Morgindagsins sjónvarpsstudio


Havi nú í eina tíð roynt at funnið útav hvat tað eru fyri hugbindingar, ið eg fái tá eg síggi
Dag og viku í nýggjum sniði. Eri loksins komin til eina niðurstøðu og má í sama viðfangi spyrja: eru tað onnur har úti, ið eisini fáa eina slíka Morgindagsins genta vibe av nýggja D&V studio? Um ætlanin er at raka huglagið í avstralskum sjónvarps sci-fi úr 90-unum, so er talan um eitt rættiligt plettskot (!)

Tað vóru teir dagar, tá gentan Alana (leikt av Katharine Cullen) var høvuðspersónur í Morgindagsins genta á SVF. Til tykkum, sum ikki vóru børn og tannáringar í 90-unum: Morgindagsins genta, á enskum The Girl from Tomorrow, var ein avstralsk sci-fi sjónvarpsrøð frá 1991-92, ið var sýnd í táverandi SVF upp gjøgnum øll 90-ini.

Samandrátturin av The Girl from Tomorrow á imdb.com veit soleiðis at siga: "Alana, a teenage girl from the year 3000, finds herself trapped in 1990 with a criminal from the year 2500. Alone, and confused, she befriends a spirited girl named Jenny Kelly. Together they attempt to track down the time capsule which brought her there, while evading Silverthorn, the villain into whose hands it appears to have fallen.

Ikki eiti á. Alana dugdi eitt ting ella tvey og kom sum kunnugt allan vegin úr ár 3000. Hvør veit um Fólkaflokkurin kanska verður búgvin til javnstøðu um eini 1000 ár? Nei, eg spyrji bara. 😎

Morgindagsins genta var forrestin ikki einasta avstralska sci-fi røðin, ið átti fast innivist í SVF. Nøkur ár seinni kom Neri - Havsins genta, á enskum Ocean Girl, ið eisini átti nógvar sýningar í heimliga sjónvarpinum. Henda røðin tók ikki útgangsstøði 1000 ár frammi í tíðini. Hon var meira umhvørvistilvitað og lá stílistiskt yviri í tí tey rópa "near future" og "Deep ecology" sjangruni innan somuleiðis avstralskt sci-fi. Neri, leikt av Marzena Godecki,  dugdi væl at svimja og var góð við hvalir.

Hvussu enn er og ikki, so er kappingin harðna nógv á miðlamarknaðinum, har stroymingrisarnir væl og virðiliga hava gjørt sína innrás, og avstralskt ungdóms sci-fi sjónvarp hevur ikki tað støðu, ið tað plagdi at hava. Og so slett ikki í flow TV útgávu á SVF, ið forrestin var ein sjálvstøðugur stovnur afturi í 1990-unum inntil samanleggingina við ÚF í 2005. 

Burturúr samanleggingini spurdist KVF - Kringvarp Føroya, sum í dag stríðist við at verða eitt meiningsfult hugtak í talgildu flóðalduni. At gera nítiára sci-fi studiosnið til týdningarmestu sendingina á sjónvarpsflatuni er sum skilst ein av neyðugu raðfestingunum. Vit eru helst mong, ið síggja aðrar og meira átroðkandi raðfestingar fyri okkum, t.d. realiseringina og íverksetanina av einum seriøsum tónleikapolitikki í KVF.

Í Føroyum er at fegnast um, at genturnar, kvinnurnar, átaka sær alsamt fleiri hetjuleiklutir eins og í avstralskum sjónvarpsundirhaldi í nítiárunum. Allur bati bøtir, og vónandi skulu vit ikki bíða inntil ár 3000 fyrrenn nøkur líkinda javnstøða hómast á økinum.

#retrofuturismanertannbestafuturisman

Comments