"The Victory Symphony". Dømi um, hvussu Beethoven og hansara 5. symfoni vóru brúkt sum propaganda tilfar hjá teimum allieraðu undir Seinna veraldarbardaga. |
FSO tók ikki alment lut í kjakinum, men seinni frættist, at orkestrið hevði orðað eitt virðisgrundarlag. Helst ein ábending um, at kjakið kortini flutti okkurt handan leiktjøldini. Eisini vóru fleiri persónar úr tónlistarliga umhvørvinum, ið vendu sær til mín og onnur og tóku undir við, at hetta var eitt viðkomandi prinsippmál: hvar gongur markið fyri boykott?
Evnið fekk eitt sindur av viðgerð í miðlunum, eitt nú í tveimum greinum, sum eg skrivaði í Sosialinum ("Larmandi tøgnin"og "Dissidenturin Rachmaninoff"), og í eini sending hjá Biit ungdómstoyminum, har eg var ein av gestunum. Eystanvindar poddvarpið hjá Tór Marna Weihe, ph.d.-lesandi og serkønur í russiskum viðurskiftum, viðgjørdi eisini sama evni. Harumframt settu einstøk mentanar- og miðlafólk eisini sín dám á kjakið, millum annað á Listaportalinum.
Í framhaldi av undanfarnu greinunum verður hesuferð hugt nærri at søguliga bakteppinum handan kjakið um klassiska tónlist og boykott.
Klassisk tónlist í krígstíð – ein long søga
Kjakið um klassiska tónlist í krígstíð er ikki nýtt, men ein spurningur, sum hevur elvt til áhaldandi orðadrátt í meira enn eina øld. Í dag verður evnið javnan sett í samband við sonevnda strikingarmentan ("cancel culture") og tað, sum onkur vil kalla woke-mentan, men søgan vísir, at hetta er nógv meira enn ein nútímans ideologiskur spurningur. Hetta er ein kompleksur mentanarsøguligur trupulleiki, ið hevur verið partur av stórpólitiskum hendingum gjøgnum tíðirnar.
Sensurur og boykott undir fyrra heimsbardaga
Tá Fyrsti veraldarbardagi brast á í 1914, kom týsk mentan í mótvind – serliga í Bretlandi og USA. Í Bretlandi gjørdi Tory-parlamentslimurin Sir Arthur Markham seg til talsmann fyri, at allur týskur tónleikur skuldi takast av skránni á The Proms. Tó vóru aðrar, meira hóvsamar røddir, sum mæltu til, at bara nýggjari týskur tónleikur skuldi boykottast, meðan eldri tónaskøld sum Bach og Beethoven framvegis vóru góðtikin.
Í USA harnaði støðan í 1917, tá landið fór upp í kríggið. Hetta hevði við sær, at týsk tónlistarlig ávirkan minkaði munandi. Í The Metropolitan Opera í New York varð tónleikur eftir Wagner, Beethoven og Mozart tikið av skránni. Eisini varð samtíðartónaskaldið Richard Strauss bannað.
Karl Muck (1859-1940) |
Eitt av teimum mest ógvusligu dømunum var lagnan hjá týskt-fødda dirigentinum Karl Muck. Hann varð í amerikanskum miðlum á skeivum grundarlagi útnevndur til landsfígginda, eftir at hann á umtóktari konsert í Boston varð ákærdur fyri at nokta at spæla ‘The Star-Spangled Banner’. Hóast hetta seinni vísti seg at vera ósatt, varð Muck í 1918 settur í interneringslegu saman við konu síni og øðrum, ið vórðu mett sum fíggindasinnaðir útlendingar. Har vóru tey sitandi inntil 1919, tá tey vóru útvíst úr USA.
Karl Muck fekk gamaní føturnar fyri seg aftur sum dirigentur í Týsklandi, og har finnast upptøkur við honum og eitt nú Berlin Radio Orchestra. Hann vendi tó ongantíð aftur til USA, hóast hann fekk fleiri innbjóðingar. Karl Muck hevði sína seinastu konsert í 1933, á 50 ára deyðsdegnum hjá Wagner. Hitler taldist millum áhoyrararnar henda dagin. Muck andaðist í 1940 - áðrenn Seinni veraldarbardagi var av, og áðrenn nakar hevði reiðiliga funnið útav hvussu umfatandi ræðuleikarnir vóru. Tað gjørdist lagnan hjá Karl Muck, at verða “hvørki her ella har”.
Bókin The Karl Muck Scandal - Classical Music and Xenophobia in World War I America eftir Melissa D. Burage greiðir nærri frá søguni hjá Karl Muck, dirigenti. |
Mentanarpolitikkur undir øðrum heimsbardaga
Hóast avbjóðingarnar undir Fyrra heimsbardaga, varð framferðarhátturin øðrvísi undir Seinna heimsbardaga. Hesa ferð vóru vesturlond meira varin við at sensurera týska mentan, men kortini var kjakið um tónleik í krígstíð eisini heitt hesi árini. BBC hevði eina tvíbýtta tilgongd til týska tónlist: meðan ávís verk eftir Wagner og onnur nasismutengd tónaskøld vórðu frámæld, varð eldri týskur tónleikur framvegis spældur, tó við ávísum avmarkingum.
Tað merkisverda er, at meðan nasistarnir royndu at gera týska tónlist til ein part av sínum propagandaapparati, varð henda sama tónlist eisini nýtt av teimum allieraðu. Beethoven, sum nasistarnir vildu seta í miðdepilin fyri sínar mentanarligu visjónir, gjørdist eisini eitt sterkt mótstøðusymbol – eitt nú tá BBC brúkti tað kendu byrjanina í hansara 5. symfoni ("V for Victory") í síni krígsútvarping. Samstundis vóru fleiri týskir tónleikarar og tónaskøld útihýst frá almennum sendingum, eitt nú ímóti endanum av krígnum.
![]() |
V for Victory postkort frá 1940unum. Fløggini hjá teimum allieraðu og fyrstu fýra tónarnir úr 5. symfoni hjá Beethoven eru eisini avmyndaði. |
Tá tónleikurin verður politiskur: Beethoven, Rachmaninoff og mentanarlig togtogan
Beethoven var sostatt eitt mentanarligt stríðsmál undir Seinna heimsbardaga, har bæði nasistarnir og teir allieraðu royndu at seta hann í sín egna samanhang. Nasistarnir hildu hann vera eitt symbol upp á týskan hetjuskap, meðan tey allieraðu brúktu teir fyrstu tónarnar í hansara 5. symfoni sum eitt tekin um sigurin á fasismuni. Sama slag av togtogan sæst í dag við Sergei Rachmaninoff (1873-1943), sum bæði vesturheimurin og Russland royna at gera til sín.
Rachmaninoff flýddi frá bolsjevikunum í 1917 og gjørdist eitt ikon fyri tað eksil-russiska mentanarumhvørvið í vesturheiminum. Kortini verður hann í dagsins Russlandi lyftur fram sum ein partur av tí tjóðskaparliga arvagóðsi, sum Kreml ynskir at styrkja. Vesturheimurin hevur hildið fast við, at Rachmaninoff var ein dissidentur, meðan Russland roynir at seta hann í eitt patriotiskt ljós. Hetta vísir, hvussu tónleikur – líkamikið hvussu politiskt óheftur hann upprunaliga er – ofta verður tikin og brúktur til at tæna ymsum narrativum, alt eftir hvør hevur valdið.
Paul Barbier (1939). Franskt propaganda postkort frá 1939. "Vanlukka! Hvat hevur tú gjørt við Týskland!" Andsmennini Beethoven og Goethe ákæra diktatorin Hitler. |
Stríðið um listarligt frælsi
Spurningurin um, nær og hví list verður boykottað ella sensurerað, er altíð viðkomandi. Sjálvur haldi eg, at boykott og sensurur eigur at vera nýtt so lítið sum yvirhøvur gjørligt. Hóast eg í útgangsstøðinum haldi, at mentanarligt boykott ikki er nøkur loysn, er veruleikin ikki so einfaldur. Í ávísum førum hevur mentanarligt boykott verið brúkt sum amboð í stórpolitiskum stríði, og søgan vísir, at mørk hava altíð verið sett – men av hvørjum, og við hvørjum avleiðingum?
At lýsa hetta sum “cancel culture” er ein ov einføld og søgufátøk tulking. Listarligt frælsi hevur altíð verið ein politiskur spurningur, og søgan vísir, at sensurur og boykott ikki bara eru ein avleiðing av dagsins ideologiska stríði, men heldur ein afturvendandi trupulleiki, sum samfeløg hava barst við leingi. Kjakið eigur at verða sakligt og væl grundað. Klassisk tónlist er ikki bert søga, men eisini ein livandi partur av okkara mentanarligu og samfelagsligu samtalu – eisini í Føroyum.
Comments
Post a Comment