Kommunal postmodernisma

Franski heimspekingurin og sosiologurin Jean Baudrillard (1929-2007) taldist millum teirra, ið royndu at lýsa postmodernismu sum deskriptivt hugtak til tess at greina samfelagsligar broytingar í seinmodernitetinum. 

Baudrillard menti í hesum sambandi hugtakið “simulacrum”. Heimspekingar hava leingi havt áhuga fyri fyribrigdinum, men Baudrillard var tann fyrsti at orða tað í postmodernaðari útgávu: her meinast við eitt kopi uttan ein original  sum í eini stigvísari gongd leiðir til tað sum er "hyperreal". Tað hyperveruliga er eitt savn av teknum og myndum sum skulu eitast at umboða okkurt sum veruliga finst, men sum tá avtornar endurgevur eina ógvusliga reingjan, ið ikki er tikin úr veruleikanum. 

Í Simulacra and Simulation (uppr. 1981) lýsir Baudrillard tær fýra líðandi ella stigvísu støðurnar hjá myndini, ið so líðandi loysist fullkomiliga frá tí, sum hon einaferð endurspeglaði:

1. Myndin er ein endurspeglan av einum grundleggjandi veruleika.

2. Myndin dylir og reingir ein grundleggjandi veruleika.

3. Myndin dylir fráveruna av einum grundleggjandi veruleika.

4. Myndin hevur einki sum helst samband við nakran veruleika yvirhøvur: hon er sítt egna reina simulacrum.

Spurningurin er so hvar ein eftirgjørd á - ein tykisá ella omaná - hoyrir heima í hesum samanhangi:

I. Er omaná ein endurspeglan av tí grundleggjandi veruleika, at har finst ein dálka Havnará niðri undir? 

II. Dylir og reingir omaná tann grundleggjandi veruleika, sum dálkaða og dulda Havnará er? 

III. Mugu vit fara so langt sum at viðurkenna, at Omaná dylir yvir at Havnará ikki longur er til?

IV. Ella er tað kanska enntá so rívandi galið, at Omaná er eitt simulacrum, ið skal fjala útyvir tað sannroynd, at Tórshavnar Kommuna, og alt sum í henni fyrigongur, er heilt og aldeilis leyst av øllum sambandi við nakran veruleika?  

Livst so spyrst.

#kommunalpostmodernisma #simulacrumfyrivíðarikomin


 

Comments