The Aristókrasía Project


The Aristókrasía Project er heitið á nýútkomnari og stak forkunnugari konseptplátu hjá íslendska tónleikaranum Úlfur Eldjárn. Sjálvur umrøður Eldjárn plátuna sum eina "retro-futuristiska konseptplátu" um rúmdarferðing, tøkni, tilgjørt telduvit, horvin utopia og framtíðina hjá mannaættini. Tónlistarliga er talan um eina hugfangandi samanrenning millum eldri synth popp og filmiskar strúkaraútsetingar.

Úlvur Eldjárn hevur áður gjørt vart við seg sum limur í frálíka synthesizer og orgul bólkinum Apparat Organ Quartet, ið hevur tvinnar plátur og eina remix útgávu á baki. Sum solotónleikari hevur Eldjárn skrivað tónleik til film, sjónleik og aðrar miðlar, men sambært honum sjálvum dámar honum best at hugsavna seg um egnar kreativar verkætlanir. Í grein í The Reykjavík Grapevine greiðir Eldjárn frá, at Aristókrasía verkætlanin byrjaði sum eitt stað at sleppa av við hugskot, ið hvørki hóskaðu seg til AOQ ella til hansara virksemi sum tónaskald.

Við tíðini gjørdist útgávan til eina konseptplátu, ið sameinir analogar synthesizarar og klassiska instrumentering. Sjey løg eru á plátuni, og áðurnevnda Grapevine greinin inniheldur eisini eina lag-fyri-lag gjøgnumgongd av teimum. Her fæst m.a. at vita at lagið 'Blue Eyes' er íblást av talvtelduni Deep Blue, ið sigraði á Gasparov á sinni, og at lagið 'Poyekhali!' er ein fagnaður til russiska kosmonautin Yuri Gagarin, ið var fyrsta menniskja í rúmdini. 'Poyekhali!" merkir "kom avstað!" á russiskum, og hetta vóru síðstu orðini hjá Gagarin áðrenn take-off.

Sci-fi bókmentir hjá Ryan Boudinot og Philip K. Dick spæla eisini ein leiklut, og sum heild eru vit stødd í teirri farnu framtíðini. Retro futurismuni. Sjeynda og seinasta skering 'Bon Voyage' er ein heilsan til ómannaðu rúmdarførini Voyager 1 og 2, ið vóru send avstað í 1977 og sum í dag ferðast úti millum stjørnurnar. Á báðum førunum er eitt eintak av "gyltu plátuni", ið er eitt savn av ljóðum, myndum og data frá jørðini (Blind Willie Johnson og Chuck Berry eru við, og hesum er ávísur uggi í).

Úlvur Eldjárn er ikki einasti AOQ limurin, ið hevur eyðmerkt seg við soloútgávum. Av hinum limunum er tað allarhelst nú fyrrverandi limurin Jóhann Jóhannsson, ið er hevur vakt mest altjóða ans. Hann hevur útgivið eina røð av væleydnaðum soloútgávum, umframt filmstónleik til stórar filmar sum eitt nú Arrival (2016), Sicario (2015), The Theory of Everything (2014) og Prisoners (2013). Jóhannsson hevur eisini tónleik í umbúna til uppkomandi og nógv umrødda Blade Runner 2049.

Tað eru longu 15 ár síðani eg gjørdist fjeppari av Apparat Organ Quartet. Á heysti í 2002 fór eg til Reykjavíkar við tónleikabólkinum Clickhaze, og vit hoyrdu m.a. Apparat framføra á nú søguliga spælistaðnum Grandrokk. Tað var ein framúr konsert, og eg ognaði mær debutplátuna á fløgu og fekk autografar signeraðar á hana. Árið eftir var eg við til at vinna Prix Føroyar við tónleikabólkinum Gestir, og ein av vinningunum var luttøka á konsert í Norðurlandahúsinum á Listastevnuni 2003. Hinir luttakandi bólkarnir vóru Apparat Organ Quartet úr Íslandi og The Cleaning Ladies úr Finnlandi. Apparat lántu onkran synth frá mær, og tað gjørdi tað ikki minni spennandi.
Signeraða Apparat Organ Quartet fløgan, ið eg ognaði mær á sinni. Fýra autografar komu á eitt kvøldi í Grandrokk, Reykjavík í 2002, meðan fimti og seinasti autografurin frá Jóhann Jóhansson kom til høldar backstage í Norðurlandahúsinum í 2003.
Tað sum hugtók við hesum bólki var, at teir leiktu drívandi orkumiklan rokktónleik og kosmiskar balladur á urgur og synthesizarar. Í so máta var talan um eina samanseting av tí kenda og tí ókenda. Ikki heilt ólíkt týsku Kraftwerk, ið avgjørt eru at meta sum andaligir forfedrar, men kortini við einum twisti. Apparat hava nevniliga ein góðan, gamaldags rokk trummuleikara afturat elektronisku tangentunum, og hetta gevur tónleikinum ein serstakan rokkandi dám. Stuttligt, eginsamt og íslendskt.

Hvussu enn er og ikki, so er The Aristókrasía Project tann soloverkætlanin frá limi í AOQ, ið hevur nógv mest til felags við tónleikin hjá júst AOQ. Huglagið er onkursvegna rættiliga líkt, og serliga eru tað synthesizer ljóðini, ið ganga aftur. Kortini hevur hesin tónleikurin ein meira filmiskan dám, óivað orsaka av strúkarunum, ið verða leiktir av íslendskari strúkikvartett. Eisini leikar slagverksleikarin Samuli Kosminen við á plátuni.

Stilistiskt og málsliga eru eisini felagseyðkennið. "Aristókrasía" er eitt rættiliga eyðkent Apparat'skt hugtak, og leiðir tankarnar á onnur hugtøk hagani. Eitt nú heitið á aðru AOQ plátuni Pólýfónía (2011), umframt heitini á løgunum 'Romantika' og 'Seremonia', ið bæði stava frá fyrstu AOQ plátuni frá 2002. Hetta kundi bent á at Eldjárn hevur ein rættiliga miðsavnandi leiklut í konseptuella heiminum hjá AOQ. Á hesi soloútgávuni hjá honum hevur alt fingið ein egnan dám við eyka denti á retrofuturistiska rúmdaraldartíð úr miðskeiðis í farnu øld. Sera dámlig og áhugaverd útgáva, ið styttir væl um stundir meðan bíðað verður eftir næstu Apparat Organ Quartet plátuni.

(sí eisini hugtakandi live KEXP framførslu, ið er viðfest niðanfyri).





Comments