Húsin til Songs of Experience. Eli Hewson (sonur Bono) til høgru og Sian Evans (dóttir The Edge) til vinstru. Húsi eftir Anthon Corbijn, fotograf. |
Songs of Experience er eitt fylgisverk, ið hoyrir saman við Songs of Innocence. Tað var eitt øgiligt uppstandilsi, tá tann plátan brádliga sníkti seg ókeypis inn á iTunes download listarnar hjá øllum iTunes brúkarum í heiminum. U2 og Apple samstarvaðu um henda, fyri mong, átroðkandi útgávuháttin, og tíverri stjól útgávuhátturin uppmerksemið frá tónleikinum á plátuni. Í longdini irriterandi, tí har vóru also fleiri góðir sangir á. Júst sangirnir stóðu ómetaliga sterkir á Innocence + Experience Tour, ið vit upplivdu live í Dublin í nov. 2015.
Nú er fjúrtanda (!) U2 plátan so útkomin, og hon verður útgivin á siðbundnan hátt uttan talgilda innrás. Eg havi lurtað eftir henni, og mær dámar hana væl. Hon inniheldur í grundini tættir úr allari teirri drúgvu yrkisleiðini hjá U2 og hyggur onkursvegna eisini frameftir. Langa livitíðin hjá U2 er eitt unikum. Teir hava verið virknir í fimm áratíggjum við somu manning. Veit ikki um nakran annan bólk, ið hevur eina tílíka søgu. Hetta stríðir ímóti teirri dogmatisku ungdómsdyrkan, ið tykist innbygd í rokk tónleiki. Tú skalt helst doyggja sum 27 ára gamal, og ger tú ikki tað, jamen so skal bólkurin hjá tær helst fara í upploysn innan eitt ávíst áramál.
Spurningurin er eisini hvønn yvirskipaðan leiklut rokk tónleikur spælir nú á døgum. Tað er ikki ov nógv sagt, at "rokkur" í breiðari merking ikki er tann savnandi mentanarmegin, sum hann einaferð var. Rokkurin hevur leingi virkað darvaður av sínum egnu krøvum um "autentisitet" og virðing fyri siðvenjuni. Tað tykist sum at tað er í elektroniskum poppi, hipp hopp og r'n'b, at tey mest nýhugsandi og ódogmatisku tingini henda. Landslagið er eisini nógv broytt frá útvarpi og MTV í 80árunum og 90árunum til nútíðar stroyming, playlistar og on-demand nýtslu. Umframt at fleiri av hetjunum og javnlíkunum hjá U2 eru farnir foldum frá. Lou Reed, David Bowie, Prince, Leonard Cohen. U2 eru tí eitt rættiligt frávik, men teir hava framvegis ikki funnið tað teir leita eftir. Fyri summi okkara er hetta at fegnast um.
Sambandið millum Songs of Innocence og Songs of Experience gongur aftur bæði tematiskt og tónleikaliga. Nýggja útgávan siterar brot úr teksti á fyrru útgávuni, og tónlistalig brot koma eisini fyri í nýggjum høpi. Hetta sama gjørdi William Blake á sinni, tá hann útgav Songs of Innocence and of Experience Showing the Two Contrary States of the Human Soul í 1789. Myndprýdda yrkingasavnið, ið hesar báðar seinastu U2 pláturnar eita eftir. Tvs. at brot úr "Innocence" vóru siteraði í "Experience". Sitat, parafrasa, referansa, remix. Hvat er tað ikki spennandi. Onkur vildi sagt, at tað er mikið ósmæðið og stórlætið at uppkalla pláturnar hjá sær eftir Blake, og tað er tað óivað eisini nakað um. Men U2 hava ongantíð strembað eftir tí lítillætna. Teirra yrkisleið er í grundini ein long røð av djørvum brøgdum og satsingum. Viðhvørt eydnast tað einastandandi væl (sí eitt nú Zoo TV konsertferðina), og viðhvørt kemur tað teimum aftur um brekku (sí áðurnevndu Apple útgávuna).
Bono hevur sagt, at nýggja plátan er hugsað sum ein røð av kærleiksbrøvum til tey, ið standa honum nærmast. Eisini hevur verið ró framundir at hann hevði eina "nær deyðanum" uppliving millum jól og nýggjár í fjør. Hesi persónligu viðurskifti lita útsýnið á plátuni. Á tí meira altjóða politiska pallinum eru eisini viðurskifti farin fram, ið hava merkt plátuna. Í grundini var ein útgáva av Songs of Experience klár í fjør, men so broyttist heimurin: Brexit í Bretlandi og valið av Trump til forseta í USA. Menn kendu á sær, at hesi viðurskifti skuldu sleppa at sodna og koma við á plátuna. Tí valdu teir at útseta útgávuna eitt ár. Ístaðin fóru teir á fyrstu afturlítandi konsertferðina nakrantíð (aftaná 40 ár sum virkin bólkur) við teirri vælumtóktu The Joshua Tree Tour.
Orð og hugtøk, ið eg havi skrivað niður meðan eg havi lurtað eftir Songs of Experience: orkumikið, dynamiskt, livandi, fimt, lætt á fótum, inniligt, vakurt, popput, átroðkandi.
Hin obligatoriska lag-fyri-lag umrøðan:
'Love Is All We Have Left'
U2 plátur byrja ofta stórsligið, fyri ikki at siga bombastiskt, men henda plátan kemur sníkjandi inn í verðina við undirspælda og stillfarandi 'Love Is All We Have Left'. Næstan sum eitt slag av overture. Bono hevur sagt, at á hesum lagnum ímyndaði hann sær, at hann var "Frank Sinatra syngjandi uppi á mánanum". Hetta er eisini eitt sindur sci-fi kent, men uppá ein varðisligan máta. Í so máta minnir hetta kanska eitt sindur um 'Zooropa' av plátuni av sama navni (1993). Kortini veita vibrerandi strúkararnir eitt egið sound, og sum nakað óvanligt í U2 høpi syngur Bono partar av sanginum gjøgnum vocodara. Hetta roynist stak væl. "This is no time, not to be alive..."
'Lights of Home'
Stórbærur, groovy og hugtakandi sangur. Finst í tveimum útgávum á "deluxe edition": plátuútgávan, ið heintar íblástur úr einum riffi í einum Haim sangi ('My Song 5'), og í 'St Peter's string version' bonusútgávu, har dramatiskir strúkarar leggja fyri. Haim systrararnar eru eisini krediteraðar fyri kór í sanginum. "Shouldn't be here 'cause I should be dead" byrjar teksturin. Um hina áhaldandi leitanina - leitanina eftir heimstaðnum, eftir ljósinum, eftir innliti, sannføring og sannleika. So líðandi gerst greitt, at tað er í sjálvari leitanini, at endamálið liggur, og vit koma í grundini ongantíð á mál. Ein vøkur slide gittar solo frá The Edge. Tær eru altíð góðar og kærkomnar. C-stykkið í sanginum hevur sama tekst sum outro'in í 'Song for Someone' á Songs of Innocence: "free yourself to be yourself, if only you could see yourself". Í besta Blake stíli mundi eg sagt...
'You're The Best Thing About Me'
Fyrsta staklagið av plátuni. Ein sangur frá Bono til konuna Ali Hewson. Ein kærleikssangur, sjálvandi, og boðini í heitinum eru greið: tú ert tað besta við mær. Í niðurlagnum skifta menn dur. Teir hava brúkt tað trikkið fyrr, og tað riggar eisini hesuferð. Niðurlagið fer á flog í mun til versið. Bono hevur tosað um "punk Supremes" í sambandi við hetta lagið. At tá hann á sinni hoyrdi The Supremes syngja "Stop! In The Name of Love", var tað ein Vietnamprotestsangur í popphami. U2 ætla sær tað sama her. Plátan inniheldur protest, men lagt verður fyri við eini kærleiksstakplátu. Framleiðslan er beint fram og popp/rokk. Eitt stuttligt er, at The Edge syngur í c-stykkinum eina eygleiðing av tí sum Bono syngur um konuna: "I can see it all so clearly, I can see what you can't see, I can see you love her loudly, when she needs you quietly". Var ikki so imponeraður av sanginum í fyrstuni, men hann er vaksin nógv og stendur seg væl saman við hinum sangunum á plátuni.
'Get Out of Your Own Way'
Hetta er nokk tann mest U2sligi sangurin á plátuni. Tvs. hann ljóðar uppá allar mátar sum ein U2 sangur. Týpisk akkordrundferð í versinum, og niðurlagið er ikki ólíkt 'Beautiful Day'. Í øllum førum trummurútman hjá Larry. Teksturin er eitt bræv til døturnar hjá Bono, men snýr seg eisini um gongdina í USA seinastu árini. "Get out of your own way" - ver ikki í vegin fyri tær sjálvum. Ein áheitan til bæði døturnar, til USA og til U2 sjálvar. Forloysandi sangur. Til endans kemur navnframi rapparin Kendrick Lamar við einum spoken word, ið er ein øvugt útgáva av Fjallaprædikuni hjá Jesusi. The Edge hevur greitt frá, at U2 vendu sær til Kendrick Lamar, tí teir eru fjepparar av hansara tónleiki. Teir hava virðing og dáma tónleikin. Bono sigur, at Kendrick hevur eina "righteous anger". Øvugta fjallaprædikan er ein bítandi og speisk ákæra. Hetta virkar sum ein brúgv millum 'Get Out of Your Own Way' og næsta sangin 'American Soul', har spoken wordið hjá Lamar heldur fram.
'American Soul'
"It's not a place, this country is to be a sound of drum and bass, you close your eyes to look around". Ein frálíkur rokksangur við spennandi ljóðmynd. Hetta er dýrabært fyri ein referansufjeppara: fyrst parafraserar Kendrick Lamar fjallaprædikuna í sínum spoken word, síðani syngur Bono versið sum Kendrick samplar í "XXX" á DAMN. (2017), og so syngur hann niðurlagið sum upprunaliga var c-stykkið í 'Volcano' av Songs of Innocence (2014). Versið er upprunaliga úr lagnum 'Glastonbury', ið teir framførdu nakrar ferðir á 360 Tour í 2010-2011. Gleðiligt, at allir træðrirnir eru knýttir saman her. "It's not a place, it is a dream the whole world owns, the pilgrim's face, it had your heart to call her home". U2 hava altíð havt eina love/hate støðu mótvegis USA. Her er tað ein atfinning mótvegis flóttapolitikkinum undir Trump, ið sprettir úr djúpum og drúgvum kærleika til landið, sum hann er forseti í. Fleiri ummælarar hava gjørt gjøldur burturúr reglunum "For refugees like you and me, a country to receive us, will you be my sanctuary, Refujesus". Tað er serliga seinasta orðið, samansetingin av "refugee" og "Jesus", ið hevur elvt til vanvirðing. Men RefuJesus er also eitt ítøkiligt hugtak og heitið á eini bók eftir kroatiska baptist gudfrøðingin Boris Peterlin. Peterlin vísir á, at Jesus var sjálvur flótti og kemur framvegis til okkara sum flótti millum flóttar. "RefuJesus". Ein má taka støðu til hann, um bíblia og kristnitrúgv altso hava nakað sum helst uppá seg.
'Summer of Love'
Vakurt og "bouncy" lag. Eitt sindur balladukent men kortini fótfimt og elastiskt. Lady Gaga syngur kór. Stikk den. Eins og Songs of Innocence hevur Songs of Experience liner notes eftir Bono, har hann hugleiðir og greiðir frá søgum í sambandi við sangirnar og tilgongdina handan plátuna. Ein av søgunum er um hvussu U2 í langa tíð hava havt eitt tilhald í Suðurfraklandi, beint við Miðjarðahavsstrondina. Brádliga var tað sum um, at havsbrúgvin var øðrvísi, og ófrættakend tíðindi vóru í miðlunum. Flóttarnir komu, og mangir endaðu sínar dagar á Miðjarðahavinum. Á Songs of Innocence verður sungið um amerikansku vesturstrondina í sanginum 'California (There Is No End To Love)". Tann vesturstrondin hevur ímyndað markloysi og "the final frontier" í bókmentum, list og mentan gjøgnum 20. øld. Hesuferð verður sungið "I've been thinking about the west coast, not the one that everyone knows". Vesturstrondin, ið er her er talan um, er tann í Sýria, haðani øll flýggja. Í Kalifornia høvdu tey ein "summer of love" á sinni, og hetta er ein bøn um ein evropeiskan "summer of love". Mótsetningarnir eru greiðir.
'Red Flag Day'
Her eru vit tónlistaliga í grannalagnum hjá War plátuni frá 1983. Langt síðani teir hava verið her, og tað riggar serstakliga væl. Eitt sindur av The Clash, punk og new wave. The Edge segði herfyri, at hann lurtar nógv eftir plátunum hjá Bob Marley fyri at gerast upplyftur, tí hansara tónleikur er veruligur og "svakliga upplyftandi" sum hann málber seg. Skal ikki siga, at tað eru reggae standir uppá spæl í hesum sanginum, men onkur ekkó hómast haðani. Tekstliga eru eisini tilsipingar til War plátuna, t.d. 'Sunday Bloody Sunday', har teir sungu "I can't believe the news today, I can't close my eyes and make it go away". Hesuferð syngja teir "not even news today, so many lost in the sea last night, the one word that the sea can't say, is no, no, no, no..." Ein "red flag day" verður nýttur av strandvørðum at gera vart við, at bylgjurnar eru óvanliga høgar og vandamiklar. Sangurin er v.ø.o. eitt tematiskt framhald av undfarna sanginum.
'The Showman (Little More Better)'
Her verður sjóneykan vend inneftir. Ein speisk ella satirisk viðgerð av "The Showman". Skemtarin, sjónleikarin, tann framførandi, ið "...gives you front row to his heart, the showman prays his heartache will chart, making a spectacle of falling apart, is just the start of the show". Sjálvironiskt og -kritiskt. Tónlistaliga inniheldur hetta lagið tilsipingar til okkurt úr allar elsta tíðarskeiðnum hjá U2, t.d. skemtiligu og serstøku b-síðuna 'Trash, Trampoline and the Party Girl' frá 1982. Eisini eru element úr uppaftur eldri tónleikaligum tíðarskeiðum sosum 50árunum og 60árunum. Kortini hevur alt eitt nútíðar og modernað sound. Heili níggju ymsir framleiðarar hava verið inni yvir plátuni, hóast tað miðsavnandi toymið tykist at vera Jacknife Lee, Ryan Tedder, Steve Lillywhite og Andy Barlow. Innan rokkin er tað ofta eitt trupult tekin at hava nógvar framleiðarar, men innan hipp hopp og r'n'b er hetta nakað sjálvsagt. Eftir mínum tykki er greiður samanhangur í heildini. U2 ljóða sum U2.
'The Little Things That Give You Away'
Hesin er heilt fantastiska góður og helst mín favorittur á plátuni. Havi hoyrt nakrar live útgávur av sanginum, og eg vónaði, at teir fóru at "naila" hann í studio. Tað gera teir eisini totalt. Sera, sera góð studioversión. Byrjar sum ballada og er í grundini fyrsta veruliga balladan á plátuni, nú vit eru komin inn í aðru helvt aftaná átta sangir. Tað setur krøv til hendan at kunna bera leiklutin, og tað ger hann tíbetur til fulnar. Heilt fantastiska vakur sangur. Teksturin er eitt bræv frá tí unga Bono ("innocence") til tann eldra ("experience"). Ella er í grundini talan um eitt dialektiskt samspæl millum "innocence" og "experience". "It's the little things that give you away, the words you cannot say, your big mouth in the way". Rørandi og framúr vakurt. The Edge skínir veruliga við sínum spæli. Dramatiska og intensa outro'in nertir hjartastreingir. Ein av teimum sangunum, ið man fer at minnast hesa plátuna fyri.
'Landlady'
Eisini ein sangur til konuna, Ali. Heitið "Landlady" er ein ironisk mótvekt til tað, sum annars kundi verið ein dekan ov sentimentalur sangur. "Landlady", vertskonan, tað er hon sum er heima og heldur stýr á øllum, meðan sangarin er á drúgvum konsertferðum. Hann minnist aftur á gamlar dagar og tíðina, tá U2 vóru ungir og stríddu seg fram: "And I'll never know what starving poets meant, 'cause when I was broke it was you that always paid the rent". Niðurlagið er eitt sindur evergreen og crooner kent. Tað riggar. Tað er í lagi at vera evergreen og crooner kendur, tá man er komin í tann aldurin, sum U2 eru í. C-stykkið situr eisini væl. Trummurnar hjá Larry Mullen Jr. eru groovy í hesum sanginum. Fangandi.
'The Blackout'
Hesin var í grundini tann fyrsti sangurin, ið var útgivin av plátuni, men tað var í eini live útgávu, sum kom í summar. Er eisini útgivin sum sjeytummastakpláta við remixi á b síðuni. "Dinosaur wonders why it still walks the earth, yeah" er byrjunarreglan. Aftur eitt slag av sjálvsinnliti ella -viðgerð. Dinosaururin er sjálvandi U2 men kann eisini fatast sum tað gamla og verandi. Fólkaræðið kanska? "Statues fall, democracy is flat on its back, Jack". Jú mín sann. Ljóðliga er hetta helst tann mest Achtung Baby og 90ára-sligi sangurin á plátuni. Í familju við 'American Soul' eisini (sum í: hetta er ein rokksangur). Bassurin hjá Adam er groovy og karakteristiskur. "The blackout, is this an extinction event we see?" verður spurt. Kortini kemur niðurlagið við áheitanini "When the lights go out and you throw yourself about, in the darkness where you learn to see, when the lights go out don't you ever doubt, the light that we can really be". Eitt gott breakdown/c-stykki við øllum møguligum spennandi. Tummil upp.
'Love Is Bigger Than Anything In Its Way'
Segði áður at 'Get Out of Your Own Way' er nokk tann mest U2sligi sangurin á plátuni, men hesin er eisini eitt gott boð. Sera stórbært og patos kent lag við eini rættiligari "stadion framleiðslu". Skilt á tann hátt, at hetta er nærum gjørt til at ljóða væl í einum stadion ella einari arena. Ikki tí, tað er tað mesta av tónleikinum hjá U2, men her er tað framt við eyka denti. Teksturin er somuleiðis eitt bræv frá Bono til børnini, hesuferð til synirnar. Hann roynir at ímynda sær hvat er eftir at siga ella geva frá sær, tá hann er farin. Boðini eru annars einføld men greið: kærleikin er størri enn alt annað á leiðini. Sipað verður m.a. til "Killiney Bay", ið er eitt staðarnavn nærhendis bústaðnum hjá Bono við familju. Frá tí algongda til tað persónliga og aftur.
'13 (There Is A Light)'
Endað verður við hesi vøkru og sorgblíðu balladuni. Pre-niðurlag og niðurlag eru úr 'Song for Someone' av Songs of Innocence. Tann sangurin var til konuna, hesin er til børnini. Tað riggar serstakliga væl, at áðurnevndu brot úr 'Song for Someone' ganga aftur her í einum meira friðsamum hami. "This is a song for someone, someone like me" verður lagt afturat. Ein álvarsom samanumtøka.
---
Og so endar hon, fjúrtanda U2 plátan. At lurta eftir Songs of Experience er eitt sindur sum at hyggja eftir The Last Jedi, áttanda filminum í Star Wars sagaini. Nógv kend temu og motiv, ið ganga aftur, men tey eru kveikt og sett saman av nýggjum! Takk fyri meg.
(Deluxe útgávan av plátuni inniheldur fýra bonusløg: 'Ordinary Love (Extraordinary Mix)', 'Book of Your Heart', 'Lights of Home (St Peter's String Version)' og 'You're The Best Thing About Me (U2 vs. Kygo)", ið er eitt Kygo remix. Eisini finst eitt Jacknife Lee remix av 'The Blackout' á Record Store Day stakplátuni og japansku special edition. So fimm tilsamans. Tey eru øll góð at, so segði hann, eiga inni).
Comments
Post a Comment