Ársins plátur 2019

 
2019 syngur uppá síðsta vers, og tíðin er komin til at taka samanum ársins plátur. Hesuferð er tað ikki bert árið men tíggjuáraskeiðið 2010-2019, ið komið er at enda. Fari at gera meira burturúr tíggjuáraskeiðnum millum jól og nýggjár. Her og nú er tað 2019, ið tað snýr seg um.

Enn sum áður er talan um ein subjektivan og selektivan lista yvir tær, ið eg haldi vera best, tær, ið eg havi lurtað mest eftir, og tær, ið hava hugtikið. Gerið so væl:

Afenginn: Klingra
Afenginn hevur í mong ár hugtikið við síni eginsomu norðurlendsku tulking av m.a. klezmer og balkan tónleiki. Finnin Kim Rafael Nyberg er tónsetari og oddviti, og við árunum hevur tónleikurin fingið ein alsamt greiðari tónsetingarligan (kompositoriskan) dám. Afenginn hevur leingi havt tilknýti til Føroyar, og ongantíð hevur hetta verið so greitt sum á Klingra, ið var upptikin í Tórshavn og Keypmannahavn. Tey, sum leika á hesi plátuni, eru Dánjal á Neystabø, Teitur Lassen, Ólavur Jákupsson, Mikael Blak, Niels Skovmand, Jakob Johansen, Maggie Bjorklund, Knut Finsrud, Ulrik Brohuus og Danish String Quartet. Afenginn hevur við Klingra avrikað eitt meistarliga melankolskt stórverk.

Barker: Utility
Framskygt og uppfinnsamt techno, útgivið á álítandi Berghain plátufelagnum Ostgut Ton. Barker hevur eina einfalda og effektiva hugmynd, ið arbeitt verður út frá: hvat nú um techno droppaði basstrummuna og ístaðin hugsavnaði seg um alt hitt? Hetta gevur elektronisku ljóðmyndunum ein upplyftandi og transukendan dám. Genialt.

Billie Eilish: When We All Fall Asleep, Where Do We Go?
Tað er ikki oftari enn so, at óvanliga áhugaverdar poppstjørnur trína fram í ljósmálan. Billie Eilish er ein teirra, og When We All Fall Asleep, Where Do We Go? er eisini ein óvanliga góð debut. Eilish var ikki fylt 18 ár, tá plátan var útgivin, so eg skal ikki siga at eg endiliga eri partur av "málbólkinum" fyri hendan tónleikin. Men eg havi heldur ongantíð havt skil fyri sovornum handilstosi um "málbólkar". List er list. Antin fangar hon teg, ella ikki. Í mínum huga er hetta oyrafangandi, stundum ófrættakendur poppur við broddi.

black midi: Schlagenheim
black midi eru úr Onglandi og spæla sítt egna slag av klikkaðum og gittarbaseraðum math/experimental/punk rokki. "Black midi" er annars heiti á eini áhugaverdari japanskari tónleikasjangru. Rokkur hevur tað ikki alt for gott nú á døgum, men hesin bólkurin vil nakað við sínum tónleiki. Áhugaverdasti nýggi gittarbólkur í longri tíð.

Blood Incantation: Hidden History of The Human Race
Bergtakandi útgáva, ið ikki hevur stórt meira enn ein mánaða á baki. Blood Incantation spæla nakað so egið sum psykedeliskan deyðsmálm við progg tendensum. Skilt soleiðis, at kjarnin í hesum er hardcore deyðsmálmur, men samstundis er hetta ein ótrúliga vælljóðandi og hugvekjandi pláta við  sterkari atmosferu. Ordiliga feitt.

Burial: Tunes 2011-2019
Apropos samanumtøkur, so er hetta ein savnsútgáva, ið kom út fyri kortum. Tikið verður samanum EP útgávur og stakløg frá seinasta áratígginum. Her verður ferðast aftureftir í tíð, og løgini eru eisini løgd í eina skilagóða raðfylgju. Eg havi tikið hesa útgávuna við, tí hon vísir veruliga formatið hjá hinum fantastiska hugtakandi Burial, ið telist millum bestu elektronisku artistar í 21. øld. Listin hjá honum heldur á við at folda seg út. Høvuðsverkini eru framvegis tær báðar einastu long playing pláturnar higartil - Burial (2006) og Untrue (2007), - men henda savnsútgávan er kærkomin kortini.

Candlemass: The Door To Doom
Í vár lat navnframi svenski dómadagsmálm bólkurin Candlemass nýggja plátu úr hondum. Hetta er fyrsta Candlemass útgávan við originala sangaranum Johan Längqvist í 33 ár, og legendan Tony Iommi úr Black Sabbath leikar gestasolo á einum lagi. Tá Candlemass eru uppá sítt besta, sum á hesi plátuni, eru teir skúladømi uppá dómadagsmálm í verðinsklassa - hetta seigliga, seina og dapra slagið av málmi, ið setti ferðina niður, tá aðrar undirsjangrur settu ferðina upp. Ósmæðið teatralskt og riff tungt uppá tann feita mátan.

The Comet Is Coming: Trust In The Lifeforce of The Deep Mystery
Kosmiskur sci-fi fusiónsjassur við elektroniskum elementum. Trioin The Comet Is Coming er úr Onglandi. Bólkaleiðari er saksofon- og klarinetleikarin Shabaka "King Shabaka" Hutchings, ið eisini er oddamaður í somuleiðis frálíku Sons of Kemet. Saman við synthesizerleikaranum Dan "Danalogue" Leavers og trummuleikaranum Maxwell "Betamax" Hallett skapar hann framskygdan jass, ið samstundis peikar aftur á slóð til Sun Ra, John og Alice Coltrane og Impulse! plátufelagið, ið hendan plátan forrestin er útgivin á. Ársins jassútgáva.

Gaahls WYRD: Gastir - Ghosts Invited
Navnframi norski black metal sangarin Gaahl, áður kendur úr m.a. Gorgoroth, leggur navn til Gaahls WYRD, ið debuteraðu á plátu í vár. Gaahl vísir seg frá síni eklektisku síðu á hesi huglagsríku útgávuni. Raddarliga roynir hann seg við ymsum brigdum, ið øll klæða honum væl. Tónleikaliga verður komið nokkso víða um, hóast upphavið í norskum black ikki fornoktar seg heilt. Mær dámar væl, tá málmplátur ikki eru pro-toolaðar í hel, og tónleikurin av tí sama fær rúm til at anda. Soleiðis er støðan her. Tummil upp.

Gorécki/Gibbons/Penderecki: Symphony No. 3 (Symphony of Sorrowful Songs)
3. symfoni hjá polska tónaskaldinum Henrýk Górecki, hin tiltikna Symphony of Sorrowful Songs, her sungin av Beth Gibbons úr Portishead, framførd av Polish National Radio Symphony Orchestra og stjórnað av Krzysztof Penderecki. Mikið hugfangandi útgáva av einum stórbærum og sorgblíðum verki við eini serstakari søgu. Rørandi og innilig útgáva.

Hildur Guðnadóttir: Chernobyl (Music from the Original Series)
HBO røðin Chernobyl var millum tær minniligastu í ár. Hon kennist sum dystopiskt sci-fi, men tað hendi veruliga fyri 33 árum síðani. Eg ørminnist at hava sæð og hoyrt um hendingina í miðlunum, hóast eg einans var seks ára gamal. Røðin kann sostatt lýsast sum "feel-bad" sjónvarp, og íslendska Hildur Guðnadóttir hevur avrikað eitt frálíkt soundtrack til høvið. Tónleikurin byggir á feltupptøkur frá eini kjarnorkuverkstøð í Ignalina í Litava. Eingi klassisk ljóðføri vera nýtt, einans upptøkur frá verkstøðini. Ein frálík samanseting av tónleiki og ljóðlist.

Lagt afturat 13. januar 2020: eftir loksins at hava sæð Joker (Todd Philips, 2019) má eg staðfesta, at soundtrackið til henda huggrípandi og óunnuliga film hoyrir sanniliga eisini við her. Tónleikurin er ein perfekt sameining av sorgarbundnari sello og strúkaraorkestri. Tvey plettskot í 2019 frá Guðnadóttir, ið eisini skrivar søgu um dagarnar.

Janus Rasmussen: Vín
Janus Rasmussen hevur seinastu mongu árini havt altjóða suksé við Kiasmos, har Ólavur Arnalds er hin helmingurin. Nú er hann traðkaður á pallin sum artistur í egnum navni við Vín. Her eru nøkur av somu eyðkennunum uppá spæl: væl framleitt og -ljóðandi minimal techno, ið bæði hóskar seg til dansigólvið, oyrabúffalurting og sofa lurting heima við hús. Hóast tónleikurin er elektroniskur hevur soundið ein organiskan dám, og tað riggar ordiliga væl. Ikki ólíkt Kiasmos í tilgongdini, men kortini við sínum egna samleika.

Joe & The Shitboys: The Reson for Hardcore Vibes 
Ein punk saltvatnsinnspræning í tann føroyska tónleikapallin. Stuttligt at síggja viðgongdina hjá hesum bólkinum, tí manningin hevur leingi staðið fyri nógvum spennandi tónleikaligum (undirgrunds)virksemi. The Reson For Hardcore Vibes byggir sum skilst á eitt manifest, ið limirnir av tilvild funnu í einum kjallara í fyrrverandi kommunuskúlanum. Hetta er debutplátan hjá bólkinum - 10 løg á 10 minuttir! - og hon passar á eina sjeytumma stakplátu, ið mín sann eisini hevur funnið vegin fram í heimliga savnið. Shitboys stjólu yvirskriftir á ársins Iceland Airwaves. Fyri neyðini at okkurt annað enn Ísraelsfjantandi ørvitisfiskarí vekir ans úti í heimi.

Leonard Cohen: Thanks For The Dance
Eitt seinasta farvæl frá meistaranum. Byrjanarlagið 'Thanks For The Dance' er penganar vert. You Want It Darker (2016) er framvegis hin stóri svanasongurin, men henda útgávan er kortini ein virðilig og vøkur coda. Sonurin Adam Cohen stóð fyri framleiðsluni við góðum fólki afturat sær. Takk fyri dansin, Hr. Cohen.

Little Simz: GREY Area
Enski rapparin Little Simz klokkaði inn á radaran hjá undirritaða, tá hon hitaði upp fyri Gorillaz í Royal Arena, Kph veturin 2017. Ein frálík framførsla, og tá hon eisini gestaði við Gorillaz vóru vit mestsum seld. Triðja plátan hjá henni GREY Area kom út í vár, og hon er tilnevnd Mercury Music Prize. Hetta er orkumikið og uppreistrarhugað rapp við organiskari framleiðslu. 10 løg á 35 minuttir. Stutt og greitt og einki óneyðugt tvætl. Yndis rappútgávan í ár, tað er vist.

Nathan Micay: Blue Spring
Kanadiski framleiðarin Nathan Micay útgav hina frálíku Capsule's Pride í 2016 undir listanavninum Bwana. Løgini á teirri útgávuni vóru grundaði á samplingar úr japanska anime klassikaranum Akira frá 1988. Nú hevur Micay latið eina frálíka elektroniska plátu úr hondum undir sínum egna navni, og hesuferð hevur hann gjørt tónleik til ein fiktivan animé film við heitinum Blue Spring. Tvs. maðurin hevur sjálvur uppfunnið storyboard, tekningar o.a. til filmin, og síðani hevur hann gjørt tónleik til. Ein ikki sørt dedikerað og gjøgnumførd tilgongd, og tað endurspeglast eisini í tónleikinum. Her verður komið víða um í elektroniska klangheiminum við tilsipingum til m.a. Vangelis og Kraftwerk, um enn dagført til 21. øld. Góðkent!

Nick Cave & The Bad Seeds: Ghosteen
Longsta og hugtungasta útgávan hjá Cave og co. hetta tíggjuáraskeiðið. Í grundini er hetta ein dupultpláta. Í pressutilfarinum var sagt at fyrra helvt er "børnini", meðan seinna helvt er "foreldrini". Hetta gevur meining, tí tónaheimurin á fyrru helvtini ljóðar meira av 21. øld, meðan seinna helvt hevur meira 70-ára dám við tilsipingum til m.a. kosmische musik og krautrock úr Týsklandi. Plátan er fødd úr djúpari sorg og trega - sangirnir vóru skrivaðir eftir at Cave misti sonin Arthur í eini vanlukku. Hetta er ikki ein pláta at seta frá í veitslulag, men hetta er ein góð og djørv pláta. Virðing fyri tí.

Solange: When I Get Home
Solange lat sína fjórðu plátu úr hondum í mars. Triðja plátan A Seat At The Table (2016) var millum tær bestu tað árið, og sigast má at When I Get Home er eitt virðiligt framhald. Hetta er laidback og minimalistiskur r'n'b tónleikur við drøgum úr jassi, hipp hopp og trap. Løgini hava ofta ein tilvitað minimalistiskan, beinleiðis repetitivan dám, og tað vísir seg sum frá líður at rigga ordiliga væl. Ikki ein pláta, ið ger nógvan háva burturúr, men stak góð fyri tað.

Thom Yorke: AMINA
Besta soloútgávan frá Thom Yorke higartil. Tær eldru hava eisini verið fínar, men her gongur alt upp í eina hægri eind - sangskriving, ljóðlandsløg og tematikkir. Framleidd í tøttum samstarvi við góða gamla Nigel Godrich, ið hevur verið fastur fúsur hjá Yorke og Radiohead síðani miðskeiðis í nítiárunum. Plátan var fylgd av einum 15 minuttirs stuttfilmi, leikstjórnaður av Paul Thomas Anderson og útgivin á Netflix. Thom Yorke er farin um tey fimti, men (tón)listaliga er hann sprelskur sum fyrsta dagin. Stikk den.

Tool: Fear Inoculum
Fyrsta Tool plátan í heili 13 ár. Ting mær dámar best við Tool: "psychedelic metal" gittarstílurin hjá Adam Jones, dronandi og stundum repetitivu elementini í tónleikinum og tað ambienta huglagið. Fear Inoculum hevur alt hetta í yvirflóð. Sangirnir eru langir, og plátan er tann longsta í diskografiini. Eitt slag av symfoniskari kenslu er yvir verkætlanini, við nógvum andarúmi millum tær ymisku passasjurnar. Slættingin av siðbundna rock hiearkinum er eisini áhugaverd: vokalarnir hjá Maynard James Keenan eru ikki fremst fyri sum vanligt er, men eru heldur á sama støði sum onnur element í tónleikinum. Fear Inoculum er neyvan staðið at byrja hjá Tool rookies, men sum fjeppari er tað torført ikki at dáma plátuna. Ænima (1996) er tó enn sum áður mín yndis Tool pláta.

Verdar at nevna:
Amason: Galaxy I
Ariana Grande: thank u, next
Belzebubs: Pantheon of The Nightside Gods
Black Mountain: Destroyer
Blaue Blume: Bell of Wool
Bon Iver: i, i
Bruce Springsteen: Western Stars
Caterina Barbieri: Ecstatic Computation
CHAI: PUNK
The Chemical Brothers: No Geography
Deathcrush: Megazone
Flying Lotus: Flamagra
James Blake: Assume Form
Kanye West: Jesus Is King
Khruangbin: Hasta El Cielo
Lee "Scratch" Perry: Rainford
Mgla: Age of Excuse
Mavis Staples: We Get By
Mayhem: Daemon
Misþyrming: Algleymi
Rammstein: RAMMSTEIN
Sharon Van Etten: Remind Me Tomorrow
Steve Hauschildt: Nonlin
Sunn O))): Life Metal/Pyroclasts
Tyler, The Creator: IGOR
Vampire Weekend: Father Of The Bride
Weyes Blood: Titanic Rising 

Comments