Repopplikkin gjørdi eina samrøðu við meg til teirra nýggjárssending. Fryntligi verturin David Mikkjalson Thomassen og eg komu nokkso víða um. Hann spurdi meg m.a. hvat fyri ljóð, tíðarskeið ella rák eg vildi hoyra meira av í 2022.
Eg svaraði, at í grundini er tað ekstremt nógvur tónleikur í dag, sum nettupp er endurnýtsla av eldri rákum og tíðarskeiðum. Popptónleikur í 21. øld er pr. definitión eitt tilsipingar-gildi uttan enda (í grundini verður malið í kring í teirri poppmentanarligu tíðarsloyfuni). Tí segði eg, at eg kundi hugsa mær at hoyrt okkurt nýtt, okkurt sum ikki er tilsipandi aftur í tíð. At tað kundi verið stuttligt at verið ovfarin og tikin av bóli av onkrum nýggjum ráki. Segði hetta, hóast eg eri fullgreiður yvir at tað neyvan fer at henda.
Vit eru nú komin minni enn tvær vikur inn í nýggja árið, og árið hevur longu bjóðað tvær áhugaverdar og viðkomandi útgávur:
Antidawn EP hjá Burial og
Dawn FM hjá The Weeknd. At báðar útgávurnar brúka "dawn" ("degningur") í sínum heiti kundi boða frá, at lýst verður fyri degningi í eini nýggjari byrjan, men so er ikki. Hetta eru hinvegin tvær útgávur, sum á hvør sín hegnisliga hátt eru mikið
hauntologiskar - tilsipandi, fortíðarendurnýtandi og framtíðarleysar.
Antidawn EP upplivist sum eitt oyðilendi av vilstum fragmentum, ein kollasja uttan teleologiska framgongd. Men tak ikki feil; áhugaverd útgáva kortini. Og Dawn FM er beinleiðis ísenusett sum ein konseptpláta, har Reinsanareldurin (“Purgatory”) upplivist sum ein ferðslutøppur í einum tunnili, har einasta samvera er 80-ára synth domineraða útvarpsrásin Dawn FM - við ongum minni enn Jim Carrey sum croonandi útvarps-jockey. Hauntologiskt í allar endar og kantar.
Eg skrivi hetta eisini tí at í dag eru tað fimm ár síðani, at Mark Fisher andaðist. Mark Fisher var tann, sum meira enn nakar annar setti hugtakið
hauntologi á breddan her í 21. øld. Tað er sjáldan at eg kasti meg fult og heilt yvir nakað ástøði við høvd og gørnum - sum oftast er talan um nýtiligar frágreiðingarmyndlar, ið kunnu hjálpa einum at skilja verðina - men Fisher hevði sanniliga fatur í nøkrum. Bøkur hansara,
Capitalist Realism: Is There No Alternative? (2009) og
Ghosts of My Life: Writings on Depression, Hauntology and Lost Futures (2014), er so avgjørt tað sterkasta og herknasta eg havi lisið av nýggjari mentanarástøði, tvs. úr 21. øld. Verður viðmælt.
Comments
Post a Comment