Á hesum regnváta og oceaniska fríggjadegi komu King's X aftur í aftur við fyrsta staklagnum í fjúrtan ár. Teir hava brúkt nógva tíð uppá hesa plátuna, Three Sides Of One, ið kemur út í september. Staklagið 'Let It Rain' rakar væl zeitgeistin, óttan og ivasemið, sum eru eyðkenni í okkara tíð. "Is this the end of the world, Or a new beginning?"
King's X vóru í síni tíð fataðir sum ein kristin bólkur og vóru tí hálvgum partur av kristna tónleikaídnaðinum over there í lovaða landinum US of A, sum eg enn velji at síggja sum tað stóra demokratiska (og ólidna) eksperimentið. Men fyri 24 árum síðani kom sangarin Doug Pinnick út úr skápinum sum samkyndur, og tað fekk hann nógv lort fyri. Hetta var, so segði hann, tíðliga í prosessini, um vit altso velja at síggja tað sum eina prosess, hetta at minnilutar ynskja sær javnbjóðis rættindi á jøvnum føti við øll onnur. USA og vesturheimurin er uppá nógvar mátar í einum virðisstríði, og King's X hava mangan staðið á frontlinjuni, har harðast leikar á - helst uttan at vilja tað sjálvir. Alt hetta gongur aftur í einum lagi sum hesum.
Og so er hetta eitt óblandað rokklag við træðrum aftur til Jimi Hendrix Experience og hvat man annars kann koma í tankar um av frálíkum power trio'um millum ár og dag. King's X eru ein teirra, og eitt av bestu rokknøvnum, ið statirnir hava fostrað, um enn ekstremt undirmettir. King's X hava røtur í gospel, blues, bluegrass og øðrum góðum amerikanskum fólkatónleiki, og tað hoyrist eisini aftur her.
Regnið hevur eina heilt serliga støðu í amerikanskum gospel og í andaligum tónleiki annars. Tá man býr í einum so javnt regnvátum landi sum Føroyum, kann tað kanska vera torført at seta seg inn í tankan um regn sum apokalyptiskt motiv, men vit kenna sangirnar og søgur úr bíbil um regnið, ið kom niður og áirnar, sum vuksu, um syndaflóðir og flóðir av øðrum slag. Og vit kenna sanniliga ódnir og illveður, har veður og vindur leika í, sum var endin nær. "Did you hear about the flood?" sang John Lee Hooker og aðrir undan honum. "If it keeps on raining, the levee's going to break" sungu Led Zeppelin og mong undan teimum.
Regnið er hóttandi, tað boðar frá undirgangi, men regnið er eisini reinsandi og kann vaska burt allan ótta. Ikki tí at mítt egna kann sammetast við hetta omanfyri, men eg havi onkuntíð brúkt regnið á henda hátt, t.d. í 'Revolution of The Hearts' og 'Touch of Grace', báðir av plátuni On High (2013). Regnið er máttmikið, og ja, tað kann skola alt tað burtur, sum neyðugt er at skola burtur. "Let it rain!"
Comments
Post a Comment