Dansa við deyðans grindir

Hósdagin 1. juni kemur nýggjasta staklagið av míni komandi fjórðu plátuútgávu, og 10. juni spæla vit konsert í Maggies í Nólsoy. Frammanundan eru trý stakløg útgivin, og eg havi skrivað eitt sindur um tey her á blogginum sum upphiting til fjórða staklagið og plátuna, ið kemur út á Tutl til heystar.

‘Ogn’ er heitið á triðja staklagnum. Lagið er skrivað til yrking hjá skaldinum og tónaskaldinum Regin Dahl (1918-2007) og var útgivið fríggjadagin 28. januar 2022. Nýggja staklagið, 'Tú ert', ið kemur út hósdagin 1. juni, verður eisini við yrking eftir Regin Dahl, hesaferð úr kærleiksyrkingasavninum Tokkaljóð (1944). 

Eg havi í fleiri ár granskað tónleikin hjá Regini Dahl, og eitt úrslit av hesum arbeiði var bókin Heimurin, ið hvarv - sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin (Sprotin, 2019). Sum tónleikafrøðingur havi eg serliga arbeitt við tónaskaldinum Regin Dahl. Í hesum arbeiði er tað tó meiri enn so komið fyri, at eg havi verið hugtikin av skaldskapi Dahls.

Maðurin, ið vendir rygg til á húsanum til 'Ogn' eitur Mattias Kapnas. Hann er klaver virtuoso og synthesizer gandakallur út yvir tað vanliga og eigur klaver solo'ina á lagnum 'Ogn'. Sí gjøllari credits yvir hvør annars hevur spælt og havt ein fingur við í spælinum niðanfyri. Mynd: Gwenaél Akira Helmsdal Carré.
Tónaskøld reagera ofta uppá skaldskap við at smíða løg til. Hetta var tað, sum Regin Dahl sjálvur gjørdi, og sum óvanliga virkið tónaskald setti hann lag til hundraðtals yrkingar eftir bæði føroyskar og evropeiskar yrkjarar. Kortini var tað sjáldan, at Dahl setti lag til egnar yrkingar. Eg havi nú smíðað nøkur løg til úrvaldar Dahl yrkingar, ið vera við á míni komandi plátu.

Eitt slíkt dømi er yrkingin ‘Ogn’, ið upprunaliga er úr yrkingasavninum Óttukvæði (1955). Regin Dahl skrivaði yrkingarnar í hesum savninum, tá ein røð av hansara fyrimyndum andaðust. Serliga kom tað sum ein skelkur, tá vinmaðurin og rithøvundurin Martin A. Hansen (1909-1955), av Stevns á Suðursælandi, brádliga doyði. Úrslitið gjørdist savnið Óttukvæði, ið varð ognað Martin A. Hansen og kom út eftir longri tøgn.

Sjálvur havi eg roynt at lýst yrkingina og lagið, ið eg havi smíðað til, soleiðis: “Henda yrking lýsir ómetaliga væl lívsins dupulta sorgblídni; at tað finst ongin vakurleiki uttan sorg, og at tað finst heldur ongin sorg uttan vakurleika. Tað var hesa kenslu, eg ynskti at raka við lagnum, og eg eri eisini fegin um tað, sum er komið burturúr við upptøkuni. Tað er tí við takksemi, at sangurin ‘Ogn’ verður útgivin.”

OGN
Eg eigi tað varandi gleði,
ið vermir meg dag undan degi,
at lívið, sum meinslar, tað fjálgar við
og fjølgar í túsunda lið.

Eg veit, at um sjálvur eg farist
í vesælings øsku og ótta -
so livnar á hvørjum dunga
grasið hitt angandi unga.

Og smágentur, mjáar um miðju.
dansa við deyðans grindir -
og teirra vaknandi, væntandi kvið
lívgar í túsunda lið.

Tónleikarar:

Knút Háberg Eysturstein: sang, synthesizara, effektir
Mattias Dimitris Kapnas: klaver, synthesizara, samples
Svend Torleik Mortensen: bass
Per Ingvaldur Højgaard Petersen: trummur, ásláttur
Jón Festirstein: violin, fiól

Lag: Knút Háberg Eysturstein.
Orð: Regin Dahl (1918-2007), upprunaliga úr Óttukvæði (1955). Nýtt við loyvi.
Framleiðari: Knút Háberg Eysturstein.
Co-framleiðari: Benjamin Petersen.

Lagt til rættis: Knút Háberg Eysturstein, Mattias Dimitris Kapnas, Svend Torleik Mortensen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen. Strúkarar løgdu Knút Háberg Eysturstein, Mattias Dimitris Kapnas, Benjamin Petersen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen til rættis. Inniheldur eina sampling úr ‘Aldan reyð’ hjá Orka (Jens L. Thomsen/Ólavur Jákupsson), upprunaliga av Óró (Tutl, 2011). Nýtt við loyvi.

Upptøkur: Benjamin Petersen í Rúmi 43, Hoydalar.
Miksing: Benjamin Petersen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen í Rúmi 43, Hoydalar og Stökumörk, Innan Glyvur.
Mastering: Daniel Bacigalupi, Infrasonic Sound, Nashville.

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré.
Hondskrift: Knút.
Sniðgeving: Uni Árting.

Comments