Ársins plátur 2018


Eitt heilt ár er um at vera runnið, og tað merkir at ársins síðsti bloggur skal snúgva seg um ársins plátur! Sum ikki einaferð er talan um ein subjektivan og selektivan lista yvir tær, ið eg haldi vera best, tær, ið eg havi lurtað mest eftir, og tær, ið hava hugtikið. Tjúgu plátur komu uppí part, harav ein fjórðingur er føroyskur. Ikki so galið. Spotify playlisti er viðfestur niðast.

Beach House: 7
Á seinastu seks útgávunum hava Beach House treytaleyst halgað seg til dream popp av tí góða gamla slagnum. Eg havi eisini havt ávísan tokka til hesa tilgongdina, tó at seinastu tvær útgávurnar ikki reiðiliga fingu meg upp at flákra. Nýggjasta og sjeynda útgávan, ið stutt og greitt rópast 7, er straks øðrvísi. Tað klæðir bólkinum at samstarva við noise/psykedelia legenduna Peter Kember (Spacemen 3, Sonic Boom, Spectrum), ið sat í framleiðarastólinum hesuferð. Her er komið meira kjøt og fylla á í botninum, og ein størri klanglig breidd í ljóðmyndini. Ein feril av shoegaze. Afturkenniligt uppá tann góða mátan.

Cardi B: Invasion of Privacy
Hóast Kendrick Lamar átti definitivu hipp hopp plátuna í 2017 (DAMN.), so átti Cardi B eitt av definitivu hipp hopp stakløgunum við 'Bodak Yellow'. Í ár kom fyrsta plátan hjá henni so, og hon skuffaði ikki. 'Bodak Yellow' er við, og tað eru 'Drip (feat. Migos)', 'I Like It', 'Be Careful', 'Ring (feat. Kehlani)', 'Bartier Cardi' og allir hinir eisini. Ein ávís breidd hómast í tónlistarligu samansetingini (hipp hopp við brigdum úr trap, r'n'b og latin tónleiki) og tað klæðir henni. Einasta skuffilsi var at hon avlýsti sína Roskilde konsert, tí hon var vorðin við barn (kortini ein skilagóð avgerð)). Ein frálík debutpláta frá einum bersøgnum og karismatiskum rappara.

Dedekind Cut: Tahoe
Sera væl frágingið ambient, útgivið á virda ambient/post/drone osfr. plátufelagnum Kranky. Hetta er reindyrkað ambient í ætt við Brian Eno, Aphex Twin, William Basinski, Biosphere og Stars of The Lid. Dámligt og frískligt og ikki sørt... ambient! Tað er eitt sindur í andsøgn við orðaleysu, formleysu og ideelt sæð objektleysu ambient sjangruna ,at tosa alt ov nógv um tónleikin, so eg steðgi her. Vert at tjekka út.

The Fjords: Ladders
Onnur útgávan hjá norsku The Fjords er á tremur við fangandi, lagvøkrum og sofistikeraðum nørdapoppi við innihaldsligari dýpd. Stílfull sangskriving hittir modernaði elektronisk brigdi og eitt vet av soul. The Fjords byrjaði sum soloverkætlanin hjá Petter Vågan á jasslinjuni á NTNU í Trondheim, men vaks skjótt til eina kvartett, ið m.a. telir føroyska Bárður Reinert Poulsen á bass. Tað er eitt njótilsi at lurta eftir hesi plátuni, og mær tykir at hon er rættiliga undirmett. Tí skal hon við her.

Hamferð: Támsins Likam
Máttmikið, sorgblítt, mollstemt, seigt og veðurbart. Hamferð er ein mikið hugtakandi bólkur, ið onkursvegna dugir at raka eitt djúpt og sterkt føroyskt huglag, uttan at tað druknar í yvirdrivnum tjóðskaparligum patos. Triðja útgávan Támsins likam er framsøkin og hugkveikjandi. Løgini eru komponeraði, gjøgnumhugsaði og bara framúr væl skrivaði. Hetta gevur tónleikinum ein samanhangandi og yvirskipaðan dám, har allir staklutir ganga upp í eina hægri eind. Tú hevur hug til at liva við í hesum tónleikum, tað verið seg live ella á plátu. Eisini mikið gleðiligt at menn loksins hava fingið uppí lag at geva tónleikin út á vinyl.

Hús: Nevember
Instrumentalt, filmiskt og dreymakent eru orð, ið renna einum í hug, tá ein leggur fyrstu plátuna hjá Hús (Rólant Lenvig av Reyni) undir nálina. Talan er um huglagsríkan og ambientan tónleik sum dyrkar klang, tekstur og umhvarv eins nógv og laglinjur og tað melodiøsa. Framleiðslurnar eru lumpisliga einfaldar, tí tær byggja mangan á einføld hugskot, men kortini er nógv at fara eftir í sjálvum soundinum. Og tak ikki feil: Hús hevur sítt egna sound. Við fáum amboðum megnar hann at skapa sín egna ljódliga alheim. Ein alheim, ið kortini ikki er uttan sambond út í annan tónleik. Mest av øllum hevur Hús kortini sítt egna twist uppá sjangruna. Um talan altso er um nakra ávísa sjangru. Útgivið á nýliga startaða plátufelagnum Kervið.

Janelle Monáe: Dirty Computer
Janelle Monáe hevur altíð verið áhugaverd. Hon hevur latið frálík stakløg úr hondum og staðið fyri serstakliga orkumiklum og hugtakandi Roskilde konsertum. Havi tó hildið, at undanfarnu pláturnar The ArchAndroid (2010) og Electric Lady (2013) vóru í so proppaðar við hugskotum, stílum og konseptum. Har hendi snøgt sagt ov nógv, bæði tematiskt og tónleikaliga. Á nýggju útgávuni er alt skorið meira inn á bein. Hetta er dansigólvsstílaður poppur við íblástri úr r'n'b, funk, soul, hipp hopp og trap. Farið verður til sakina frá fyrstu skering, og hesin beintframligi hugburður heldur sær allan vegin til endans. Eg tími av tí sama at lurta eftir plátuni. Tað konseptuella er eisini varðveitt á hóskandi hátt: Brian Wilson (!), Zoe Krawitz, Grimes og Pharrell gesta, og tilsipingar eru til bæði Daft Punk og Radiohead. Hetta er sostatt ein rættilig konseptpláta, bert í meira streymlinjaðari og pummaðari úgávu. Stak væl frágingið.

Jóhann Jóhannsson: Mandy OST
Tað vóru trist tíðindi í februar, tá tað frættist at íslendski Jóhann Jóhannsson var deyður. Seinastu uml. 17 árini hevur Jóhannsson borgað fyri dygd innan bæði filmstónleik, neo-klassiskt og elektroniskan tónleik. Fleiri av hansara útgávum gjøgnum árini hava bergtikið. Tí var tað mín vón, at hansara helst síðsta útgáva, soundtrackið til Mandy eftir Panos Cosmatos, eisini fór at vera gott. Cosmatos hevur gjørt ein film áður, Beyond The Black Rainbow (2010) við frálíkum soundtracki eftir Sinoia Caves (sí eisini her). Vónirnar vóru tí høgar. Og hetta er gott! Filmurin er ein rættilig perla: ein psykedeliskur og surrealistiskur horror hevndarfilmur við einum framúr góðum Nicolas Cage í høvuðsleiklutinum. Tónleikurin er sera gjøgnumførdur, og tekur støðið í tíðarskeiðnum (filmurin gongur fyri seg í 1983). Ábendingar eru til 80-ara rokk, black metal, ambient og elektroniskan filmstónleik av ymsum slag. Alt hongur sera væl saman, og Jóhannsson skapti soundtrackið í samstarvi við málmsframleiðaran Randall Dunn og gittarleikaran Stephen O'Malley úr Sun O))) Hetta er ikki hvør sum helst. Eitt ómetaliga væl frágingið og gjøgnumført soundtrack, ið tíbetur/tíverri fyrijáttar hvussu nógv gott var í væntu hjá Jóhannsson. Hvíl í friði og takk fyri tónleikin.

KIDS SEE GHOSTS: KIDS SEE GHOSTS
Samstarv millum Kid Cuti og Kanye West. Ein frálík og konsentrerað hipp hopp útgáva við íblástri úr bæði rokki, poppi og elektroniskum (7 løg á 23 minuttir). Útgávan opinberaði seg fyri mær á Silvurdrongur konsertferðini í november mánaði. Bassleikarin Karl Andrias Stórá koyrdi hetta frá í Tutl bussinum, og tað var ikki frítt at tónleikurin var latin upp, meðan vit koyrdu eftir føroysku landavegunum. Kanye West hevur havt nøkur merkilig ár í seinastuni, og okkurt bendir á at sálarliga heilsan hjá manninum ikki er ovurhonds góð, men tónleikaliga er hann framvegis millum tey fremstu.

Low: Double Negative
Tað eru eini 17 ár síðani eg byrjaði at lurta eftir amerikansku trioini Low úr Duluth í Minnesota (sami heimstaður sum Robert Zimmerman e.k.s. Bob Dylan). Leingi vóru Low umboð fyri eitt slag av slowcore americana við atmosferiskum gittara, vøkrum tvísangi og seinum rútmum. Á hesi útgávuni hava tey fullkomiliga endurkveikt sítt ljóð umvegis elektroniskar studio snildir. Við fyrsta lurt ljóðar tað sum um tey gjørdu eina lidna Low plátu, og tveittu síðani master bandið í eitt sýrubað, har tað slapp at liggja eina góða løtu. Ella kanska sum at tey settu eld á master bandið. Eg veit ikki. Hetta er í hvussu so er ein rættilig dekonstruktión av Low ljóðinum, sum vit áður kendu tað. Og kortini gongur ikki leingi fyrrenn eyðkendi samleikin kortini skínur í gjøgnum, og tú staðfestir róliga at hetta er sanniliga Low, bert í hamskiftari útgávu. Fantastiska hugtakandi útgáva.

Marius Ziska: Portur
Nú vit eru við endurkveikt ljóð, so má sigast at Marius Ziska gjørdi júst hetta í heimligum høpi. Portur er fyrsta útgávan hjá bólkinum, har allir tekstirnir einans eru á føroyskum. Eisini er hetta tann mest "tilevnaða" plátan hjá bólkinum. Skilt á tann hátt, at her er rættiliga nógv post-production framd, tá plátan var innspæld. Elektroniskar snildir eru lagdar afturat tí væl skrivaða og vælljómandi tónleikinum. Ein fær kensluna av, at menn hava lagt oyru til nýggjastu útgávurnar hjá eitt nú The War On Drugs og Bon Iver. Hetta hóskar seg til hesa útgávuna, ið er bæði lekkur lekkur og gjøgnumførd. Portur hóskar seg m.a. væl til biltúrar framvið sjóvarmálanum í Suðuritalia (hetta royndu vit í summar), og hon roynist eisini framúr væl undir nálini á heimliga anlegginum ein kaldan vetrardag.

Robyn: Honey
Robyn og eg eru næstan javngomul. Tað er stuttligt at hugsa seg aftur til miðskeiðis í 90-unum, tá 'Show Me Love' hjá tí tá 15 ára gomlu Robyn var á MTV og øðrum tónleikarásum. Lítið grunaði ein tá, at Robyn framhaldandi fór at vera ein tónlistarlig hjávera í 2018. Men tað er hon, og tað við lít. Tað var serliga Body Talk tríverkið frá 2010, ið staðfesti Robyn sum eina popplistakvinnu við dýpd, og á Honey heldur góða gongdin fram. Hetta er dansigólvsstílaður tónleikur - synth poppur og elektroniskt disco við einum pulserandi rútmiskum undirstreymi - og omanyvir øllum syngur Robyn úr einum djúpt persónligum og intimum stað. "Confessions on a dance floor" æt ein Madonna pláta á sinni, men tað kundi eins væl verið ein lýsing av tónleikinum hjá Robyn. Eg gloymi aldrin fyrstu ferð eg hoyrdi 'Dancing On My Own' á Roskilde Festival í 2010. Tað rakti ein djúpt. Robyn meinar business.

Silvurdrongur: Silvurpláta
Tað heilaga og tað profana ganga hond í hond í tekstliga alheiminum hjá Silvurdrongi, har alt tykist fylt av einum ávísum heilagleika, hóast summi brot eru bæði bersøgin og ónærislig (fyri summi). Eitt sindur sum í yrkingini 'Footnote to Howl' hjá Allen Ginsberg. Tónleikaliga eru vit stødd onkrastaðni millum spoken word og hipp hopp. Sjálvur kallar Silvurdrongur tað fyri "orðasang", og tað er nakað um tað. Teir báðir Per Ingvaldur Højgaard Petersen og Karl Andrias Stórá hava skapað tónlistarligu ljóðmyndirnar. Útgávan tekur onkursvegna støði í Havnini, ið er býurin har teir tríggir eru frá. Silvurpláta er mittasti partur av einum tvørlistarligum tríverki, ið eisini telur yrkingasavnið Silvurbók og filmin 111 góðir dagar.
(Full avdúking: eg spæli við live bólkinum hjá Silvurdrongi, men eg havi ikki havt við plátuna at gera, annað enn at eg havi lurtað nógv eftir henni).

Sleep: The Sciences
Var tað nakað, ið eg ikki visti av við ársbyrjan, so var tað at eg fór at fáa brúk fyri eini nýggjari plátu frá stoner/doom metal bólkinum Sleep. Men so kom hon, fyrsta Sleep plátan í næstan tjúgu ár, The Sciences, og hon vaks í vavi fyri hvørja lurting. Eitt ordans comeback av eini plátu, ja helst ársins comeback. Seigt og tungt og groovy sum ber ólukkan. Framúrskarandi gittarleikur frá Matt Pike, frálíkir/skemtiligir tekstir, vokalur og bassur frá Al Cisneros og orkumikil trummuleikur frá Jason Roeder, ið allatíðina trýstir tónleikin frameftir, hóast stevið er tungt og seigt sum fyrsta dagin. Heilt ólukksáliga kølin útgáva frá einum sum frá líður legendariskum bólki.

Sons of Kemet: Your Queen Is A Reptile
Kanska ársins feitasta jass útgáva. Sons of Kemet er ein ensk kvartett, ið fevnir um tveir trummuleikarar, ein saksofonist og ein tubaleikara. Samansetingin er egin og tónleikurin fevnir víða í teirri afrikansku diasporaini. Tískil er hetta jassur við útferðum í alt møguligt annað viðkomandi, eitt nú dub og reggae tónleik av Jamaika. Saksofonleikarin Shabaka Hutchings er leiðari í bólkinum, og henda útgávan er útgivin á Impulse! plátufelagnum, ið á sinni stóð fyri útgávum hjá John Coltrane, Alice Coltrane og Pharaoh Sanders. Tey níggju løgini á plátuni hava øll heiti eftir týðandi søguligum kvinnum úr teirri afrikansku diasporaini, ið eru fyrimyndir/drotningar. Heitið Your Queen Is A Reptile sipar til bretsku drotningina, hvørs hvíta kongshús ikki kennist umboðandi fyri nógvar bretskar tilflytarar. Eisini er hetta ein skemtilig tilsiping til algongdu søguna um, at bretska kongshúsið í veruleikanum eru skriðdýr úr rúmdini, ið kunnu skifta skap (!) Hvussu enn er og ikki, so er tónleikurin sera dragandi. Eitt frískligt boð uppá hvat jassur kann í dag.

Speaker Bite Me: Future Plans
Havi havt alsk til donsku noise rokk kvartettina Speaker Bite Me síðani eg sá tey á Roskilde Festival í 2000. Sama ár útgóvu tey hina frálíku noise rock plátuna If Love Is Missing It Must Be Imposed, ið er undanfari fyri nýggju útgávuna, har noise rokkur við avantgardistiskum broddi aftur er settur í hásæti. Tað eru ellivu ár síðani tey seinast góvu nakað út, og hetta er kærkomið. Klórandi, insisterandi, larmandi og frálíkt.

Spiritualized: And Nothing Hurt
Eg elski Spiritualized, og tí elski eg eisini áttandu útgávuna And Nothing Hurt, ið kom út tíðliga í heyst. Hetta er kanska ikki staðið at byrja hjá Spiritualized rookies, men fyri kennarar er hetta enn ein deilig útgáva í røðini. Enn sum áður er tað Jason "Spaceman" Pierce, ið stendur við róðrið og framleiðir stórbærar balladur og speysaðar rokksangir. Inniligt og treytaleyst. Í 80-unum spældi Pierce í frálíka minimalistiskt-psykedeliska noiserokk bólkinum Spacemen 3 saman við omanfyrinevnda Peter Kember, ið framleiddi Beach House plátuna, ið verður umrødd ovast.

Teitur: I Want To Be Kind
Í 2017 fekk Teitur Lassen átta sálmar við í eitt ískoyti til donsku sálmabókina, nevnd Kirkesangbogen. Ein teirra, 'Quite A Lot, Only Slightly, Very Much', er komin við á hesa plátuna í enskari útgávu. Tað gevur meining, tí henda plátan er eisini nokkso sálmakend. Hon er sera rólig, innilig, sveimandi og vøkur. Tempo'ið er lágt, og alt tekur sína tíð. Tað vinnur útgávan nógv uppá í longdini, tí ein verður spakuliga drigin inn í hana. Løgini eru góð, tekstirnir væl skrivaðir og alt er væl samansett. Ein perla av eini útgávu, ið ikki jagstrar løtuvinningin, men heldur fer eftir tí langskygda. Tí sum heldur í longdini. Takk fyri tað.

Wooden Shjips: V.
Sýrurokk kvartettin Wooden Shjips úr Kalifornia, USA hevur eitt serligt pláss í mínum hjarta. V. er teirra fimta útgáva, og enn sum áður dyrkar bólkurin ein minimalistiskan, psykedeliskan estetikk uttan stórvegis frávik. Men har eldru útgávurnar høvdu ein naskari og daprari undirstreym, eru nýggjaru útgávurnar meira afturlenaðar og hippie sólbrendar. Hetta endurspeglast m.a. í, at V'ið á plátuhúsanum er teknað sum eitt friðartekin. Ein deilig pláta. Far out, man.

Yob: Our Raw Heart
So avgjørt mín yndis málmpláta í 2018. Undanfarna útgávan Clearing The Path To Ascend (2014) var ekstremt góð, men tað er líka við at hendan eigur munin. Trioin Yob eru eitt beist av einum bólki. Teir spæla kosmiskan dómadagsmálm við brigdum úr stoner, sludge og post málmi. Our Raw Heart spratt úr persónligari kreppu og sjúku, ið rakti oddamannin Mike Scheidt í 2017. Heili tvær ferðir mundi hann doyð, men úr kreppuni vaks ein nýggj tónlistarlig staðfesting, ið úrslitaði í áttandu studio plátuni hjá Yob. Hetta er máttmikið, langtandi og treytaleyst. Heilt ólukksáliga gott.

Verdar at nevna:
Baest: Dance Macabre
Beak>: >>>
Bombino: Deran
The Carters: Everything is Love
David Byrne: American Utopia
Deafheaven: Ordinary Corrupt Human Love
The Field: Infinite Moment
Graveyard: Peace
Iceage: Beyondless
Jaako Eino Kalevi: Out of Touch
John Hopkins: Singularity
Kali Uchis: Isolation
Khruangbin: Con Todo El Mundo
Oneohtrix Point Never: Age Of
Mokira: Chill Out
Neneh Cherry: Broken Politics
Rosalía: El Mal Querer
Skeletonwitch: Devouring Radiant Light
Sons of Kemet: Your Queen Is A Reptile
Space Afrika: Somewhere Decent To Live
Steve Hauschildt: Dissolvi
Thom Yorke: Suspiria OST
Tracey Thorn: Record
V/A: Black Panther
VanJess: Silk Canvas
Yves Tumor: Safe in The Hands of Love

2018, ið eg ikki havi hoyrt enn:
Fremmand: Fremmand
Kollslíð & Sverrisson: Eystanduni

Bonus 2017:
Moses Sumney: Aromanticism (2017)
Eg skilji als ikki hví henda útgávan ikki kom við á "Ársins plátur 2017". Ella jú, tað geri eg, tí eg náddi heilt einfalt ikki at lurta eftir henni fyrrenn í ár. Men hetta er ein frálík útgáva, útgivin á smakfulla Jagjaguwar plátufelagnum (Bon Iver, Black Mountain, Foxygen, The Besnard Lakes, Sinoia Caves v.fl.). Tónleikaliga er talan um eina samanrenning millum jass, r'n'b og eksperimenterandi indie a la Radiohead.

Comments