10/18/19

Bitlatankar í skrift og talu

Tvinnir patineraðir halgilutir úr teim glorifiseraðu 60-unum. Egin mynd.
Fyri tveimum árum síðani fylti plátan Sgt. Pepper's Lonely Heart's Club Band hjá The Beatles 50 ár. Herfyri fylti plátan Abbey Road eisini 50 ár, og nú er so gott sum øll hin almenna plátuskráin hjá bitlunum farin um tey fimti (Let It Be fyllir í prinsippinum 50 næsta ár, men var kortini innspæld áðrenn Abbey Road).

Fyri kortum var eg í ÚF og skifti orð við Leivur Thomsen um The Beatles og nýggjar upplýsingar, sum broyta okkara fatan av søguni um hvussu bitlarnir fóru hvør til sítt. Tað kann hoyrast her.

Sgt. Pepper fylti 50 í 2017, hevði Dimmalætting grein um plátuna, har m.a. undirritaði var biðin um at gera viðmerkingar. Míni óredigeraðu svar uppá spurningarnar í Dimmu eru her:

Sgt. Pepper var fyrsta fyrsta Beatles plátan tú átti. Hvussu gamal vart tú? Hví hon? (hvussu gamal ert tú nú)

Eg var 15 ár tá, eri 37 ár í dag og hetta var í Århus miðskeiðis í 90-unum. Eg kom framá plátuna umvegis vinfólk og kenningar úr skúlanum og umhvørvinum tá í tíðini. Vit lurtaðu av onkrari orsøk sera nógv eftir 60-ára tónleiki, og eg fall pladask fyri eitt nú The Beatles, Jimi Hendrix og The Doors hesi árini. Hjá The Beatles var tað serliga Sgt. Pepper, ið hugtók meg. Eg var hugtikin av bæði tónleikinum og plátuhúsanum - av tí heiminum, ið teir manaðu fram í ljóðum og myndum. Tað virkaði so gjøgnumført tað heila. Tí keypti eg mær fløguna (endurútgávan frá 1987).

Hvat minnist tú best tá tú fekk plátuna, fløguna?

Sangirnir festu seg skjótt og eg var gripin av teimum - av frásagnunum í tekstunum, av sterku løgunum og tónlistarligu hugløgunum. Hóast Sgt. Pepper er víðagitin sum ein konseptpláta við psykedeliskum og surrealistiskum drøgum í bæði tónleiki, teksti og myndum, so var tað fyrst og fremst sjálv sangskrivingin sum festi seg. Hetta meti eg er grundarlagið undir útgávuni, og fevnir bæði um lættari McCartney sangir og meira melankolskar Lennon sangir. Hesar báðar síðurnar hittast hegnisliga í máttmikla endalagnum ‘A Day In The Life’. George og Ringo eiga eisini sínar løtur í kastljósinum.

Hvønn týdning hevur hon havt fyri teg sum tónleikari? Hvønn týdning metir tú, hon hevur havt fyri tónleikin sum heild – eisini í Føroyum? Er hon framvegis aktuel í tónleikahøpi ella er hon meiri ein minnisvarði?

Hvat viðvíkur stíli og framleiðslu fevnir útgávan víða. Hóast hon er at meta sum ein konseptpláta innan rokkin, so inniheldur hon eisini element úr eitt nú vaudeville, music hall, jassi, sirkustónleiki, avantgarde, klassiskum og indiskum tónleiki. Tað psykedeliska setur sín greiðan dám á tað heila, og útgávan kann eisini síggjast í ljósinum av progressiva rokkinum, ið veruliga tók dik á seg fyrst í 70-unum. Tað psykedeliska rákið kemur framvegis undan kavi av og á, og ein kundi nevnt ein bólk sum avstralsku Tame Impala, ið so ella so hava røtur aftur til Sgt. Pepper o.a. psykedeliskan 60-ára tónleik. So fyri meg og mong onnur hevur Sgt. Pepper verið til stóran til íblástur millum ár og dag. Har er nógv at fara eftir.

Eg haldi tó ikki at hon er so “omnipresent” sum nógv hjá bitlunum ofta verður gjørt til at vera. Har er ein øgiliga sterkur kanoniserandi og sakraliserandi tendensur í nógvari Beatles viðgerð, og hesum havi eg persónliga hug at taka frástøðu frá, tí tað ger okkum ikki klókari uppá bólkin. Hyggur ein eftir viðgerðini av tí sum teir lótu úr hondum, so skuldi ein viðhvørt næstan trúð at teir vóru tað einasta sum var, men hetta er jú als ikki umboðandi.  

Sgt. Pepper telist framvegis millum bestu útgávurnar frá teirri tíðini, men eg síggi hana sum part av eini størri heild. Í felagsskapi við aðrar útgávur s.s. Pet Sounds hjá Beach Boys, Blonde on Blonde og John Wesley Harding hjá Bob Dylan, The Velvet Underground & Nico hjá The Velvet Underground, The Doors hjá The Doors, Forever Changes hjá Love, Electric Ladyland hjá Jimi Hendrix o.s.fr. Fyri ikki at tala um aðrar Beatles útgávur frá sama tíðarskeiði: Rubber Soul, Revolver, White Album og Abbey Road, ið allar eru í harðari kapping við Sgt. Pepper um at vera tann besta Beatlesplátan.

Øll tóku heldur ikki líka væl ímóti Sgt. Pepper: Frank Zappa gjørdi eina satiru av útgávuni og Bob Dylan helt fyri, at bitlarnir smurdu alt ov tjúkt uppá í framleiðsluni (hansara spartanska folk/kontri pláta John Wesley Harding frá sama ári kann tulkast sum ein viðmerking). Við árunum havi eg eisini fingið áhuga fyri hvussu Beatles tóku upp, hvagani teir fingu íblástur og hvat teir fingust við í upptøkuhølunum. Teir høvdu allar antennur úti, og har er nógv áhugavert at lesa um (eitt gott dømi her: Fimti bitlin farin).

Frá Sgt. Pepper tíðini eru t.d. tvey meistaralig løg, ið als ikki komu við á útgávuna, nevniliga ‘Strawberry Fields Forever’ og ‘Penny Lane’, ið vóru útgivnir á stakplátu. Tann fyrri er kanska ein tann besti Beatles sangurin yvirhøvur, og tað er løgið at hugsa sær at hann ikki er við á plátuni. Eg veit ikki um hetta er avmarkandi fyri útgávuna. Hon hongur væl saman kortini. Ein pláta verður skjótt bert ein minnisvarði um vit lata hana gerast tað. Um vit stagnera í okkara hugsan og bara góðtaka tað ráðandi hugsanina. Um vit hinvegin hugsa meira dynamiskt um eina slíka plátu, so kann hon sagtans gerast aktuel av nýggjum. T.d. hevur sonur George Martin, Giles Martin, júst lati eitt spildurnýtt stereo remix av Sgt. Pepper úr hondum. Tað haldi eg ljóðar mikið spennandi og kanska eisini provokerandi uppá tann góða mátan.

Nakrar viðmerkingar til omanfyristandandi tekst frá 2017:
Hatta seinasta um nýggja miksið hjá Giles Martin havi eg eitt sindur øðrvísi meining um í dag. Gamaní var nýggja miksið til Sgt. Pepper ok, men eg haldi samstundis at tað verður ov nógv við øllum hesum nýggjum miksunum og versiónunum. Vit hava ikki brúk fyri nýggjum versiónum allatíðina. Tað verður ov fjollut í longdini. Mastering verkætlanin frá 2009 var kortini í lagi, tí tað trongdi veruliga til. Og nøkur ár seinni kom øll plátuskráin á stroyming plattformar. Tað var dagur í viku.

Aðrir eldri bloggar um The Beatles:
John Lennon 75 ár
'Because'
Phil Spector Uncut (Mono 1:4)

-----
Postscriptum:

Dion DiMucci er ein av fimm persónum á húsanum til Sgt. Pepper's Lonely Heart's Club Band, ið enn eru á lívi. Hinir fýra eru Paul McCartney, Ringo Starr, Bob Dylan og Larry Bell. Dion er helst tann minst kendi av teimum, men hann hevur gjørt góð ting. Í 50-unum sang DiMucci við vokal bólkinum Dion and the Belmonts. Í januar 1959 vóru teir á konsertferð saman við Buddy Holly & The Crickets, Ritchie Valens og Big Bopper.

Konsertferðin gekk undir heitinum "Winter Dance Party", tað var sera kalt og ferðingin fór fram í einum bussi, har hitaskipanin var í ólagi. Menn stríddist við bæði influensa og frostbit. Endin var at Buddy Holly  bílegði flogferð, har bæði Buddy Holly, Richie Valens og "The Big Bopper" J.P. Richardson vóru við. Hetta gjørdist ein lagnutúrur, tí flogfarið krasjaði stutt eftir fráferð, og allir umborð doyðu. Hendingin er kend sum "The Day the Music Died". Í dag er Dion einasti livandi luttakari frá Winter Dancy Party konsertferðini í 1959.

Í 1975 útgav Dion eina frálíka plátu sum eitur Born To Be With You. Phil Spector framleiddi. Hon var meir ella minni ignorera. Ein frálík útgáva, ið kundi tolt meira uppmerksemi. Hóast trupla byrjan hevur plátan seinni fingið kult støðu millum tónleikarar. Menn sum Bobby Gillespie úr Primal Scream og Jason Pierce úr Spacemen 3/Spiritualized dyrka hana (tað hoyrist aftur í tónleikinum). Tað geri eg eisini. Og onnur við. Summi liva til tess at kunna, so segði hann, siga søguna.

No comments:

Post a Comment