synth bólkinum Emeralds, ið m.a. góvu hina frálíku Does It Look Like I'm Here? út í 2010. Á Strands kanaliserar Hauschildt meistarliga tvinni tíðarskeið: krautrokkin frá 70'unum og IDM/chillout rákið frá 90'unum. Ein nærum fullkomin og vælljóðandi samanrenning.

200: Reytt Pass
200 hava í skjótt 20 ár pilkað við eymu støðini í teirri føroysku fólkasálini. Reytt Pass er sætta 200 plátan, og hon brakar avstað frá fyrsta sekundi. Ein serstakliga væl upptikin og miksað útgáva, hesuferð við Fred Ruddick handan knøttarnar. Sum nakað nýtt vera synthesizer stabs, vocodari og soulsystrakór (a.k.a. "The Stina Singers") brúkt til at undirstrika riff, niðurløg o.a. Væleydnaðu retro soul elementini, ið fyrstu ferð vóru at hoyra á Vendetta (2012) venda aftur á 'Heini Hatar', heitislagnum 'Reytt Pass' og 'Sangurin um at selja sína sál og integritet'. Aðrastaðni eru menn bítandi svakir sum fyrsta dagin, t.d. í 'Punkurin frá helviti 666', 'Red Sonja' og 'Makt 2'. Spennandi gestir sleppa eisini framat, eitt nú veitir íslendski Ottarr Proppé (HAM, Dr. Spock) eina herliga yvirgearaða cameo á 'Kristin Dómur', og rapp duo'in Swangah leggur sveiggj á heitislagið. Reytt Pass er ein fresandi tvørskurur gjøgnum føroyska dupultsamleikan. Knallgóð pláta á knallreyðum vinyli.

A Tribe Called Quest: We Got It From Here…Thank You For Your Service
Navnframi 90'ara rapp bólkurin A Tribe Called Quest kom púra óvæntað aftur í aftur, aftaná 18 ára útgávusteðg. Ongin væntaði nýtt frá bólkinum, og so slett ikki tá annar rapparin Phife Dawg andaðist fyrr í ár. Onkur vildi kallað tónleikin hjá bólkinum fyri "jass rapp" ella "alternativt hipp hopp". Í øllum førum slóðaðu teir fyri at knýta rapp at einum sofistikeraðum og intelligentum soniskum heimi, við denti á jaligar og sosialt informeraðar tekstir. Hetta í eini tíð, har gangsta rappið á vesturstrondini í USA setti eina ráari og í mongum føri harðskapssinnaða kós. TCQ eru tó at rokna sum eysturstronds rapp, enntá úr hipp hopp vøgguni New York. Tað hoyrist eisini. Persónliga yndisútgávan er framvegis The Low End Theory frá 1991, men nýggja útgávan sannførir. Frálíka væl frágingið eysturstronds rapp við atmosferiskum ljóðmyndum og feitum beats. Eisini 18 ár seinni, har fleiri av teirra lærusveinum hóskandi eru við sum gestir. Ársins comeback á plátu.

Tweed & Hyenas: Yates
Ársins surprise. Sum í ársins mest óvæntaða útgáva. Eg visti einki um hesa útgávuna undan henni, visti ikki eingongd av, at hon var ávegis, og tað einasta eg visti um bólkin var, at Tweed er artist navnið hjá Jón Klæmint Hofgaard, áður kendur sum gittarleikari í Lama Sea og hjá Guðrið Hansdóttir. Tweed & Hyenas er Jón Klæmint við bólki. Eg var til lurtigildið í Sirkus tá útgávan kom út, og eg var stak hugtikin av fullfermdu plátuni, ið ljómaði burturúr ongum. Okkurt slag av lýriskum soul/jazz/rokk tónleiki. Innspælt í London, har Jón Klæmint hevur búleikast inntil fyri kortum. Eg gjørdi eina spontana samrøðu við hann og framleiðaran Sean Woodlock eftir at hava hoyrt útgávuna, so tað verður meir at frætta um útgávuna. Á skrift. Inntil tá kunnu tit njóta útgávuna, ið nú eisini er úti á vinyli á Plátufelagnum Tutl.

---

Hatta var tað. Seks av útgávunum omanfyri eru annars umboðaðar í hesum miksinum. Hugleiðingar um miksið eru at finna her.

Nú vit eru við tað, so er onkur eftirlaging forrestin gjørd í Ársins Plátur '15.

Comments