Tíðarrák

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen.

Stak áhugavert at vera við í útvarpssendingini Tíðarrák hjá Gunnar Nolsøe í Kringvarpi Føroya, har vit umrøddu tíðarrák innan populertónleik, bæði altjóða og lokalt. Broyttir lurtivanar, útbreiðslumynstur, framleiðsluhættir og stroyming. Søgan hjá rapp og hipp hopp mentanini, ið er farin um allan heim, hóast USA framvegis er miðdepil. Skiftið frá bólkum til einstaklingar. Sosialir miðlar, identitetur og tann individualiseraða tíðin. Fysisk format í mun til talgilda stroyming. Um vitlíki, live tónleik og visuellu dimensjónina í einari framtíð, ið er spennandi og samstundis sera torfør at spáa um. Um føroyska rapp og hipp hopp pallin, og hvussu føroyskir rapp tónleikarar gera sína egnu føroysku útgávu av hesum altjóða fyribrigdi. Um broytt mynstur á føroyska tónleikapallinum í 21. øld, har Føroyar er bundið saman í eitt alsamt meira samanvovið infrakervi. Um javnstøðu og umboðan í bæði heimligum og altjóða høpi, og um tónleikaútflutning og átøk úti sum heima. Eisini áhugavert at hoyra hvat Brimheim, Niclas Johannesen og Ragnar Davidsen og Steen Rói Lorenzen úr Swangah hava uppá hjarta.

"Knút Háberg Eysturstein er útbúgvin tónleikafrøðingur og er harumframt ph/d lesandi í tónleiki á Setrinum. Í samrøðuni við Knút skifta vit orð um eitt nú hví hip hop mentanin og rapptónleikurin hava yvirhálað rokkin. Og so verður eisini farið gjøgnum hip hop og rappsøguna."

Lurta eftir sendingini her.

Comments