Í Gøtu ein (hós)dag

Løtan, tá kenslan rakti og ein blotnaði - fyri tjúgundu ferð. Carlene Carter, dóttir June Carter Cash og Carl Smith (papppápin var sostatt Johnny Cash) spælir kontrikonsert. Áhoyararar hava akkurát dansað line dance, og tí er eitt tómt øki har frammi. Og gudhjálpitúmær um ælabogin ikki legst yvir Gøtuvág í júst hesi stund. Ringt at ganga við gron, tá ein slík sjón opinberast einum.

Dagurin byrjaði við at eg beyð familjuni farvæl og koyrdi til Leirvíkar, har Høgni tók ímóti við kjøti uppá breyð og kaffi afturvið. Jan Rúni kom eisini á gátt úr Fuglafirði, og so sótu vit og ótu og brúktu okkum um bæði leyst og fast. Vit fingu eisini stundir til at venja nakrar sangir í gjøgnum, og so pakkaðu vit bilin og koyrdu til Norðagøtu.

Hogni spælir akkustiska privatkonsert fyri delegates - bransjufólkum, ið eru á G! vitjan - í kjallaranum í Jákupstovu. Jan Rúni Poulsen spælir uppá Fuglfarðatrummu, meðan undirritaði spælir uppá indiskt harmonium og syngur kór. Myndina tók Steen Ove Toft, ið er bókari á spælistaðnum Blå í Oslo.

Í kjallaranum í Jákupsstovu tók hálvi gøtumaðurin, DIY einmansherurin og fullfermdi havnapunkarin Sigmund Zachariassen ímóti okkum. Vit riggaðu til, og so gekk bert ein lítil løta áðrenn delegate bussurin steðgaði í túninum, og eini tjúgu forvitnir delegates høvdu funnið sær sitipláss í kjallaranum í Jákupsstovu. Vit spældu einar fimm sangir, og Høgni fortaldi søgur. Hann fekk eisini fortalt, at vit altso sótu við gandasteinin hjá sjálvum Thrandi í Gøtu, og so vóru vit aftur vavd inn í hetta mýtologiska gøtiska, sum í øllum førum er eitt sterkt jørðildi fyri góðum søgum - tær verið seg heilaspuni ella ei.

Hugt verður eftir dysti í Víkingahúsinum. Leirvíkingurin Sølvi Vatnhamar skoraði bæði málini.

Tað Víkingakenda livir í øllum førum á staðnum í modernaðari útgávu. Eftir lokna framførslu leitaði eg mær nevniliga yvir í ovaru hædd í Víkingahúsinum í Sarpugerði, har seinni dysturin millum Europa FC úr Gibraltar og Víking úr Gøtu/Leirvík var vístur á stórskíggja. Víkingur vann fyrra dystin á Tórsvølli 1-0, so útgangsstøðið var gott. Víkingur vann seinna dystin 2-1, og avrikið var taktiskt væl frágingið niðri í 26 gradirs hitanum á Gibraltar (veðurforsøgnin hótti annars við fjøruti hitastigum - á Gibraltar). Víkingur er víðari í Conference League, og tað fegnast vit um.

Sólin skínur í Sarpugerði henda hósdag seinnapart, og lagið er gott.
Leitaði mær síðani yvir í Tøting í Syðrugøtu at fáa festivalarmbandið ásett. Í Tøting kom eg m.a. í prát við Jógvan Poulsen frá Radio.fo, ið fregnaðist um míni ørindi á festivalinum. Greiddi frá, at eg í ár eri við í panelinum til tiltakið Vinylmania í Fjósinum leygardag kl. 20.00. Vit endaðu við at gera eina samrøðu um vinyl (LPir, ikki gólválegging!) í góðveðrinum í túninum uttanfyri Tøting, og um hví vinyl formatið er so hugtakandi. Tit kunnu hoyra meira um evnið í Fjósinum leygarkvøldið!

Fyrsta konsertin, ið eg fekk um endan av, var við Marionnu Winther. Tað ljóðaði væl, og Marianna hevði ein góðan og væl fyrireikaðan bólk afturat sær. Eg gloymdi at taka mynd hesa løtuna. Síðani gekk leiðin oman á Sandin, har amerikanska Carlene Carter spældi eina autentiskt gigguta og væl svingandi kontrikonsert. Carlene Carter er dóttir June Carter Cash og Carl Smith (papppápin var sostatt Johnny Cash). Navnframa Carter familjan er partur av upprunanum til kontri, og stjúkpápin var ein einki minni enn ein legenda (ein mýtologi og onnur). Ikki hvør sum helst, sum stóð á palli hesa løtuna. Eg fekk eitt sindur av línudansinum, line dance, upp á band. So hevur man eisini sæð tað á G!øtusandi:


Eftir at hava sæð ein part av Carlene Carter konsertini gekk leiðin yvir í stúvstappaðu Grundina, tí her skuldu SIC spæla sína síðstu konsert nakrantíð. Tað gjørdist ein rørandi løta og eitt intenst, men samstundis eisini upplyftandi farvæl til SIC og til Mikkjal Gaard Hansen, sála. Har vóru mong tár feld, men eisini nógv smíl at síggja - bæði á pallinum og millum áhoyrararnar. Vakurt uppá tann brutala mátan. Takk fyri, SIC.

SIC í Grundini. Síðsta konsertin nakrantíð. Ein sterk løta.

Yviri á Spæliplássinum hoyrdu vit síðani Leu Kampmann spæla eina yndisliga sveimandi konsert, sum eisini var so passaliga pumpandi til tíðir - subbassarnir sluppu í øllum førum at folda seg út, og tað hóskaði seg til heildina. Lea og bólkurin høvdu skjáttuna fulla av nýggjum frálíkum løgum av plátuni If I Ever Made You Cry, I'm Sorry, ið kom út tíðliga í ár, og sum eg annars umrøddi nærri nú ein dagin.
Lea Kampmann á Spæliplássinum. Vakur dreymapoppur úr ovastu skuffu.

Og á eftirhondini væl fylta Sandinum spældi Marius Ziska við fullari manning eina stak vælljóðandi konsert við øllum teirra nýklassikarum umboðaðum:

So kom Søldafjørður floymandi. Marius Ziska á Sandinum. Nógv fólk, gott ljóð, góðir sangir. Tað slær ikki feil.
Í Fjósinum fekk systur mín Sunneva lokkað meg við til Gentuvesið live, har Pálsdóttir systrarnar skuldu leggja anonymu spyrjarunum lag á. Stak forvitnisligt.
Tað merkist, at Gentuvesið hevur sínar ídnu fylgjarar, hóast undirritaði er ein meira sporadiskur lurtari.

Liðið var nú út á midnátt, og á Sandinum var klárt til tað stóru áhoyraramagnetina hetta kvøldið: danska rapparan Tessa, ið lokkaði við væl snaraðum beats frá einum diskara, og hvassorðaðum dansktmæltum rappi. Aftaná nøkur løg komu nakrar dansarinnur út á pallin, og ja, tað bleiv sjeykað og koreograferað til tað stóru gullmedaljuna. Fólk tóktust at vera við uppá tað, men henda konsertin var tann, ið segði mær minst henda dagin/kvøldið. 

Eg havi ongantíð skilt hetta við donskum rappi, har ungir danir, ið altso eru uppvaksnir í heimsins tryggasta vælferðarlandi, skulu spæla skrappir og lata sum um tey eru á-so-bad-bitches-from-the-ghetto-hørð. Tað virkar pátikið. Gamaní, eg kann gott keypa argumentið við, at nú eiga kvinnurnar tørn at sleppa at brúka kjaft um sín opinskáraða sexualitet og hvørt av sínum, tí hetta hava mennirnir innan hipp hopp/rapp jú gjørt í mong áratíggju. Men í aðrar mátar var ikki nógv nýtt undir sólini. Tó so vóru nógv fólk har frammi til konsertina, og tey hava óivað hugna sær hesa løtuna.

Tessa á Sandinum.

Leiðin gekk skjótt víðari, og tá vit komu niðan frá sandinum, komu vit í prát við fólk, sum høvdu verið í Grundini og lurtað eftir danska málmbólkinum Iotunn við føroyska Jón Aldará sum sangara. Eg stóð har sum ein annar kánus, tí eg hevði ætlað mær at hoyrt Iotunn. Men tað var av ongum. Tað kann eg so bert iðra meg um. Hugsi at løtan hevði verið betur brúkt saman við Iotunn enn við Tessu, men soleiðis er viðhvørt. Øv.

Brynjolfur á Spæliplássinum.
Á Spæliplássinum var hinvegin lagt í ovnin til eitt brak av einari finalu hetta kvøldið, tí har skuldi Brynjolfur spæla sína fyrstu konsert í Føroyum í mong ár. Tað eru 16 ár síðani Brynjolfur flutti úr Føroyum, men har var altso millum tey fyrstu sum fóru undir at framleiða techno tónleik her á klettunum. Tá Undirbeat o.a. tók seg upp fyri eini 10-15 árum síðani, var Brynjolfur longu fluttur uttanlands. Tí var tað stuttligt, at síggja hann live í Føroyum aftur. 

Brynjolfur - Brynjolfur á Heygum og Andreas Dalsgaard - live á G! 2022.
Teir vóru tveir mans á pallinum: Brynjolfur á Heygum á synthesizarar og elektronikk, og Andreas Dalsgaard á trummum. Sameiningin av elektroniskari forritan og live trummum hilnaðist stak væl. Undir konsertini hugleiddu systir mín Sunneva og eg um hetta, at Brynjolfur øll árini hevur hildið seg til sín egna stíl. Upphavið í house og techno fornoktar seg ikki, hóast drøg úr eitt nú italo disco og synthwave eru komin afturat gjøgnum árini. Men Brynjolfur er enn Brynjolfur, og ger tingini uppá sín máta - hvussu enn so annars vendir við rákum og stílum úti í heimi. Ein góð og rave kend løta, og ein góður endi á hesum hósdegi. Og so ráddi annars um at sleppa sær í bilin og koyra til hús, tí nú var tað vorðið seint.

Konsertmakkarir <3 Systur og eg.
Náttarrave í Gøtu. Ein góður endi á einum góðum degi. Takk fyri okkum.
Framhald her.

Comments