Joan Baez: Any Day Now (Vanguard, 1968) á dupultum vinyl. |
Seks sangir høvdu ikki verið útgivnir áður, tá henda plátan kom út í desember 1968. M.a. ‘Love Is Just A Four Letter Word’, ið Dylan mestsum skrivaði til Baez, og sum Baez gjørdi til sín sang. Tað er eisini Baez sjálv, ið hevur gjørt tekningarnar til sangirnar. Tær síggjast á for- og baksíðu, og innaní gatefold eintakinum, ið eg fann í einum Accord handli í Keypmannahavn einaferð í tíðini.
Ein dupult LP við sekstan sangum. Mín favorittsíða er helst síða B, har Baez leggur fyri við eini intensari a cappella tulking av The Band klassikaranum ‘Tears of Rage’. Hevði tann framíhjárætt at hoyra Dylan framføra henda sangin við bólki á konsert í Odense í 2008. Tá var lagið gott á teimum har frammi.
"This is a collection of Bob Dylan's songs sung by Joan Baez". Greið tala. "Recordings For The Connoisseur" er sloganið hjá plátufelagnum Vanguard, og eg velji at trúgva teimum! |
Aftaná ‘Tears of Rage’ fara Baez og bólkurin í holt við ‘Sad Eyed Lady of the Lowlands', sum var tað hitt mest sjálvsagda tingið í verðini. Tað er milt sagt imponerandi. Episka endalagið av Blonde On Blonde (1966) telist millum longstu sangirnar hjá Dylan, hansara episku sangir eru nærum ein sjangra fyri seg og tað er ikki øllum beskorið at tulka ein slíkan sannførandi. Men Baez kann - uttan at himprast.
Seinni avdúkaði Dylan, at hesin sangurin var til konuna, Sara Lownds. Hann syngur enntá um tað í ‘Sara’ av Desire (1975). Kennarar hava eisini gjørt vart við líkleikan millum “Lowlands” og “Lownds”. Men her er sangurin í hondunum á Baez, og hon kundi eins væl verið “The Sad Eyed Lady”. Meistarligt. Eitt njótilsi, sum bara veksur fyri hvørja lurting.
Comments
Post a Comment