"Hann, ið óttast deyðan, kann ikki njóta lív sítt"

 Í gjár legði eg merki til, at debutplátan hjá íslendsku Dead Skeletons fær 6 út av 6 stjørnum í danska blaðnum Gaffa. Plátan nevnist Dead Magick, og talgilda útgávan kom eisini út í gjár, 21 mai, eitt dato, ið summi hildu vera dómadag. Fysiska plátan (2xLP og CD) kemur út í juli.

Orsøkin til at eg ansaði hesum ummælinum, var bæði fulla stigatalið og tann sannroynd, at eg havi vitað av hesum bólkinum í nøkur ár eftirhondini. Oddamaðurin í bólkinum er íslendski klædnasniðgevin, tónleikarin og multi-listamaðurin Nonni Dead.

Tá Clickhaze vóru í Íslandi í 2002, og eg var við sum journalistur/kórsangari/roadie, var Nonni ein av persónunum vit hittu á túrinum. Hann filmaði onkra konsert, og gjørdi eisini uppskot til onkra t-skjúrtu í samráð við Jens L. Thomsen.

Longu tá hevði Nonni gjørt vart við seg við sínum eyðkenda DEAD klædnamerki. Logo'ið á klæðunum var eitt deydningahøvd. Árið eftir var Nonni í Føroyum við sínum DEAD klæðum, ið hann seldi á G! Festivalinum og á Ólavsøku.

Tá eg vitjaði aftur í Íslandi í 2005, 2006 og 2007 kundi eg bert staðfesta at DEAD klæðini vóru komin fyri at vera. Eyðkendu svørtu t-skjúrturnar við deydningahøvdinum og áskriftini "He who fears death cannot enjoy life" vóru ikki til at taka feil av. Hetta eru somu t-skjúrtur, ið Sirkus hevur havt til sølu niðri í Vágsbotni.

Somuleiðis gjørdist eg varhugur við at Nonni var farin í holt við at gera tónleik. Hann var m.a. við á einum feitum og myrkum lagi/video hjá Brian Jonestown Massacre, har Anton Newcombe er oddamaður. Fyrsta staklagið hjá Dead Skeletons var eisini útgivið á plátufelagnum hjá Newcombe.

Síðani havi eg sæð einstakar video'ir her og der, og lagt merki til at ymisk fólk hava umrøtt og peppast um Dead Skeletons.

Nú er debutplátan á gáttini, og hon er verd at skriva heim um. Útgávan er long, einar 72 minuttir, og løgini taka sær tíð. Tónleikurin er dronandi og hugvekjandi. Larmandi shoegaze gittarar og repetitivar kraut rútmur. Ymisk mantra vera sungin og endurtikin, m.a. verður áðurnevnda "He who fears death cannot enjoy life" - "Hann, ið óttast deyðan, kann ikki njóta lív sítt" - messað og endurtikið sum eitt mantra í byrjunarlagnum "Dead Mantra".

Vektin aftanfyri orðini, er sannroyndin at Nonni Dead í 1994 fekk staðfest HIV, og at orðini komu til hansara aftaná hetta. Síðani hevur alt virkið hjá honum verið skilmarkað av hesum grundfestinum.

Nonni Dead er ein hugtakandi listamaður, og saman við Henrik Bjornsson (eisini kendur frá Singapore Sling), Ryan Carlson Van Kriedt og øðrum, hevur hann latið eina mýstiska, sýraða og spennandi plátu úr hondum. Gleði meg at lurta meir eftir henni.

Fá meir at vita um Dead Skeletons her
Fá meir at vita um Dead her
keyp talgildu útgávuna her

Comments