Pink Floyd at Pompeii hjá Pink Floyd verður á fyrsta sinni útgivin á vinyl og CD. Áður hevur Live at Pompeii "einans" verið at finna sum konsertfilmur - ein mikið hugtakandi og sýraður ein av slagnum, gaman í - men havi ongantíð skilt hví henda framúr framførsla ikki hevur verið til taks í auditivari útgávu. Well, nú fer at bera til.
Filmurin hevur fingið eina visuella restaurering, ið Lana Topham stóð fyri, og ljóðið er miksað av nýggjum av Steven Wilson. Vanliga fyrihaldi eg meg suspekt yvirfyri meira ella minni óneyðugum remixum av frammanundan vælljóðandi studio útgávum úr farnum áratíggjum, men her verður gleðiliga tikið ímóti. Upp á tíðina at hesin stórsligni sýrurokk klassikari fær nýtt lív á plátu.
Filmsútgávuna av Live at Pompeii uppdagaði eg annars einaferð í øðrum helmingi av nítiárunum, tá tað onkursvegna lukkaðist at fáa filmin av parabolini og niður á VHS bandið. Í 2003 kom so ein "Director's Cut" á DVD, har leikstjórin Adrien Maben hevði koyrt ymsar óneyðugar eykasenur, ið brutu totalt við uppruna estetikkin, uppí. Lukkutíð var original útgávan við á DVDini, og so bar til at hyggja eftir upprunafilminum frá 1974 tann vegin eisini. Tað var super.
Og nú verður so tann restaureraða útgávan bæði visuelt og auditivt tøk á øllum hugsandi formatum. Man hevur sett nøsina upp ímóti 2XLP versiónini. Tað vil so vera. Tað hevði nú heldur ikki gjørt tað verri, um Filmsfelagið ella onkur fekk nýggju útgávuna í biograf her á klettunum.
Comments
Post a Comment