King's X

Tape Head (1998), Please Come Home...Mr. Bulbous (2000) og Manic Moonlight (2001) hjá amerikansku power trio'ini King's X, ið altíð hevur borgað fyri eini meistarligari samanseting av tungum riffum, progg elementum, gospel íblástum tríraddaðum sangi og musikalskum dugnasemi. 

Útgivnar á vinyl fyri fyrstu ferð nakrantíð á finska plátufelagnum Svart Records, ið m.a. spesialiserar seg í reissues av klassiskum tungmálmsútgávum. Allar tríggjar sum snotilig gatefold, nummereraðar og finnnast bert í 500 eintøkum hvør. Eg visti ikki av, hvussu væl eg tímdi at eiga júst hesar pláturnar inni, men Oceania Records er eitt gott mið, og eg fekk tær lagdar til viks herfyri.

Mong vildu gamaní sagt, at gylta tíðarskeiðið hjá King's X er tær fyrstu seks pláturnar á Megaforce/Atlantic í tíðarskeiðnum 1988-1996, og ja, tær pláturnar eru eisini klassikarar. Men við Tape Head repaðu teir management seglini (stóri gjøgnumbrotsdreymurin manifesteraði seg ongantíð), skiftu til kult plátufelagið Metal Blade og byrjaðu sjálvir at framleiða og innspæla í egnum heimastudio. 

Tað hoyrist eisini, tí her eru teir so deiliga loose og fríir í tí. Sangirnir eru framúr góðir. Á Please Come Home...Mr. Bulbous er tónin daprari og meira progg skeivur. Eisini ein góð pláta, sum eg lurtaði nógv eftir. Og á Manic Moonlight brúka teir loops, ið teir eisini fingu øgilig høgg fyri tá í tíðini. Rokk og málmsfjepparar eru ofta gysiliga konservativir. Í tíðini kring aldarskiftið lurtaði eg heilt øgiliga nógv eftir hesum trimum útgávunum, og tað er stuttligt at eiga tær á LP eisini.

Annars hava King's X nýggja plátu í umbúna - tann fyrsta í eini fjúrtan ár - og tað verður spennandi at hoyra hvat teir diska upp við. Sangarin og bassleikarin Doug Pinnick er farin um tey sjeyti. Eg var saman við øðrum góðum fólkum, einamest eysturoyingum, á Lille Vega í 1999 og sá teir spæla. Eg var átjan ár, og tað var ein so ræðuliga góð konsert. 

Ragnarrokk sendingin hevði samrøðu við Grinder Blues herfyri, har hoyrdi man m.a. Doug Pinnick hugleiða um føroyingarnar, sum komu á konsert. Tann sendingin var kringvarpsgjaldið verd. Og í 2009 fekk Petur Pólson gittarleikaran í King's X, Ty Tabor, at spæla solo á sanginum 'Andvekur' av plátuni Tokyó. Tá vóru vit í sjeynda himli.

Comments