2/18/16

Dialektiskur Rockur

Black Mountain: IV (2016)
Rockur er ein løgin stødd. Síðstu 10+ árini havi eg havt ein trupulleika við rock tónleiki, tí hann er vorðin ov sjálvtilsipandi, fortíðardyrkandi og, ja, stagneraður. Rockurin hevur í longri tíð havt ilt í endurnýggjanini og er ikki nær námind teirri støðu, ið hann áður hevði sum breitt fevnandi mentanarmegi. Fyri ikki at tala um rockismu, kynsstereotýpur og annan afturhaldssinnaðan viðfáning, ið hongur uppi við rock hugtakinum.

Og so knappliga, áðrenn eg veit av, leggur eitt nýtt og spikafeitt rock lag seg afturat varðanum, og eg eri seldur sum fyrsta dagin. Hesuferð eru tað kanadisku Black Mountain, ið (aftur) hava sannført meg, og tað sum tey gera, er rockur av tí gamla gedigna slagnum við síðum hári, t-skjúrtum og slitnum kovboybuksum. Ósmædnar tilsipingar til 70'ini, Black Sabbath, Led Zeppelin, Pink Floyd og Deep Purple. Við hópin av psykedeliskum stoner dryssi omaná.

Á ongan hátt ein enduruppfinning av djúpa tallerkinum. Tvørturímóti. Kortini dyrki eg tað og gloymi nærum alt um áðurnevnda trupulleika. Tá er tað, at hugtakið dialektiskur rockur rennur fram fyri meg. Kanska rúmast rockurin í einum dialektiskum samspæli millum avvísing og tilognan. Kanska. Eg veit tað ikki fyri vist. Herfyri prátaði eg við ein listamann, er hann nevndur er hann kendur, og ein av niðurstøðunum, ið vit komu fram til, er, at tað at gerast vaksin er at læra at fyrihalda seg dialektiskt til tingini. Helst er tað hetta prátið, ið spøkir.

Ikki tí, tað kemur ikki óvart á, at Black Mountain eru góð, tí eg havi verið fan av teimum síðani 2008, og tað er næstan 10 ár síðani. Tá var tað onnur útgávan hjá bólkinum, In The Future, ið tók meg á bóli sum vertur í Rokkstovuni. Hon var nógv spæld tann plátan.
Black Mountain: In The Future (2008)
Áhugin fyri bólkinum vaks, eftir at tey spældu eina góða og njótingarverda konsert á Roskilde Festival í 2008. Hóast hetta var á sama palli sum My Bloody Valentine, ið leiktu eina bergtakandi og yvirdrivna reunion konsert fyrr á kvøldinum, so megnaðu Black Mountain tó eisini at sannføra okkum við sínum deiligu vibrasjónum. Í 2010 kom triðja útgávan Wilderness Heart, og um sama mundið fekk eg eisini sjálvnevndu debutina (2005) í hús.

Í kjalarvørinum av Wilderness Heart bleiv tað til tvinnar konsertupplivingar hjá okkum: ein á Loppen í Keypmannahavn, og ein á Vega í sama býi. Síðani hevur verið nokkso kvirt rundanum bólkin. Ein soundtrack útgáva kom í 2012 (Year Zero), ið innihelt nýtt og gott gamalt, men annars hevur ein ikki hoyrt nógv til tey. Ikki tí at limirnir annars liggja á latu síðuni.

Gittarleikarin Stephen McBean hevur eina síðuverkætlan nevnd Pink Mountaintops, og keyboardleikarin Jeremy Schmidt er oddafiskur í instrumental/synth verkætlanini Sinoia Caves. Tað er serliga henda seinna verkætlanin, ið hevur sannført meg. Schmidt er ein ógemeina dugnaligur keyboardleikari, og hetta prógvar hann í bæði Black Mountain og Sinoia Caves. Analogir synthar, retro orgul og uppí leypar av Mellotron eru sum vera man modus operandi hjá Schmidt, og hetta er jú dámligt.

Schmidt ger eisini plátuhúsarnar hjá bólkinum. Kollasja er lyklaorðið her.
Black Mountain: Wilderness Heart (2010)
Schmidt brillierar eisini á nýggjasta staklagnum 'Mothers of the Sun', ið eg umrøddi omanfyri. Tað kom út fyri kortum, og er sostatt fyrsta lag av teirri komandi fjórðu útgávuni við passandi heitinum IV. Húsin sæst ovast, og plátan kemur út 1. apríl.

'Mothers of the Sun'. Á dett ediliga lag! Og tá havi eg ikki eingongd sagt nakað um sjónbandalagið. Kultiskt, mystiskt og við holuni hjá Platon sum okkurt slag av snúningsási (haldi eg). Um ein bert ynskir sær auditivu útgávuna finst hon annars her.

No comments:

Post a Comment