Sement og Prix Føroyar

"Fýraogtredivu fara at royna seg". Grein í Dimmalætting 13. januar 1999.
Frálíkt at Sement verður sent í sjónvarpinum, og at sendingarnar verða gjørdar av Biit ungdómstoyminum hjá KVF. Ópretentiøsur og líkatil stílur við samrøðum millum framførslurnar. Annars verður javnan refererað til Prix Føroyar kappingina í prátinum, og tað verður tikið upp í saman at støðið í dag er nógv hægri enn tað var tá. Hetta verður skjótt ein "truisma" ella sjálvfylgja, so tað er vert at hyggja nærri eftir hvat liggur í júst hesum. Helst er okkurt um tað, at støðið á føroyskum populertónleiki sum heild er hækkað hesi áratíggjuni síðani aldarskiftið, og tað endurspeglast óivað eisini í teimum luttakandi bólkunum.

Prix Føroyar átti so munin, tá tað kom til kvantitet. Sum skilst eru 17 bólkar við til Sement í ár. Prix Føroyar kappingin kundi í 1999 bjóða uppá heili 34 bólkar, og undanumførini vóru hildin kring alt landið. Kjallarabólkamentanin hevði nógv sterkari fastatøkur í føroyskum ungdómi í tíðini kring aldarskiftið. Fyrimyndirnar vóru málmur, alternativur rokkur o.a. á MTV. Júst hetta fyribrigdið við kjallarabólkum kring landið tykist nógv meira avmarkað í dag. Í grundini er tað ikki ordiliga eksisterandi longur, og venjingarhølini eru eisini fækkaði nógv hesi 20+ árini. Men vinningarnir og møguleikarnir eru bæði størri og fleiri í dag enn teir vóru tá, so ein skuldi kanska trúð at tað vóru fleiri sum tóku kjansin og teknaðu seg.
 
Hetta at nógv færri bólkar eru kann eisini hanga saman við, at tónleikur í alsamt størri mun er vorðin eitt spesialist fyribrigdi í føroyska samfelagnum hesi seinastu 20-30-40 árini. Tvs. so líðandi er eitt eitt nógv meira definerað býti millum tey, ið fáast við tónleik og identifisera seg hareftir, og so tey, sum ikki gera tað, farið fram. Um hald er í hesum, so er tað í grundini spell, tí so hevur tann meira óformliga tónleikamentanin í Føroyum verið fyri bakkasti. Tað er tað, sum hendir tá tú bara hevur tónleikaundirvísingartilboð fyri summi - og ikki fyri øll (ja, nú bleiv tað kontroversielt, knappliga, men tað mugu tit bara tyggja uppá, góðu lesarar).
 
Prix Føroyar sendingarnar, ið KVF gjørdi tá í tíðini hava í dag kultstatus, og har var eisini lagt nógv fyri, umframt at NLH hýsti finalunum, ið vóru regulerar stórhendingar í føroyska lokalsamfelagnum, sum tá lá nógv fjarðari frá stóru verð enn tað ger í dag. Tað var altíð spennandi at fylgja við tónleikaliga partinum av Prix sjónvarpssendingunum, Prixið setti ferð á nøkur ting og tað er gull vert sum skjalfesting av teirri tíðini. Eg skilti tó ongantíð trongdina til at pakka sendingarnar inn í fjákalótir og ironiska distansu. Serliga sendingarnar frá 1999, har er tað heilt galið. Tað er sum um at man ikki torir at møta bólkunum í eygnahædd, og tí verður tað til skemtilig innsløg ístaðin. Helst ein ávirkan frá hinum tá altyvirskuggandi MTV og 90'ara ironiskum ungdómssendingum á DR, har alt skuldi ganga øgiliga skjótt fyri seg og annars verða so postmodernað og óálvarsamt sum gjørligt. Tað er møguligt, at summir av bólkunum ikki høvdu so nógv uppá hjarta, og tí mátti man finna uppá ymiskt fjas ístaðin, og so vóru sjálvandi aðrir bólkar, ið høvdu skemtið sum aðalmál og settu seg sjálvar í senu soleiðis. Alt í lagi við tí. Tað tykist tó sum at fjasið tíðum fór á autopilot. Tá man hyggur eftir tí í dag, er tað næstan spell, tí man fær rættiliga lítið innlit í bólkarnar og fólkini aftanfyri. 
 
Tá dámar mær nógv betri no-nonsense Sement formatið við samrøðum og viðmerkingum í eygnahædd, har tónleikurin og tey framførandi verða tikin í álvara.
 
Óansæð er tað áhugavert at fylgja við.

Comments