Vikuskiftið verður RAVLITT

Komandi vikuskiftið, frí. 18. og ley. 19. mars, verður Perlan í Tórsgøtu karmur um tiltakið RAVLITT, ið er ein plattformur fyri elektroniskan tónleik í breiðari merking; "Bæði tann elektroniska tónleikin, ið fokuserar uppá at dansa, men eisini tann, sum fokuserar uppá at sansa. Ravlitt savnar alt tað stuttliga og tað skeiva, og tað perifera kemur í fokus", sum sagt verður í tíðindaskrivinum.

Skráin inniheldur bæði noise, elektronika, acid techno og eksperimenterandi tónleik. Fríggjakvøld er tað noise átakið Órógv, ið presenterar, og á skránni eru hzd, Strident, James Blames og Muxes. Leygarkvøldið fevnir um eina breiða samanseting av framførslum úr Ravlitt repertoirinum, og tá eru Katros, Jens L. Thomsen, Hús og Playmo á skrá.

Umframt ljóðlistafólkini fara Kirstin Helgadóttir, Brandur Patursson, Villiam Soo og Høgni Egholm eisini at bjóða visuellar instillatiónir av ymsum slag, sumt afturvið tónleikinum og sumt fyri seg.

Fyrsta RAVLITT tiltakið var hildið í Sirkus í november. Tá framførdu Jens L. Thomsen, Hús og Tjant fríggjakvøld, meðan Lasse Jæger, Konsørn, Playmo og kn0t (undirritaði) trinu pallin leygarkvøld. Tað er at gleðast um, at hetta átakið fyri elektroniskan og eksperimenterandi tónleik í breiðari merking er komið í gongd her í Føroyum, tí seinnu árini hava vit sæð eina røð av einstøkum tiltøkum. Tað tykist sum at eitt regluligt og afturvendandi átak kann gera góðan mun.

 Noise, elektroniskt og eksperimenterandi í søguligum høpi
At droyma um potentialið í elektroniskum og eksperimenterandi tónleiki, herundir noise tónleiki,  er kanska relativt nýtt her á klettunum, men í søguligum høpi hava slíkir tankar mong ár á baki. Longu í 1913 kom italski futuristurin Luigi Russolo (1883-1947) við manifestinum The Art of Noise (L’arte dei Rumori), har hann m.a. staðfesti at:

“Fornaldarlívið var tann bera kvirra. Í nítjandu øld, við uppfinningini av maskinuni, føddist óljóðið. Í dag sigrar óljóðið og ræður einsamalt yvir kenslusemi menniskjanna. Í nógvar øldir gekk lívið framvið í kvirru, ella í mesta lagi í ljódligum tónum. Hini sterkastu óljóðini, ið órógvaðu hesa kvirru, vóru hvørki harðlig ella drúgv ella fjølbroytt. Um vit hyggja burtur frá hendinga rørslum sum jarðskjálvtum, ódnum, illveðri, omanlopi og fossum, so er nattúran kvirr.” (Russolo 1913, egin umseting).

Her sæst eitt skifti, har óljóð gerst sameindur partur av menniskjaligu tilveruni (havi annars gjørt meira burturúr noise í hesi greinini/ummælinum). Ein teirra, ið tók táttin upp frá Russolo, var avantgarde tónaskaldið John Cage, sum í 1937 skrivaði sína trúarjáttan um framtíðina hjá tónleikinum við heitinum "The Future of Music: Credo". Her skrivar Cage m.a.:

"Eg trúgvi at nýtslan av óljóði til at gera tónleik fer at halda fram og økjast inntil vit koma til tónleik, ið verður framleiddur umvegis hjálp av elektriskum ljóðførum. Sum fer at gera eitt og hvørt og alt ljóð tøkt til tónlistalig endamál [...] Fyrr stóð ósemjan millum dissonans og konsonans, men í nærmastu framtíð verður tað millum óljóð og sonevnd tónlistalig ljóð." (Cage 1937, egin umseting)

Cage gjørdi tað sum kunnugt til sína lívs uppgávu at upploysa skilmarkið millum meiningsfult ljóð (tónleikur) og meiningsleyst ljóð (óljóð), tí alt ljóð var í grundini líka legitimt. Til hetta nýtti hann ymisk hugtøk og amboð, eitt nú noise, tøgn, aleatoriskan tónleik, prepared piano, tape music v.m., umframt eysturlendska o.a. heimspeki.

Í somu grein er Cage tó eisini tilvitaður um tað regressiva ella siðbundna potentiali, sum eisini mangan rakar nýggjar uppfinningar innan elektriskan, elektroniskan og eksperimenterandi tónleik. Nýggj ljóføri verða uppfunnin, men enda kortini við at verða brúkt til at endurskapa gamlar stílar og gomul ljóðføri. Sum dømi nevnir hann hina tá bert 10 ára gomlu thereminina, ið av mongum var nýtt til at herma eftir violinini og øðrum ljóðførum við tjúkkari vibrato til at framføra fortíðarinnar meistaraverk. Cage fer enntá so langt sum at staðfesta, at

"Hóast ljóðførið er nýtiligt til eitt stórt margbroytni av ljódligum eginleikum, ið røkkast við at draga eini snarskivu, uppføra Thereministar seg sum sensorar, ið geva fjøldini tey ljóðini, ið teir halda at fjøldin fer at dáma. Vit verða vard móti nýggjum ljóðupplivingum." (Cage 1937, egin umseting)


Spurningurin er hvat vit fara at hoyra til RAVLITT í vikuskiftinum. Kanska verða vit so heppin at hoyra onkrar áður óhoyrdar klangir. Og tað er fyri sovítt eisini í fínasta ordan at endurnýta ymiskt úr ymsum siðvenjum, so leingi sum tað verður gjørt við stíli og fynd. RAVLITT fevnir sum kunnugt bæði um tað, sum fær teg at dansa, og tað, sum fær teg at sansa. Tað stuttliga og tað skeiva. Bæði skulu til. Vit gleða okkum!

Keldur:
Russolo, Luigi. 1913. The Art of Noise, unknown.nu
Cage, John. 1939. The Future of Music: Credo, ciufo.org

Hoyr annars Heðin Ziska Davidsen greiða frá tiltakinum her, og les meira um einstøku nøvnini niðanfyri:

- - - - -
Tíðindaskriv
- - - - -

Fríggjakvøldið 18. mars
verður presenterað av 'Órógv', hvørs “mál er at forstýra og skelka status quo, at svimja ímóti streyminum og flyta mørkini. Kom við okkum og uppliv tað dissonanta og tað ekstrema, tað sjálsama og tað yvirjarðliga.”

Skrá fríggjakvøld:
hzd
Strident
James Blames
Muxes

Leygarkvøldið 19. mars
verður ein breið samanseting av framførslum úr Ravlitt repertoirinum. Frá heitum Elektronika til Acid Techno til eksperimenterandi cello og vokal – og víðari.

Skrá leygarkvøld:

Katros:
Ein elektroniskt eksperimenterandi duo. Rosanna Lorenzen og Anna Katrin Egilstrøð. Manipulering av realljóði við cello og vokali. Sjónbandalist afturvið.

Jens L. Thomsen:
Við sjónbandalist eftir Kirstin Helgadóttir.

Hús:
Huglagsríkur og ambientur tónleikur, sum dyrkar klang, tekst og umhvarv eins nógv og laglinjur og tað melodiøsa. Við sjónbandalist eftir Høgna Egholm.

Playmo:
Eitt live sett av Dub og Acid Techno.

Visuellar innstallatiónir
Vikuskiftið bjóðar uppá visuellar innstallatónir av ymsum slag. Sumt fyri seg, sumt saman við tónleikaframførslum.

Brandur Patursson brúkar til dømis náttúruna sum motiv og speglingar sum høvuðsúttrykk til video. Ljóðið er í fyri tað mesta úr vatni‚ men eisini úr øðrum úr náttúruni‚ sum er harðliga telduviðgjørd. Innstallatiónirnar hjá Brandi eru bæði fyri seg og saman við tónleikaframførslum.
 
Kirstin Helgadóttir leggur myndir til tónleikaframførsluna hjá Jens L. Thomsen. Hon brúkar myndatilfar úr Krígssavninum og skapar eina livandi sýning, har hon m.a nevnir franska multimedia listamannin Chris Marker sum íblástur.

Villiam Soo arbeiðir við ljósinnstallatión, og Høgni Egholm ger sjónbandalist til eitt nú tónleikaframførsluna hjá Hús.

Ravlitt er eitt samstarv millum listafólk, ið eru búsitandi í Føroyum, og sum arbeiða innan áðurnevndu listagreinar.

Við framførslum, verkstovum og øðrum átøkum miðar Ravlitt eftir at skapa eitt umhvørvi fyri elektroniska list í Føroyum og ein pall, har elektroniskur tónleikur og list kann sýnast fram og mennast.

Ravlitt er stuðlað av Koda Kultur.

Komandi vikuskifti, frí 18. og ley 19. mars, verður Ravlitt í Perluni við elektroniskum framførslum og innstallatiónum. Bæði kvøld byrja kl 22. Kostnaður er 100kr hvørt kvøld, og atgongumerki fáast við dyrnar.

Comments