Tað skal ikki vera nøkur loyna, at eisini eg eri fallin pladask fyri hugfangandi Netflix røðini Stranger Things. Røðin er ein fagnaður av 80'ara sjónvarpi, 80'ara filmi og 80'ara poppmentan yvirhøvur. Hevur ein nakrantíð havt alsk til Stephen Spielberg, Steven King, John Carpenter, Alien/s, George Lucas o.a., so er nógv at fara eftir. Gamaní eru tilsipingarnar konstantar og eyðsýndar, og tað koma løtur fyri í 1. sesong, har alt mestsum verður vundið upp í eitt tilsipingargildi.
Kortini verður ein bitin av røðini, og tað tilsipingarliga gevur eisini meining. Poppmentan hevur, eins og populertónleikur, ein "sykliskan" dám, har tað sum fyrr var kul brádliga verður kul aftur, um enn í dagførdum hami. Einki nýtt í tí, og tað er í lagi tá tað er somikið gott sum her. Havi tað á sama hátt við hugvekjandi tónleikinum í røðini.
Stranger Things ovfarakætið fekk meg at flippa eitt sindur út við einum synthesizer Spotify playlista, ið fekk heitið Stranger Synths. Playlistin inniheldur bæði klassisk synth/sequencer nøvn og nýggjari synthwave nøvn. Úr eldra ættarliðnum finna vit nøvn sum Tangerine Dream, Jean Michel Jarre, John Carpenter, Vangelis, Giorgio Moroder, Brad Fiedel, Goblin, Popol Vuh, New Order, Brian Eno, Jan Hammer og Angelo Badalamenti. Av nýggjari synthwave nøvnum fevnir listin um S U R V I V E, Oneohtrix Point Never, Sinoia Caves, Disasterpeace, Xander Harris, Steve Moore, Emeralds, Umberto og Victims.
Ynskir ein forrestin at vita meir um synth ljóð og arpeggio figurar í Stranger Things, so er hesin mini-dokumentarurin fínur til endamálið. Góðir gamlir kenningar og klassikarar sum Juno 6, minimoog, Juno 106 og Prophet 5 eru við. Stak áhugavert.

Tónleikurin sipar lystiliga til 70'ara og 80'ara synthesizer tónleik a la Tangerine Dream, John Carpenter, Vangelis, Giorgio Moroder v.fl. Tað eru teir báðir Kyle Dixon og Michael Stein úr amerikanska "synthwave" bólkinum S U R V I V E úr Austin, Texas, ið hava framleitt tónleikin. "Synthwave" ella "retrosynth" er ein bylgja, ið hevur tikið seg upp seinasta ártíggið, har nútíðar synth nøvn gera tilvitaðar og eyðsýndar tilsipingar til synthesizer rákið frá 70'unum og 80'unum. Tó við tí muni, at nýggju bólkarnir innarbeiða nútímans framleiðslusnildir úr elektroniskum dansitónleiki.
Stranger Things ovfarakætið fekk meg at flippa eitt sindur út við einum synthesizer Spotify playlista, ið fekk heitið Stranger Synths. Playlistin inniheldur bæði klassisk synth/sequencer nøvn og nýggjari synthwave nøvn. Úr eldra ættarliðnum finna vit nøvn sum Tangerine Dream, Jean Michel Jarre, John Carpenter, Vangelis, Giorgio Moroder, Brad Fiedel, Goblin, Popol Vuh, New Order, Brian Eno, Jan Hammer og Angelo Badalamenti. Av nýggjari synthwave nøvnum fevnir listin um S U R V I V E, Oneohtrix Point Never, Sinoia Caves, Disasterpeace, Xander Harris, Steve Moore, Emeralds, Umberto og Victims.
Havi einans hildið meg til instrumental synthesizer og/ella sequencer løg. 40 løg, 24 artistar, á tilsamans 3 tímar og 25 minuttir. Njótið!
Ynskir ein forrestin at vita meir um synth ljóð og arpeggio figurar í Stranger Things, so er hesin mini-dokumentarurin fínur til endamálið. Góðir gamlir kenningar og klassikarar sum Juno 6, minimoog, Juno 106 og Prophet 5 eru við. Stak áhugavert.
Comments
Post a Comment