Vit enda í heimligum høpi. Kassettubandið Jólagleðin við croonaranum Alex Bærendsen er ein sannur (ný)klassikari innan føroyskan jólatónleik. Bandið kom av fyrstan tíð út í 1988. Óli Poulsen stóð fyri upptøkunum í Bløndal Studio í Danmark. Fløgan kom út í 1996, og fyri nøkrum árum síðani gjørdist útgávan tøk á talgildu miðlunum. Jólagleðin var mangan kærkomin í jólamánaðunum, tá vit búðu niðri. Tað er hon enn.
Í desember 2014 hevði eg tann heiður at spæla jólakonsert saman við Alex og Kristinu Bærendsen, Peturi Pólsyni og Bjøllubandanum (Benjamin Petersen, Mikael Blak, Per Ingvaldur Højgaard Petersen og undirritaði) í Reinsarínum. Tað var ein serstøk løta, og vit spældu m.a. heitislagið 'Jólagleðin', ið verður síðsta lúka í Jólagreat. Alex eigur sjálvur orð og lag. Gleðilig jól!
Bandið í uppruna útgávu (1988). |
Baksíðan á bandinum. |
Fløgan. |
Inni í fløguhúsanum. |
Comments
Post a Comment