Stillmynd úr 'Let It Ring' sjónbandalagnum hjá Reiley (Atlantic Records, 2021). |
Tvørlistaligi samleikin hjá tilvitaða popp artistinum Reiley hóskar seg í øllum førum væl til modernaðu talgildu verðina, ið krevur konstanta nærveru og latingarføri á ymisku SoMe pallunum; langt áðrenn hann skrivaði sáttmála við Atlantic var hann longu vorðin TikTok stjørna við milliónum av fylgjarum. Tað er ikki so løgið, tí Reiley bjóðar eina audiovisuella heild, har litfagra og leikandi visuella fagurfrøðin spælir ein sera stóran leiklut.
Gamaní tykist tað visuella við fyrsta eygnabrá at fylla sera nógv, og tá kann tónleikurin tykjast sum ein eftirtanki. Men her eru snildir eisini uppá spæl. Tað fyrsta ein leggur merki til, tá ein hoyrir tónleikin til 'Let It Ring', er at Reiley og framleiðararnir hava valt at brúka eyðkenda iPhone ringitónan sum "hook" í lagnum. Í fyrstuni helt eg tað virkaði dekan ov gimmick-kent at nýta henda ringitónan í lagnum, men jú meira eg hoyrdi lagið, jú meira sannførdi tað.
'Let It Ring' hevur ein argandi tóna í bæði tónleiki og teksti, og tað passar í grundini væl til hetta argandi huglagið at brúka nakað so eyðsýnt og útbreitt sum iPhone ringitónan sum hook ella riff. Tað er eitt sindur nasadjarvt, fyri ikki at siga braneggjað. Á Spotify profilinum hjá Reiley fæst enntá at vita, at 'Let It Ring' er fyrsta lisenseraða nýtsla av offisiella iPhone ringitónanum nakrantíð.
Eftir at hava hoyrt lagið nakrar ferðir fór eg at hugsa meira um hetta við telefonum í popptónleiki. Hetta er í grundini ein heilur diskursur fyri seg í populermentanini, tí sera nógvir poppsangir hava staðsett telefonina sum samskiftismiðil. Samskiftið snýr seg mangan um flirt, romantikk, tráðan, fríggj og kærleika. Og um tess mótsetningar hjartasorg, svik, langtan og einsemi. Reiley er í so máta einki undantak. Hann letur telefonina ringja, allarhelst tí at tann í hinum endanum ikki er farin væl við sær.
Kagaði mær av forvitni í poppsøguna at vita eftir undanfarnum dømum um nýtslu av telefonum í populertónleiki, og mangt og hvat kom undan kavi. Skal her nevna okkurt av tí, sum skaraði framúr.
The Big Bopper: 'Chantilly Lace' (1958)
Ein heldur gløðandi
andsøgn til argandi androgyna spælið hjá Reiley er hin gamaldags
maskulini "The Big Bopper" (J.P. Richardson) og lagið 'Chantilly Lace'
frá 1958. Her nýtir Big Bopper telefonina til tess at gera sína tráðan
greiða yvirfyri sprundinum í hinum endanum. The Big Bopper var annars
við á lagnuflogtúrinum í 1959, tá bæði Bopper, Buddy Holly og Ritchie Valens doyðu í flogvanlukku eisini kend sum "The day the music died".
Glen Campbell: 'Wichita Lineman' (1968)
Onkur hevur skýrt
hetta at verða ein eksistentiellur kontrisangur. Sagdur úr sjónarhornum
hjá einum "lineman for the county" - einum "línumanni", sum arbeiðir
uppá telefonmastralinjurnar mitt í ongamannalandi. Ein
popptónleikalig ísenuseting av frástøðu og einleika í ógloymandi
musikalskari útlegging hjá The Wrecking Crew. Jimmy Webb skrivaði sangin
til Glen Campbell, ið sang so fagurliga. Línumaðurin er ímyndin
av einsemi, ið kortini arbeiðir uppá mastrina og linjuna, soleiðis at
telefoniska samskiftið kann halda fram. "I hear you singing on the
wire", syngur hann, og spøkilsiskenda orglið ljómar gjøgnum sjálva
telefonlinjuna. Ein perla.
Kult bólkurin mikli Steely Dan við 'Rikki Don't Lose That Number', ið gjørdist størsta hittið av triðju útgávuni Pretzel Logic. Ymsar útleggingar hava verið av tekstinum, men teir báðir Becker og Fagen vildu seinni vera við, at nummarið í heitinum sipar til hvørki meira ella minni enn júst tað; eitt telefonnummar.
Bob Dylan & The Band: 'Long Distance Operator' (1975)
The Basement Tapes hevur altíð verið garantur fyri nógvum spennandi, og soleiðis er eisini við 'Long Distance Operator'. Bob Dylan skrivaði sangin og spældi hann longu miðskeiðis í 60-unum, tá The Hawks (ið seinni gjørdust The Band) byrjaðu at spæla við sær. Henda útgávan er eitt outtake frá Music From Big Pink upptøkunum. Richard Manuel syngur. Luktar gamaní av deep cut, so segði hann, men eitt deep cut frá Dylan og The Band er altso betri enn tað mesta, sum finst har úti. Og hetta svingar. Eg skal ikki klaga. Ein blúsur, har frásagnarfólkið vendir sær til ein long distance operator um at ringja til hansara baby, tí hann hevur eini boð til hennara. Ikki óvæntað.
Kanska mítt yndislag av teirri máttugu The Wall dupultplátuni, ið setur einsemi og fremmandangerðing í seinmodernitetinum á breddan. Í hesum lagnum eru boðini greið; tú kanst hava alskyns tøkni og nýmótans samskiftistól við hondina, og kortini hevur frástøðan til medmenniskjuni ongantíð verið so ógvuslig; "And that is how I know, when I try to get through, on the telephone to you, there will be nobody home".
Blondie: 'Call Me' (1980)
Navnframi italski framleiðarin Giorgio Moroder hevði eitt gylt
tíðarskeið í 1970-unum og 80-unum, har hann fyrst og fremst setti sítt
frámerki á elektroniska popp og dansi tónleikin og harumframt stóð á
odda fyri eini røð av frálíkum filmsoundtrackum. Í 1980 stóð Moroder
fyri soundtrackinum til neo-noir filmin American Gigolo við
Richard Gere í høvuðsleiklutinum og við leikstjórn eftir Paul Schrader
(Schrader og Moroder samstarvaðu eisini um hin somuleiðis áhugaverda
neo-horror filmin Cat People frá 1982, haðani frálíka David Bowie/Moroder samstarvið 'Cat People (Putting Out Fire') stavar). Moroder heitti á disco/new wave bólkin Blondie um at hjálpa sær við tónleikinum til American Gigolo,
og Moroder og sangarinnan Debbie Harry skrivaðu lagið 'Call Me' saman.
Tað gjørdist eitt stórt hitt í 1980, og lá ovast á hittlistunum, tá
undirritaði var føddur. Sig so ikki tað.
Eingin hevur megnað at ísenusett og glorifiserað modernitetsins tóleindir og akfør við so góðum tevi sum týsku Kraftwerk. Bilar og motorvegir, útvarp og geigerteljarar, tok og tokbanar, robottar og arbeiðarar, dukkur og modellir, teldur og lummaroknarar; er talan um eitt algongt og samstundis hugtakandi tøkniligt amboð, ja so hevur tað allarhelst verið gjøgnum konseptuellu maskinuna hjá teimum fýra úr Düsseldorf. Og gott tað sama, tí Kraftwerk veita gerandislívinum í seinmodernitetinum ein tiltrongdan farra av futuristiskari utopi.
Soleiðis var eisini við telefonini á teirri plátuni, sum upprunaliga æt Electric Café (1986) og seinni fekk heitið Techno Pop. Kanska ikki tann konseptuelt sterkasta plátan hjá bólkinum, men musikalskt er hon krútsterk. Síða A er electro og hipp hopp kend við industrial elementum. Síða B er meira melodisk og popput og leggur frá landi við hinum frálíka 'The Telephone Call'. Við somuleiðis frálíku b-síðuni 'House Phone' sum beinleiðis framhaldi á Techno Pop. Karl Bartos syngur forrestin, og hetta var einastu ferðina at hann gjørdi tað á einum Kraftwerk lagi. Enjoy!
U2: 'The Fly' (1991)
Írsku U2 brutu upp úr nýggjum við Acthung Baby plátuni frá 1991, og fyrsta staklagið haðani var hitt soniskt uppfinnsama 'The Fly'. Havi brúkt nokkso fitt av tíð uppá at hugsa um henda sangin, og vit hava spælt hann nokkso ofta við Tuxedo Rebels. Bono lýsti einaferð 'The Fly' sum verandi ein telefonsamtala úr helviti - við ein, sum dámar at vera har! "Yeah I gotta go, I'm runnin' out of change, there's a lot of things, if I could I'd rearrange..." Røddin hevur í øllum førum telefoniskan klang í versunum og er ein góður kontrastur til himmalsku falsettina í niðurløgunum. U2, Kraftwerk, Big Audio Dynamite og Public Enemy spældu annars mótmæliskonsert uttanfyri Sellafield kjarnorkuverksmiðjuna í 1992. Rættiligt dreyma line-up, um nakað er tað.
Kent: 'Cowboys' (1999)
Ein kensluborin indie ballada av plátuni Hagnesta Hill hjá okkara alra yndis svenska indie orkestri í tíðini kring seinasta aldarskifti. Joakim Berg var altíð sangskrivari og hálvgum einmansherur í Kent, men hann var eisini ótrúliga góður, tá hann var uppá sítt besta. Eg var mangan hugtikin av júst hesum sanginum. "Jag drömde om en barndomsvän igår, som telenäten drömmer, om svalorna i vår" verður lagt fyri. "Telenäten" er telefonnetverk á svenskum. Ikki ólíkt myndamálinum í 'Wichita Lineman' omanfyri. Á ljóðsíðuni brúka teir eisini telefoniskar snildir; eitt "upptikið" telefonsignal/ringitóni er partur av loop'inum í sanginum, og røddin á Berg ljóðar sum at sungið verður gjøgnum eina - tú gitti tað - telefon.
Lady Gaga feat. Beyoncé: 'Telephone' (2010)
Um evnið er "telefonir í popptónleiki", og talan er um popp við stórum P, so slepst illa uttanum hetta stórhittið frá 2010. Sjónbandalagið eftir Jonas Åkerlund var líka nógv eitt event sum lagið sjálvt. Framhald av Beyoncé feat. Lady Gaga lagnum 'Videophone' (2009), sum ongantíð fór ordiliga á flog, men 'Telephone' hevði eitt momentum tann tíð tað var. Tað tók mær tíð at fata tann pumpandi og eitt sindur flata rútmiska
strukturin í løgunum hjá Lady Gaga frá hasi tíðini, men 'Bad Romance' fekk fimmoyrað at falla, og 'Telephone' var útmerkaður í so máta. Telefonin er evnið og staðseting í tekstinum, og telefonljóð og prát er eisini partur av ljóðmyndini.
Har eru óivað aðrir, ið kundu verið nevndir. Lionel Richie: 'Hello'. Stevie Wonder: 'I Just Called To Say I Love You'. R.E.M: 'Star 69'. Adele: 'Hello'. Drake: 'Hotline Bling' o.s.fr. Men Carly Rae fær altso síðsta orðið. M.a. tí at hon hevur verðins mest peppaða eftirnavn: Jepsen. Og tí at hon virkar legit onkursvegna. Hesin sangurin var eitt stórhitt fyri longu 10 árum síðani. Skjótt gongur tíðin, men hetta er nú feelgood tannáringakærleiki og bubbligummspoppur og snildfonsromantikkur (!) fyri allar pengarnar.
Comments
Post a Comment