Ársins Plátur '15


Her er ein subjektivur og selektivur listi yvir ársins plátur. Tær, ið eg haldi vera best, tær, ið eg havi lurtað mest eftir, og tær, ið hava hugtikið.
Í ár hava vit búð í kufferti meginpartin av tíðini, og ein dagin gekk tað upp fyri mær, at eg havi hoyrt tað mesta av hesum tónleikinum í oyrabúffum. Tað finnast ymisk sløg av "lurtirúmum", og av teimum er oyrabúffalurting hitt mest privata. Alt gott um tað, men tónleikur er eisini grundleggjandi felagsligur. Havi tí hug at deila hesar útgávur við tykkum (Spotify playlisti er viðheftur niðast). Í alfabetiskari røð:

Amason: Sky City 
Sannførandi pláta frá einum svenskum all-stars bólki. Dygdarpoppur við passaligum tilsipingum til Fleetwood Mac og annan "soft rock" frá 70'unum/80'unum (dyrkingarvert hugtak: "soft rock"). Hoyrdi ikki Amason á G! og fór at dyrka plátuna aftaná. Gjørdist alsamt argari yvir, at eg ikki hoyrdi tey, men tað eydnaðist okkum loksins at hoyra tey í Lítla Vega í Keypmannahavn, tá vit í november ferðaðust heim úr Dublin til Føroya. Tey skuffaðu ikki. Tvørturímóti.

Björk: Vulnicura
Ómetaliga vøkur, hjartanemandi og persónlig útgáva frá Björk. Peikar á ein hátt aftur til Homogenic (1997), men er kortini meira avlong í tí. Vulnicura er ein sonevnd breakup pláta, tvs. hon skjalfestir hjúnarskilnaðin millum Björk og listamannin Matthew Barney. Hetta er ikki fyrstu ferð skilnaður elvir til góða tónlist. Úr tónleikasøguni kenna vit eitt nú In The Wee Small Hours hjá Frank Sinatra, Blood On The Tracks hjá Bob Dylan, Tunnel of Love hjá Bruce Springsteen og Back To Black hjá Amy Winehouse. Björk hevur sjálvsagt sítt heilt egna take uppá tað. Kanska ársins pláta.

Bob Dylan: Shadows In The Night
Apropos Bob og Frank. Er Bob farin í holt við sín "bucket list"? Jólaplátu: tjekk! Sinatraplátu: tjekk! Eg var skeptiskur undan jólaplátuni, men hon sannførdi meg. Var somuleiðis skeptiskur undan hesi Sinatraplátuni, men mín sann um hon ikki eisini sannførdi meg. Tú kennir á tær, at maðurin hevur miklan alsk til henda tónleikin, og so hevur hann eisini ein svakliga góðan bólk afturat sær. Hvat tá? 

D’Angelo and the Vanguard: Black Messiah
Hendan kom í prinsippinum út um miðjan desembur 2014, men eg hoyrdi hana ikki fyrrenn tíðliga í 2015. Plátan gjørdist comebackið hjá D'Angelo aftaná heili 15 ára útgávusteðg. Black Messiah skrivar seg greidliga inn í afrikanskt-amerikanska tónleikasiðvenju. Skorin eftir líknandi leisti sum What's Goin' On? hjá Marvin Gaye, There's A Riot Goin' On hjá Sly & The Family Stone, On The Corner hjá Miles Davis og Sign o' the Times hjá Prince. Afturat hesum hevur plátan eisini eitt sjálvstøðugt nútímans neo-soul úttrykk. Vit vóru á imponerandi góðari konsert hjá D'Angelo and the Vanguard í París í februar. Kanska ársins pláta. Tað er líka við.

Deafheaven: New Bermuda (skoytt uppí 12.12.16)
Av onkrari orsøk kom hendan ikki við á listan, tá hann upprunaliga var gjørdur. Hóast hon so avgjørt eigur innivist. Ein hamrandi góð og bergtakandi blackgaze (black metal blandað við shoegaze) útgáva, men undanfarna plátan Sunbather var altso eitt meistaraverk, ið eg havi lurtað intenst eftir. Haldi at tað tók tíð at venja meg við at hetta ikki var Sunbather 2, men heldur okkurt annað. Uppá summar mátar er New Bermuda størri og ógvusligari enn Sunbather. Ekstremini eru meira ekstrem, so segði hann. Flott.

Disasterpeace: It Follows OST
Vanliga hati eg ræðufilmar, men noyddi meg í biograf at hyggja eftir hesum filminum. Filmurin var góður og soundtrackið genialt. Tað er synth baserað, og sipar sjálvandi til eyðkendar klassikarar úr horror sjangruni (John Carpenter nakar?), hóast tað eisini er sjálvstøðugt. Eitt sindur sum filmurin faktiskt. Saman við soundtrackinum til Under The Skin (Mica Levi, 2013) er hetta nokk nakað av tí besta, ið er komi út innan horror/sci-fi tónleik seinnu árini.

Eivør: Bridges/Slør
Tað er ein frægd at uppliva Eivør í hesum árum, tað verið seg live ella á plátu. Síðani tónlistarligu endurføðingina við passandi heitinum Larva hevur hon sýnt eitt virðingarvert áræði í øllum lutum. Heili tvær plátuútgávur eru komnar í ár, og vit fingu eina góða samanumtøku á útgávukonsert í Norðurlandahúsinum í heyst. Skal eg endiliga velja eina av Eivørplátunum í ár framum, so verður tað tann frekara og føroysktmælta Slør.

Godspeed You! Black Emperor: Asunder, Sweet and Other Distress 
Ein góð ein frá Godspeed. Kanska ikki heilt líka góð sum comeback plátan Allelujah! Don't Bend! Ascend! frá 2012, men framvegis góð og mikið njótingarverd. Vóru á bergtakandi konsert hjá Godspeed í vakra spælistaðnum Le Bataclan í París í apríl, og lítið ánaðu vit tá, at sama stað skuldi hýsa ónevniligum ræðuleikum í november mánaði, tá yvirgangsmenn lupu á París.

Grimes: Art Angels
Havi verið áhugaður í kanadisku Grimes síðani Visions frá 2012. Havi tó ivast í hvørt alt var tað beru gimmicks og stilvenjingar, ella hvørt okkurt meir var á vási. Men halt kipp ikki! Art Angels átti at gjørt allan iva til skammar. Hyperaktivur neon-synth-poppur við globalum listarligum tevi. Grimes hevur sanniliga stýr uppá tingini.

Iron Maiden: The Book of Souls
Fyri at sitera mín egna Facebook status: "Mangt er fløkjasligt í hesi verð. Ein nýggj Iron Maiden pláta, tað veit man hvat er". Ein stórur trupulleiki við sera nógvum málmi nú á døgum, er at í ævinligu strembanini eftir perfektión ljóðar alt so yvirdrivið telduviðgjørt, redigerað og polerað. Tí er tað frískligt at hoyra málmsplátur, ið bera brá av, at menn hava spælt inn uttan at gerast ov ídnir við redigeringsknøttinum. At frætta nýtt frá Iron Maiden er sum at frætta frá einum gomlum vini.

Jaakko Eino Kalevi: Jaakko Eino Kalevi
Dyrkaði hesa plátuna nógv í summar. Hon hevur eitt so passaliga "sløvt" huglag (meint í bestu merking), ljóðar væl og leiðir m.a. tankarnar til okkurt av tí, ið fronsku Air fingust við um aldarskiftið. Jaakko Eino, tað man mestur vera til "Jákup Einar" á føroyskum.

John Carpenter: Lost Themes
Nú nevndi eg John Carpenter omanfyri, og hann kom við nýggjari plátu í ár. Ein partur av sjarmuni við hansara soundtrackum til Escape From New York, Halloween, The Thing o.a. er, at tey vóru framførd og upptikin við analogari útgerð. Til samanberingar er henda nýggja plátan meira talgild og (tori eg at siga tað?) klinisk í sínum úttrykki, men veitst tú hvat? Tað er í lagi. Hetta er totalt Carpenter, og hann er ein kongur.

Kamasi Washington: The Epic
Nógv mest umrødda og best ummælda jazz plátan í 2015. Kamasi Washington er m.a. vorðin kendur sum saksofonleikari á To Pimp A Butterfly hjá Kendrick Lamar, men hann ger eisini sín egna tónleik. Hetta er, fyri at sitera Boga á Lakjuni, ein sjúk pláta! Ein trífalda útgáva við stórslignum jazzi, ið plaserar seg í fruktabærum lendi millum post-Coltrane og pre-fusión.

Kendrick Lamar: To Pimp A Butterfly
Hendan er ikki bara ein feit rapp pláta, hon er eisini ein hending av samfelagsligum týdningi. Kendrick Lamar blæsir nýtt lív í rapp tónleikin og veitir eina mynd av lívinum á gøtuni í svarta USA anno 2015. Her er lærdómur at heinta, um ein leggur í. Plátan tekur táttin upp frá Black Messiah hjá D'Angelo omanfyri. Í vár gjørdi eg eitt miks við íblástri frá hesi plátuni og Black Messiah.

Lyon: Lyon
Hesi havi eg lurtað sera nógv eftir, og hon veksur fyri hvørja lurting. Góð samanseting av Lyon'sa inniliga singer/songwriter tingi og deiliga insisterandi surf rokki.
(Disklaimari: eg spæli við livebólkinum hjá Lyon, men havi ikki havt nakað við plátuna at gera, so meti meg at vera nøkunlunda habilan her).

Marius: Home/Heim
Ein heilt fantastiska góð pláta, og við virðing fyri øðrum góðum føroyskum útgávum í ár, so er hetta mín føroyska yndispláta í 2015. Heildarupplivingin stendur sterk, og einstøku løgini eru framúr. Mær tykir at nógvir træðrir, ið Marius hevur spunnið gjøgnum langa tíð, eru flættaðir á hesi útgávuni.

Mercury Rev: The Light in You
Mercury Rev komu aftur í aftur í ár. Stórverkið er framvegis Deserter's Songs frá 1998, men gott at hoyra frá teimum aftur. Eingin ger sannførandi dreymahugløg akkurát sum teir, og ongin skrivar tekstir sum Jonathan Donahue.

Ring Them Bells: No One's Dead/We're Just Dressed In Black
Dyrkingarverdur skitin noise rokkur frá donsku Ring Them Bells við føroysku gittarhetjuni Jan Johansen á gittar. Á toktúri í París í vár komu vit til eina tokstøð, ið æt "Noisy Champs". Eg las tað á enskum, og fór at hugsa um Ring Them Bells (ikki eingong lygn).

Songhoy Blues: Music in Exile
Bergtakandi tónleikur frá einum bergtakandi bólki. Songhoy Blues eru av songhoy fólkinum í Mali, og teir koma at spæla á G! í 2016. Tónleikurin hjá Songhoy Blues er ikki ólíkur honum hjá Tinariwen, tvs. talan er um sykliskan, rútmiskan og groove baseraðan tónleik. Tó eru Songhoy Blues væl meira peppaðir enn meira meditativu Tinariwen. Í Dublin fann eg vinyl eintak av EP'ini Re-Covered, har Songhoy Blues hegnisliga tulka løg hjá The Clash, Led Zeppelin og Manu Dibango. Gleði meg til G! 2016!

Sufjan Stevens: Carrie & Lowell
Kanska ársins mest lívsjáttandi pláta, og hon er fødd úr sorg og deyða. Ótrúligt. Sufjan er ein knassi, og tá hann setur øll segl til, er ikki at standa fyri. Eldru pláturnar hava onkuntíð verið nokkso konseptuellar, og alt gott um tað. Hendan er tó djúpt persónlig og rakar teg so lúkst í "the feels", so segði hann. Væl avmáld javnvág millum akkustiskt fingraspæl og sigandi synthesizerleik. Gekk nógvar túrar í vár við hesi útgávuni í oyrabúffunum. Her er ikki nakar veikur liður í ketuni.

Tame Impala: Currents
Ræðuligt mær dámar væl Tame Impala. Havi dyrkað teir síðani debutplátuna, og sæð teir live tvinnar ferðir (Roskilde 2010, Lítla Vega 2012). Tvs. at "teir" er = Kevin Parker. Tað vita vit. Hesuferð er hann í meira elektroniskum 80'ara hýri. Tó verður 60'ara psykedeliska upphavið kanaliserað gjøgnum dagførdu ljóðmyndina, og tað eydnast sjáldsama væl. Sumt á hesi plátuni er - álvaratos - nakað av tí besta, ið kom út í ár. So nógv tað besta. Sumt av tí altso. Ilt at taka dagar ímillum.

Comments