Í farnu viku høvdu undirritaði og Námsvísindadeildin vitjan av David Hebert, professara í tónleikaútbúgving (Music Education) á Western Norway University of Applied Sciences í Bergen, Noregi. David Hebert er vegleiðari á míni PhD verkætlan og er nú vorðin adjungeraður sum professari í tónleikaútbúgving á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Meðan hann var her, var David Hebert við á fundum og hevði framløgur fyri granskarum og starvsfólkum á Námsvísindadeildini, umframt at hann var gestaundirvísari á skeiðnum Tónleikur og siðvenja. Hetta er fjórða og seinasta skeiðið á tónleikalinjuni á Námsvísindadeildini undirvísingarárið 2022/23. Eg standi fyri og undirvísi í skeiðnum sum liður í míni PhD verkætlan, ið byrjaði 1. februar 2023.
|
Advancing Music Education in Northern Europe (Hebert/Bakke 2018) er ein av bókunum, ið eru sprotnar úr NNME - Nordic Network for Music Education.
|
Luttøka á ráðstevnum, skeiðum og fundum í ymsum londum merkir eisini, at ein sleppur at vitja ymisk spennandi støð. Í samband við hesa vitjanina í Føroyum góvu vit okkum eisini stundir til at síggja ymisk støð, tá arbeiðssetningurin fyri vikuna var liðugur. Fríggjadagin fóru vit á eina rundferð til ymisk støð í Føroyum, og landið vísti seg frá síni flottastu síðu henda dagin. Her eru nakrar myndir frá túrinum.
|
Fagurt yvir Funningi henda dagin. |
|
|
|
|
Gjógv.
|
|
Gjógv.
|
|
Risin og Kellingin.
|
|
Trøllkonufingur t.v. og Koltur til høgru.
|
|
Múlafossur í Gásadali.
|
Comments
Post a Comment