Einglanna endaloysi

Los Angeles umhvarv sæð frá Griffith Observatory.

(Greinin stóð upprunaliga í Dimmalætting 29. nov. 2019).

Hóast eg ongantíð havi verið í Los Angeles, eru minnini haðani mong. L.A. er filmbýurin mikli við kyrrahavsstrondina í Kalifornia. Her hevur Hollywood hildið til í eina øld, og nógvir filmklassikarar eru staðsettir í býnum. Eyðkenda dømið Blade Runner gongur fyri seg nú um dagarnar - í november 2019. Kortini er Los Angeles ein postmodernaður stórbýur; ein býur uttan kjarna.

Los Angeles
November 2019

-byrjanartekstur til Blade Runner (1982)

“There is nothing to match flying over Los Angeles by night. A sort of luminous, geometric, incandescent immensity, stretching as far as the eye can see, bursting out from the cracks in the clouds. Only Hieronymus Bosch’s hell can match this inferno effect. The muted fluorescence of all the diagonals: Willshire, Lincoln, Sunset, Santa Monica…”
-Jean Baudrillard, America (1986) s. 51.

Blade Runner
Skuldi ein Los Angeles filmur verið valdur framum aðrar, so kundi sci-fi neo-noir klassikarin Blade Runner (1982) eftir Ridley Scott verið eitt gott boð. Filmurin hevur kultstøðu langt út yvir tað vanliga, men hevði í grundini eina sera trupla byrjan. Tað var ikki fyrrenn við “The Final Cut” frá 2007, at filmurin fekk sítt endaliga snið. Harrison Ford hevur høvuðsleiklutin sum detektivurin Rick Deckard, ið starvast sum “blade runner”, t.e. ein, sum jagstrar og avlívar uppreistrarsinnaðar “replicants”. Replikantar eru lívverkfrøðiliga framleidd menniskju, ið veita uppruna menniskjunum ymsar tænastur. Í grundini er talan um eitt slag av avanseraðum trælum.

Sum søga er hetta ein rættilig dystopi við støði í skaldsøguni Do Androids Dream of Electric Sheep? eftir Philip K. Dick (1968). Filmurin leggur heilt nýggjar dimensiónir afturat søguni, og sum filmiskt avrik peikar hann bæði langt aftur í filmssøguna og frameftir í ímyndaðari tíð.

Umframt at vera eitt sjálvstøðugt filmiskt meistaraverk samantvinnar Blade Runner eisini fleiri træðrir, sum henda greinin snýr seg um: (neo)noir, science fiction, Los Angeles og postmodernismu. Filmurin er staðsettur í einum futuristiskum L.A. við støðugum regni, flúgvandi bilum og ovurstórum sveimandi neonlýsingum, ið glógva í náttini. Henda staðseting er ikki uttan týdning, tí røðin av filmum, sum ganga fyri seg í júst L.A., er nærum at fata sum ein undirsjangra fyri seg. Blade Runner kann lesast sum ein sokallaður neo-noir, og í so máta skrivar hann seg eisini inn í eina ávísa siðvenju.

Film noir
“Film noir” er franskt hugtak og varð eisini orðað av fronskum cinéastum, ið dyrkaðu amerikanskan film í árunum eftir Seinna Veraldarbardaga. Av klassiskum film noir perlum, sum ganga fyri seg í L.A., kunnu nevnast Double Indemnity (1944), The Big Sleep (1946) og Sunset Boulevard (1950).

Amerikanski filmgranskarin James Naremore hevur víst á, at tað er torført at vísa á eittans fyribrigdi, ið kann sigast at vera sambindandi fyri film noir sum heild. Hvørki brotsverk sum tema, filmslistaligir teknikkir ella ein móststøða móti “happy endings” eru nøktandi sum sambindandi eyðkenni. Ein partur av poenginum er, at hóast sjangran ella rákið “film noir” í høvuðsheitum er amerikanskt, so er navnið franskt. Tað vóru franskir filmnørdar, sum komu við hugtakinum í 1946. Tískil er talan um ein sera víðfevnandi flokk ella slag innan film.

Hóast stílistisku eyðkennini fevna vítt, eru flestu filmfólk á einum máli um, nær film noir hevði sínar veldisdagar: frá 1941 til 1958. Seinasti veruligi noir filmurin er Touch of Evil (Orson Welles, 1958). Høvuðsbroytingin er helst tann, at eftir hetta gerast filmfólk meira tilvitað um film noir sum hugtak, og tí gerst nýtslan av noir eyðkennum eisini meira sjálvtilvitað, í mongum føri beinleiðis postmodernað. Onkur vildi enntá sagt, at Touch of Evil í sjálvum sær er dekan ov tilvitaður um síni egnu stilistisku amboð til at vera ein rættiligur noir, og tí burdi endin á film noir rákinum í filmsøguni verið settur nøkur ár fyrr.

Tað, sum fyri mong eyðkennir bestu noir filmarnar, er, at teir ikki eru sjálvtilvitaðir um egin noir element; at teir eru meira modernaðir enn postmodernaðir. Naremore argumenterar hinvegin fyri, at noir hugtakið er í stóran mun skapt í postmodernaðari mentan. Her er v.ø.o. talan um eina seinkaða lesing av klassiskum Hollywood, ið cinéastar innan fronsku nýbylgjuna gjørdu víðagitna, og sum seinni varð tikin í nýtslu av ummælarum, akademikarum, filmsskaparum og síðani endurnýtt í sjónvarpi (Naremore, 1995). Sagt á annan hátt er noir sum frá líður eitt postmodernað hugtak.

Neo-noir
Um uppruna noir hugtakið var torført at seta í bás, má revival hugtakið neo-noir sigast at fevna uppaftur breiðari. Her verður sipað til filmar, ið fremja tilvitaðar tilspingar til noir myndir og brúka tær í nýggjum samanhangum. Her verður noir elementið ofta sett saman við onnur sjangrueyðkenni, t.d. science fiction og komediu. Ein annar avgerandi munur á film noir og neo-noir er skiftið frá svørt/hvítum filmi til litfilm, ið fór fram í tíðarskeiðinum umleið 1960. Klassiskt noir er eyðkent av svørt/hvítum við tess stóra denti á ljós, myrkur, grátt, skuggar, toku og regn. Neo-noir nýtir ofta nógv av teimum somu eyðkennunum, men í alskyns litum og við eini uppaftur størri innihaldsligari breidd. Nakað, ið eisini hongur saman við fjøltáttaðu sjangrusamansetingini innan neo-noir. 

Av týðandi neo-noir klassikarum, ið ganga fyri seg í Los Angeles, kunnu nevnast The Long Goodbye (1972), Chinatown (1974), Blade Runner (1982), Terminator (1984), Reservoir Dogs (1992), L.A. Confidential (1997), The Big Lebowski (1998), Mulholland Drive (2001), Drive (2011), Inherent Vice (2014) og Under The Silver Lake (2019).

(Spurningurin er um Pulp Fiction (1994) eigur at flokkast undir neo-noir. Á ein hátt ja, tí har eru nógv slík viðurskifti í, og filmurin átti sín lut í endurkveikta áhuganum fyri noir. Og kortini als ikki, tí filmurin hevur sín heilt egna tóna og huglag).

Tarantino og Los Angeles
Áðurnevndi Blade Runner gongur fyri seg í Los Angeles í november 2019. Ein onnur filmisk stórhending frá 2019, sum eisini knýtir seg at Los Angeles, er níggindi filmurin eftir Quentin Tarantino. Episka heitið Once Upon A Time in Hollywood (2019) gevur okkum greið boð bæði í mun til staðseting og ambitiónir. Heitið sipar sjálvandi til Sergio Leone klassikararnar Once Upon A Time in The West (1968) og Once Upon A Time in America (1984).

Pallsetingin er Hollywood sjálvt, og í størri høpi Los Angeles sum landafrøðiligt øki. Sum filmur er Once Upon A Time in Hollywood ein rættiligur stórfilmur um film, um lív og lagnu hjá teimum, sum liva av og á filmi, um skuggasíðuna av filmsídnaðinum og um tey, sum liva heilt í útjaðaranum av tí etableraða samfelagnum. Sum filmur um skuggasíðuna av L.A. filmsídnaði kann Once Upon A Time in Hollywood síggjast í framhaldi av eitt nú Sunset Boulevard (1950), Barton Fink (1991), L.A. Confidential (1997), The Big Lebowski (1998), Mulholland Drive (2001), Somewhere (2010), Drive (2011), Maps To The Stars (2014) og Hail, Caesar! (2016).

Um vit siga, at Quentin Tarantino er hin ultimativi postmodernaði filmleikstjórin, so hoyrir tað so avgjørt við til søguna, at Tarantino sjálvur er uppvaksin í L.A. Tað var her, at hann sum ungur arbeiddi í videoleiguhandli og upparbeiddi sín ómetaliga kunnleika um film. Sum barn av L.A. hevur Tarantino eisini gjørt meistarligar filmar um sín heimbý. Tríggir teir fyrstu filmarnir hjá honum, Reservoir Dogs (1992), Pulp Fiction (1994) og Jackie Brown (1996) ganga allir fyri seg í L.A..

Seinni Tarantino filmar ferðast meira víða í søguligari tíð og landafrøðiligum staðsetingum, men við nígginda og nýggjasta filminum er hann vendur aftur til heimstaðin Los Angeles. Once Upon A Time in Hollywood er fyri ein part ein kærleiksváttan til heimbýin og til eina farna tíð. Árið er 1969 - tað eru 50 ár síðani í ár - tá studioskipanin hjá gamla Hollywood sang uppá síðsta vers og hippie dreymurin endaliga brast. Sum ikki einaferð hevur Tarantino kortini sítt heilt egna twist uppá tað heila og skapar sín egna filmslistaliga vevna burturúr filmmýtologiskum tilfari (og ja, tónleikurin er sum altíð fantastiskur).

Dystopiski óttin
Er tað nøkur týðandi sjangra, sum Tarantino ikki hevur tikið lógvatøk við enn, so má tað vera science fiction. 20. øld setti veruliga sci-fi á breddan, og evnini at ímynda sær framtíðina eru grundleggjandi í sci-fi. Ímyndaða framtíðin tekur seg ymiskt út; stundum er hon utopisk, men mangan er hon ikki so lítið dystopisk. Áðurnevndi Blade Runner knýtir dystopisku framtíðina í noir fortíðina, og filmurin er uppá nógvar mátar eitt rættiligt vegamót í hesum partinum av filmsøguni. Í breiðari høpi kom filmurin eisini út í tíðarskeiðinum, tá samfeløg víða hvar fluttu seg úr modernaða yvir í postmodernaða samfelagið (sí tankarnar hjá Lyotard, Derrida og Baudrillard, ið vóru umrøddir í greinini “Tá tíðin fór úr lið”, Dimmalætting 1. nov. 2019).

Í Blade Runner er Los Angeles karmur um hina hóttandi framtíðina, og veiða og jagstran er eitt afturvendandi fyribrigdi í filminum. Sama tema sæst í øðrum samtíðar sci-fi filmum, ið eisini eru staðsettir í Los Angeles. Í Terminator (1984) er hin hóttandi framtíðin latin í hold við hinum tíðarferðandi cyborginum (Arnold Schwarzenegger), ið er komin frá eini dystopiskari framtíð at jagstra og týna Sarah Connor og sonin John Connor. Í post-noir høpi kunnu hesir filmar eisini lýsast sum “tech noir”.

Í Predator 2 (1990) er Los Angeles somuleiðis karmur um eina áhaldandi veiðu. Filmurin gongur fyri seg sjey ár frammi í tíðini, í 1997, og ein uttanjarðiskur “predator” jagstrar borgarar í Los Angeles og ger lívið súrt fyri løgregluna í býnum. Fyri ikki at tala um Terminator 2: Judgment Day (1991), har Los Angeles er sjálv staðsetingin fyri heimsins enda. Sarah Connor hevur afturvendandi marrudreymar um altoyðandi kjarnorkuspreingingar og undirgang, og tað er fyrst og fremst samfelagið í Los Angeles, sum verður týnt. Óttin fyri teirri hóttandi framtíðini og tess nærkandi undirgangi er her vorðin totalur.

Býurin uttan kjarna
Eitt er L.A. á filmi, men hvussu er við landafrøðiliga økinum nevnt Los Angeles, og hvussu relaterar landafrøðiliga staðsetingin seg til film og postmodernismu? Politiski landafrøðingurin og býarástøðingurin Eward W. Soja skýrdi Los Angeles at vera “the quintessential postmodern metropolis” (Soja 1995). Býurin er í gjøgnum mong áratíggju vaksin nógv horisontalt og hevur í grundini ongantíð havt nakran veruligan kjarna. Heldur er talan um eina røð av “edge cities”, sum eru vaksnir hvør sær í útjaðaranum.

Firouz Gaini, antropologur, hevði greinina “Chicago - Tórshavn - Los Angeles” í Varðanum í 2007. Her greiðir hann soleiðis frá: “…í framtíðini fara kanska nógvir býir at líkjast Los Angeles, men í dag er hann heldur løgin, ósamanhangandi og óskipaður. Hann hevur ikki ein, men fleiri miðdeplar, og hesir liggja fyri tað mesta í “útjaðaranum” av býnum. Frástøðan millum býlingarnar er ómetaliga stór, og spurningurin er, um Los Angeles veruliga kann sigast at vera bara ein býur. Tað er eitt býarlandslag, ein asfaltoyðimørk, á stødd við Sæland […] Los Angeles tykist søguleysur, sundurpettaður og syntetiskur; og hesi eyðkenni eru við til at gera býin til okkurt, ið kann kallast: “postmodernað”, “post-suburbia”, “techno-burbs”, “fractal city”, “exapolis”, og líknandi hugtøk, ið býsosiologarnir í Los Angeles arbeiða við.”” (Gaini 2007).

L.A. er næststørsti býur í USA (eftir New York) við næstan fýra milliónum íbúgvum, og “The Greater metropolitan Los Angeles area” verður mett at hava uml. 18.7 milliónir íbúgvar.
Sum staðseting á filmi er tað eisini rættiliga sigandi, at L.A. sjáldan verður endurgivin sum eitt ávíst landafrøðiligt stað. L.A. er meira ein kensla, ein uppliving, sum tú ert í, ein ávís staðseting.

Simulacrum
Av fronsku heimspekingunum, sum arbeiddu við støðulýsingum av postmodernaða tíðarskeiðnum, er Jean Baudrillard hin mest viðkomandi fyri hesa søguna um Los Angeles. Baudrillard byrjaði sum rættiliga siðbundin marxistiskur kritikari, men flutti seg við tíðini yvir í ein kritikk av hópmiðlum og populermentan. Siðbundna marxistiska hugsanin leggur m.a. dent á býtisvirði (exchange-value) og brúksvirði (use-value), men sambært Baudrillard hevur eitt nýtt virði, teknvirði (sign value), fullkomiliga yvirtikið verðina, sum vit liva í. Við støði í hesum hugsanum menti hann hugtakið “simulacrum” - eitt kopi uttan ein original - ið leiðir til tað sum er “hyperreal”: eitt savn av teknum og myndum, ið skulu eitast at umboða okkurt, ið veruliga finst, men sum tá avtornar endurgevur eina ógvusliga reingjan, ið ikki er tikin úr veruleikanum (Eysturstein 2019).

Baudrillard var nógv upptikin av poppmentanarligu ikonografiini í USA. Í bók síni Simulacra and Simulation (1981) skrivar hann m.a. um Disneyland, ið liggur í Los Angeles. Sambært Baudrillard er Disneyland dømi um eitt simulacrum sum er hyperreal: Disneyland er til fyri at fjala tað sannroynd, at tað er tað “veruliga” landið, altso alt hitt “veruliga” USA, ið er Disneyland. Disneyland verður framborið sum ímyndað, fyri at fáa okkum at halda, at restin av Los Angeles og USA eru veruligt. Veruleikin er ikki veruligur longur.

Aðrastaðnis nýtir Baudrillard orðingina “the desert of the real”. Sci-fi filmurin The Matrix (The Wachowskis, 1999) heintaði sær íblástur úr hesum hugsanum. Tá Morpheus bjóðar Neo vælkomnum til “the desert of the real” er tað ein beinleiðis tilsiping til Baudrillard. Bókin Simulacra and Simulation er eisini við í byrjanini av filminum. The Matrix gongur tó ikki fyri seg í Los Angeles, men í einum fiktivum býi, sum á mangan hátt er meira “veruligur” enn veruleikans oyðimørk.

Baudrillard í Los Angeles
Í ferðafrásøgnini America (1986) kemur Baudrillard við einum lemjandi kritikki av amerikanskari mentan, hóast hann eisini í løtum letur seg bergtaka av hesum stórbæra landi og tess býum, ikki minst hinum ómetaliga Los Angeles. Sí eitt nú sitatið, ið henda greinin byrjaði við. Framhaldið av hesum sitati er ein nærri lýsing av, hvussu umfatandi Einglanna býur er at flúgva uppi yvir, og hvussu Baudrillard letur seg bergtaka av hesum endaloysi. Hann vísir m.a. á, at Los Angeles brýtur grundleggjandi frá evropeiskum býum, tí hesir eru ofta miðaldarligir býir. Los Angeles er nakað heilt annað:

“…This one condenses by night the entire future geometry of the networks of human relations, gleaming in their abstraction, luminous in their extension, astral in their reproduction to infinity. Mulholland Drive by night is an extraterrestrial’s vantage-point on earth, or conversely, an earth-dweller’s vantage-point on the Galactic metropolis.” (Baudrillard 1986).

Tað er ikki frítt, at hesir tankar hjá Baudrillard um Los Angeles kunnu knýtast at júst Blade Runner og teimum upplivingum, sum bæði replikantar og menniskju greiða frá í filminum. Serliga er tað vakra “tears in rain” einrøðan, ið rennur einum í hug. Hetta er tað, sum replikanturin Roy Batty sigur, áðrenn hann gevur upp andan: “I've seen things you people wouldn't believe. Attack ships on fire off the shoulder of Orion. I watched C-beams glitter in the dark near the Tannhäuser Gate. All those moments will be lost in time, like tears in rain. Time to die.” Roy Batty varð leiktur av Rutger Hauer, ið andaðist 19. juli í ár, 75 ára gamal.

Tá Baudrillard andaðist í 2007 var minningarorð í Los Angeles Times. Skribenturin Elaine Woo setti her hugmyndina um Disneyland sum “simulacrum” - ein kopi, sum er meira fullkomin enn originalurin - í samband við júst hinar herjandi og vilstu replikantarnar í Blade Runner. Replikantarnir eru á sín hátt meira fullkomnar útgávur av uppruna menniskjum, og eru tí eitt sigandi dømi um kopiir, ið eru betri enn originalarnir.

Tá Baudrillard einaferð varð biðin um at lýsa seg sjálvan, svaraði hann; “What I am, I don’t know. I am the simulacrum of myself.”

Filmar staðsettir í L.A. - eitt úrval:
Double Indemnity (Billy Wilder, 1944)
The Big Sleep (Howard Hawks, 1946)
Sunset Boulevard (Billy Wilder, 1950)
Singin' In The Rain (Gene Kelly, Stanley Donen, 1952)
The War of The Worlds (Byron Haskin, 1953)
The Long Goodbye (Robert Altman, 1972)
Chinatown (Roman Polanski, 1974)
Blade Runner (Ridley Scott, 1982)
Terminator (James Cameron, 1984)
The Karate Kid (John G. Avildsen, 1984)
To Live And Die in L.A. (William Friedkin, 1985)
They Live (John Carpenter, 1988)
Predator 2 (Stephen Hopkins, 1990)
Barton Fink (Joel & Ethan Coen, 1991)
Terminator 2: Judgment Day (James Cameron, 1991)
Reservoir Dogs (Quentin Tarantino, 1992)
Short Cuts (Robert Altman, 1993)
Falling Down (Joel Schumacher, 1993)
Pulp Fiction
(Quentin Tarantino, 1994)
Species (Roger Donaldson, 1995)
Strange Days (Kathryn Bigelow, 1995)
Heat (Michael Mann, 1995)
Jackie Brown (Quentin Tarantino, 1996)
Escape from L.A.
(John Carpenter, 1996)
L.A. Confidential (Curtis Hanson, 1997)
Lost Highway (David Lynch, 1997)
Volcano (Mick Jackson, 1997)
The Big Lebowski (Joel & Ethan Coen, 1998)
Mulholland Drive (David Lynch, 2001)
Collateral (Michael Mann, 2004)
The Island (Michael Bay, 2005)
Kiss Kiss Bang Bang (Shane Black, 2005)
Somewhere (Sophia Coppola, 2010)
Drive (Nicolas Winding Refn, 2011)
Her (Spike Jonze, 2013)
Inherent Vice (Paul Thomas Anderson, 2014)
Maps To The Stars (David Cronenberg, 2014)
Nightcrawler (Dan Gilroy, 2014)
La La Land (Damien Chazelle, 2016)
Hail, Caesar! (Joel & Ethan Coen, 2016)
Under The Silver Lake (David Robert Mitchell, 2019)
Once Upon A Time in Hollywood (Quentin Tarantino, 2019)
Velvet Buzzsaw (Dan Gilroy, 2019)

Keldur:
Jeffrey Adams (2002), “Orson Welles's "The Trial:" Film Noir and the Kafkaesque”, College Literature, Vol. 29, No. 3, Literature and the Visual Arts (Summer, 2002), s. 140-157.

Jean Baudrillard (1981), Simulacra and Simulation, The University of Michigan Press.
Jean Baudrillard (1986), America, New York og London: Verso.
Knút Háberg Eysturstein (2019), “Tá tíðin fór úr lið”, Dimmalætting, 1. nov. 2019.
Mark Fisher (2014), Ghosts of My Life: Writings on Depression, Hauntology and Lost Futures, Zero Books.
Firouz Gaini (2007), “Chicago - Tórshavn - New York”, Varðin Mentanarrit, bind 74.
James Naremore (1995-96), 'American Film Noir: The History of an Idea', Film Quarterly, Vol. 49, No. 2. (Winter, 1995-1996), s. 14.
Edward W. Soja (1995), ‘Postmodern Urbanization: The Six Restructurings of Los Angeles.’ in Sophie Watson and Katherine Gibson (ed.s), Postmodern Cities and Spaces (Cambridge MA, Oxford: Blackwell).
Marcus Widmer, 1998. “Los Angeles as Postmodern Space”, University of Aberdeen (English Department), Grin.com.
Christopher Williams (2007), “The Death of Jean Baudrillard Did Not Take Place”, Popmatters.com, 29. mars 2007.
Elaine Woo (2007), “Baudrillard; 77; kept a sharp eye on blurry reality”, Los Angeles Times, 11. mars 2007.

Comments