Bob Dylan 75 ár


Í dag fyllir Bob Dylan 75 ár. Her á klettunum verða ikki færri enn tvey Bob tiltøk hildin í kvøld. Eitt á bókasavninum í Runavík, har Meinhard Jensen hugleiðir og Kári Sverrisson og Sámal Ravnsfjall spæla. Og eitt á Reinsarínum, har Hanus Kamban hugleiðir og Hanus G. og Kári P. spæla. Persónliga ætli eg mær til Runavíkar. Hetta var tiltakið, ið eg frætti um fyrst, og Meinhard eigur sín part av skyldini í at eg gjørdist fjeppari.

Tað er við Bob Dylan sum við Radiohead: longu langt síðani ein byrjaði at dyrka tað. Bandið á myndini omanfyri gjørdi ein mun. Tað var eitt sonevnt mixtape, ið eg fekk frá Meinhard í desember 1998. Tá var eg 18 ára gamal, og har var nógv gott á. Við árunum er vavið í tí, ið Bob Dylan ger, bert vaksið. Tað einasta keðiliga er at eg stundum kenni tað sum at eg forsømi hann, tí har er so ómetaliga nógv til, og eg brúki jú eisini tíð uppá annan tónleik. At granska Bob Dylan, at vera ein Bob Dylan scholar, er eitt heilt fak ella grein fyri seg. Nógv hava skrivað og útgivið vísindaligt tilfar um Bob. Eisini eru nógvar góðar bøkur útkomnar millum ár og dag.

Tá eg las tónleikavísindi royndi eg meg tvinnar ferðir við Bob sum evni. Eina uppgávu skrivaði eg á bachelorinum. Hon snúði seg um Bob Dylan, jødiskt blues, punk og Holocaust. Vassaði langt út, og tað var við vilja. Hetta var í einum sera spennandi og provokerandi skeiði, ið æt "Musik og Holocaust". Á kandidatinum vóru eisini stundir til eina Bob uppgávu. Hon var eisini av meira eksperimenterandi slag. Evnið var "Musik og Religion", og eg arbeiddi við ávikavist eini jødiskari og eini kristnari tulking av Bob Dylan. Somuleiðis spennandi og avbjóðandi.

Í gjár skrivaði eg á Facebook um Bob Dylan og um hesi bæði tiltøkini í kvøld. Ein vinur viðmerkti at onkur burdi hermt eftir røddini hjá Bob Dylan. Tankin rakti beinavegin: "Hvørja rødd?" Tí har eru so nógvar Bob Dylan røddir. Var mintur á henda fyrilesturin hjá Steven Rings, lektara í tónleiki á University of Chicago. Fyrilesturin ber heitið "Here's Your Throat Back, Thanks For The Loan: On Dylan's Voices", og snýr seg um tær mongu røddirnar hjá Bob Dylan.

Sum tað stendur í tekstinum undir videobrotinum, er røddin hjá Bob Dylan eitt hitt mest afturkenniliga og samstundis polariserandi ljóðið í vesturlendskum tónleiki, ikonisk og gátufør um somu tíð. Einki annað boðar frá personaini hjá Bob Dylan sum røddin hjá manninum. Kortini vóru fólk longu frá byrjan skjót at gera skilnað millum røddina og rithøvundan. Tað frættist skjótt og frættist enn, at Bob Dylan er ein "góður sangskrivari" og "góður yrkjari", men "røddin er einki serligt".

Rings lyftir hetta kjakið á eitt heimspekiligt støði, og vísir m.a. til mótsettu hugtøkini logos og phonos. Logos sipar til orð og fornuft, meðan phonos sipar til hoyrdu røddina og ljóð. Hvat hevur størst týdning og ber til at skilja ímillum? Ein av fyrstu Columbia Records lýsingunum segði at "Nobody sings Dylan like Dylan". Spurningurin er so um Dylan sjálvur syngur sum Dylan, tí gjøgnum seinastu fimm ártíggjuni hevur hann átikið sær ein heilan hóp av røddum, hermt eftir eini rúgvu av sangarum og kortini skorið í gjøgnum sum "Bob Dylan". Hvør er røddin hjá Bob Dylan? Sera áhugavert.

Her at enda vil eg so skoyta mítt egna mixteyp uppí, ið eg gjørdi til ungdómsvevsíðuna Röddin.fo, tá Bob Dylan fylti 70 ár í 2011. Tá skrivaði eg m.a.:

"Tað er ógjørligt at gera eitt til fulnar umboðandi miksteyp, ið eisini er relativt stutt og yvirkomiligt at lurta eftir. Men eg havi roynt at valt nakrar hóskandi sangir til endamálið. Kent og ókent, upplagt og idiosynkratiskt, róligt og peppað, nýtt og gamalt, akkustiskt og elektriskt, ljóst og myrkt, fegið og sorgarbundið. Í kronologiskari raðfylgju. Tá trýst verður á “play”, byrjar ferðin gjøgnum 50 ára tónleikasøgu. 50 ár saman við Bob."

Brátt eru vit her í 2016, og í dag fyllir henda hetjan 75 ár. Tillukku við degnum, Bob.



“SANGUR” PLÁTA (ÁR)

1. “Song To Woody” Bob Dylan (1962)
2. “Blowin’ In The Wind” The Freewheelin’ Bob Dylan (1963)
3. “Like A Rolling Stone” Highway 61 Revisited (1965)
4. “Visions of Johanna” Blonde on Blonde (1966)
5. “All Along The Watchtower” John Wesley Harding (1967)
6. “The Man In Me” New Morning (1970)
7. “Meet Me In The Morning” Blood On The Tracks (1975)
8. “Señor (Tales Of Yankee Power)” Street Legal (1978)
9. “Gotta Serve Somebody” Slow Train Coming (1979)
10. “Saved” Saved (1980)
11. “Every Grain Of Sand” Shot Of Love (1981)
12. “Everything Is Broken” Oh Mercy (1989)
13. “Love Sick” Time Out Of Mind (1997)
14. “High Water (for Charley Patton)” “Love and Theft” (2001)
15. “When The Deal Goes Down” Modern Times (2006)

Comments