Adams og Taff anno 1987

Tveir mans, sum brillieraðu á plátu í tí Harrans ári 1987, vóru amerikanski gospel sangarin Russ Taff við teirri sjálvtitlaðu Russ Taff (Myrrh Records), og kanadiski rock sangarin Bryan Adams við Into The Fire (A&M Records). Báðir hava eisini bara a bókstavir sum sjálvljóð í sínum eftirnavni, báðir hava spælt í Føroyum áður, og báðir kunnu upplivast á palli í Føroyum í ár. Adams Við Tjarnir í annaðkvøld, og Taff í Nebo á Toftum mikudagin 9. juli. 

Hesar báðar pláturnar frá 1987 tala eyðsæð til hvør sín samanhang. Og tó; tað kennist sum at bæði Adams og Taff vilja okkurt meira enn bara tað, sum er fyrst fyri. Hugmyndaliga og tónleikaliga tykjast báðir at taka treytaleyst undir við hugsanini hjá Enekk og Arseniy Tarkovsky, um at "her má vera meir". Transendentur fýrsára-musikkur er nú ikki at kimsa at. 

Báðar pláturnar hava forrestin tíðartýpiskt sound anno 1987, um enn Adams førkar seg móti rokkinum og Taff móti gospel/CCM. Jack Joseph Puig framleiddi Russ Taff, og upptøkurnar fóru fram í Los Angeles og har um leiðir. Doug Sax mastraði í The Mastering Lab í Hollywood, Kalifornia. Bryan Adams og Bob Clearmountain framleiddu Into The Fire, og upptøkurnar fóru fram í Cliffhanger Studios í Vancouver, Kanada. Bob Ludwig mastraði í Masterdisk í New York.

Eg havi keypt atgongumerki til Taff í Nebo. Veit ikki hvussu tað verður við Adams í annaðkvøld. Eri ikki heilt seldur uppá stovukonsert í stórhøllini. Við ávísari frástøðu ber skjótt til at staðfesta, at diskografiin hjá Russ Taff sum heild hevur sagt mær meir enn tann hjá Bryan Adams. Har var tó sanniliga eitt tíðarbil, har báðir brillieraðu, og tað vóru líkasum eisini ørindini við hesum posti at peika á júst hesa samhending.

1987 er eitt av hesum eitt sindur gandaðu tónleikaárunum, sum heldur á við at bergtaka. Sí annars hendan partin av Leitistein/Plátupanelinum um tónleikaárið 1987.

Comments