Fari tí at varpa ljós á úrvaldar plátur frá árunum 2007, 1997, 1987, 1977, 1967 og 1957. Saman við 2017 verður tað til sjey ferðirnar sjey. Og sjey áratíggju. Kalla tað gjarna eitt numerologiskt herindi, ja kalla tað hvat tú vilt: fleiri av hesum árunum hava serstaka støðu í tónleikasøguni.
Hvat er at siga um 1967, ið ikki longu er sagt? Sambært teirri eitt sindur útjaglaðu rokksøguni er 1967 eitt mýtologiskt tónleikaár - "the summer of love". Gamaní fevndi árið eisini um eina røð av frálíkum tónleikaútgávum.
Skal nakað yvirskipað rák úr árinum nevnast, so er psykedelia helst eitt upplagt boð. The Beach Boys, Captain Beefheart and His Magic Band, The Doors, Jefferson Airplane, Buffalo Springfield og Love stílaðu fyri sýraðum og psykedeliskum markloysi á vesturstrondini í USA. Har suðuri í Texas svumu The Red Crayola og 13th Floor Elevators í einum serliga naskum slagi av sýru, og handan hav stillaðu The Beatles, Cream og Pink Floyd somuleiðis inn á psykedeliskar bylgjulongdir. The Jimi Hendrix Experience ítøkiliggjørdu transatlantiska sambandið millum amerikansku vesturstrondina og London (umvegis Saturn).
Skaldið Leonard Cohen debuteraði sum fólkasangari, poppsangarin Scott Walker setti somuleiðis hol á kompromisleysa yrkisleið í egnum navni og Nico debuteraði bæði við The Velvet Underground og í egnum navni. Nina Simone var í blues hýri og Tim Buckley hækkaði støðið. Og tá er einki sagt um outsidarnar: hin bossanova brillianti Antonio Carlos Jobim í Brasilia, hin eksplosivt soulsyngjandi Aretha Franklin í Muscle Shoals, Elvis í fyrstaflokks gospel hýri, Faroe Boys við fyrstu føroysku popp/rokk LP-ini, hin ambitiøst fabulerandi Van Dyke Parks sunnarlaga í sólstatinum Kalifornia, anti-flowerpower asfalt dyrkandi The Velvet Underground í New York og hin æviga andsøgnin Bob Dylan, ið letur úr hondum hina tíðarráksnoktandi og anti-psykedelisku John Wesley Harding.
(Útgávutíttleikin var eisini ein annar tá: tvær knallgóðar plátur frá The Beatles, The Doors og The Jimi Hendrix Experience í sama kalendaraári. Tað var eftir øllum at døma gamalt).
Antonio Carlos Jobim: Wave
Aretha Franklin: I Never Loved A Man The Way I Love You
The Beach Boys: Smiley Smile
The Beatles: Sgt. Pepper's Lonely Heart's Club Band
The Beatles: Magical Mystery Tour
Bob Dylan: John Wesley Harding
Buffalo Springfield: Buffalo Springfield Again
Captain Beefheart and His Magic Band: Safe as Milk
Cream: Disraeli Gears
Elvis Presley: How Great Thou Art
Faroe Boys: Faroe Boys
Jefferson Airplane: Surrealistic Pillow
The Jimi Hendrix Experience: Are You Experienced?
The Jimi Hendrix Experience: Axis: Bold As Love
Leonard Cohen: Songs of Leonard Cohen
Love: Forever Changes
The Velvet Underground: The Velvet Underground & Nico
13th Floor Elevators: Easter Everywhere
Bob Dylan: John Wesley Harding
Buffalo Springfield: Buffalo Springfield Again
Captain Beefheart and His Magic Band: Safe as Milk
Cream: Disraeli Gears
The Doors: The Doors
The Doors: Strange DaysElvis Presley: How Great Thou Art
Faroe Boys: Faroe Boys
Jefferson Airplane: Surrealistic Pillow
The Jimi Hendrix Experience: Are You Experienced?
The Jimi Hendrix Experience: Axis: Bold As Love
Leonard Cohen: Songs of Leonard Cohen
Love: Forever Changes
Nico: Chelsea Girl
Nina Simone: Nina Simone Sings The Blues
Pink Floyd: The Piper At The Gates of Dawn
Nina Simone: Nina Simone Sings The Blues
Pink Floyd: The Piper At The Gates of Dawn
The Red Crayola: The Parable of Arable Land
Scott Walker: Scott
Scott Walker: Scott
Tim Buckley: Goodbye and Hello
Van Dyke Parks: Song CycleThe Velvet Underground: The Velvet Underground & Nico
13th Floor Elevators: Easter Everywhere
Comments
Post a Comment