Bestu plátur higartil í ár

 

Bloggurin hjá mær hevur fingið nýtt snið. Havi loksins veitrað farvæl til 00-ára blogger sniðið! (bloggurin var byrjaður í 2009, so tað hevði sínar orsøkir). Eg veit ikki um fólk lesa bloggar longur, ella um alt er druknað í SoMe og TikTok fjanti og fjasi. Leggi sum so heldur einki í tað. Hevur tú hug at lesa við, so lesur tú bara. Nýggja sniðið verður her markerað við nøkrum reglum um bestu pláturnar, ið eg havi lurtað eftir higartil í ár (við árslok kemur ein longri listi yvir ársins plátur).

Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, Allan Gravgaard Madsen, Aarhus Symphony Orchestra:
BEINTA - A Symphonic Song cycle

Ein serstakliga hugtakandi útgáva og verk eftir tey bæði Egilstrøð og Madsen. Eg havi longu skrivað eitt longri ummæli av plátuni í Dimmalætting, og tað er tøkt at lesa har. Tí fari eg at beina tykkum inn hagar. Og so fari eg at heita á tykkum um at lurta eftir hesi útgávuni - meira enn einaferð, tí tað loysir seg.

Beach House: Once Twice Melody
Áttanda plátan hjá Beach House er ein sonn frægd at leggja oyru til. Hetta er dreymapoppur, dream pop, úr Baltimore á amerikansku eysturstrondini. Ikki tí at Baltimore endiliga hoyrist í tónleikinum, tað er meira eitt landafrøðiligt faktum. Musikalsku fikspunktini eru enn sum áður Cocteau Twins og Julee Cruise, sála, saman við Angelo Badalamenti/David Lynch. Beach House gera kortini tingini uppá sín  máta. Ein vøkur og ambitiøs dupultpláta, ið eisini er tøk sum dupult vinyl (eitt shoutout hiðani til ídnasta plátupushara í eysturbýnum, Oceania Records, fyri at hála plátuna heim). Tað skal standa óalmindiliga illa til, um henda ikki verður við á listanum við árslok.

Blood Incantation: Timewave Zero
Mín nýggi yndis málmbólkur vísir seg eisini sum mín nýggi yndis ambient bólkur! Stak imponerandi virksemi, ið hesin bólkurin prógvar seg við. Blood Incantation eru langt frá at vera fyrsti málmbólkur, ið fer "full ambient", men teir koma ómetaliga væl frá uppgávuni. Á sci-fi íblástu cosmic death metal plátunum Starspawn (2016) og Hidden History of The Human Race (2019) fremja teir eina frálíka gransking av miðleiðini millum atmosferu og brutalitet, og á nýggju útgávuni Timewave Zero kava teir fullkomiliga niður í dark ambient og kosmische/kraut íblástar synth dronar. Ivist ikki eitt sekund í at limirnir hava rálurtað Tangerine Dream, Cluster, Harmonia v.m., men tað ger ikki upplivingina verri. Heldur tvørturímóti. Bravo!

Brimheim: Can't Hate Myself Into A Different Shape
Brimheim er eitt sera spennandi nýtt navn, ið hevur nógv ár á baki. Skilt á tann hátt, at artisturin aftanfyri hevur arbeitt og eksperimenterað við sínum samleika í langa tíð og er nú komin á eitt stað, har hon er klár at bjóða seg fram fyri verðini. Og vit vóna at verðin er klár at lurta. Í føroyskum høpi er tað m.a. áhugavert, at Brimheim er føroysk/donsk. Í grundini er Brimheim verkætlanin vorðin til uttanfyri føroyska tónleikaumhvørvið, hóast navn o.a. sjálvandi er føroyskt, og hetta kann gerast ein frísk innspræning í okkara lítla og tó só fjøltáttaða dunnuhyl. Talan er um eina sera væl framleidda og væl ljóðandi plátu við tónlistaligum útgangsstøði í alternativum 90-ára rokki a la PJ Harvey, hóast niðurløgini mangan eru bæði risastór og ósmæðið popput - sum er gott! Elektroniskir klangir sníkja seg eisini javnan uppí, og tað kryddar so deiliga um ljóðmyndina. Og so er plátan tøk á vinyl, og tá tímir ein straks betri at engasjera seg (eitt shoutout hiðani til Tutl á Glade hjørn fyri at hála plátuna heim). Heitið Can't Hate Myself Into A Different Shape er forrestin eitt gott boð uppá ársins mest millenial/zoomer-sliga plátuheiti :)

Burial: Antidawn EP
Plagi ikki at hava EPir við í slíkum listum sum hesum, men Antidawn er altso 45 min til longdar og hevur fimm skeringar og kundi í grundini verið marknaðarførd sum ein LP. Men Burial hevur ikki givið nakra slíka út síðani Untrue frá 2007, og tað er kanska ikki uttan orsøk, tí tann plátan er ein av bestu elektronisku útgávum í 21. øld. Kanska ringt at toppa eina slíka. Men Antidawn kann sanniliga nøkur ting. Sum eg skrivaði í januar kundi "dawn" ("degningur") í heitinum boðað frá, at lýst verður fyri degningi í einari nýggjari byrjan, men so er ikki. Hetta er hinvegin ein útgáva, sum er mikið hauntologisk - tilsipandi, fortíðarendurnýtandi og framtíðarleys. Hon upplivist sum eitt oyðilendi av vilstum fragmentum, ein kollasja uttan teleologiska framgongd. Men tak ikki feil; áhugaverd útgáva kortini.

Guðrið Hansdóttir: Gult myrkur
Guðrið Hansdóttir er komin aftur í aftur við síni fyrstu fulllongdarútgávu í fimm ár. Ein sterk og persónlig útgáva við sangum, ið eru skrivaðir saman við yrkjaranum Lív Mariu Róadóttir Jæger. Eg veit ikki um nakað skald, ið skrivar tekstir sum Lív Maria. Og eg veit ikki um nakran sangskrivara, ið smíðar songløg sum Guðrið. Hetta er okkurt slag av fólkatónleiki, ið kortini er sera modernaður í sínum úttrykki. Elegantar og væl tilrættislagdar ljóðmyndir við gittarleiki, klavertónum, strúkarum, kóri, einstøkum elektroniskum elementum og nógvari luft í útsetingunum. Ein deilig pláta, ið nokk skal fáa nógvar túrar afturat undir nálini. Og ja, hon er tøk sum føgur LP, og tað tíma vit (ordiliga) væl.

Jóhann Jóhannsson, Theatre of Voices, Paul Hillier & American Contemporary Music Ensemble: Drone Mass
Íslendski tónleikapallurin var fyri svárum missi, tá tónaskaldið Jóhann Jóhannsson andaðist bert 48 ára gamal í februar 2018. Í grundini var hetta ein altjóða missur, tí Jóhannsson var ein serstøk rødd innan modernaða tónsetingarlist og filmtónleik í 21. øld. Nú hevur plátufelagið Deutsche Grammophon útgivið verkið Drone Mass, ið verður lýst sum eitt av definitivu verkunum eftir Jóhannsson. Eitt modernað oratorium við tekstligum íblástri úr "The Coptic Gospel of the Egyptians", ið var funnið í Nag Hamadi í 1945. Sambært plátufelagnum er verkið í ætt við meditativu minimalismuna hjá Arvo Pärt og Henryk Gorécki, og tað fari eg at geva teimum rætt í. Hetta er sera hugtakandi tónleikur, og heitið bjóðar inn til fleiri útleggingar: ein "massi" ella ørgrynna av dronum, ein "dronandi messa" og so dronar sum musikalskt amboð og hugtak, sjálvandi. Skrivað fyri røddir, strúkikvartett og elektronikk. Tað er Jóhannsson sjálvur, ið avrikar elektroniska partin (upptøkur vóru sum skilst funnar og rekonstrueraðar av einum harddiski). Tey, sum syngja, eru Theatre of Voices og Paul Hillier, og tey kenna vit m.a. frá heimligum samstarvi við Sunleif Rasmussen, umframt mangt annað forkunnugt. Plátan er innspæld í Garnisonkirken í Keypmannahavn í 2019. Sera vøkur og til tíðir krevjandi útgáva, ið kortini veitir eitt andarúm í seinmodernaða resinum.

Kendrick Lamar: Mr. Morale & The Big Steppers
Suverent mest áhugaverdi rapparin seinastu 10 árini kom herfyri við síni fimtu studio plátu. Ein tónlistaliga tøtt og innihaldsliga rúgvusmikil útgáva, ið ferðast sera víða frá tí yndisliga til tað ágangandi - uttan at blunka. Lamar er eisini farin dupultplátu leiðina, og tað er at fegnast um, tí maðurin hevur heilt ótrúliga nógv uppá hjarta. Kanska ov nógv. Tað hava vit ikki tikið endaliga støðu til enn. Mr. Morale & The Big Steppers skal sodnast, og tað tekur tíð. Eitt hæddarpunkt er 'Mother I Sober', har sjálv Beth Gibbons úr Portishead syngur spøkilsiskenda niðurlagið. Ómetaliga gott. Lamar arbeiðir við sínum upphavi á hesi útgávuni, og farið verður bæði djúpt og gjølla til verka. Tað er ikki altíð líka tekkiligt at lurta eftir, men góð list nýtist ikki at vera tekkilig. Musikalska yvirskotið fornoktar seg ikki. Framhald fylgir.

Konsørn: 1418
Sum áður víst á, haldi eg meg m.a. hoyra drøg úr týskum súrkálsrokki og fronskum nítiára elektronika í tónleikinum hjá Konsørn - gamaní við egnum filmiskum og sveimandi norðuratlantsdámi. Við "týskum súrkálsrokki" meinast serliga við Cluster og hin meira lýriska partin av diskografiini hjá NEU! Og við "fronskum nítiára eletronika" meinast serliga við Air, ið eisini meistra tað eleganta og filmiska (hóast eg veit at teir báðir Poulsen og Kapnas eisini hava dyrkað seinnu útgávurnar hjá Air, har serliga Le Voyage dans la Lune frá 2012 stendir sum ein undirmett útgáva her tíggju ár seinni). Mær dámar sera væl 1418, og hon hevur longu fingið nógvar spælingar á heimliga anlegginum. Instrumental og luftkend løg, sum ikki gera nógvan háva av sær, hóast teir báðir hava úr at gera, tá teir spæla live. Konsørn spældu eisini eina so frálíka útgávukonsert í Auluni í Finsen í juni mánaði, har teir veruligu brúktu hølið og fingið okkum áhoyrarar við inn í upplivingina. Sera gott.

Lea Kampmann: If I Ever Made You Cry, I'm Sorry
Lea Kampmann kom við síni fyrstu fulllongdarútgávu í februar í ár, og nú er vinylin eisini komin. If I Ever Made You Cry, I'm Sorry er framleidd í samstarvi við Per Ingvald Højgaard Petersen, meðan Kampmann sjálv eigur orð og løg (lagið 'Ghost' er co-skrivað saman við Gretu Svabo Bech) og  hevur eisini framleitt nøkur løg einsamøll. Sangirnir eru gjøgnumarbeiddir, sangskrivingin er sannførandi og framleiðslan er stilistiskt gjøgnumførd. Væl úr hondum greiddur elektroniskur dreymapoppur - ikki ólíkt tí ljódliga landslagið, ið áðurnevndu Beach House ferðast innan - tó eisini við drøgum úr alternativum r'n'b í hesum føri. Sangirnir geva sær góða tíð, og plátan hevur sítt egna seina tempo - sum eisini er dámligt, tí tilfarið stendur hesum mát. Og ja, plátan er sum sagt eisini tøk á vinyl, og tað peppast vit um (takk Tutl!) Heitið If I Ever Made You Cry, I'm Sorry er í harðari kapping við Brimheim um ársins mest millenial-zoomer-sliga plátuheiti :) Yngra ættarliðið leggur algoyst á emotionella bógvin, men tað er nú eisini í lagi, tá tónleikurin livir upp til tað.

The Smile: A Light For Attracting Attention
Løgnasta síðuverkætlan, sum er komin frá Radiohead hópinum higartil. Skilt á tann hátt, at allar hinar síðuverkætlanirnar hava antin verið A. soloplátur, ella B. einstakir limir, ið hava samstarvað við aðrar tónleikarar um separatar verkætlanir. Her er tað altso tveir sera markantir Radiohead limir, Thom Yorke og Jonny Greenwood, ið samstarva við trummuleikaran Tom Skinner (áður kendur úr m.a. Sons of Kemet). Ein kundi freistast at skýrt Yorke og Greenwood fyri at vera kjarnin í Radiohead. Tað hoyrist í øllum førum sera væl á hesi plátuni, at teir báðir eisini plaga at hóreiggja sær listaliga í Radiohead, tí her eru nógvar øgiliga Radiohead'skar løtur. Serliga ljóða tey elektroniskt merktu løgini nógv sum musikalska móðurskipið. Men nógv á hesi plátuni er mikið gott fyri tað. Haldi serliga, at løgini við akkustiskum dámi standa sterk. Men altso... hetta minnir ólukksáliga nógv um Radiohead, og nú skulu teir ikki fara at gera nakað skítbýtt sum at koyra móðurskipið definitivt í dokk. Tað vildi, alt annað líka, verið ein missur fyri tónleikaelskarar her í 21. øld. #vitkrossafingrarfyritígginduradioheadplátuni

Spiritualized: Everything Was Beautiful
Ein gamal kenningur, ið eg havi fylgt í nógv ár. Petur Pólson, Bogi á Lakjuni og aðrir plagdu eisini at lurta nógv eftir Spiritualized. Henda plátan skuldi upprunaliga útgevast sum ein dupultpláta saman við And Nothing Hurt frá 2108, har fulla heitið so hevði verið Everything Was Beautiful And Nothing Hurt (ein tilvísing til Kurt Vonnegut, um nakar ivast). Men plátufelagsstjórin hjá Jason Pierce, ið altíð hevur verið oddamaður í Spiritualized, yvirtalaði hann til at deila útgávuna upp í tvær separatar plátur, har seinna helvtin altso kom út í vár. Her er (aftur) talan um eina mikið sannførandi og deiliga Spiritualized plátu, ið enn sum áður ljóðar 100% av Spiritualized - stórfingin gospel og psykedelia íblástur rokkur við eginsomu og inniligu røddini hjá Jason Pierce sum snúningsási. Noise og garasjurokk fortíðin í Spacemen 3 spøkir av og á. Fyrstu ferð eg var á konsert hjá Spiritualized var á Roskilde Festival í 2002. Tað var øgiliga gott. Aðru ferð var á Store Vega í 2012. Á teirri konsertini gjørdu vit m.a. hesa upptøkuna niðanfyri, og tað var heilt fantastiskt at hoyra henda sangin framførdan av Jason Pierce og co. Lurtar tú heilt til endans á upptøkuni, ið Solveig gjørdi við telefonini, so hoyrir tú undirritaða rópa í berum ovfarakæti! Hetta er ikki hvat sum helst, men eitt gamalt gospel lag, sum undirritaði eisini hevur tikið lógvatøk við á plátuni The Desert Holds A Flower (Tutl, 2009).


A ja. Árini ganga sína gongd, men tann góði tónleikurin er enn sum áður, so segði hin, góður! Og enn árið bert hálvrunnið. Vit hoyrast har úti!

Comments