Spentur til G!

Tuxedo Rebels.
Tað er ræðuligt eg gleði meg. Alspentur. Spentnið er farið upp á ellivu. Hetta er tað, ið eg farið at takast við komandi dagarnar, umframt at hoyra so nógv av øllum hinum tónleikum, ið stundir eru til:

Í kvøld, hóskvøld, Spæliplássið kl. 21.10: Tuxedo Rebels.
Petur og eg fara saman við Benjamini og Per Ingvaldi at rokka og framføra sangir av okkar debut plátu 'Sometimes The World Is Dark'.


Fríggjadag, Grótið, kl. 12.00: übernörd.
Almannagagnligt ambient og døgurðaslangs-dub verður á breddanum, tá eg latið Grótið pallin á torginum upp á middegi fríggjadag!
übernörd. Mynd: Maria Schwartson.
Fríggjakvøld, Stjórastovan, kl. 00.00: Sugardaddy & Honeypie. Solveig og eg diska føroyskar 7-tumma og LP klassikarar hetta kvøldið. Vit bæði eru eisini pallstjórar í Stjórastovuni. Har verður nógv gott á skrá. Sí annars skránna her.
Sugardaddy & Honeypie.
Leygardag, Spæliplássið, kl. 19.15: AVE.
Petur og Benjamin hava saman við góðum fólkum innspælt eina megnarplátu, har eg eri við sum tangentleikari. Tað verið eg eisini leygardagin, og tað verður feitt at frumframføra tilfarið live!
AVE - Petur Pólson og Benjamin Petersen. Mynd: Christa Reynheim.

Comments