Plátuhúsin til Beyoncé: Lemonade (2016). |
Viðvíkjandi atfinningum av tónleikinum hjá Beyoncé havi eg serliga bitið merki við tríggjar tættir:
1. Ein øvugtur Bob Dylan
Tað verður ofta sagt um Bob Dylan, at hann "ger góðar sangir, men dugir ikki at syngja" (hetta haldi eg persónliga er nakað fjas). Stundum hoyrist tað øvugta um Beyoncé. "Góð rødd, men løgini nytta ikki". Ørindini eru tey somu: at separera rødd og lagasmíð. Haldi ikki, at hetta førir til eina betri fatan av artistinum.
2. "Hon skrivar ikki sínar egnu sangir"
Hetta koma vit eitt sindur inn á í samrøðuni omanfyri, tá eg tosi um kvinnuligar autørar. Havi eisini skrivað um hesi viðurskifti í greinini "Rockdrongur ella poppdiva? - um kynsleiklutir í populertónleiki".
Stutt sagt, so meti eg, at Beyoncé er ein autørur. Vit hava ongan trupulleika við at fata Hitchcock filmar sum Hitchcock filmar. Eisini hóast hann ikki hugdi í myndatólið og lat onnur um tekniska partin. Tí átti tað ikki at verið nakar trupulleiki at hugsa um Beyoncé sangir sum Beyoncé sangir og Beyoncé plátur sum Beyoncé plátur.
At blíva við at snakka um egnar og aðrar sangir út frá onkrum romantiskum ideali um listafólk er nokkso tunt. Hvat við Tin Pan Alley? Hvat við Billie Holiday, Frank Sinatra og Elvis, ið ikki vóru sangskrivarar men kortini dugdu at búgva í einum sangi sum ongin annar? Hvat við alskyns popptónleiki, ið er studioframleiddur gjøgnum áratíggjuni? Hvussu nógv hava ikki verið inni yvir tónleikinum áðrenn hann kom út?
Til samanberingar er Beyoncé faktiskt samhøvundur á flestu sangunum, ið eru á hennara plátum. Men tað er ikki poengið. Poengið er, at um Beyoncé velur at samstarva við eina røð av framleiðarum, so er tað tí at hon hevur tikið avgerðina um tað. Hon hevur eisini drigið onkran dugnaligan og slóðandi framleiðara fram í ljósmálan, t.d. Boots. Kortini hevur hon síðsta orðið at skula hava sagt. Tað er sjálvsagt.
3. "Hetta er ikki ein sangur? Hvar er niðurlagið?"
Hóast slíkir spurningar kunnu tykjast eitt sindur óupplýstir við fyrsta eygnabrá, so hoyra teir avgjørt til tann mest áhugaverda av teimum trimum nevndu tættunum. Hetta er ein rættiliga týpisk viðmerking, og hon verður sum oftast fylgd upp við eini tilsiping til løg sum 'Girls (We Run This)', '7/11' ella líknandi. Altso Beyoncé løg, har áherðslan er á tað peppaða, rútmiska og minimalistiska. Tað er sum um fólk hava hug at spyrja "Hvar er lagið? Hvar er tann góði melodiurin?"
Spurningurin er, hvørji parametrini eru fyri einum góðum popplagi?
Mær dámar t.d. væl, at Beyoncé altíð hevur stýrt uttanum svenskarapopp í sínum framleiðslum. Minnist eitt paneltiltak um tónleikavinnu í Norðurlandahúsinum í 2004, har ein publishing svii tók nakað soleiðis til: “í Svøríki hava vit altíð dugað væl at taka tónleik hjá øðrum mentanum til okkum og spýta hann út aftur í popp hami” (endurgivið eftir minninum).
Hann skemtaði eisini við, at tá vóru tey bangin fyri, at Max Martin skuldi fara til USA, tí so fór hann at hoyra ordiligt r’n’b! Í løtuni sat hann í Svøríki og helt seg gera r’n’b, og hetta var frálíkt, tí tað sum hann gjørdi var í grundini meginstreyms hittlistapoppur. Alt gott um Max Martin og co. - dygdirnar og melodiska svenska tevið fornokta seg ikki - men tað verður ov einsháttað um allur poppur ljóðar av sama háttalagi og somu fólkum.
Plátuhúsin til Beyoncé: BEYONCÉ (2013) |
Í afrikanskt-amerikanskum tónleiki hevur áherðslan á rútmur, beats og "signifyin'" líka stóran týdning sum vesturlendsk "hvít" parametur sum melodiur og harmoniur. Eitt sindur groft sagt innihalda útgávurnar hjá Beyoncé bæði drøgini: løg við “klassiskum” melodiskum dygdum og vers/niðurlag bygnaði, og so løg, ið leggja meira dent á ein rútmiskt drivnan stíl við íblástri úr minimalismuni innan hipp hopp, har rødd og beat eru tað berandi.
Fyri hvønn 'Formation' finnir tú ein 'All Night', fyri hvønn '7/11' ein 'Superpower', fyri hvønn 'Run The World (Girls)' ein '1+1', fyri hvønn 'Radio' ein 'Halo' o.s.fr. Og so eru tað sjálvandi eisini nógv løg, ið innihalda bæði tað "klassiska" og tað beat orienteraða í einum, t.d. 'Single Ladies (Put A Ring On It)' og 'Drunk In Love'.
Á triðju útgávuni I Am...Sasha Fierce (2008) tematiserar Beyoncé júst hetta tvíbýti millum melodiska sangskriving og rútmiska peppan við at deila útgávuna upp í tvær fløgur: eina balladudrivna "I Am..." helvt og eina uptempo "Sasha Fierce" helvt. I Am…Sasha Fierce var annars higartil seinasta útgávan, ið førdi fleiri Billboard topp 10 plaseringar við sær. Tær tríggjar útgávurnar, ið eru komnar síðani, hava ikki bert lagt áherðslu á afrikanskt-amerikanska upphavið men vísa eisini, hvussu Beyoncé hevur flutt seg frá at vera ein “singles artist” til at vera ein “album artist”.
Tvær tær seinastu útgávurnar hjá henni eyðmerkja seg júst sum sterkar heildarstaðfestingar, har alt gongur upp í eina hægri eind. Á eldru útgávunum finnur ein hinvegin sterk stakløg og heldur misjavnar heildarstaðfestingar. Tað er listaliga áhugavert, at hon tilvitað hevur valt at flyta fokus frá stakplátu hittlistunum til heildarstaðfestingar. Vit tosa um eina av heimsins størstu superstjørnum, og Billboard stakplátuplaseringar hava heilt einfalt ikki verið ein týdningarmikil partur av líkningini í yvir fimm ár.
Vert er at hava í huga, at hon ger hetta á einum altjóða kommersiellum støði, har risaupphæddir eru uppá spæl. Tað er ikki bara sum at siga tað og í grundini rættiliga djarvt. Yrkisleiðin sum heild er eisini áhugaverd. Fyrstu árini við Destiny's Child og sum solo artistur stóð hon í skugganum av manager pápanum Matthew Knowles, men sum frá leið kvetti hon professionellu sambondini við pápan, tók sakirnar í egnar hendur, og í dag er hon bossur í biksini.
Nú skal alt kortini ikki vera tey beru lovorð. Er tað nakað, ið hevur atfinning uppiborið, so er tað útgávuhátturin kring seinastu útgávuna Lemonade. Í kjalarvørinum av "exclusive" rákinum seinasta hálva annað árið, har víðagitnir popp artistar gera eksklusivar avtalur við einstakar stroyming plattformar, var Lemonade í fyrsta umfari bert tøk á TIDAL, ið hon eigur saman við manninum Jay-Z og øðrum.
Seinni er útgávan komin á t.d. iTunes, men framvegis er hon ikki at finna á mest brúktu stroyming plattformunum Spotify og Apple Music. Hetta at gera "exclusive" avtalur er eftir mínum tykki eitt kontraintuitivt og regressivt rák, ið stríðir ímóti hvussu tónleikaútbreiðsla hevur ment seg seinastu 10 árini. Ein "exclusive" úrslitar kanska í fyribils glinti á kistubotninum, men tað økir ikki um medvitið fyri tínum tónleiki úti í kollektivu poppmentanarligu tilvitskuni. Droppa tað.
Fyri at venda aftur til Beyoncé sum ímynd og fyrimynd, so tók amerikanski filmsleikstjórin Michael Moore væl samanum á sín speirekandi hátt í greinini "5 Reasons Trump Will Win", ið er ein retorisk roynd at reka dovnar demokratar á val. Undir orsøk nr. 2 "The Last Stand of the Angry White Man" skrivar hann:
"Our male-dominated, 240-year run of the USA is coming to an end. A woman is about to take over! How did this happen?! On our watch! There were warning signs, but we ignored them. Nixon, the gender traitor, imposing Title IX on us, the rule that said girls in school should get an equal chance at playing sports. Then they let them fly commercial jets. Before we knew it, Beyoncé stormed on the field at this year’s Super Bowl (our game!) with an army of Black Women, fists raised, declaring that our domination was hereby terminated! Oh, the humanity!"Sum sterk, sjálvstøðug og svørt kvinna setur Beyoncé sjálvsagt sítt kynspolitiska frámerki á bæði poppmentan og mentan sum heild. Í samrøðuni nevni eg Billie Holiday, Nina Simone og Aretha Franklin sum møgulig fordømi fyri Beyoncé, hóast hon er eitt eindømi í tann mun hon ger tað hon ger í einum altjóða superstjørnu meginstreyms høpi. Gloymdi tó at nevna tvey onnur viðkomandi fordømi úr tónleikasøguni, nevniliga dansarinnuna, sangarinnuna og sjónleikarinnuna Josephine Baker og sangarinnuna Bessie Smith. So er tað ikki eftir.
Um tú ikki hevur lurtað eftir samrøðuni omanfyri, so viðmæli eg tað. Har koma vit meira inn á hetta ymiska. Tónleikin finnur tú á t.d. Spotify, og Lemonade er á TIDAL ella á øðrum talgildum stað, tað verið seg lógligt ella ei. Niðanfyri nakrar videoir, ið knýta seg at seinastu útgávuni.
Comments
Post a Comment