Tíðin er komin til at taka samanum
ársins plátur. Hetta árið hevur verið løgnari enn ár flest, men tónleikaliga var tað á góðari leið. Hóast tónleikaídnaðurin liggur í skeljasori, vóru fleiri góðar og spennandi plátur útgivnar. Tað sigur ikki so lítið um hug, evni og tørv hjá tónlistafólkum at skapa og geva ljóð frá sær. Eg valdi at vera eitt sindur stringentur hesuferð og siga max. 20 plátur. Hetta vóru tær, sum hugtóku og fingu flest spælingar hjá undirritaða.
Andy Bell: The View From Halfway Down
Andy
Bell - gittarleikari/sangari úr navnframa bretska shoegazebólkinum
Ride, Oasis bassleikari í eitt longri tíðarskeið og síðumaður hjá Liam
Gallagher í Beady Eye - hevur nú sum 50 ára gamal latið fyrstu
soloplátuna úr hondum. Eitt mikið dámligt útspæl við drøgum úr
psykedelia, shoegaze, dreymapoppi og motorik (krautrokkrútman). Ekkó hoyrast allan vegin úr Ride debutplátuni Nowhere (1990), sum er eitt høvuðsverk innan shoegaze. Samstundis er hamurin, so segði hann, modernaður.
Black Curse: Endless Wound
Uppdagaði hesa plátuna umvegis viðmæli frá
Extreme Metal Voyager, sum ótroyttiliga deilir málmsviðmæli við okkum á sínum ymsu platformum. Manningin í hesum bólkinum telur m.a. limir úr Blood Incantation og Spectral Voice, og tá er gott í væntu, tí tað eru nøvn, sum stóðu fyri nøkrum av
bestu málmsútgávunum í undanfarna ártíggju. Henda plátan er so avgjørt ikki nakað undantak. Kontant, náðileyst og revsandi old school death við drøgum úr black og doom - og framum alt ekstremt atmosferiskt. Koyr hesa plátuna hart frá, tá tú hevur brúk fyri at lufta út.
Bob Dylan: Rough And Rowdy Ways
Ársins pláta fyri mítt viðkomandi. Eingin ivi um tað. Har er eingin omanfyri og eingin við síðurnar av. Suverent og virðingarvert. Bob D. hevur lært nøkur ting við at gera Sinatra/songbook/standard pláturnar. Røddin hevur fingið nøkur løg afturat, og hann syngur heilt eminent væl á hesi plátuni. Tekstirnir eru sum vera man eitt djúpt og breitt kelduvað av víðfevnandi tilsipingum. 'Murder Most Foul' er ein ótrúligur sangur, ið kom púra óvart á í intensu og stundum nervandi lockdownkvirruni í vár. Her eru tíðarleysar og rúmar ræsur við allari 20. øld sum tematiskum og tónleikaligum bakteppi. Tónleikurin, sum Bob Dylan ger í 21. øld, hevur ein tilsipingarkarm, sum ofta er væl eldri enn tað, sum hann gjørdi í t.d. 1960-unum. Sum ljóðupptøka er hetta ein rein fragd at leggja oyru til. Ein kundi skrivað nógv og leingi um hvørja einastu av teimum tíggju skeringunum, sum mynda hesa plátuna. Eitt meistaraligt savn av sangum frá heimsins besta og higartil einasta Nobelvirðislønarmóttakandi sangskrivara.
Eivør: Segl
Eivør hevur gjørt nógvar ymiskar plátur í síni yrkisleið, men hon hevur ongantíð gjørt eina desideraða poppútgávu fyrrenn nú. Gamaní hevur onkur útgáva flirtað við poppi, men Segl rakar veruliga ein tíðarinnar tóna av onkrum slagi. Fyri ein part co-framleidd í samstarvi við Dan Heath (Lana Del Rey) og við íslendska Ásgeir Trausti og norska Einar Selvik sum gestasangarum. Tekstirnir skifta millum føroyskt og enskt. Hetta er væl framleiddur, hugslagsríkur norðurlendskur poppur - døkkur í støðum, dansivinaligur í støðum, og allan vegin við máttmiklu og unikku røddini hjá Eivør sum sambindandi lið. Tað kann vera, at vit eru so von við hana, at vit ikki hugsa um tað, men Eivør syngur altso betur enn tey flestu - á heimsbasis.
EOB: Earth
Ed
O'Brien er fjórði og næst-seinasti Radiohead limur at útgeva soloplátu
(nú manglar bara bassleikarin Colin Greenwood). Sum soloartistar hava limirnir í Radiohead ymisligan mentanarligan kapital. Thom Yorke og Jonny Greenwood munnu skora flest stig á tí kontuni, meðan Phil Selway fær nøkur færri. EOB plaserar seg onkrastaðni mitt í millum. Spennandi verkætlan við
spennandi fólkum, m.a. Nathan East (bass), Omar Hakim (trummur), Flood (framleiðsla), Laura Marling (sangur) og Adrian Utley
(Portishead). Eitt áhugavert bland av folk og elektroniskum tónum við m.a. Madchester tilsipingum. Eg fekk hesa plátuna í føðingardagsgávu (takk Jens og Kirstin!)
The Flaming Lips: American Head
Eftir eitt tíggjuáraskeið eyðmerkt av eksperimenterandi tilgongdini, sum Lips av og á hava verið kendir fyri síðani 80-árini, eru teir á nýggjastu útgávuni vendir aftur til tað meira siðbundna, sangskrivandi og vekjandi huglagið, ið vit kendu teir fyri í 90-árunum og 00-unum. Sorgblíð og melodiskt fangandi útgáva, ið m.a. peikar aftur á slóð til The Soft Bulletin (1999) og Yoshimi Battles The Pink Robots (2002). Útgávur, sum longu eru tjúgu ára gamlar (hvar fór tíðin). Sterk sangskriving er sum oftast uppskriftin til okkurt, sum er haldsterkt í longdini, og hvør veit, um ikki tað eisini fer at hjálpa hesi útgávuni fram á leið, tá á stendur. Eg rokni við tí.
Grimes: Miss Anthropocene
Fimta studioplátan hjá kanadiska tónleikaranum Grimes er eitt slag av dystopiskari sci-fi konseptplátu um hóttandi veðurlagsbroytingar. Heitið er ein samanseting av "misanthrope" ("mannahatari/mannafíggindi") og "anthropocene" (nýggjyrðið fyri núverandi jarðfrøðiliga tíðarskeiðið, ið heimurin er í - tvs. tíðarskeiðið síðani, at menniskjan byrjaði at hava avgerandi ávirkan á jarðfrøði, vistskipanir og veðurlagsbroytingar). "Miss Anthropocene" er ímyndað sum ein veðurlagsbroytingar gudinna og eitt alter-ego hjá Grimes (Grimes sum illmenni). Og so er hetta eisini ein góð popppláta við spennandi sjangrusamansetingum og atmosferiskum elektroniskum poppframleiðslum. Á vinylútgávuni er hin frálíki nu-metal tilsipandi 'We Appreciate Power' ikki við, og tað er eitt sindur spell. Men tað er eisini ok, tí tann sangurin víkir frá restini og riggar tí best sum bonuslag á talgildu útgávuni.
Hum: Inlet
Hvussu ljóðar tónlistaliga samanrenningin millum shoegaze og stoner/doom? Eitt svar til spurningin er at seta hesa plátuna á, tí tað er júst henda forkunnuga samanrenning, sum eyðkennir hana. Gev Inlet ein kjans, lat hana skola yvir teg, so ert tú har brádliga. Glæsilig kensla. Hetta er fyrsta Hum plátan síðani 1998. Ikki at eg kendi teir tá í tíðini, men eg eri glaður fyri at hava uppdagað teir nú. Teir eru væl tyngri tónleikaliga í dag enn í sein-90unum. Har er líkasum komin meira pondus og format yvir dýpdina, og tað klæðir teimum væl.
Kaj Klein: Síðsta kvøldmáltíðin
Ársins føroyska útgáva. Tónleikabólkurin Bendar Spónir var fyri nøkrum árum síðani og vitjaði Kaj Klein, sála, og konuna Elin Josefinu Smith á garðinum hjá teimum í Jútlandi. Upptøkur vórðu gjørdar til eina plátu, men av ymsum ávum varð verkætlanin fyribils løgd á hillina. Tá Kaj andaðist í fjør, hevði hann stutt frammanundan litið upp í hendurnar á Palle Hjorth, tangentleikara, at vera framleiðari og akkersfólk, ið skuldi tryggja, at plátan varð útgivin. Hetta kunnu vit fegnast um, tí henda vakra, sýraða og treytaleysa útgávan er nakað fyri seg. Tað er ikki á hvørjum degi, at tú sleppur til sálarmessu (requiem), har høvuðspersónurin sjálvur luttekur. Soleiðis er kenslan her. Tað er Kaj, sum hevur skrivað løgini og flestu tekstirnar, og tað er Kaj, sum myndar útgávuna, men tað eru hansara næru vinir og samstarvsfelagar, sum hava syrgt fyri at gera plátuna lidna. Tóroddur Poulsen hevur skrivað tekstir afturat tekstunum hjá Kaj, Niels Arge Galán og Maria Guttesen hava lagt røddir afturat røddini hjá Kaj, og stinna manningin í Bendar Spónir virkar sum húsorkestur. Kaj brillierar allan vegin gjøgnum sum gittarleikari, sangari, teksthøvundur og skeivur eygleiðari av tilveruni. Tónleikaliga ferðast vit frá psykedeliskum rokki yvir country, blues, spoken word og ljóðkollasju. Heitið Síðsta kvøldmáltíðin gevur plátuni ein eksistentiellan og bíbilskan dám, men umrødda kvøldmáltíðin er eisini ítøkilig: á baksíðuni á feita húsanum er ein mynd av Kaj, Elin og Bendar Spónir, har tey sita til borðs síðsta kvøldið, áðrenn tey fóru hvør til sítt. Og so er vinylin knallreyð. Enn havi eg ongantíð hoyrt hesa útgávuna spælda í okkara alra tjóðarvarpi, hóast hon helst hevur fingið onkra hissini spæling her og har. Tað er spell, men kanska er tað ultimativt eitt góðskustempul. Muss og klemm!
Mary Lattimore: Silver Ladders
Høvuðsorsøkin til, at eg fekk frænir av Silver Ladders hjá hørpuleikaranum Mary Lattimore er, at Neil Halstead (Slowdive, Mojave 3 v.fl.) hevur framleitt plátuna. Halstead hevur í eini tretivu ár verið garantur fyri dygdargóðum atmosferiskum tónum, og henda plátan er einki undantak. Lattimore er sjálvandi høvuðspersónur á útgávuni, og hennara hørpuspæl er miðsavnandi elementið. Kortini er tað í samspæli við Halstead, at gandurin verður realiseraður, tí hetta eru snøgt sagt undurfagrar, einfaldar ljóðmyndir, ið tey bæði mana fram við hørputónum, gittar(mót)spæli og avmáldum synthesizerklangum.
Michael Rother: Dreaming
Hin sum frá líður legendariski gittarleikarin í Kraftwerk, NEU! og Harmonia lat nýggja soloplátu úr hondum í summar. Rother hevur givið soloplátur út síðani 1977, og tær hava mangan verið góðar. Rother solo er tí okkum fjepparum royndur lutur. Hetta er kortini hansara fyrsta solopláta í sekstan ár, og tað er sjálvsagt forkunnugt at leggja oyru til. Eins og krautrock bylgjan, ið hann upprunaliga var partur av, er tónleikurin hjá Michael Rother nakað fyri seg. Hann er er ikki so upptikin av tí, sum annars fyriferst í meginstreyminum innan anglofonan populertónleik. Hetta er droymandi og atmosferiskur tónleikur við elektroniskum klangbotni, har m.a. Sophie Joiner leggur rødd til nøkur av løgunum. Ein lekkur útgáva, og Rother hevur sum altíð sítt sereyðkenda tónlistaliga touch.
Moses Sumney: græ
Dyrki hesa dupultplátuna. Hjartavermandi og íblásandi at vita, at tað finnast fólk har úti, sum enn arbeiða við longum formatum. græ er ein útgáva í tveimum pørtum, ið var endurspeglað í digitalu útgávuni, sum varð útgivin í tveimum umførum, men sum kanska roynist uppaftur betur á góðum, gomlum gatefold dupultvinyl. Vakurt uppbygd og løgd til rættis útgáva. Ein hugtakandi ferð, sum er bæði tónlistaliga og konseptuelt flótandi. Fyrra plátan er skorin á svart vinyl, meðan onnur plátan er hvít. Heitið "græ" sipar til grátt, tað sum er millum svart og hvítt, hvørki her ella har, tað liminala. Tónleikurin er torførur at seta í bás, og tað tykist vera til fánýtis at tveita sjangruhugtøk eftir hesum. Gev hesi plátuni ein møguleika og brúka tíð uppá hana, tí hon er pengarnar verd!
Okkultokrati: La Ilden Lyse
"Ein glóðheit grýta, ið spruttar av post punk, black metal, industrial og
rúmdarrokki. Um Joy Division jammaðu við Darkthrone. Okkurt tann vegin.
Útgivið á Southern Lord Recordings, og tað átti at sagt eitt sindur.
Dyrkingarvert." Soleiðis skrivaði eg um
Raspberry Dawn, undanfarnu útgávuna hjá Okkultokrati, ið var
millum tær bestu í 2016. Eg kundi í grundini sagt nakað tað sama um nýggju útgávuna, sum stytti væl um stundir í vár og ger tað enn. Tað er henda serstaka samanrenningin millum black hugløg og tað punkíblásta, ið mær dámar so væl. Lat eldin brenna!
Owen Pallett: Islands
Owen Pallett er tónaskald, multi-instrumentalistur og sangskrivari, og hesir leiklutir hittast á Islands, ið er hansara fyrsta soloútgáva í seks ár. Áður hevur Pallett m.a. arbeitt saman við Arcade Fire, og hann stóð fyri væl frágingna soundtrackinum til Her (Spike Jonze, 2013) saman við Will Butler úr AR. Islands er ein huglagsrík og hugtakandi pláta, ið er innspæld saman við London Comtemporary Orchestra í Abbey Road Studios. Ta besta úr indie sangskrivingarverðini hittist og minglar við tí besta úr modernaðu tónsetingarlistini.
Phoebe Bridgers: Punisher
Nýggja stjørnuskotið á indie himmalhválvinum eitur Phoebe Bridgers. Onnur útgávan hjá henni Punisher er ein sera væl framleidd pláta við kenslubornum og huglagsríkum sangum um, hvussu tað kennist at vera ungur, rótleysur og svartskygdur í dagsins Amerika (debutplátan hjá Bridgers æt annars Stranger in The Alps, og tað er ikki heilt óstuttligt fyri The Big Lebowski fjepparar). Punisher ferðast frá tí stillføra til tað stórsligna, uttan at tú nakrantíð verður sligin út úr tí huglagi, sum plátan leggur fyri frá byrjan. Tað er sannførandi. Bridgers valdi at runda hetta løgna og heldur dapra árið av við jóla-EPini If We Make It Through December, sum somuleiðis inniheldur kenslubornar og melankolskar tónar.
Rina Sawayama: SAWAYAMA
Rina Sawayama hevur við SAWAYAMA framt eitt postmodernað mashup av popptónleikinum, sum var frammi síðst í 1990-unum og tíðliga í 00-unum, tvs. r'n'b poppur og nu-metal. Ímynda tær Britney Spears/Destiny's Child í front fyri KoRn/Evanescence, so byrjar tað so smátt at geva meining (!). Tematiskt er hetta ein mikið intelligent viðmerking til sovorðið sum samfelagslig akselerasjón, hyperkapitalisma, yvirforbrúk, talgild mentan, yvirfylta mentanarrúmið og veðurlagsbroytingar! Í fleiri førum ger ein innforstaðin nýtsla av "ringum smaki" seg galdandi í einum modernaðum poppkonteksti. Ein dyrkingarverd debutútgáva frá einum spennandi artisti.
Róisín Murphy: Róisín Machine
Í juni gjørdi eg fimm Mono-sendingar um
søguna hjá discotónleikinum. Og hóast óteljandi dansigólv kring heimin vórðu afturlatin í 2020, so gjørdist hetta kortini eitt nevnivert discoár. Fleiri poppdrotningar markeraðu seg á discopallinum: Dua Lipa lat hina stramt frágingnu og retrotilsipandi
Future Nostalgia úr hondum, Lady Gaga eyðmerkti seg við hini disco/house/dance-pop dyrkandi
Chromatica. og sjálv uber-discodrotningin Kylie Minogue lat plátu úr hondum, ið stutt og greitt bar heitið
DISCO. Kortini var tað írska Róisín Murphy, ið stjól showið fyri mítt viðkomandi við tí frálíku
Róisín Machine. Plátan er framleidd í samstarvi millum Richard Barratt og Murphy og upplivist í grundini sum eitt langt samanhangandi discomiks. Um áðurnevndu útgávur í høvuðsheitum er stílaðar til hitt/playlistar og útvarp, er
Roísin Machine framum alt ein euforiserandi elastisk ferð út á tíðarleysa disco/house dansigólvið, har løgini eru longri og hámarkini hægri. Hetta vinnur hon nógv uppá. Mikið kølið.
Son of Fortune: Voodoo Pop
Son of Fortune a.k.a. Benjamin Petersen hevur skrivað eitt nýtt kapitul í eftirhondini drúgva Føroyar-Nashville ævintýrinum. Eins og onnur undan honum fór Benjamin til Nashville, men hann gjørdi tað á sín egna hátt. Fyrst ráddi um at geva sær stundir til at hanga út. Læra tey røttu fólkini at kenna. Koma í samband við møguligar samstarvsfelagar. Hetta gekk eftir vild, og áðrenn nakar visti av, hevði hann innspælt eina plátu saman við Noah Denney (trummur), Byron House (bass) og Jon Eldridge (keys). Jan Rúni Poulsen gjørdi loops og programmeringar. Mike Fahey tók upp og Vance Powell (Jack White, Chris Stapleton v.fl.) miksaði í Sputnik Sound í Nashville. Úrslitið er plátan Voodoo Pop. Eitt slag av futuristiskari rokk plátu, sum kortini er baðað í siðvenju. Eins og á undanfarnu útgávuni Son of Fortune (2017) er størsta dygdin tann, at Benjamin meistrar bæði treytaleysan riff rokk og
yndisligt lagasmíð. Og eins og á fyrru útgávuni er hetta spennið býtt upp millum síðu A og B, men hesuferð er tað akkurát øvugt: Síða A er tann meira ágangandi og rokkutta, meðan síða B er róligari og meira sveimandi. Gev plátuni eitt lurt. Tað hevur hon uppiborið.
Sonic Boom: All Things Being Equal
Nevndi áður Andy Bell og Ed O'Brien, ið báðir eru farnir um tey fimmti og samstundis eru solo debuntantar í ár. Sympatiskt rák og ein
áminning um, at listaligur starvsaldur hóast alt fylgir sínum egna
logikki (hóast popptónleikur hevur eitt mangan køvisligt lyndi til ómenniskjaliga ungdómsdyrkan og -tráan). Ein triði, sum skal við her, er Peter Kember, kendur úr m.a. Spacemen 3 og Spectrum, hann er ikki debutantur, men hann kom í summar við síni
fyrstu soloútgávu í 30 ár, 54 ára gamal. All Things Being Equal er ein hugtakandi samansmelting av psykedeliskari sangskriving og flótandi modular synth ljóðmyndum.
Stongum og Guttesen: Stongum og Guttesen
Eitt gott boð uppá ársins sang vildi verið 'Rumbuldós'. Sangurin viðger heimsins kompleksitet í ótilgjørdum og humoristiskum vendingum. Tónlistaliga er talan um eitt plettskot, har Vágasound hittir dub reggae. Hvat meir kann ein ynskja sær? Restin av útgávuni leggur eina meira siðbundna folk- og countryleið, og tað er sanniliga í lagi, tá ein hevur við so álítandi menn at gera. Allir teir, sum hava verið í verkætlanini, hava gjørt sítt arbeiði til lítar. At lurta eftir hesi plátuni kennist sum at hava tærnar trygt plantaðar í Sørvágssandi ein vakran dag, tá "vesturskinið gyllir heyg og lág". Framúr.
---
Hatta vóru tær. Tjúgu tær bestu pláturnar. Tað kann væl vera, at playlistar hava gjørt sína innrás, og at vit í dag lurta alsamt meira spjatt og fragmenterað eftir tónleiki, men fyri meg er plátan framvegis meiningsfull sum format. Og hon skal njótast í fullari longd - frá byrjan til enda.
Comments
Post a Comment