Techno-depilin á vestara armi á Skálafjørðinum

Myndina omanfyri tók eg í Sirkus í Vágsbotni seinasta fríggjakvøld. Hetta kvøldið settu vit spurningin - í eini blanding av gaman og álvara - hvørt Strendur og Innan Glyvur eru tað nýggja Chicago-Detroit? 

Í øllum førum er vestari armur á Skálafjørðinum vorðin ein rættiligur techno miðdepil her á landi. Til vinstru á myndini er tað strandingurin Dávur Poulsen a.k.a. elektroniski framleiðarin Playmo, ið hevði útgávukonsert hetta í kvøldið í farnu viku fyri síni frálíku Cyborg EP (Planet Rhythm, 2022). Høgrumegin er tað Innan Glyvurs maðurin Jens Ladekarl Thomsen, ið er onnur helvtin í elektronisku verkætlan ORKA, ið kemur við spildurnýggja staklagnum 'Glory Dust' í dag - sum eisini verður hátíðarhildið í Sirkus Føroyar sama kvøld. Báðir hava eisini framført til Ravlitt tiltøk seinasta ári. Spennandi at fylgja við tí, sum hesir báðir hava gongd í - tað er bæði sikkurt og vist.

Playmo pressumynd.
Hósdagin í farnu viku lat Playmo sína fyrstu EP, Cyborg EP, úr hondum á Bandcamp umvegis hollendska plátufelagið Planet Rhythm. EP'in inniheldur trý løg, 'AI', 'Breakout' og heitislagið 'Cyborg', ið øll borðreiða við treytaleysum, skjóttgangandi og myrkum techno. Ekstremt stíltilvitað og -trygt, men hesum er einki nýtt í, tí Playmo a.k.a. Dávur Poulsen, hevur altíð borðreitt við stíltilvitaðum framførslum, eisini tá fleiri ár hava gingið millum framførslurnar.

Tað eru fimtan ár síðani, at Playmo a.k.a. Dávur Poulsen fyrstu ferð framførdi egnan techno tónleik í Grundini á G! Festival í 2007. Hetta var fyrstu ferð, at Grundin var partur av skránni, og har hoyrdist mangt og hvat. Men ongin visti av Playmo fyrrenn hann knappliga stóð har, og spældi techno. Í eginframleiðslu, væl at merkja. Tá hevði Dávur Poulsen longu framleitt egnan techno tónleik í eini átta ár. Í 1999 keypti hann sær sína fyrstu útgerð og fór í gongd.

Húsin til Cyborg EP hjá Playmo (Planet Rhythm, 2022)

Dávur er av Strondum, búsitandi í Fuglafirði. Musikalskt og estetiskt er hann úr Detroit og Berlin. Her eru ongar lokalar peilingar í hvørki ljóði ella mynd. Onkur einstøk pressumynd finst gamaní av manninum, men her eru ongar sjálveksotiserandi "nordic cool" pressumyndir úr føroyskari náttúru v.m. Bert ein ekstremt stíltilvitaður hugur og alskur til techno. Myrkt og treytaleyst techno. Fríggjakvøldið farna var Sirkus í Vágsbotni karmur um útgávuveitslu fyri debutútgávuni hjá Playmo. Á skránni vóru Úlv, Playmo, Hús og Djús. Techno og elektroniskur tónleikur í ymsum útleggingum.

Orka pressumynd.

Í kvøld er Sirkus aftur karmur um techno veitslu, tá tey bæði Jens Ladekarl Thomsen og Francine Perry úr Orka fara at diska back to back umvegis internetið. Aftaná diska Marius DC og Aquatonic. Í dag hava Orka útgivið lagið 'Glory Dust' (Kervið, 2022). Lagið heldur fram eftir tí techno leisti, ið Orka hevur granskað síðani fulllongdartechnoplátuna Vað frá 2016. Um tað plátuna skrivaði eg m.a., at 

"Tað kennist sum eitt rættiligt skamtalop hvørja ferð Orka kemur við nýggjari plátu, og Vað er einki undantak [...] Tað er sum um at fleiri løg vera skrellaði burturav í mun til undanfarnu útgávuna Leipzig, ið var merkt av tí soniskt mettaða og ríka. Men har Leipzig var melankolsk og sein í tempo, er Vað meira upbeat og, tori eg at siga tað, dansivinarlig. Her verður skorið inn á bein og brotið upp úr nýggjum. Í føroyskum høpi liggur hon væl uttanfyri tað vanliga, og hetta síggi eg sum eina styrki, tí okkum tørvar at víðka karmarnar. Ein djørv, treytaleys og djúpt hugfangandi pláta."

Húsin til 'Glory Dust' hjá Orka (Kervið, 2022).
Umráðandi er at seta striku undir, at Orka seinastu árini hevur verið ein duo, og tað eru altso tey bæði Francine og Jens, ið myndað bólkin. Tað, sum Orka hevur latið úr hondum síðani Vað, hevur eisini hildið seg meira til ein ávísan stíl. EP-in 13> frá 2017 og staklags-bangarin 'Juno' frá 2018 vóru framhaldandi granskingar av tí instrumentala techno, ið Vað legði lunnar undir. Tó er tónin onkursvegna ljósari á hesum nýggja lagnum, 'Glory Dust' at navnið, ið hóast instrumentalt eisini hevur eina spoken word rødd við sum perkussivt og klangligt element í ljóðmyndini.

Sjálvi siga tey í Orka, at tey hava heintað íblástur til nýggja lagið úr klubb pallinum í London, har tey hava búleikast og annars reikast nógv millum ár og dag. Tað er eisini okkurt distinkt urbant og klubb kent við nýggja lagnum.

Hetta er sum skilst fyrsta lagi av eini røð av nýggjum tilfari, og sigast má at orsøk er at gleða seg - bæði til transnationalt talgilt back to back disk í Sirkus í kvøld, og til meira tilfar frá bæði Orka og Playmo. Nú manglar bara eitt ordans warehouse raveparty onkrastaðni millum Strendur og Innan Glyvur, tá verður fullkomið!

Comments