Fimti bitlin farin

George Martin (1926-2016)
"I read the news today oh boy..."

Í dag frættist at fimti bitlin og studioflogvitið George Martin er farin á tær ævigu jarðberjafløturnar. Tíðindini minna meg á eitt av teimum mongu avrikunum hjá honum. Kanska ikki tann mest markanta løtan hjá Martin, men hon er eisini við til at undirstrika dugnaskapin (tó so er hendingin umrødd her, og tað skuldi gjarna sagt eitt sindur).

Hendingin, ið talan er um, var tá Martin og Abbey Road tøkningurin Geoff Emerick spleysaðu fyrru helvt av take 7 og seinnu helvt av take 26 av 'Strawberry Fields Forever' til tað samanhangandi útgávuna, ið vit kenna í dag. Hesi bæði take'ini vóru innspæld í hvør sínum tempo og við einum hálvtóna ímillum seg, men við at koyra tað eina upp í ferð og hitt niður raktu teir av tilvild eina hepna javnvág. 

Spleysing er gamaní ein nokkso basalur studioteknikkur, men saman við visioneru og dreymakendu útsetingini er tað við til at gera endaligu útgávuna til nakað heilt serstakt. Lennon skrivaði og sang, McCartney leikti floytuljóð á mellotron, Harrison leikti svarmandal sitara, ið hann hevði við sær úr India, Ringo legði bulmikla botnin og cello og trompet útsetingin hjá George Martin var prikkurin yvir i'num. Tað sigst at cello útsetingin gjørdist skúladømi fyri eitt nú The Electric Light Orchestra og Wizzard.

Tað dreymakenda verður undirstrika av áðurnevndu spleysing. "Nothing is real", mín sann. Tað hoyrist hvussu røddin hjá Lennon skiftir karakter. Ótrúligt og óveruligt. "A sort of technologically-evolved folk music" sambært drivna bitlaskribentinum Ian MacDonald. Lagið skuldi við á Sgt. Pepper's Lonely Heart's Club Band, men plátufelagið ótolnaðist eftir nýggjum stakplátutilfari, so tað gjørdist staklag saman við 'Penny Lane'. Í dag flokkar almenna diskografiin lagið uppí Magical Mystery Tour hópin. Friður verið við tí. 

Martin lýsti upptøkuna sum "A complete tone poem - like a modern Debussy", og tað er ikki heilt av leið. Upptøkan opnar dyr inn í bæði klassiska tónaarvin og í psykedeliska heimin, ið setti sín dám á 60'ara lyndið. Mangt kann sigast um The Beatles, men eitt er vist: teir vóru hepnir at hava ein megnarmann sum George Martin í prodjúsarasessinum. Hvíl í friði. 

Spleysingin hoyrist frá 0:58, tá Lennon syngur "goooiiing to..."

Keldur:
MacDonald, Ian. 1994. Revolution in the Head: The Beatles' Records and the Sixties 
Katz, Mark. 2004. Capturing Sound: How Technology Has Changed Music


Comments